Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mai 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 96 - 22. mai 2003 Nr. 96 - 22. mai 2003 11 - Eitt Guds undur, kallaði gitni nigerianski yrkjarin, Ben Okri, Walter Sisulu, sum varð jarðaður leygardagin hin 17. mai í ár. –Ein eyðmjúkur og ósjálvsøkin maður, nevndi Mandela hann. Fáur hevur sum Walter Sisulu havt so stóra ávirkan á sína tjóð og sína tíð. Trý stórmenni stóðu á odda fyri ANC í hálva øld, Oliver Tambo, Walter Sisulu og Nelson Mandela. Nú er Mandela einsamallur eftir. Walter Sisulu, sum var farin um tey níti, nú hann andaðist, gjørdist blaðungur náms- arbeiðarari í Johannesburg. Hvít rasisma, langir og stravnir arbeiðsdagar í myrkrinum heilan fjórðing undir jørð og tungar nætur í ótespiligum blikkbarakkum uttan nakað slag av hentleikum elvdu til eina politiska tilvitan, sum fylgdi honum alt lívið. Hann fór undir at skipa fakfeløg fyri námsarbeiðarar og undir politiskt virksemi. Seinni gjørdist hann hjálp- armaður í einum matstovukøki í London, alt meðan hann helt fram við sínum politiska virksemi. Eftir annan heimsbardaga øktiskt rasisman í Suðurafrika og flokkurin, sum hevði apart- heid í skildri fekk valdið. Valdsharrarnir settu í verk tær illa gitnu passlógirnar, sum dagliga kendust sum ein grov eyðmýking av svarta og litaða fólkinum í Suðurafrika. Walter Sisulu, sum tíðliga gjørdist limur í ANC, stóð saman við øðrum góðum fólki á odda í stríðnum móti hesum og øðrum óflýggjaskapi hjá hvítu stjórnini. Í 1949 gjørdist Walter Sisulu aðal- skrivari í ANC, og tað var hann, ið so at siga vakti Mandela til stríð móti apartheid. Seinni varð hann handtikin og sat 26 ár í fongsli á Robben Island. Stríðið móti apartheid var hart og drúgvt. Tað var vunnið takkað verið monnum sum Walter Sisulu og ikki minst takkað verið tí stuðli sum antiapartheidrørslurnar fingu frá eitt Norðurlondum. Nú er Sisulu farin og fimti- túsund fólk fylgdu honum frá Orlandostadion í Soweto. Men minnið um hendan heiðurs- og stríðsmann fer at liva leingi í huganum á øllum demokratiskum hugsandi menniskjum víða um heimin. DAGSINS MEINING Sosialurin Sisulu VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Súsanna Olsen Beatlestiltakið, ið FSV- stuðlar skipaðu fyri leygar- kvøldið 17. mei, gjørdist eitt kanónbrak, íð helst ikki fer í gloymibókina við tað fyrsta. Eini 900 áhoyrarar høvdu, hóast verkfall, storm og regn, leitað sær inn í Ítróttarhøllina á Gilja- nesi, og tað, íð sermerkti mannamúgvuna, var gott lag, nøgdsemi og gleði. Og lat tað verða sagt beinan- vegin: Tiltakið var framúr væl fyrireikað!!! Byrjað var kl. 23. Robert McBirnie, sum var frásøgu- maður, beyð vælkomið við at spæla coverløg hjá The Beatles, Ringo Starr og Georg Harrison, og tá hann ein tíma seinni beyð Ják´upsa Skegg vælkomn- um á pallin, hevði hann fingið hita í ta stóru grýt- una - Og so komu tey, beatlesløgini frá byrjan fram til1965: I saw her standing, A hard days night, I want to hold your hand, Yestarday, og ein rúgva aftrat. Áh Help, sum tað var gott. Væl fyrireikað, væl framborið, og gavst tú tær ans, so sást tú okkurt melankolskt tár í onkrum eygnakróki. Teir gomlu tónarnir streymaðu út, vermdu tær innastu hjarta- røturnar, og grýtan smá- kókaði. Aftaná nøkur løg hjá Poul McCartney, trinu All That Rain á pallin, og sam- an við