Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-07-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juli 1993síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

. Heimsins bestu TAÐ var onkur, sum hevði fyri munni um »heimsins bestu í reinasta sjógvi< um føroyingar og Føroyar, tá røtt var um fisk og fiski- VINNU. TAÐ er við ringum ráka í munninum, vit mugu á- sanna, at lítið er at erpa sær av, nú vitkenna og vita um standin og støduna, samfelagið er komið í. Vit megnaðu ikki at skilja sannleikan í ávaringunum, talunum og uppafturtøkuni FRÆLSI — JAVNAÐUR — BROÐRALAG Fyritaksstjóri Krisjan Dahí Ljósmyndari Kalmar Lindenskov Blaðfói. Randi Jacobsen - Dagny - Jan Mélller Ugevar: P/Æ Sosialurin Joensen - Tórfinn Smith - | Uppsetng PA Sastalurin Hilmar Jan Hansen - Prent. P/T Pressan 1981 Jåstinus Eidesgaard hjá almennu spámonnun- um á økinum, um hóttandi fall í fiskiskapinum. NÚ eldsløkking er víða um í landinum, spyrja vit, um eingin finst, kennir á sær, at møguleiki er at taka upp annan tátt, leggja á onnur mið. TANN vitan og dugnaleiki, ekspertisa, sum liggur hjá almennu stovnunum, hjá Telefonverkinum, SEV, Landsverkfroðinginum, Jarðarráðnum, Sjúkrahús- verkinum 0o.0. almennum stovnum, er í stórum óbrúkt í dag, tí samfelagið orkar einki Henda nógva eksper- tisa kundi komið væl við í tilafturskomnum londum, londum sum skrýggja eftir uppbyggingar- og útbygg- ingarhjálp, sum vit fyri ein part kunnu vera við upp! í. HER liggur privata vinnu- lívið ikki á láni. Føroyska felagið Phil 8 Son fer nú at byggja hús eftir føroyskum sniði uttan fyri Moskva, annað foroyskt felag er við í uppbyggingini í Eystur- týsklandi. TAÐ hevði verið sjálvsagt Bústaður. Argjavegi 28 Teigíon: 11820 66. ÁRGANGUR Postadr.. Postsmoga 78 110 Tórsharn Telelax- 14720 Argjum at almennu stovnarnir eis- ini vóru uppi í hesi kapping, ístaðin fyri orkuleys at brúka tíðina til at finna útav sparingum og niðurskerj- ingum, sum bara armar samfelagið uppaftur meira. Tá vóru vit eisini uppi í veruligum uppbyggingar- arbeiði — og vit góvu tómum hondum arbeiði! ROYNDU vit okkurt tílíkt, kundu vit loyvt okkum at droymt um >-heimsins bestu og reinastu<, men álvaratos, ikki sum er. Kávar útyvir veruleikan Ingeborg Vinther, forkvinna Føroya Ar- beidarafelags, svarar Sverra Midjord i spurninginum um, hvør betur hevur tænt teimum sjuku og veiku, javnadarflokkurin ella fakfelagsrørslan Sverre Midjord skrivadi i famu viku grein i Dimma- lætting og Sosialinum undir yvirskriftini >Hevur for- sætisráðharrin latið Inge- borg Vinther fingið annað at vita enn landsstýrið? « Í innganginum til nevndu grein vísir Sverre Midjord á, at myndin av undirritaðu í Dimmalætting tann 06.07. 1993 er nógv sigandi, ser- liga um ein gevur sær far um skuggamyndina. Her sipar greinskrivarin óivað ul skuggamynd av fólkafloksmanni, sum eis- ini sæst á myndini. Eg og flein við mær munnu tó halda, at hendan skuggamynd passar betur til Sverra Midjord og hansara samgongumenn, sum nú í fleiri ár hava rikið tann fúl- asta fólkaflokspoliukk, har eitt av aðalmálunum tykist vera at knúska ikki bert fak- felagsrørsluna, men eisini ta almannaskipan, sum skal tryggja okkara gomlu og sjúku sømulig kor. Teimum borgarligu flokkunum hava vit innan fakfelagsrørsluna ikki væntad nakran studul frå, ti teir dylja jú ikki fyri hvønn politikk teir reka, men Javn- aðarflokkurin og Tjóðveld- isflokkurin hava við føgrum orðum í stevnumiðum teirra sagt seg vilja arbeiða fyri løntakarunum og teimum gomlu og veiku í samfelag okkara, men politikkurin hesi seinastu árini hevur ti- verri víst, at flokkarnir reka ein poliukk, sum er beint í- móti stevnumiðum teirra. Flokkarnir hava nevni- liga gingið á odda við ein- um politikki, ið hevur nið- urbrotið tey rættindi, sum fakfeløgini við tógvið stríð í skjótt eina øld hava skapað fyri limir sínar, og sam- stundis hava flokkarnir framt tiltók, sum einamest raka vanliga løntakaran og tey gomlu og veiku