hósdagur 22. mai 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
2. DEILD
Jóannes Hansen
Hjá teimum næstbestu í
Klaksvík er setningurin
altíð at fáa so mikið nógv
stig, at liðið framvegis skal
halda fram í næstbestu
deildini. Soleiðis er tað
eisini í ár. Í fjør eydnaðist
tað at skava so mikið saman
í nógvu teimum fyrstu um-
førunum, at tað so at siga
lupu fleiri stig av, tá ið tað
nærkaðist kappingarenda,
og KÍ slapp væl og virði-
liga undan niðurflytingar
hóttanini.
LÍF plagdi at vera við í
kappingini um heiðurs-
merkini og harvið uppflyt-
ing til bestu deildina, men
nú eru tað fleiri ár síðani, at
leirvíkingar vóru so mikið
væl fyri. Tey seinnu árini
hevur LÍF fleiri ferðir verið
við í stríði fyri at sleppa
undan niðurflyting.
Um úrslitið í grannaupp-
gerðini í Klaksvík í fyrsta
umfarinum skal takast sum
mátisnórur, so kundi tað
bent á, at luturin hjá KÍ og
LÍF fer at líkjast honum,
sum var galdandi í fjør.
KÍ vann 3–1, og tað var
bara lítlu løtuna, eftir at
LÍF hevði minkað um mun-
in til 2–1, at teir hóttu KÍ.
Men so skoraði heimaliðið
eftir skjótálop, og harvið
var spenningurin burtur.
Miðverjin Andrass Ja-
cobsen skoraði fyrsta KÍ
málið miðskeiðis í 1. hálv-
leiki. Tað gjørdi hann, eftir
at hann hevði vunnið bóltin
av LÍF miðverjuni og
gjørdist einsamallur við
Allani Joensen í LÍF málin-
um.
Eftir ein tíma økti Marius
Nystrøm Hansen. Upp-
spælið var í høgru, og
bólturin støkk eftir takling í
brotsteiginum til Marius,
sum var leysur og skoraði.
LÍF minkaði um munin í
79. minutti. Petur Sjúrðar-
berg varð feldur í brotsteig-
inum, og málverjin, Allan
Joensen, sendi bóltin fram-
við John William Joensen í
KÍ málinum.
Og so var tað, at LÍF
luktaði í hvussu so er eitt
stig í einar fimm minuttir.
KÍ verjan kendi seg kroysta
og sparkaði fleiri ferðir
burtur. Men fimm minuttir
fyri leiklok staðfesti 16 ára
gamli Jón Jacobsen, sum
fyrstu ferð royndi seg í
vaksnamannadeildini,
heimasigurin. Í kontraálopi
í høgru, sum David Bert-
holdsen og John Havn
stóðu fyri, legði seinast
nevndi innfyri til ódekkaða
miðvallaran í vinstru, sum
skoraði.
KÍ–LÍF 3–1 (1–0)
1–0: Andrass Jacobsen
2–0: Marius Nystrøm
Hansen
2–1: Allan Joensen br
3–1: Jón Jacobsen
2. DEILD
Jóannes Hansen
Síðani niðurflytingina í
1999 hevur tað leikliga ikki
gingið nakran veg hjá ÍF. Í
hvussu so er ikki rætta veg-
in, hóast teir hava verið
undir liðunum, sum eru
flutt upp.
Men nú kann tað væl fara
at vísa seg, at vend fer at
koma í. Tað var oyggjar-
uppgerðin ímóti teimum
næstbestu av Toftum leyg-
ardagin ikki sørt av ábend-
ing um. Ikki óvæntað var í
1. hálvleiki greitt omaná.
Teri skoraðu fyrsta stóra
hálva tíman tý mál, og
harvið var avgjørt, hvør
skuldi hava stigini.
Eftir steðgin minkaði
B68 beinanvegin um mun-
in. Miðvallarin í høgru,
Jóhan Dávur Højgaard, átti
síðsta fótin á, eftir at
bólturin var komin innfyri.
B68 var meira við í 2.
hálvleiki, og vetranbrøður-
nir, Ingemar (í miðverjuni)
og Aksel (í álopinum) Høj-
gaard, fara ivaleyst saman
við fleiri ungum og huga-
góðum spælarum, sum eru
við í kappingini um pláss-
ini á besta liðnum, at fáa
fleiri stig. Men B68 megn-
aði ikki at kroysta ´F, og
árið fer at vísa, um stigini
fara at verða somikið
mong, at B68 fer at sleppa
undan at flyta niður aftur í
3. deild, sum teir í fjør
vunnu seg upp úr.
Fuglfirðingar hava fleiri
ungar spælarar, og Sigríður
Clementsen, sum er venj-
ari, hevur spælskipanini um
frá 3-5-2, sum ÍF hevur
hildið seg til, til 4-4-2.
Jákup Helgi Egholm,
sum í fjør vandi eitt sindur
við HB, er aftur í ÍF
málinum, har hann kapapst
við unga Fróða Poulsen.
