fríggjadagur 23. mai 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 97 - 23. mai 2003
Nr. 97 - 23. mai 2003
5
Formaðurin í Norð-
oya frítíðar og ítrótt-
arráð, Jan Gardar,
sigur, at fyrireikarar-
nir av norðoyastevnu
eru komnir í eina
serstakliga keðiliga
støðu, nú verkfall er.
Stevnan verður nógv
skerd, og nógvir trup-
ulleikar stinga seg
upp, alt meðan hann
verður niðurringdur
av fólki og feløgum,
sum spyrja um nøkur
norðoyastevna verður
VERKFALS-
AVLEIÐINGAR
Solby A. Eliasen
Jan harmast stórliga um
støðuna, sum hon nú er. Og
hann sigur bart út, at um
verkfallið framvegis er á
norðoyastevnu, so verður
hon rættiliga skerd, um hon
yvirhøvur verður.
– Vit fáa ikki gjørt so
nógv, um verkfall er. Vit fáa
jú ikki nakað norður, sigur
hann. Hann ivast stórliga í,
um tað fer at nytta nakað at
biðja um undantaksloyvi til
at flyta farm til Klaksvíkar í
sambandi við norðoya-
stevnuna, tí so heldur hann,
at onnur bara fara at gera
tað sama.
– Tað kann verða so skjótt,
at um vit fáa loyvi, so fara
onnur at halda tað sama,
sigur hann. NFÍ hevur tó
ikki sett seg í samband við
arbeiðarafeløgini fyri at vita,
um tað kann lata seg gera.
Jan sigur, at sum hann hevur
skilt, so verður tað ringt til
arbeiðarafeløgini allatíðina
og spurt um undantaksloyvir
til bæði eitt og annað, so
hann heldur, at tað er lítið
sannlíkt, at norðoyastevnan
fer at fáa undantaksloyvi.
– Men fyri fyrst so ganga
vit útfrá, at norðoyastevnan
verður, og ein fyribilsskrá er
løgd. So mugu vit bara fáa at
síggja, sigur Jan Gardar,
sum tykist at vera í dýrastu
neyð av hesum hurliv-
asanum.
Honum
hevði
sjálvur dámt betur, um
stevnan bara bleiv útsett.
Hann nevnir tann møguleik-
an, at eitt vikuskifti er
millum vestanstevnu og
ólavssøku, har norðoya-
stevnan møguliga kundi
verðið í staðin, men tað er
sum sagt bert ein møguleiki.
Og hann ásannar eisini,
at tað verður ein øðrvísi
norðoyastevna tá, tí hon
eigur at vera fyrst. Eitt ann-
að tiltak er í Gøtu tað viku-
skiftið, og tað er G-festival-
urin, men um tað bilar so
nógv, veit Jan ikki at siga.
Hann staðfestir bara í
øllum førum í skrivandi
stund, at um verkfallið
heldur fram, so verður tað
ikki so góð norðoyastevna,
tí ongin vøra kemur norður,
og somuleiðis ivast hann
stórliga í, um nakar stevnu-
gestur fer at koma.
Klokkan hálvgum ellivu
hósmorgunin
sessaðust
partarnir aftur niður við
semingsmonnunum, og Jan
vónar bara, at teir fáa
semju, tí so koyrir alt aftur
sum vanligt, og norðoya-
stevnan verður ikki nakað
stórvegis skerd. Men hin-
vegin slitnar aftur, so er
hann sannførdur um, at
verkfall verður framvegis á
norðoyastevnu.
Kappróður
Ein annar trupulleiki, sum
stingur seg upp viðvíkjandi
norðoyastevnu, er kappróð-
urin. RSF hevur verið í
samband við strandferðsl-
una, sum sigur, at tað helst
ikki verður nakar trupul-
leiki at føra bátarnar til
Klaksvíkar, tí teir verða
mettir at vera ólønandi
farmur. Men Hannis leggur
tó afturat, at tað bleiv sagt,
at onki er vist í hesum
verkfalstíðum, so RSF og
SSL avtalaðu at tosa saman
aftur mánadagin aftaná
døgurða.