teimum "Runnu vit fyri lívinum í einum gulum kavbáti við Sgt.Pepper og Nowhere Man, nakað und- an, at teir vóru aftur í USSR við løgunum frá 1965 til 1967. Og enn eina- ferð sera væl fyrireikað og væl frágingið. So væl, at tá John Lennon slapp framat teir seinastu 15 minuttirnar, áðrenn Showmenn, sum síðsti bólkur, kom á pallin, kókaði grýtan. Og Showmenn lótu ong- an iva vera um, at teir ætl- aðu at halda dampinum uppi tann seinasta tíman. Teir heilsaðu okkum við Hello, nú tað nærkaðist at siga Goodbye, og við Let it be, Penny Lane, Ob-la-di Ob-la-da, Robert og Long Tall Sally, lyftu teir okkum høgt upp í skýggini saman við Lucy.-Tað stórprutlaði undir lokinum, tað sprutt- kókaði, og áðrenn tú varn- aðist, hvussu skjótt tíðin var gingin, vóru allir tón- leikararnir komnir upp á pallin, og framførdu saman við einum 900-mannaðum, væl uppløgdum kóri All you need is love. Og tá kór- ið saman við tónleikarun- um sungu Hey Jude, hoyrd- ist ein hvøllur brestur. Tað var lokið, ið sprakk av grýtuni og fór sveimandi langt, langt út í rúmdina. Sum fyrr sagt, so var tiltakið sera væl fyrireikað, og tað skula fyrireikararnir hava rós og stóra tøkk fyri. Men tónleikarabólkarnir stóðu einki aftanfyri. Tað bæði hoyrdist og sást, at hesir úrmælingar innan øk- ið, høvdu tikið uppgávuna í fullum álvara, við tí í huga, at fáa ljóðið at liggja so nær upprunaløgunum, sum gjørligt. Tað eydnaðist, ja,tað eydnaðist so sera, sera væl!!! So góðu tit, fyri at sleppa undan at finna fleiri vøkur lýsingarorð og harvið eisini minka um blaðrúmdina í hesum verkfallstíðum: Tús- und, túsund tøkk fyri hetta ógloymandi Beatleskvøld- ið. Flott – Stórsligið – Veldugt!!! Vagnur Michelsen Hósdagin í seinastu viku skrivaði Dimmalætting um eitt prutlóhapp í Leirvíks- tunlinum. Prutlið var ólóg- ligt, tað var tunað, og førar- in hevði ikki føraraprógv. Í greinini stóð eisini, at løg- reglan við jøvnum millum- bilum tekur ólóglig prutl, og at tey nógvu ólógligu prutlini eru ein stórur trupulleiki í ferðsluni í Eysturoynni. Tað er ikki bara í Eystur- oynni, tey hava trupulleikar av ólógligum prutlum. Vit, sum búgva nær einum av høvuðsvegunum í Havn, hava í langa tíð havt so mikið nógvar trupulleikar av ljóðinum frá serliga motorcrossprutlunum, at løgreglan er kunnað um hetta. Eisini eru onnur prutl, sum koyra við ólóg- ligum ljóðdoyvarum og tí hoyrast um alla Havnina. Ófatiligt, at loyvt er at innflyta hesi motorcross- prutlini, sum eiga at koyra 30 km/t, men sum hvør smádrongur í eini handa- vending kann fáa at koyra 80-90 km/t. Hesi motor- crossprutlini, sum hava ein serligan høgan, syngjandi tóna, hoyra ikki heima í vanligu ferðsluni, men á einari koyribreyt uttan fyri býin. Lóglig prutl við lóg- ligum ljóðdoyvara eru ikki til ampa, hvørki fyri ferðsl- una ella borgaran. Eg haldi ikki, at løgreglan í Havn ger nóg mikið at taka ólóg- ligu motorcross-prutlini, tí tey somu ólógligu prutlini koyra framvegis í havnar- gøtum til ampa fyri okkum borgarar. Skilji ikki, hví lógligu prutlini eru so tor- før at fáa hendur á. Haldi eisini, at tað eru skeiv tekin at senda út mill- um ungdómin, tá hesi ólóg- ligu prutlini framvegis sleppa at koyra rallykoyring í gøtunum. Hetta eru ung- fólk, sum í nógvum førum heldur ikki halda ferðslu- reglurnar. Ikki er óvanligt at síggja prutl fara súsandi framvið hjá okkum