fríggjadagur 23. mai 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 97 - 23. mai 2003
Nr. 97 - 23. mai 2003
3
Formaðurin í
Maskinmeistara-
felagnum hevur ikki
stórvegis hug til at
gera viðmerkingar til
støðuna á Fiskiveiði-
eftirlitinum og SEV,
sum Maskinmeist-
arafelagið er partur
av
ÓSEMJUR
Edvard Joensen
Maskinmenninir á vaktar-
og
bjargingarskipunum
høvdu fund við Fiski-
veiðieftirlitið mikudagin.
Hvat hendi á fundinum,
hevur maskinmeistarafor-
maðurin lítlan hug at siga
nakað um.
Tað
einasta
Jógvan
Nybo, formaður í maskin-
meistarafelagnum vil siga,
er, at partanir á fundinum
ikki samdust um nakað,
sum kann loysa málið.
Í
tíðindaskrivi,
sum
Maskinmeistarafelagið
sendi út eftir fundin miku-
dagin, ger felagið greitt, at
vandi er fyri, at vaktar- og
bjargingarskipini, Brimil
og Tjaldrið, ikki verða
mannað eftir 1. juni, tá
starvstíðin hjá maskin-
monnunum gongur út.
Maskinmeistarafelagið
hevur fyrr í samsvari við
tænastumannalógina kravt
av Fiskiveiðieftirlitinum at
fáa at vita nøvnini á teim-
um, sum hava søkt leysu
maskinstørvini umborð á
vaktar- og bjargingarskip-
unum. Fiskiveiðieftirlitið
játtaði at lata felagnum
hesi nøvnini á middegi
hósdagin, sigur Jógvan
Nybo.
Eitt annað mál, sum
Maskinmeistarafelgið eis-
ini er uppií, er málið um
lønarsáttmálan
hjá
maskinmeistarunum hjá
SEV.
Karsten Hansen, lands-
stýrismaður við fíggjar-
málum, sigur seg ikki vilja
góðkenna sáttmálan, sum
undirskrivaður er.
SEV hevur síðan boðað
frá, at elfelagið fer at
gjalda løn eftir gamla sátt-
málanum, tí landsstýris-
maðurin ikki vil vita av tí
nýggja.
– Tað vera teir um, sigur
formaðurin
í
Maskin-
meistaraleagnum.
Vit
kenna bara til ein sáttmála,
og honum vænta vit, at
SEV fer at gjalda løn eftir
í næstu viku.
Jógvan Nybo vil ikki
upplýsa, hvat Maskin-
meistarafelgið fer at gera,
um SEV velur at fara aftur
til gamla sáttmálan, sum
Maskinmeistarafelagið
ikki góðkennir, tí ein
nýgjur er gjørdur partanna
millum.
Spurdur um Maskin-
meistarafelagið
fer
at
sløkkja motorarnar hjá
SEV, svarar Jógvan Nybo,
formaður í Maskinmeist-
arafelagnum, at sjálvandi
er tann møguleikin til
staðar.
– Men vit fara allarfyrst
at boða SEV frá, hvat vit
gera, áðrenn nakar annar
fær tað at vita, sigur hann.
Seinnapartin miku-
dagin gekk sum róta-
súpan um bygdirnar í
Vágum, at bensin og
diesel var at fáa í Mið-
vági. Eisini aðrastaðni
kring landið frættist
hetta sum grindaboð
BRENNIEVNI AT FÁA
Edvard Joensen
Miðvági: Tað var bensin og
dieselolja at fáa í Miðvági
seinnapartin
mikudagin.
Fylt var í tangarnar hjá
Mylluni,
og
beinanveg
stóðu bilar í hundraðtali í
bíðirøð.
At tørvurin á brennievni
til bilarnar er svárur, sást
týðuliga í Miðvági seinna-
partin
mikudagin.
Tað
mesta av einum hálvum
kilometri var bíðirøðin
saktans, sum stóð frá ben-
sinstøðini Mylluni uttan
fyri kirkjuna og norður
móti smiðjuni hjá J.K.
Joensen.
