hósdagur 22. mai 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 96 • hósdagur • 22. mai 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
B71-B36 2-0 (1-0):
Eingin ivi
Sandoyingar vunnu
ein tryggan sigur á
B36. Nógv tryggari,
enn tølini siga
2. DEILD
Jákup Mørk
Størsta einstaka orsøkin til,
at B71 ongan tíð fekk lagt
seg í oddastríðið í aðru
deild í fjør, var, at liðið ikki
megnaði at vinna teir so-
nevndu løttu dystirnar. Eitt
nú kiksaði tað tvær ferðir
móti B36, har B71 annars
hevði havt á leið 90 % av
spæli og møguleikum.
Tí hava sandoyingar helst
nakað at rætta upp á í ár, og
fyrsta royndin gav í øllum
førum positivt úrslit. B36
var á vitjan, men hóast
gestirnir helst fingu lagt
nakað av brennievni inn
undir seg, so var tað eisini
tað einasta, sum teir fingu
við sær.
Á vøllinum var nevnliga
eingin ivi. Eitt at kalla blað-
ungt B71-lið við einstøkum
veteranum setti teir so
dyggiliga upp á pláss.
B71 var omaná í snøgt
sagt øllum, og teir fingu
eisini løn fyri hetta undan
steðginum, tá Símun Han-
sen sendi bóltin í málið.
Eftir steðgin var søgan
stórt sæð hin sama. Tað
gekk tó striltið hjá heima-
liðnum at fáa beint allan iva
til viks, men eftir at Tumm-
as Pauli Olsen hevði økt um
munin, kundu sandoying-
arnir draga andan nakað
lættari.
Spurningurin er so, um
úrslitið er tekin um, at
sandoyingarnir nú eru um
at koma veruliga fyri seg.
Sum sagt, so er talan í
stóran mun um eitt nýtt lið,
sum nú verður spælt sam-
an, og tá kann stabilitetur
ofta gerast ein mangulvøra.
Hvørt so verður, er tó enn
ov tíðliga at siga nakað um,
men ein góð byrjan er so
undir ongum umstøðum at
forkasta.
B17-B36 2-0 (1-0)
1-0: Símun Hansen
2-0: Tummas Pauli Olsen
Hóast AB í stórum
pørtum av dystinum
var væl við, so var tað
TB, sum var greitt
omaná í málskjót-
ingini
2. DEILD
Jákup Mørk
Bæði TB og AB eru í ár
nýggj í aðrudeildarhøpi,
men fortreytirnar eru tó
ymiskar. TB er aldursfor-
setin í føroyskum fótbólti
við eini gyltari fortíð, sum
liðið tó hevur havt ilt við at
liva upp til seinastu tíðina.
Eisini hóast liðið javnan
hevur vitjað í bestu deildini
seinnu árini.
AB hinvegin er spildur-
nýtt í so máta. Fyri fyrstu
ferð tekur liðið lut í næst
bestu deildini, og tí var tað
kanska við heilt serligum
spenningi, at ferðin gekk til
Tvøroyri.
Og um ikki annað, so
fekk AB at vita, at tað kann
vera náðisleyst at spæla í
hægru deildunum. Í øllum
førum um verjan ikki er
nóg tøtt, samstundis sum ov
fá mál verða skotin.
Tað var nevnliga í stutt-
um søgan hjá AB leygar-
dagin. Í fyrra hálvleiki
royndi liðið fyri tað nógva
at trýsta. Teir høvdu bóltin
nógv, men mál spurdust
ikki burturúr. Heldur ikki
hóast talan var um nakrar
heilt stórar málmøguleikar.
Hinvegin dugdi TB væl
at gera sær dælt, tá møgu-
leikarnir vóru til staðar. AB
hevði nakrar ferðir ligið
framvið, men brádliga var
vandi á ferð í hinum endan-
um. Ein misskiljing í AB-
verjuni førdi við sær, at Kaj
Roest brádliga gjørdist
leysur, og ótarnaður kundi
hann við høvdinum stýra
bóltin í málið.
Nakað seinni gekk aftur
galið hjá AB. Vandin tóktist
ikki serliga stórur, tá bólt-
urin varð sparkaður út frá,
men við einum drønskoti
sendi
Rasmus
Nolsøe
bóltin beina leið í kassan til
2-0. Og beint fyri steðgin
mundi dysturin endaliga
verða avgjørdur, tá eitt
fríspark úr stórari fjastøðu
kundi ferðast beina leið í
málið.
AB tóktist nærkast eini
upploysn í seinna hálvleiki,
eftir Allan Michelsen hevði
økt um munin eftir eitt
fyrimyndarligt álop, og tá
Hans
Jørgen
Djurhuus
síðani varð rikin av vølli,
tóktist satt skrædl at vera í
væntu.
