Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mai 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 96 - 22. mai 2003 Nr. 96 - 22. mai 2003 13 FRÁFARINGARLØTA Orð og myndir: Jan Müller Í vikuni var enn ein fráfar- ingarløta í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum. Enn ein av teimum »góðu gomlu« á hesum so stóra og týðandi arbeiðsplássinum takkaði fyri seg eftir 30 ár í trúgvari tænastu. Eyðun Joensen, sum hevur starvast á psykiatrisku deild øll hesi ár hevði boðið starvsbrøðr- um og –systrum til ein breyðbita við góðum før- oyskum viðskera í hesum annars verkfalsraku tíðum. Og mong vóru tey, sum gjørdu ein »avstingara« frá arbeiðinum fyri at heilsa uppá ein tann starvsfelag- an, sum ikki bert á Lands- sjúkrahúsinum men sum eisini úti í føroyska samfel- agnum í eitt nú tí so týðandi almenna orðaskiftinum hevur verið so sjónligur og oftani við so góðum og greiðum sjónarmiðjum og útleggingum við tilknýti til eitt nú nettupp arbeiðsupp- gávunar á LS. Og tað skortaði heldur ikki uppá góð orð, nú Eyðun Joensen takkaði fyri seg. Eitt nú takkaði Poul Geert Hansen, vegna sjúkrahúsleiðsluna honum mangar gangir fyri tað stóra arbeiði hann hevur lagt eftir seg tey 30 árini hann hevur starvast á Landssjúkrahús- inum. - Tú hevur verið sera virkin og nógv avhildin av øllum teimum, sum eru komin higar og hava haft tørv á psykologiskari við- gerð. Sum fyrsti føroyingur við útbúgving innan klin- iska psykologi hevur tú slóðað fyri. Tú hevur sett psykologiina á tað føroyska landakortið við at hava lut- tikið í tí almenna rúminum við fakligum viðmerking- um innan hetta øki. Livandi greitt frá við einum mál- brúki, sum øll kunnu skilja segði Poul Geert Hansen og helt fram: - Tú hevur eisini sett tín dám á tað sosiala umhvørvi á Landssjúkrahúsinum. Í eitt mannaminni hevur tú verið ein av drívmeginum í veitslunevndini, sum hevur skipað fyri nógvum góðum løtum á sjúkrahúsinum. Í tí dagliga hevur tú eisini ver- ið eitt savningarpunkt á tí sosiala økinum. Tað var týðuligt á stóru jubileums- veitsluni hjá tær í apríl, har allur psykiatriski depilin, umframt eina rúgvu afturat innan fyri og uttan fyri Landssjúkrahúsið vóru boðin við. Ein rimmar veitsla. Tú fert at verða nógv saknaður, nú tú ert givin á Landssjúkrahúsinum – men vónandi hyggur tú ofta framvið aftur og verður við í sosialum tiltøkum, veitsl- um og øðrum. Poul Geert Hansen umrøddi so eisini framtíðina hjá Eyðuni og helt fyri, at hon fór neyvan at vera nakar trupulleiki, tí hann er ikki ein av teimum, sum einans hevur haft arbeiðið at gingið upp í. Nógv eru áhugamálini – ikki minst av praktiskum slag, rokaligt og uttandura. Í fjørðinum ella á trøðni. - Vónandi fært tú eitt gott otium við nógvum góðum løtum við øllum áhugamál- unum og saman við familj- uni. Nýt tað – nú arbeiði ikki longur forstýrar. Eyðun takkaði fyri seg Hóast fráfaringarløtur sum tann hjá Eyðun Joensen eru lutvíst privatar, so má kortini sigast, at tað, sum rørist í fólki við endan av einum lívslongum arbeiðs- lívi á stovni við so stórum týdningi fyri mong fólk, er Eyðun Joensen, psykologur gevst aftaná 30 ára trúgva tænastu: Setti psykologiina á føroyska landakortið Hóast tað var ein fráfaringarløta varð hýrurin góður Øll familjan varð við til fráfaringarløtuna Mangir starvsfelagar søgdu Eyðuni farval nakað, sum hevur almenn- an áhuga. Tí var fráfaringarrøðan hjá hesum kenda psykolog- inum eisini nakað, sum við- kemur fleiri enn bert starvsfeløgunum. Eyðun Joensen helt fyri, at at nú henda fráfaringar- løtan fyri ein stóran part handlar um eitt arbeiðslív, sum er farið, ikki kann arbeiðast ella livast umaftur og heldur ikki verða endur- sent, so hon handlar hon eisini um tey mongu menn- iskju, sum hann í lívinum fekk at liva ein týðandi part av lívinum saman við. Hann kundi undirhildið í tímavís um tey 30 virkis- árini í sjúkrahúshøpi við tey túsundtals av fólkum, sum hann í arbeiðslívinum nú einaferð fekk at flætta við men tað ber jú ikki til soleiðis ein vanligan verka- dag á sjúkrahúsinum. Tað kundi kanska koma í onkr- um seinni skrivligum, um heilsan og andsevni vóru til tað segði hann og helt fram: - Eg kann lova tykkum fyri, at tað er ikki ganska óinteressant heilt frá tí tíð- ini, tá fakpsykologiin kom til Føroya á vári 1973 møtt av nógvum fyrivarni, og tá nøkur ár fram fekk tillutað einans kr. 25.000 um árið, til