við 80 km/t, før- arin í fallhjálmi og handsk- um, ein og onkuntíð tvær gentur á baksetrinum við ongum fallhjálmi. Hetta er jú vandamikið fyri okkara ungdóm. Hvørt ár verða nógv ung- fólk sekstan ár og skulu hava prutl. Sjálvandi vilja tey eisini hava prutl, sum koyra skjótt, og tey hava sínar fyrimyndir. Vit eru nógv, sum síggja fram til 1. juli, tá øll prutl skulu skrásetast og sýnast hjá Bileftirlitinum. Tá vóna vit, at serliga hesi ólógligu motorcross-prutlini hvørva úr býarmyndini. Men allar- best hevði verið, um mynd- ugleikarnir bannaðu inn- flutningi av motorcross- prutlum, sum eru so løtt at broyta frá at koyra 30 km/t til at koyra 80-90 km/t. Motorkross-prutlini – ein býarplága Brynolf Lamhauge Í hugaheimi hjá flestu før- oyingum er Gundadalur í Havn ein staður, har frið- sælt og vinsælt er at vera. Fyri langari tíð síðani er økið lagt av til fólk at njóta ymisk frítíðarítriv, eitt øki, har ítróttur og náttúra renn- ur saman í eina hægri eind. Gamaní, útviklingurin krevur sítt og ymiskt er, hvussu síðstu útbyggingar- nar eru mettar manna mill- um. Mangan er tað so, at bøtast kann um íkomnan skaða við at broyta og snøgga til, men allir partar av Gundadali eru ikki eins væl fyri í so máta. Ein regndag, fyri skjótt trimum árum síðani gekk eg mær eftir gøtuni oman fyri ovasta fótbóltsvøllin niðan í móti ÍSF-húsunum. Har undir vestara enda stóðu nøkur ross og bíndu. Tað sást á øllum brøgdum, at tey ikki vóru vilst inn á økið eftir díkinum og run- uni at døma. Eg veit ikki, hvussu rossini høvdu tað, men tað fall mær sárt fyri bróstið, tá ið eg var varugur við, at økið oman fyri svimjihøllina, ÍSF-húsini og longur vestur, høvdu staðið sína roynd sum rossabit. Hetta framúr vakra økið er helst einasta og seinasta lyngtungan, sum fær loyvi at stinga seg oman í Havnina. Eg spurdi meg sjálvan, um tað mundi vera satt, at Tórshavnar Býráð mundi vera vitandi, ella í ringasta føri hevði givið loyvið til eitt slíkt tilætlað oyðileggjandi tiltak móti einari slíkari náttúru- perlu, sum økið av sonnum má sigast at vera. Onkur vil kanska her halda, at har er einki. Har eru jú hvørki trø ella annar gartnaraframald- ur vøkstur! Men so er ikki. Mong munnu tey vera, sum kortini hava gáað eftir, hvussu heiðalyngurin sam- an við eini ørgrynnu av øðrum hóskandi føroyskum hagavøkstri setur sín dám á lendið. Eg ivist ikki í at allarflestu borgarar eru samdir í, at slík øki eiga at verða vard og hjúklað um, soleiðis at borgarar, eldri sum yngri, uttan at brúka bil, kunnu njóta ein part av óspiltari náttúru mitt inni í Havnini. At nú kríatúr eru sloppin inn at taða og gadda alt av, má eftir míni bestu sann- føring vera eitt mistak. Lyngur er ein ógvuliga við- kvæmur vøkstur, sum eftir stuttari tíð hvørvur undir slíkum korum, sum býráðið hevur borðreitt við. At fólk sjálvi onga trøð eiga, ella kunnu ikki skaffa sær annað lendi til síni ross, kann ongantíð gerast trup- ulleikin hjá okkum øðrum borgarum. Um so er, at loyvið, og eg vil siga av misgáum, er givið rossa- eigara, so má slíkt verða endurskoðað, tá árinini eru til óbótaligan skaða fyri øk- ið. Tað er ongantíð skomm at rætta mistøk, men verður tað har aftur ímóti ikki rættað, vísir tað tæri í teim- um býarpolitikkarum, sum eru settir at umsita okkara felags ogn. Í fjør nevndi eg henda trupulleikan fyri borgar- stjóranum