hósdagur 22. mai 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 96 - 22. mai 2003
15
Trabant endurburður
Trabant verksmiðjan, í
fyrrverandi DDR, ar-
beiðir við eini verk-ætl-
an við einum Africar, ið
verður ein bilur, sum
skal verða einfalt upp-
bygdur og lættur at
umvæla. Ætlanin er at bilurin skal framleiðast í
Afrika. Gomlu Trabant bilarnir vórðu gjørdir í 3,3
mill. eindum
Kelda: Motor Magasinet
Magentis til Danmarkar
Kia Magentis, ið fyri
tveimum árum síðan
avloysti Kia Clarus,
kemur seinni í ár til
Danmarkar. Bilurin er í
somu
stødd
sum
Hyundai Sonata og
kemur við 2.0 litur 4 syl. og 2,5 litur V6 motorum
Kelda: Motor Magasinet
Saab 9-2
Saab hava upplýst fyri
amerikanskum tíðinda-
fólkum, at ein Saab 9-2
kemur á marknaðin í
USA og Canada næsta
ár. Bilurin, ið verður
væl minni enn Saab 9-3, verður fyrsti Saab við
konstantum 4-hjólstrekki
Kelda: Motor Magasinet
Seinastu árini hava
vit ikki sæð nógvar
nýggjar Daewoo bilar
her hjá okkum, men
nú er gongd komin á
søluna aftur. Tvey
nýggj modell eru
komin á føroyska
marknaðin, talan er
um Kalos og Evanda
BILAR
Magnus Gunnarsson
Eftir nøkur ár við óvissu
um framtíðina hjá Daewoo,
verður koreanska verk-
smiðjan nú stýrd av Gene-
ral Motors. Eitt nýtt felag,
GM
Daewoo Auto
&
Technology Company, er
stovnað og samstarvið við
GM sæst longu í ár. Ikki
minni enn trý nýggj bil-
modell koma á marknaðin í
hesum árinum. Fyrsti bilur-
in í nýggja samstarvinum
er Daewoo Kalos, ið er
teknaður av italska bil-
designaranum Giugiaro.
Kalos kostar frá 120.000
krónum, bilurin fæst við
1,2 litur motori við 63 hk
og 1,4 litur motori við 83
hk, báðir bensinmotorar.
Bilurin verður í fyrstu
atløgu gjørdur sum hatch-
back við 5 hurðum, seinni
kemur ein útgáva við 3
hurðum og ein sedan.
Kalos hevur annars alla
trygdarútgerð sum finst í
nútímans bilum.
Evanda avloysir
Leganza
Umframt Kalos er eisini
ein heilt nýggjur Daewoo
Evanda, ið avloysir fyri
tann størra Daewoo Le-
ganza. Evanda er størri enn
Leganza og er ein luksus-
bilur við hópin av útgerð
sum standard. Motorurin er
ein 2.0 litur við 131 hk.
Prísirnir byrja við 230.000
krónum. Evanda eru komn-
ir í tveimum útgávum. Í
luksusútgávuni er talan um
ein bil við leðursetrum og
allari útgerð so sum klima-
anlegg, band/fløguspælara
við boks til 6 fløgur og
alufelgur. Bilurin er stórur
og rúmligur við góðum
koyrieginleikum. Seinni í
ár kemur ein heilt nýggjur
Nubira.
Saman við MPV modell-
inum, Daewoo Tacuma, og
tí minsta, Matiz, sum nú
kemur við 1,0 litur við 4
syl. motori, hevur sølumað-
urin hjá P/F Esmar Simon-
sen á Kambsdali, Jens Petur
Jensen, sera góð kort á
hondum.
Daewoo Kalos og Evanda
komnir til landið
Daewoo Kalos. Ein nýggjur bilur sum í fyrstu atløgu kemur sum hatchback við 5 hurðum. Ein væl nøgdur sølumaður, Jens Petur
Jensen, sýnir her prísin á Daewoo Kalos
15
Nr. 96 • hósdagur • 22. mai 2003 • 77. árg.
At vaksnir menn hava
sum ítriv at fáast við
modellbátar- og
flúgvarar, síggja vit
javnan á Velbastað-
hálsi, har Tórshavnar
RC-felag hevur bæði
flogvøll og havnarløg.
Í løtuni verður ein
breyt gjørd til model-
lbilar uppi við
Kleynisvarða
MODELLBILAR
Magnus Gunnarsson
Hóast fólk hava ymiskar
meiningar um tað, at vaksn-
ir menn "spæla" við modell
-leikur, er tað ein sann-
roynd, at flest øllum dáma
sera væl at síggja teir
snotuliga modellbátarnar-
og flúgvararnar, sum tá t.d.
limirnir í Tórshavnar RC-
felag hugna sær á Velba-
staðhálsi ella t.d. til RC-
framsýning á ólavsøku í
Svimjihøllini í Gundadali.