Hetta hendi tó ongantíð.
Tvørtur ímóti fór nú at
gangast betri hjá AB, og
tvær ferðir minkaðu teir um
munin. Fyrst tá Eyðun
Samuelsen var skjótastur á
einum returi, og síðani tá
Flóvin Jespersen hegnisliga
legði ein bólt heilt upp í
málhorni uttan møguleika
hjá TB-málverjanum.
Nær
nøkrum
stigum
komu argjamenninir tó
ongantíð, men um ikki ann-
að, so kundu teir fegnast
um brennievni. Í Suðuroy
er bensin nevnliga fram-
vegis at fáa, og hjá AB var
tað næstan so, at hvør mað-
ur hevði sín bil við á
ferðini.
TB-AB 4-2 (3-0)
1-0: Kaj Roest
2-0: Rasmus Nolsøe
3-0: Kaj Roest
4-0: Allan Michelsen
4-1: Eyðun Samuelsen
4-2: Flóvin Jespersen
TB-VB 4-2 (3-0):
Heimamenninir nýttu møguleikan
Sandoyingar vóru ivaleysir, tá B36 var á vitjan leygardagin
Mynd: Álvur Haraldsen
19
18
Nr. 96 - 22. mai 2003
UTTAN ÚR HEIMI
Hol á oljuleiðing
Norske Shell noyddist at steðga framleiðsluni á einum
palli í Norskahavinum, tí ein rørleiðing er farin at leka.
Kunningarstjórin hjá felagnum sigur, at umleið 100
rúmmetrar av olju runnu út í havið, men at tað mesta
varð savnað saman og er fingið upp. Í gjár var bert lítil
olja eftir. Hinvegin er felagið ikki komið eftir, hvar lek-
in er, men tað verður nú kannað. So leingi framleiðslan
liggur still, rennur ikki meiri olja út í havið.
Draugen-pallurin er á Draugen-leiðini á Haltenbank-
anum einar 80 fjórðingar vestan fyri Kristiansund. Van-
liga framleiðir pallurin einar 200.000 tunnur av olju um
samdøgrið, men Norske Shell sigur, at framleiðslan fer
ikki í gongd aftur, fyrr enn lekin er funnin og tettur.
Óttast neytaøði í USA
Amerikansku bøndurnir stúra fyri, at tann herviliga
sjúkan neytaøði kann fara at breiða seg suður um kan-
adiska markið, har myndugleikarnir júst hava staðfest
enn ein tilburð av sjúkuni.
Tað ørkymlar eisini amerikansku bøndurnar, at tað
tekur so langa tíð at staðfesta sjúkuna. Í Kanada vísti
tað seg at taka hálvan fórða mánað. Tann 31. januar
kannaðu djóralæknar eina kúgv, men ikki fyrr enn tann
16. mai varð endaliga staðfest, at kúgvin hevði neyta-
øði.
Síðani staðfestingina hava amerikansku myndugleik-
arnir steðgað øllum innflutningi við livandi neytum og
neytakjøti úr Kanada. Í fjør útfluttu kanadisku bøndur-
nir 575.000 tons av neytakjøti, og 90 prosent fóru á am-
erikanska marknaðin. Eingin kúgv í USA hevur havt
neytaøði, síðani sjúkan fyrstu ferð varð staðfest í Bret-
landi fyri 17 árum síðani, og Ann Veneman, landbún-
aðarmálaráðharri, sigur, at stjórnin fer at gera alt, sum
gerast kann, fyri at forða fyri, at sjúkan kemur til
landið.
Doyðu í hitabylgju
Tað hevur verið óvanliga heitt har suðuri í India í sein-
astuni, og sambært myndugleikunum eru minst tjúgu
fólk deyð av tí nógva hitanum.
Í landspartinum Andhra Pradesh hava tey mált upp í
46,2 stig. Í so nógvum hita ber ikki til at sita innandura,
og tað er beinleiðis lívshættisligt at vera úti í sólini or-
sakað av vandanum fyri hitaslagi. Harafturat kemur, at
nógv av húsunum í landspartinum eru úr jarni, og tí er
tað sum at sita í einum bakarovni at vera í hesum hús-
unum, tá sólin hitar jarnið.
Hitabylgjur eru á hvørjum ári í India. Í fjør doyðu
meiri enn 1.000 fólk har suðuri í landinum í einari
hitabylgju. Ta ferðina fór hitin upp um 50 stig.
Bløðini framgongd
Eftir stórar fíggjarligar trupulleikar í fleiri ár er tað
farið at ganga tann rætta vegin hjá svensku bløðunum.