hon í dag 30 ár seinni bara á sjúkrahúsøkinum við øllum snøklum man kostar út við 100 ferðir so nógv, einar tvær milliónir, tá alt er talt við, psykologlønir, skrivarar, amboð, fram- haldsskeið og feriuavloys- arar. Eg havi áður í veitslu- rómi undirhildið við, hvussu eg persónliga varð móttikin, nokk formelt púra korrekt, men ikki serliga fyrikomandi, uttan av starvsfólkunum sjálvum, men tá ið tað er sagt, so skal eg samstundis leggja dýran við, at eg allar vegir kann líta aftur á við nøgd og takksemi um tað sam- skiftið, sum eg havi havt við øll, øll míni samskifta- fólk, har tað hevur víst seg at vera so, at vit umsíðir hava fingið bæði tokka og vaksandi virðing fyri hvørj- um øðrum, og tað ítøkiliga úrslitið er so, at sjúkrahús- verkið míni 30 ár hevur kunnað hildið meg út og annars hevur margfaldað kostnaðin av psykologtæn- astuni hundraðferðir, uttan at eg sjálvur nakrantíð sjálvur beinleiðis havi biðið um tað. Tað er heilt einfalt støðugt vaksandi eftir- spurningurin millum brúk- aran, onnur starvsfólk, sjúklingar og almenningin sum heild, sum hevur gjørt og kravt ta gongdina. Spennandi arbeiðslív Eyðun Joensen helt seg hava havt eitt ómetaliga spennandi arbeiðslív við nýggjum og broyttum av- bjóðingum hvønn einasta arbeiðsdag. -Eg havi kallað sálarfrøðiyrkið í sjúkrahús- høpi ein serdeilis bland- aðan og fjølbroyttan land- handil, har tú sum psykologur mátti standa modell til alt millum himmal og jørð, sum ikki altíð stóð í lærubókunum, og sum tú tískil sjálvur mátti spekulera teg fram til og ráðføra teg um við tínar mongu medarbeiðarar, og har er tað, at eg kenni meg standa í so ómetaliga stór- ari skuld til mínar mongu medararbeiðarar, yvirlækn- ar, aðrar læknar, sosialráð- gevar, sjúkrasystrar, skriv- arar og onnur, umframt sjúklingar við, sum tú øll hesi ár fekst at samstarva við og fekk so nógv frá. Eyðun Joensen nam eis- ini við tey tvey árini hann arbeiddi á Ríkissjúkrahús- inum og Dr. Louises Børnehospital. – Tá helt eg meg kenna eitt sindur av øvundsjúku og fígginda- skapi millum fakbólkar, læknar, psykologar, sosial- ráðgevarar o.s.fr., men eg má siga, at tað havi eg ongantíð kent í tí føroyska sjúkrahúsverkinum, heldur tvørtur ímóti, og hevur tað helst verið tað, sum nokk hevur borið mær mest uppi hesi farnu 30 árini og faktisk ítøkiliga fingið meg at gleðast til hvønn einasta arbeiðsdag, hóast megin vegna treiska sjúku hesi seinastu árini hevur havt lyndi til at fjara úr mær. Tað skulu tit vissuliga eiga takk fyri, og eg fari at sakna tykkara ósvikaliga samhaldsfesti, reiðiliga og ikki óstuttliga máta at vera uppá øll somul, nú eg endiliga fari frá tykkum. Pensjonering ein lívsavbjóðing Og Eyðun endaði hesum orðunum: - Eg havi nú hesa ferð gingið heima og malið um mínar egnu føtur fyribils í ein mánað fyri at avvikla summarferiuna, áðrenn eg um knappar tvær vikur skal formelt úr starvi fyri vell. Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so havi eg milt sagt havt tað av hundanum til við meg sjálvan, yvirtikin av arbeiðsligum og sosialum abstinensum. Kom so ikki og sig, at pensjonering ikki eisini er ein lívsavbjóðing og tað við lít, men eg uggi meg tó við, at tað er við avbjóðingum, at lívið sjálvt mennist og vónandi eg umsíðir við. Trúgvi sjálvur, at lívið er ein røð av avbjóðingum úr vøggu í grøv og hesa aktuellu avbjóðingina eigi eg so á tykkum øll fyri at takka. Um hvat framtíðin hevur at bjóða helt Eyðun fyri, at hann fyribils fór at taka hond um nakað av tí, sum hann í sínum virkna arbeiðslívi helt seg hava forsømt: - Men psykologi- ina ætli eg mær sum so at lata fara aftur við borðin- um, tó at eg kundi hugsað mær at fari at skriva eitt sindur um psykologi ella psykiatrisøguna, meðan andsevnini enn eru so nøkulunda intakt. Men inn- til víðari verður tað so talan um eitt náðileyst by-by, og vil eg at enda enn einaferð takka fyri, at eg í lívinum fekk tann framíhjárætt at kunna eygleiða og viðvirka í føroyska psykiatri frá byrjan og til denna dag og í tí føri at hava so nógv og so gott samskifti við øll hesi fólk, eingin nevndur, eingin kendur. Poul Geert takkar Eyðun fyri gott samstarv Høvdingar hittast og gevast. Jógvan Elias Thomassen og Eyðun Joensen, sum hav verið á LS í eitt mannaminni hava báðir fráfaringarløtu hesa vikuna Tey stóðu í røð fyri at siga gamla starvsfelaganum farvæl Eitt seinasta klemm C M Y K 13 12