Har vóru akfør av øllum
sløgum. Alt frá vanligum
persónbilum, hýruvognum
og vøruvognum, eins og
lastbilar og onkur bussur
hjá Bygdaleiðum eisini
stóð og bíðaði eftir hesum
dropum, sum longst hevur
verið so sáran eftir.
Á pumpuni stóð, at latið
varð ikki í dunkar og tunn-
ur. So har fingu øll burtur-
av. Tað tók tað mesta av
einum tíma at koma gjøg-
num røðina og sleppa fram
at pumpunum.
Men hvussu og hvaðani
brennievnið var komið,
fekst støðeigarin ikki at
siga nakað um.
Honvegin veit Georg
Hansen, næstformaður í
Føroya Arbeiðarafelag, at
siga, at oljufelagið Shell
hevur smuglað olju og ben-
sin út av goymsluni á
Viðanesi í Havn, sam-
stundis sum olja varð latin
umborð á Smyril, sum lá
við bryggju í Havn.
Arbeiðarafeløgini hava
avtalað við Strandferðsl-
una, at Smyril skal fáa
undantaksloyvi at sigla,
meðan verkfall er. Tískil
fær hann eisini loyvi at
bunkra, og hevur avala
verið við Shell um hetta.
Bunkringin plagar van-
liga at vera á Drelnesi,
sigur Georg Hansen. Men
mikudagin varð bunkrað í
Havn. Oljan varð koyrd við
tangabilum av Viðanesi
yvir á eystara havnarlagið,
har Smyril lá.
Saman við tangabilunum
hjá Shell vórðu so báðir teir
privatu bilarnir í Vestmanna
og í Sandavági boðsendir,
og varð bensin og dieslolja
fylt á teir, og latin Shell
støðunum í Vestmanna og
Miðvági.
– Tað er keðiligt, at Shell
skal gera soleiðis, sigur
Georg Hansen. Vit fara nú
at gera av, hvørjar fylgjur
tað fer at fáa fyri Shell, og
so verða helst tiltøk sett í
verk hareftir, sigur hann.
Lítið at frætta
Bensin í Miðvági
Bæði Brimil og Tjaldrið kunnu verða løgd, eins og Sunds-
verkið eisini alt um somu leið verður sløkt, og alt landið
myrkalagt
Bilrøðin mundi vera um ein hálvan kilometur ella so við bensinsøluna í Miðvági mikudagin
Mynd : Edvard Joensen
Verkfall:
Umhugsa nú eisini at leggja
skipini hjá Strandferðsluni
Arbeiðarafeløgini
siga, at Shell mis-
brúkar undantaks-
loyvið til at koyra
olju. Ein avleiðing av
hesum kann verða ,at
øll undantaksloyvi til
oljukoyring verða
tikin aftur og so liggja
bæði Smyril og hini
skipini hjá Strand-
ferðsluni
VERKFALL
Áki Bertholdsen
Nú er eisini vandi fyri, at
bæði Smyril og hini skipini
hjá Strandferðsluni verða
løgd.
Endar semingsfundurin í
gjár úrslitaleysur, er tað í
hvussu so er ein spurning-
ur, sum arbeiðarafeløgini í
verkfalli fara at umrøða.
Men fakfeløgini leggja
dent á, at endar tað við, at
skipini verða løgd, er tað
Oljufelagið
Shell,
sum
hevur skyldina.
– Vit hava givið Skipun-
um hjá Stranadferðsluni
undantaksloyvi at fáa olju.
Tað er Shell, sum koyrir
olju til skipini. Men tað vís-
ir seg tíverri, at Shell mis-
brúkar hetta undantaks-
loyvi upp á tað grovasta,
siga Bæði Ingeborg Vinther
í Føroya Arbeiðarafelag og
Hans Joensen í Havnar Ar-
beiðsmannafelag.
Tey bæði siga, at tá ið
Shell skuldi koyra olju um-
borð á Smyril mikudagin,
gjørdi oljufelagið ikki mæt-
ari enn at smuggla tangabil-
ar við bensini út av olju-
goymsluni samstundis.
Hetta førdi við sær, at
bensin var at fáa á støðun-
um í Norðstreymoy miku-
dagin.