Dagens Nyheter, sum er flaggskipið hjá forlagnum
Bonniers, hevur havt stóra framgongd. Í januar árs-
fjórðingi í fjør hevði blaðið 39 milliónir krónur í halli,
men í sama ársfjórðingi í ár var úrslitið 31 milliónir
krónur í avlopi. Sambært leiðsluni kemst hetta lutvíst
av sparingum, men eisini øktari blaðsølu. Harafturat
eru inntøkurnar frá lýsingum eisini øktar.
Eitt annað kenst svenskt blað, Expressen, hevur eis-
ini havt stóra framgongd. Fyrsta ársfjórðing í fjør hevði
blaðið heilar 81 milliónir krónur í halli. Úrslitið fyrsta
ársfjórðing í ár var eisini skeivu megin, men nú var
hallið bert 700.000 krónur.
Amerikansku mynd-
ugleikarnir hava økt
tilbúgvingina orsakað
av økta virkseminum
hjá al-Qaeda.
YVIRGANGUR
Árni Joensen
Amerikanska tilbúgvingin
er í fleiri stigum, og hvørt
stig hevur sín lit. Seinastu
tíðina hevur tilbúgvingin
verið gul, men nú eitur hon
"orange", sum er tað næst-
ovasta stigið.
Orsøkin er, at yvirgangs-
felagsskapurin
al-Qaeda
hjá Osama bin laden er far-
in at gera vart við seg aftur.
Amerikanarar ivast ikki í,
at tað var al-Qaeda, sum
skipaði fyri teimum blóð-
ugu atsóknunum, sum kost-
aðu 75 mannalív í Saudi-
arabia og Marokko í síðstu
viku.
Amerikansku
fregnar-
tænasturnar halda, at al-
Qaeda er farið undir eitt
átak ímóti málum um allan
heimin, og at teir eisini
fyrireika álop á mál í sjálv-
um USA. Tí er eftirlitið
styrkt munandi við ymisk
tjóðareyðkenni, brýr, tunl-
ar, floghavnir, ítróttarpláss,
kirkjur og aðrastaðni. Bara
í býnum Los Angeles hava
myndugleikarnir staðfest,
at har eru eini 600 støð,
sum mugu metast sum
møgulig álopsmál.
Myndugleikarnir viðganga,
at teir hava ongar upplýs-
ingar, sum siga, nær ella
hvar
yvirgangsmenninir
ætla at leypa á, men teir
bera ótta fyri, at okkurt
kann henda um vikuskiftið,
tí júst hetta vikuskiftið
plaga nógvir amerikanarar
at fara á útferð.
Palestinski leiðarin
eigur at missa alt
politiskt vald, tí so
leingi hann hevur
nakað vald, verður
ikki friður. Tað sigur
fyrrverandi ísraelski
forsætisráðharrin,
Ehud Barak.
ÍSRAEL
Árni Joensen
Fyrrverandi generalurin og
forsætisráðharrin vil vera
við, at Yasser Arafat er tann
størsta forðingin fyri, at
nakað kann spyrjast burtur
úr tí seinasta friðaruppskot-
inum, sum ST, ES, USA og
Russland hava lagt fram.
- Vit mugu síggja til, at
Arafat missir alt útinnandi
vald. So leingi hann hevur
minsta myndugleika ella
eftirlit, verður eingin semja
millum Ísrael og palestinar,
sigur Ehud Barak.
Barak sat sjálvur við
samráðingarborðið saman
við Arafat í Camp David í
USA fyri trimum árum
síðani. Einki spurdist burtur
úr samráðingunum, og Bar-
ak hevur seinni sagt, at tað
var Arafat, sum lá í buktini.
Tveir mánaðir eftir slitið í
Camp David, byrjaði tann
palestinski
uppreisturin,
sum hevur staðið við síðani.
Ísraelska
tjóðartingið
samtykti fyrradagin, at
landið skal "forfylgja" øll-
um, sum avsanna, at seks
milliónir jødar lótu lív
undir seinna heimsbardaga.
Samtyktin var greitt vend
ímóti palestinska forsætis-
ráðharranum,
Mahmoud
Abbas, sum fyri nógvum
árum síðani skrivaði í ein-
ari ritgerð, at minni enn ein
millión jødar doyðu undir
krígnum.
Tjóðartingið, sum hevur
120 limir, samtykti upp-
skotið við trettan atkvøðum
ímóti fimm. Hinir tinglim-
irnir vóru burturstaddir.
Samtyktin er kortini ikki
bindandi.
Nyttar ikki at tosa um frið
so leingi Arafat hevur vald
Syrgjandi fólk hava verið vanlig sjón í Ísrael seinastu dagarnar, og hesum slepst ikki undan, so
leingi Arafat hevur nakað vald, sigur Ehud Barak
USA stendur tilbúgvið til
yvirgangsatsóknir
USA stendur tilbúgvið. Her
hevur ein vápnaður
løgreglumaður steðgað einum
lastbili uttan fyri San
Fransisco
C
M
Y
K
18