og segði hann seg vilja kanna málið. Eg vóni ikki, at hann í síni tign bert setti kikaran fyri tað blinda eygað. Ikki tí, í Gundadali hava fleiri býarpolitikarar sína gongd. Er tað veruliga so, at teir látast sum um, teir einki síggja? Er blóðið storknað í æðrum teirra, ella er hjartað so lítið, sum bukar í hjørtum teirra? Vælsignaðir menn, fái eisini eyguni upp fyri hesi náttúruperlu. Í dag ganga rossini aftur har, og sjálvt um slík mál ikki geva tær mongu at- kvøðurnar, so eru vit fleiri, ið taka hattin av fyri tí bý- ráðspolitikara, sum fær bøtt um hesa skomm og henda skaða, áðrenn slíkur at- burður hóttir við at vinna sær hevd. Rossini í Gundadali VIÐMERKINGAR Holli vinmaður mín Helgi Simonsen fer um tey seksti Í 1951 komu vit á Garðar at búgva eftir fyrstu barnadagarnar á Vágsheygnum, og eitt gott ár norðuri á Stong- um, meðan barnaheim- ið á Gørðum varð bygt. Millum Helga og meg rann saman bein- anvegin. Kanska kom hetta av, at góði vin- maður hansara Jacob Fuglø um hetta mundið flutti til Grønlands saman við foreldrunum Magnusi og Salomu. Men nógvir smádrongir vóru tá á Gørðum. Helgi var bæði evnaligur, arbeiðssamur og raskur smádrongur, umframt at hann var foreldrunum ein góður drongur. Men tá stríð gjørdist millum smá- drongir – sum ikki sjáldan hendi – var hann altíð klár- ur til verju, sjálvandi eisini til álop, um so skuldi vera. Eisini var Helgi ein slagferdugur, stuttligur og sjarmerandi drongur, sum vann seg inn allastaðni, og sum vit vildu vera saman við. Foreldrini Ingrid og Hanus vórðu bæði fødd í Klaksvík, hon dóttir Christian í Grótinum og Mari- onnu og hann sonur Giddu og Jens Christian í Toft. Tíðliga fór Helgi til skips við mammubeiggjanum Palla hjá Marionnu, sum tá førdi "Polarstjørnuna". Fyrst sum maður og seinni sum stýrimaður. Eisini sigldi hann seinni við systkjunarbarninum Christiani Martini við nýggjari bátunum. Fleiri ár eru nú liðin, síðani hann fór í land og gjørdist arbeiðsformaður hjá Anthoniusi Olsen í frystihúsinum NFCS. Eingin ivi er í, at hann hevur verið Anthoniusi, sum altíð vil hava arbeiðið at ganga og ganga væl, ein góður maður. Grannar Tað vóru kanska einir 100 metrar millum barnaheim- ini hjá okkum, og tá ið vit stovnaðu egið heim, komu vit enntá at nærkast hvør øðrum meira, vit bygdu ímillum barnaheim okkara, so har gjørdust einans einir 20 metrar ímillum. Helgi giftist við Hildigunn – dóttur Petur Andrea- sen (hjá Hildu) og Elsu Mariu av Hædd. Tey fingu fýra børn, Ingi, Petur, Hanus og Elsu Mariu, sum øll eru væl undankomin og fyrimyndarlig. – So eiga tey ein fittan ommu- og abbason, lítla Helga. Tað er ikki sørt sjáldsamt í hesum ættarliðinum, at bæði foreldrini hjá Helga og Hildigunn eru barnfødd í Klaksvík. Áhugavert er eisini, at bæði Hanus á Gørðum og Petur hjá Hildu gjørdust sannir álitismenn hjá Kjølbro. Gott vinarlag – sjáldan á gátt Vinarlagið okkara millum hevur verið gott øll árnini, hóast vit eru komnir lítið á gátt hvør hjá øðrum. Børn okkara hava eisini havt gott vinarlag sínámillum øll árnini. Seinastu út við fjøruti árini hevur tað tó verið fastur táttur, at vit báðir hvønn jólaaftansmorgun hava verið saman hjá Helga, har vit hava etið morgunmat við góðum føroyskum viðskera. – Hetta hevur verið ein frægd og hvørt ár ein serlig løta. Eina ógloymandi tíð – av so mongum - fari eg tó at