Tey siga, at akkurát tað
sama er hent hjá Shell í
Suðuroy.
Misbrúka vælvildina
Ingeborg Vinther og Hans
Joensen harmast um, at
Shell hevur gjørt av mis-
brúka vælvildina hjá fak-
feløgunum, sum tey mál-
bera seg.
Men tey siga eisini, at
hetta er eitt mál, sum tey
noyðast at taka upp.
Og spyrst onki burturúr
semingsfundinum í gjár,
kann avleiðingin verða, at
harðari tiltøk verða sett í
verk.
– Ein avleiðing av hesum
kann verða, at vit heilt fara
at forða fyri at bilar sleppa
av goymslunum hjá Shell
yvirhøvur, siga teir báðir
fakfelagsformenninir.
Og tað fer sjálvsagt at
føra til, at skipini hjá
Strandferðsluni verða løgd,
so hvørt, sum oljan gongur
undan.
Hetta harmast tey bæði
stórliga um, tí tey siga, at
Strandferðslan hevur hildið
avtaluna við fakfeløgini út í
æsir.
– Men endar tað við, at
Strandferðslan verður løgd
av oljutroti, er tað Shell,
sum hevur skyldina. Hevði
Shell hildið avtaluna við
arbeiðarafeløgini,
var
ongin vandi á ferð. Men teir
kundu ikki halda sær at
misbrúka okkara vælvild
og tað mugu vit taka upp,
siga tey bæði.
– Hetta er forkastiligt og
eg vóni at allir limir í fak-
feløgunum, sum eru við-
skiftafólk hjá Shell, fara at
minnast Shell hetta aftur, tá
ið verkfallið er liðugt, sigur
IngeborgVinther.
Gera onki ólógligt
Hákun Djurhuus, stjóri á
Shell, er ikki samdur við
arbeiðarafeløgini.
–Tey starvsfólk hjá okk-
um, sum eru í arbeiðarafel-
øgunum, eru í verkfalli og
tey gera gera onki, sum ar-
beiðarfeløgini ikki hava
góðtikið.
Men tað eru nakrir bil-
førarar á tangabilum, sum
eru sjálvstøðugt vinnurek-
andi og teimum ber ikki til
at nokta at koyra.
– Hetta hevur onki við
verkfallið at gera og tað er
ólógligt at steðga teimum.
–Tað eru ikki vit, sum hava
fingið undantaksloyvi. Tað
er Smyril, sum hevur fingið
undantaksloyvi og vit røkta
tey viðskiftafólk, vit hava.
Og at nokta sjálvstøðugt
vinnurekandi at útinna tað
arbeiðið, tey eru von at
gera, kunnu vit ikki, tí tað
er ólógligt og lógloysi
kunnu vit ikki hava, sigur
Stjórin í Shell.
Hann væntar ikki, at
hetta fer at føra til, at við-
skiftafólk fara at boykotta
Shell eftir verkfallið.
– Vit bera okkum rætt at
ímóti teimum, sum eru í
verkfalli. Boykotta verka-
feløgini okum, boykotta tey
eisini sínar egnu limir.
– Tað er ongin at boykotta
Shell, tí tað er ongin munur
á teimum báðum oljufeløg-
unum, tí eisini Statoil hevur
koyrt, har talan er um
sjálvstøðugt vinnurekandi.
Og tað váttar Niels Juul
Nattestad, stjóri á Statoil.
Hann sigur, at tey kunnu
ikki nokta teimum bilførar-
um, sum eru sjálvstøðugt
vinnurekandi, at koyra olju,
sum teir eru vanir.
Verkfallið kann enda í ruðulleika
Arbeiðarafeløgini
vilja ikki hava skyld-
ina, tí endar verkfallið
í ruðuleika, er tað tí,
at vit verða provoker-
að út um alt mark,
sigur Hans Joensen,
formaður í Havnar
Arbeiðsmannafelag
VERKFALL
Áki Bertholdsen
– Verkfallið kann enda í
ruðulleika.
Tað heldur Hans Joensen,
formaður í Havnar Arbeiðs-
mannafelag.