i sam- felagnum. Tað er hesin støðugt vaksandi munur millum tey føgru orðini í stevnumidum hjá hesum flokkum og tann førda politikkin, sum fær ein at øtast, og Sverre Mid- jord hevur sum limur í sam- gonguni ikki mótmælt hes- um poliukki, og hevur tí tik- ið undir við hesum ágangi mót teimum samfelags- bólkum, sum hann sigur seg vilja verja. Tá Sverre Midjord førir fram, at undirritaða sum fakfelagsformaður skuldi vitað efur hverjum reglum slíkar trætur skulu greiðast, so avdúkar hann her hvussu lítið hann hevur skilt av ti, sum málið snýr seg um. Sverre Midjord átti sum partur av samgonguni at vit- að, at landsstýrið framdi verkbann móu bæði lækn- unum og heimahjálparun- um, og so leingi eingin í samgonguni talaði at hesum tiltøkum landsstyrisins, so stóð verkbannid vid. Tå Sverre Midjodr sigur, at tað ikki av sínum ein- tingum ber til at leggja seg út í slíkt stríð, so tykist hann ikki at hava skilt, at hann sum limur í samgonguni so sanniliga hevur verið partur av sokallada >stríðnum< og hevði allar møguleikar at gera sína ávirkan galdandi, men tá einki hoyrdist frá honum, so mugu vit taka hetta sum tekin um at hann hevur tikið undir við hesum verkbanni, sum vent var móu læknum og heima- hjálparum, og hvors enda- mál, sambært úttalilsum frá løgmanni, kalt og kyniskt var at spara lønanitreidslur. Hví skrivaði Sverre Mid- jord ikki tá lesarabrøv, har hann vísu sín stuðul til teir veikastu av samfelagsbólk- um okkara, sum landsstýrið læt sita uttan røkt fyri at røkka spariætlanum sínum? Taðer sera ódámligt, men tíverri ikki eindømi fyri teir persónar, sum í dag mynda Javnaðarflokkin og sam- gønguna yvirhøvur, at Sverre Midjord roynir at fjala út yvir veruleikan og roynir at geva Føroya fólki ta fatan, at tað eru fakfeløg- ini, ið hava verið orsøkin ul hetta verkbann. Tá Sverre Midjord í grein sinan sigur, at tey gomlu og sjúku ongan góðan eiga inn- an fakfelagsrørsluna, so er hetta ein roynd at fjala út yvir tann veruleika, at tað var Sverre Midjord og hans- ara partamenn, sum settu í verk arbeiðssteðgin, ið so dyggiligarakti tey gomlu og sjúku, sum sami Sverre Midjord nú skal eitast at hava slíka umsorgan fyri. Eisini tá Sverre Midjord skrivar um »ein lítlan lønar- niðurskurð<, er talan um eina roynd at fjala út yvir, at hann og partamenn hansara fyrst hava lagt alsamt fleiri fíggjarligar byrðar á vanliga løntakaran, og síðani krevja, athesir somu løntak- arar skulu 13,4% niður í lón, hóast reallønin framman- undan er minkað 14% eftir stuttari tíð, alt orsakað av tiltøkum landsstyrisins. Hvussu Sverre Midjord hevur tikid sær av sínum næstringum, hevureinki við hetta mál at gera, og kann heldur ikki á nakran hátt fjala út yvir tann veruleika, at hann fult út hevur verið við í áganginum móu løn- takarunum og teimum gomlu og sjúku. Tå Sverre Midjord at enda spyr um uttalilsir frå danska forsætismålarådharranum, so kann eg ordarætt endur- geva forsætismálaharran fyri í skrivi dagfest 29.06. 1993 at siga: >Det er selvfølgelig tank- en, at regeringens aftaler med landsstyret om gko- nomisk støtte til Færøerne skulle medvirke til en bedr- ing af forholdene på Fær- øerne, herunder af arbejds- markedet, men det er hjemmestyrets egen op- gave inden for de givne økonomiske rammer a fastlægge arbejdsmarked- politikken. Det mener jeg ikke regeringen skal blande sigi«. Um Sverre Midjord hevur åhuga fyri hesum, kann hann koma niðan á skriv- stovu okkara og lesa hetta skriv í síni heild. Samanumtikið kann sig- ast, at greinin hjá Sverra Midjord tykist vera ein roynd at vaska hendur sínar í sambandi við tann ágang, hann og samgongufelagar hansara hava ført móli van- liga løntakaranum og teim- um veiku og sjúku, sum sami Sverre Midjord sigur seg vilja verja, men vónandi dugir veljarin at síggja, at tað er førdi politikkurin og ikki vøkur orð og undan- førslur, ið eru avgerandi, tå veljarin skal velja hvønn hann vil atkvøda fyri. Tórshavn tann 20.07.1993 Ingeborg Vinther