hósdagur 22. juli 1993síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Kreppan hevur ikki
gjørt tykkum fátækari
Hvørt summar i 15 ár hevur skotin James Watt verið i Føroyum
og málað. Honum dámar lyndið í fóroyinginum - og hann heldur
ikki at tað verður skatt av búskaparligu kreppuni. Heldur
tvórturímóti. Hon kann gera okkum gott, heldur hann
Klokkan seks ein summar-
morgun í 1978, tá Smyril
kom á Havnina úr Skot-
landi, var ein 46 ára gamal
skotskur málari við.
Orsøkin til at hann kom,
var, at ein hermaður, sum
var her undir krígnum,
hevði greitt honum frá
oyggjunum.
Hann gjørdist so hug-
tikin fyrst hann kom i land,
at longu ein tima seinni
hevdi hann sett staffeliid
upp, og stóð og málaði.
Og líka síðani - hvert
einasta summar í 15 ár -
hevur hann gjørt sama túr:
til Føroya at mála. Hann
hevur verið í nærum gllum
bygdum í Føroyum, og
kennir oyggjarnar betur
enn nógvir føroyingar.
Maðurin er James Watt
úr Greenock í Skotlandi.
Sera kendur
James Watt er sera kendur
í Bretlandi. Málningar
hansara hanga á nógvum
av teimum fremstu lista-
sévnunum, og eru seldir
kring allan heimin.
Tað, hann serliga málar,
eru skip og bátar. Hann er
uppvaksin millum skipa-
smiðjur, skip og sjómenn,
og hevur altíð verið
hugtikin av ti.
Og tad er eisini ein av
orsøkunum til, at hann år
eftir år kemur aftur til
Føroya. Men tad er ikki
tann einasta!
Blítt fólk
- Í fyrstuni var tað tann
føroyski båturin, sum
hugték meg, greidir hann
frå. Og framvegis haldi eg
tann gamla føroyska båtin
vera heimsins vakrasta.
Men so við og vid fór
James Watt at kenna seg
heima í Føroyum. Tað var
lætt at koma í samband við
fólk, tey vóru vinarlig og
fyrikomandi - og føroying-
ar høvdu somu áhugamál
sum hann sjálvur: Skip,
bátar og fiskiskap. Og
málningalist!
- Ahugin fyri málninga-
list et nakað heilt serstakt
fyri føroyingar, sigur hann.
Øll fólk - bæði høg og låg
- koma at tosa við meg tá
eg máli, og sýna áhuga fyri
arbeiðinum. Og inni í
hverjum húsi hanga mál-
n'ngar á vegginum. Tað
sært tú ikki aðrastaðni.
James Watt greiðir frá,
at í Skotlandi er tað bara
tað betra slagi, sum hevur
áhuga fyri tílíkum.
Spennandi veðurlag
Ein onnur orsøk til, at
James Watt ár undan ári er
at síggja i Føroyum, er
veðrið hjá okkum.
- Veðurlagið í Føroyum
er évanliga spennandi,
sigur hann. Tað kann bæði
vera dramatiskt og ógvu-
sligt, og sjáldsama frið-
sælt. Men tað hendir alla
tíðina okkurt. Og tað
dámar mær. Tað er ein
avbjóðing at royna at mála
tað skiftandi ljósið og tey
livandi skýggini.
Elduvík er vakrast!
James Watt hevur ferðast
kring allar Føroyar, og
gjørt málningar í einum
stórum parti av bygdunum.
Men tríggjar dámar
honum kortini best: Eldu-
vík, Viðareiði og Tjørnu-
vík. Og vakrast av øllum
er Elduvík.
- Har havi eg verið
nógv, og havi fingið nóg-
var góðar vinir. Elduvík er
eitt sera hugtakandi stað,
sigur hann.
Synd at
báturin hvervur
James Watt hevur sæð
nógvar broytingar í Fer-
oyum, tey fimtan árini
hann hevur vitjað her. Og
tað er ein, hann serliga
harmast um: Tann gamli
føroyski báturin verður
minni og minni at síggja,
og verður skiftur út við
plast-bátar.
- Hetta haldi eg vera
spell, tí tann føroyski
báturin er so vakur. Men
sjálvandi - er hin betri, er
einki at gera. Men synd er
tað kortini, heldur hann.
Lyndiå er tað sama
James Wati hevur eisini
sæð sjónvarpið komið,
hann hevur sæð tær
veldugu útbyggingamar í
80'unum, og hann hevur
sæd livistødid hækkað og
hækkað.
Seinnu árini hevur hann
so upplivað niðurgongdina
og kreppuna.
Men hann heldur ikki, at
tær stóru broytingarnar,
Tíðindablaðið
her r
kongabrúnna í
og málar nakrar á
teimum føroysKu
bátunum, sum enn eru
»1 da er
speil al hann verður
at síggja
skumpaður burtur av
plast-båtunum« sigur
James. »Føroyski
båturin er heimsins
vakrasti båtur«
Mynd: Kalmar
føroyingum eru fyri,
ávirka lyndið hjá okkum.
- Eg merki ongan mun á
fólki nú og fyri 5, 10 ella
15 árum síðani, sigur hann.
Lyndið hjá tykkum er tað
sama fiskimannalyndid.
Tit duga at laga tykkum til
umstødurnar, og lata ikki
ytri broytingar koyra tykk-
um um koll.
Kreppan
Íkki bara ring
Hevur kreppan ikki gjør!
føroyingar daprari
minni glaðar?
- Nei, tit eru tey somu
fyri ta um tit hava minni
pening. Og í veruleikanum
haldi eg eisini at kreppan
kann gera tykkum gott. Ti
tá fólk hava so høgt
livistødi, sum føroyingar
hava havt, kann virdingin
fyri ti ein hevur ofta fara
- Tað kann gera fólk so
materialistisk, at tey
gloyma onnur virði. Og tí
kann ein kreppa vera við
ul at gera, at onnur virði
verða funnin framaftur. Og
tað kann bara vera gott. Tí
tey størstu virðini tit hava í
Føroyum, kosta einki!
S-S-
&GoldStar
summa
——
rtilboð
25" litsjónvarp / CBT 2570T
Deluxe stereolook, FST myndarør, tekstsjón
varp v/ fastteksti og bladi-/leitiskipan, 40 rásir
Nicam stereo 2x 10 w, infraljåsstyrd fjarstýring
og alskyns aðrir hentleikar. Stutt sagt >fram-
tíðar sjónvarpið, ið kann alt<.
Kontant bert 8.775,-
Videobandspælari GSE G10P
40 programpláss, 8 skráir í 1 år, OSR upptøka
upp í 9 tímar, ant. tendr /sløkkja, kvik-start, aut.
spoling, avspæling v. dupultari ferð, snar-
leitiskipan / 7 x vani. ferð. VISS - VHS-leit-
iskipan, teljari v/ tíðarávísing, umframt aðrar
hentleikar.
Kontant bert 2.995,-
SatrOnic
Box 49 - 600 Saltangarå - Tlf. 48940 - Fax. 48947
Dråtturin útsettur
Dråtturin av lutasedlum hjå Sørvågs
Ítróttarfelogum er útsettur til måna-
dagin 26. juli 93.
Nevndin