Tað ber sera illa til at út-
seta kappróðurin, tí kapp-
ingarárið er so stutt. Hannis
Joensen, forðmaður í RSF,
sigur, at so longi sum
strandferðslan og Klaksvík-
ar Róðrarfelag ikki siga, at
tað ikki ber til at fáa kapp-
róðurin avgreiddan leygar-
dagin 31. mai, so dugir
hann ikki at síggja nakra
orsøk til at útseta róðurin.
– Øll feløg hava teirra
ábyrgdarøki til eina stevnu,
og okkara er so at fáa kapp-
róðurin avgreiddan. Og tað
fara vit at gera alt, sum vit
kunnu fyri, sigur hann.
Hannis skilir væl, at tað
er ein dyggur smeitur fyri
øll feløgini, sum skulu
skipa fyri einum og hvørj-
um til norðoyastevnu, men
hann vísir á, at um norð-
oyastevnukappróðurin til
dømis verður útsettur til
vikuskiftið eftir Hvítu-
sunnu, so verður alt kapp-
ingarárið
forskotið,
og
komið verður út um ólavs-
søku,
tá
vestanstevnan
verður.
– So sum nú er, so verður
kappróður í Klaksvík leyg-
ardagin 31. mai, og tað
stendur við inntil strand-
ferðslan ella Klaksvíkar
Róðrarfelag siga nakað
annað, staðfestir Hannis
Joensen.
Skerd Norðoyastevna
Kappróður uttan norðoya-
stevnu ella norðoyastevna
seinni í ár uttan kappróður.
Tað sær ikki mætari út enn,
at hetta kann fara at gerast
veruleiki, um verkfallið held-
ur fram til norðoyastevnu
Verkfallið rakar av
sonnum ferðavinn-
una. Føroyingar so
væl sum útlendingar
setast aftur orsakað
av verkfallinum
FERÐAVINNA
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Christian Olsen, leiðari á
Norðoya Kunningarstovu
sigur, at tey høvu sæð eina
stóra framgongd í ferða-
fólki til Norðoyggjar –
bæði útlendsk og føroysk,
men nú merkist verkfallið
av álvara, tí hópin av avlýs-
ingum koma inn hvønn
dag.
Og fólk avlýsa langt fram
í tíðina, so tað kann tykjast
sum um, at vónirnar fyri, at
verkfallið fer at verða av
skjótt eru sera smáar mill-
um fólk.
– Vit hava fingið avlýs-
ingar frá føroyskum ferða-
fólkum heilt fram til Hvítu-
sunnuna, og hóast ein royn-
ir at tosa við fólkini og siga,
at til ta tíð man verkfallið
fara at verða av, so nyttar
tað lítið, tí fólk tilrættis-
leggja sær frítíðina á ein
annan hátt, sigur Christian.
Hann heldur fram, at miku-
dagin fekk hann fráboðan
úr Týsklandi um, at ferða-
lagið upp á 42, sum skuldi
koma til Norðoyggjar at
verða í sambandi við lands-
dystin, nú er minkað niður í
20. Hetta harmast Christian
stórliga um, og hann held-
ur, at verkfall hesa ársins
tíð so gott sum á hvørjum
ári, kann fara at gerast ein
dyggur smeitur fyri ta før-
oysku ferðavinnuna úteftir.
Hann heitir tí á partarnar,
sum samráðast, um at tá
teir skriva undir sáttmálan,
at lata hann verða galdandi
til 1. januar ella 1. oktober,
soleiðis at landið ikki ligg-
ur hálvavegna lamið hvørt
ár beint upp undir háárstíð.
– Eg veit væl, at eitt verk-
fall rakar meint óansæð
nær tað er, men í hesum
førinum kann tað í ringasta
føri fara at hava við sær, at
ferðafólkið
ikki
tímir
hendanvegin yvirhøvur, tí
her er verkfall um mánað-
arskifti mai/juni so gott
sum á hvørjum ári. Tað ber
ikki til, heldur Christian
Olsen.
Sum sagt rakar tað eisini
heimligu
ferðavinnuna,
men tað er størri vandi fyri
umdøminum, tá tað snýr
seg um at marknaðarføra
Føroyar
sum
feriuland
úteftir.
Gongutúrar
Norðoya Kunningarstova
heldur tó fram við sínum
arbeiði sum vant. Og fyri
framman liggja ætlanir um
gongutúrar.