Áki Petersen, sum í fjør var
á Skála, er í miðverjuni
saman við Viggo Johanne-
sen. Jan Skoradal, sum áður
hevur spælt við GÍ, var í
høgra verjuborðið, og ein
nýggjur og ungir maður,
Sverri Ellingsgaard, var
vongverji í vinstru. Á
miðvøllinum var unglinga-
spælarin, Atli Petersen, í
høgru, og í vinstru var vete-
ranurin, Heini Heinason.
Mitt fyri vóru John Thom-
sen og Høgni Zachariasen,
sum hava verið við í fleiri
ár. Á álopinum var Eyð-
olvur R. Petersen saman
við unglingaspælaranum,
Hanusi Eliasen. Ein annar
unglingaspælari, Fritleif í
Lambanum, kom á vøllin í
seinna hálvleiki.
Heini Heinason skoraði
fyrsta ÍF-málið, eftir at Atli
Petersen hevði lagt innfyri
úr høgru, og Hanus Eliasen
økti til 2-0 og 3-0. Í báðum
førunum var tað úr stuttari
fjarstøðu, at hann sendi
framvið B68 málverjanum.
Í B68 stóð Mortan Hansen,
sum áður hevur verið í NSÍ
álopinum, og sum eisini
hevur roynt seg í álopinum
í 1. deild hjá B68.
ÍF-B68 3-1 (1-0)
1-0: Heini Heinason
2-0: Hanus Eliasen
3-0: Hanus Eliasen
3-1: Jóhan Dávur Højgaard
Sumba tók alt við sær,
tá teir vitjaðu í Vági
leygardagin
2. DEILD
Jákup Mørk
Grannauppgerð
var
á
skránni í Vági, tá sumbing-
ar longu í fyrsta umfarinum
vitjaðu. Sumbingar hava í
ár gjørt seg nakað út við
fleiri nýggjum úlendingum,
og við fyrrverandi VB-leik-
aranum, Robert Cieslewicz
sum venjara, eru vónirnar í
øllum førum til eitt pláss
heilt ovarliga á stigatalvuni.
Hjá VB eru vónirnar hin-
vegin heldur róligari, og
ivaleyst er tað so, at teir í
veruleikanum eru nøgdir,
bara liðið megnar at halda
sessin í deildini.
Tí var sigurin hjá Sumba
nokk ikki heild óvæntaður,
men tað tók tó drúgva tíð,
áðrenn hesin kundi stað-
festast. Nógvi vindurin
darvaði spælinum heilt
nógv.
Kanska var tað Sumba,
sum hevði eina lítla leikliga
yvirvág,
men
hinvegin
hevði heimaliðið eisini
fleiri
møguleikar,
men
hvørja ferð rendu teir seg í
nýggja pólverska málverjan
hjá Sumba, sum stóð ein
sera góðan dyst.
Og meðan ein pólverji
soleiðis forðaði vágbingum
í at skora, so vóru tað eisini
pólverjar, sum syrgdu fyri
einsamalla málinum hjá
Sumba. Robert Cieslewicz
fangaði ein bólt, meðan
VB-verjan snorksvav, og
hann gjørdi skjótt av. Kúlan
varð send yvir til nýtil-
komna Robert Samiar, og
hann var eirindaleysur, tá
møguleikin beyðst.
Við sigrinum syrgdu
sumbingar fyri, at teir í
øllum førum hava fingið
eina góða byrjan upp á árið,
og so er spurningurin, um
teir hesa ferð megna at
halda fast um oddastøðuna
alt árið á tamb.
VB-Sumba 0-1 (0-0)
0-1: Robert Samiar
Støðan, 2. deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál munur stig
1 TB
1
1 - 0 -0
4
2
2
3
2 ÍF
1
1 - 0 -0
3
1
2
3
3 KÍ
1
1 - 0 -0
3
1
2
3
4 B71
1
1 - 0 -0
2
0
2
3
5 Sumba
1
1 - 0 -0
1
0
1
3
6 VB
1
0 - 0 -1
0
1
-1
0
7 AB
1
0 - 0 -1
2
4
-2
0
8 LÍF
1
0 - 0 -1
1
3
-2
0
9 B68
1
0 - 0 -1
1
3
-2
0
10 B36
1
0 - 0 -1
0
2
-2
0
ÍF-B68 3-1 (1-0):
Nógv er nýtt í Fuglafirði
VB-Sumba 0-1 (0-0):
Stigini fóru suðureftir
KÍ-LÍF 3-1 (1-0):
LÍF fekk einki í Klaksvík
C
M
Y
K
20
AUTO
AUTO
311234
311234
AUTO
-Dag & nátt-
Vilt tú bil hýra
- ring 311234
Nú fáast eisini
Talutíðarkkort
BENZIN
DIESEL
KIOSK
-Alt døgnið-
AUTO
311234
Føroya Tele
Kall
Frggjakv¿ldiÝ
- dyrnar lata upp kl. 22
Leygarkv¿ldiÝ
- dyrnar lata upp kl. 22
Diskotek
viÝ DJ Martin
îkeypis atgongd til kl. 24
Happy Hour 23-24
Diskotek
viÝ DJ Petur
îkeypis atgongd til kl. 24
Ladies Night til kl. 01
21