Hann sigur at tað sum er
farið fram seinastu dagar-
nar, kann elva til, at støðan
verður spentari og spentari
og so veit ongin, hvat av-
leiðingin kann kann vera.
Tað, hann sipar til, er tað
sama, sum hann fleiri ferðir
hevur sagt fyrr.
Og tað er, at fólk virða ikki
verkfallið.
– Tað eru óteljandi dømi
um, at fólk bjóða seg fram
at gera verkfalsrakt arbeiði
og at arbeiðspláss, har limir
í arbeiðarafeløgunum ar-
beiðið, ganga at kalla sum
vant, hóast verkfall er.
Hans Joensen segði áðr-
enn semingsfundin í gjára-
morgunin, at endaði hann
úrslitaleysur og fólk blíva
við at bróta verkfallið, kann
avleiðingin vera at støðan
spennist sum frálíðir og so
veit ongin, hvat kann henda.
Fásiga sær alla ábyrgd
Ein møgulig avleiðing av
hesum er, at verkfallið
herðist.
Áhaldandi royndirnar at
bróta verkfallið kunnu føra
til, at verkfalsvaktirnar á
ávísum
arbeiðsplássum
verða styrktar.
Og tað kann eisini føra til,
at vegir verða blokeraðir.
Men hann leggur dent á,
at hendir tað, fara arbeið-
arafeløgini at frásiga sær
alla ábyrgd.
– Vit hava roynt at verið
lagalig og gjørt sum minst
burturúr blokadum. Men
tað vísir seg ferð eftir ferð,
at okkara vælvilji verður
misbrúktur til at gera verk-
falsrakt arbeiði. Tað einasta
vit fáa burturúr okkara væl-
vild er tískil, at vit bíta okk-
um sjálvi í halan.
– Tí mugu vit umhugsa,
hvat vit fara at gera.
Hann sigur, at eitt dømi
um at vælvildin hjá arbeið-
arafeløgunum verður mis-
brúkt, er at mikudagin
skuldi Shell í Havn koyra
olju umborð á Smyril, men
brúkti ssamstundis høvi til
at smugglað bensin og olju
til onkrar bensinstøðir.
Hetta hevur sett ferðasam-
bandið í vanda, tí nú um-
hugsa arbeiðarafeløgini fel-
øgini í verkfalli at taka
undantaksloyvi til Strand-
ferðsluna aftur. Sí grein
aðrastaðni í blaðnum.
Fara nú at herða
verkfallið
Eisini Ingeborg Vinther, for-
kvinna í Føroya Arbeiðara-
felag, heldur, at støðan, sum
verkfallið nú er komið í, ger
tað neyðugt at herða tað.
– Tað er nógv verri at fáa
undantaksloyvi nú, enn tað
hevur verið og framyvir
verða undantaksloyvi ikki
givin.
Ein avleiðing av hesum
er, at nú er undantaksloyvi
tikið aftur, sum varð givið
til neyðsynjararbeiðið í ali-
brúkum í samabandi við
sjúku, so at arbeiðið í ali-
brúkunum kann steðgast frá
løtu til løtu. Annars var av-
talan, at uppsagnarfreistin
var 48 tímar.
Annars verður alla tíðina
umhugsað, í hvønn mun tað
verður neyðugt at herða
verkfallið og, hvørji stig so
skulu setast í verk.
Endaði semingsfundurin
í gjár úrslitaleysir fara fak-
feløgini tískil at taka spurn-
ingin upp.
Verkfalsvaktir uttanfyri hjá Shell í gjáramorgunin.
Arbeiðarafeløgini siga, at Shell misbrúkar vælvildina hjá
feløgunum í verkfalli og tað kann føra til at ongin olja
yvirhøvur sleppur av goymsluni og so liggur Smyril
Tað frættist skjótt, at bensin var at fáa í Vestmanna mikudagin og bilaraðið var langt. Hetta hevur loypt øði arbeiðarafeløgini og
kann føra til, at verkfallið verður hert. Verður tað traðkað nóg hart á okkum, mugu vit siga stopp og so kann tað enda í
ruðuleika, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag
C
M
Y
K
3
2