nevna, tá vit í 1956, 12 og 13 ára gamlir, høvdu vakt eina summarferiu á turkarínum hjá J. J. Jacobsen. Triðju hvørju viku vóru vit á náttarvakt. – Hesar vøkru summarnæturnar vóru so hugnaligar. Har komu vit serliga nær hvør øðrum, og øllum teimum fólkum sum vóru eldri enn vit, komu vit at hava eitt gott og serligt vinarlag við heilt upp til hesar dagar. Góði Helgi, tær verður ynskt hjartaliga tillukku nú tú hósdagin 22. mai fert um tey seksti. Alt gott fram- ynvir og Harrans signing verður ynskt tær og øllum tykkara. Tøkk fyri gott granna- og vinarlag. Jógvan við Keldu við húski Jenis av Rana løgtingsmaður f. Miðflokkin Ymiskt er, sum sagt verður frá sáttmálasamráðingun- um, ið vórðu millum SEV og maskinmeistarafelagið, og sum endaðu við undir- skrivan av sáttmála h. 27.03.í ár. Greitt er tó, at kommunustýrislógin áleggur landsstýrismann- inum í fíggjarmálum at staðfesta slíkan sáttmála, og at landsstýrismaðurin áðrenn undirskrivanina boðaði frá, at hann ikki góðkendi tann av pørtunum avtalaða sáttmálan. Men alt bendir á, at mót- mæli landsstýrismansins fyrst varð alment kunngjørt 5-6 vikur eftir at hann verður sagdur at hava borið tað fram á fundi millum partarnar. Hartil frættist, at tvær lønarútgjaldingar hava verið eftir nýggja sáttmál- anum, hóast upprunaliga mótmæli landsstýrisman- sins, og at arbeiðstakarafe- løgini á privata arbeiðs- marknaðinum hava tulkað kunngjørda mótmæli lands- stýrismansins sum uppí- legging í samráðingar teirra- mótparti teirra til fyrimunar. Sum lið í nærri útgrein- an av tí, ið fram er farið, loyvir Miðflokkurin sær at biðja landsstýrismann- in svara niðanfyristand- andi spurningum: 1: Finst eitt skrivligt mót- mæli frá fíggjarmála- ráðnum/landsstýris- manninum móti oman- fyrinevnda sáttmála og ber til at fáa avrit av hesum skrivi? 2: Kann landsstýrismaður- in, um einki skrivligt mótmæli finst, upplýsa orðingina í munnliga mótmæli landsstýris- mansins og tíðarfest- ingina fyri hesum? 3: Nær varð landsstýris- maðurin vitandi um, at løn varð útgoldin eftir nýggjum sáttmála? Mótmælti ella setti landsstýrismaðurin tá nøkur tiltøk í verk fyri at forða hesum? 4: Er tað av tilvild ella til- ætlað, at fyrsta al- mannakunngerðingin av mótmæli landsstýris- mansins kom júst með- an feløgini á privata ar- beiðsmarknaðinum sessaðust við samráð- ingarborðið? Og hvør tók stig til hesa al- mennu kunngerðingina júst tá? 5: Minnir støðan ikki um lógloysi, um stovnur- og leiðsla velja at síggja burtur frá lógarásettari áheitan frá ovasta fíggj- arliga myndugleika landsins? 6: Metir landsstýrismað- urin tað vera rættartrygt um ongin ábyrgd verður staðfest í sambandi við at sæð verður burtur frá mótmæli landsstýris- mansins? 7: Kann landsstýrismað- urin uttan víðari góð- taka at stovnsleiðsla fyrst sær burtur frá manglandi góðkenning landsstýrismansins, fyri síðani sjálvkritikleyst við einum pennastroki at vraka gjørda sátt- málan? 8: Hvør hevur eftir lands- stýrismansins meting skuldina fyri tí sátt- málaloysi, sum í løtuni valdar millum SEV og maskinmeistarafelagið? 9: Metir landsstýrismað- urin at tað er í lagi at hálvalmennur stovnur, sum landsstýrismaðurin hevur partsábyrgd av, soleiðis jonglerar við friðinum á so viðkvæm- um øki sum samráðing- ar millum arbeiðs- marknaðarpartar er? Ósvaraðir spurningar mitt í einari kreppu C M Y K 11 10