Nú vísir tað seg, at
áhugin fyri skjóttkoyrandi
modellbilum
eisini
er
vaksandi. Vit vóru á Glyv-
ursnesi seinasta hóskvøld,
tá nakrir havnarmenn góvu
sínum bilum alt tað teir
áttu, bæði á grúsvegi og á
ósløttum undirlendi. Bilar-
nir koyrdu við upp til 60
km/t. Á grúsvegnum varð
eitt stórt dustskýggj aftur úr
bilunum, eins og á "ordi-
ligum" bilum. Tað sum er
so áhugavert við hesum
bilunum, serliga "offroad-
arunum", er, at teir uttan
stórvegis
trupulleikar
kunnu koyra í haganum ella
har sum undirlendi er
óslætt. Bilarnir eru fjar-
stýrdir og motorarnir eru
drivnir av brennievni, ið er
ein blanding av methanol,
olju og nitrometane. Mo-
torarnir ljóða sum "ordi-
ligir" bilmotorar.
Áhugað finna saman
Tórshavnar RC-felag varð
upprunaliga stovnað 18.
mai 1976. Í dag eru umleið
80 limir í felagnum. Felag-
ið hevur latið gjørt modell-
flogvøll við felagshúsið og
sett eitt felagshús upp við
Stórutjørn á Velbastaðhálsi.
Um summarið eru venjing-
ar við flogførum, bátum og
bilum mikukvøld og um
veturin eru venjingar leyg-
ar- og sunnudag - um tað
annars viðrar. Eisini er ein
RC-handil í Havn, tað er
"The grand old man" innan
RC-virksemi í Føroyum,
Birgir
Simonsen,
sum
hevur RC-handilin í Síla-
gøtu 4, telefon 312782.
Byrjunarprísurin fyri bil og
fjarstýring er góðar 3.000
krónur fyri ein vanligan bil,
man fær eisini dýrari bilar
og fjarstýringar, tá er prís-
urin frá umleið 6.000 krón-
um og uppeftir. Í løtuni
verður ein breyt gjørd uppi
við Kleynisvarða, oman
fyri Havnina, til hesar bil-
arnar. Teir, sum koyrdu við
modellbilunum á Glyvurs-
nesi hetta kvøldið, søgdu,
at teir høvdu varhugan av,
at tað eru nógv fólk, sum
eiga fjarstýrdar modell-
bilar, men ikki øll vita av
hvørjum øðrum. Tí kundu
teir hugsað sær, at tey
kundu funnið saman til at
koyrt
við
modellbilum
ymsastaðni í landinum. Tey
sum eiga ella ætla at ogna
sær modellbilar, kunnu til
dømis seta seg í samband
við René Hjaltalin á tel.
214163.
Modellbilarnir koyra upp til 60 km/t
Hesir koyrdu á Glyvursnesi seinasta hóskvøld, f.v. Eyðun Vestergaard, Birgir Simonsen, Brandur Johansen, Bartal í Gongini,
Eyðun Simonsen, Bjartur Vestergaard og René Hjaltalin
Birgir Simonsen í
Havn hevði
modellflúgvarar í 40-
unum, langt áðrenn
fjarstýringarnar
komu á marknaðin.
Umframt flúgvarar
hevur hann eisini
modell-skip og bilar
og ein RC-handil
Á grúsvegi er eitt
stórt dustskýggj
aftur úr bilunum.
Myndin er tikin
uppi við Sornfelli
C
M
Y
K
14
EF007
VW TRANSPORTARI DUP.
KABIN
Árg Apr-98, Km 75.000. Diesel.
Kr. 92.000 v/MVG.
F51856
VW VENTO
Árg Jun-95, Km 87.000. Bensin.
Kr. 92.000.
GF193
AUDI A4 1,6
Árg Dec-95, Km 116.000. Bensin.
Kr. 119.000.
UD906
MAZDA 323
Árg May-96, Km 106.000. Bensin.
Kr. 59.000.
SF367
BMW 316I
Árg Dec-92, Km 169.000. Bensin.
Kr. 89.000.
YH254
MITSUBISHI L200 STRADA
Árg Aug-96, Km 124.000. Diesel.
Kr. 112.000.
UD007
TOYOTA STARLET 1,3
Árg Jun-96, Km 152.000. Bensin.
Kr. 64.000.
Bilasølan v/ Øssur Johannesen
tel 315354 - www.audi-vw.net