Tann fyrsti gongutúrurin
verður sunnudagin 25. mai,
um tað viðrar. Farið verður
av Hálsinum klokkan 14 og
gingið verður oman í há-
skúlatoftirnar í Føgrulíð.
Síðani verður gingið runt
Klakkin og aftur til Klaks-
víkar. Jógvan Ravnsfjall frá
Norðoya Fornminnissavni
verður frásøgumaður. Hann
fer at greiða frá øllum tí
søguliga. Christian Olsen
sigur, at áhugin fyri tílíkum
gongutúrum hevur víst seg
at vera góður. Og hann
væntar, at tað fara at verða
nógv fólk við sunnudagin,
hóast KÍ hevur heimadyst.
– Tað hevur ofta víst seg,
at tey, sum nýta høvi til ein
tílíkan gongutúr, ikki eru
serliga áhugað í fótbólti, so
hetta skuldi verið eitt gott
alternativ ein góðveðurs-
dag, sigur leiðarin á Norð-
oya Kunningarstovu.
Norðoya Kunningarstova
hevur ætlanir um at skipa
fyri einum gongutúri norð-
ur á Skarð einaferð seinni í
summar, og so eru eisini
ætlanir um at skipa fyri eini
útferð úr Klaksvík niðan á
Eysturoyarsillina. Men tær
endaligu fyrireikingarnar
eru ikki lidnar enn.
Verkfallið rakar ferðavinnuna
Christian Olsen heldur, at tað hevði verið skilagott, um
sáttmálar í framtíðina millum verkafeløg høvdu verðið settir at
ganga út uttan fyri ferðavinnutíðina her í Føroyum, tí hann er
bangin fyri, at verkføllini kunnu fara at verða ein dyggur
smeitur fyri ferðavinnuna úteftir
Studentaskúlin og
HF-skeiðið á Kambs-
dali hava havt stórar
trupulleikar av verk-
fallinum. Men Sámal í
Skorini, rektari, met-
ir, at skúlin er nú
komin yvir tað ring-
asta, og roynt verður
at fáa allar próvtøk-
urnar avgreiddar á
bestan hátt
VERKFALL
Ingrid Bjarnastein
Kambsdalur: Tað hevur
ikki verið uttan trupulleik-
ar, at Studentaskúlin og
HF-skeiðið á Kambsdali
hava megnað at gjøgnum-
føra tær skrivligu próvtøk-
urnar. Síðani verkfallið
byrjaði hevur busssam-
bandið verið óregluligt, og
tí eru næmingarnir ikki
slopnir í skúla á Kambsdali
uttan privatbil.
– Vit høvdu seinastu
skrivligu próvtøkuna í gjár.
Men tað er ikki uttan trup-
ulleikar, at vit eru komin
ígjøgnum tær skrivligu
próvtøkurnar. Sjálvur havi
eg ringt til fólk um kvøldar-
nar og spurt um tey hava
funnið sær bil til morgunin
eftir, og roynt at fingið tað
at gingið so nøkunlunda,
sigur Sámal í Skorini,
rektari á Kambsdali.
Og sum støðan er nú, so
er ongin studentur ella
HF´ari, ið verður liðugur í
summar, sum vantar nakra
skrivliga próvtøku.
– Vit hava eisini skrivlig-
ar ársroyndir í løtuni, og vit
gera alt fyri at fáa tað
ígjøgnum, men har hevur tó
onkur mangla, sigur Sámal,
sum tó leggur dent á, at
ongin verður blakaður úr
skúlanum, tí tey ikki kunnu
koma vegna vantandi bens-
in ella olju.
Stríð
Verkfallið hevur kostað
nógv eyka stríð hjá skúlan-
um. Serligir trupulleikar
hava verið við teimum
skrivligu
próvtøkunum,
sum skulu niður til Dan-
markar at rættast, tí post-
sambandið hevur verið
óregluligt.
– Men vit hava roynt at
fingið alt at ganga. Vit lótu
Mentamálráðnum uppgáv-
urnar, sum síðani hava sent
tær niður til Danmarkar við
persónum, sum tey vistu
áðrenn skuldu niður, greið-
ir rektarin frá.
Hetta er ikki fyrsta ferð-
in, at skúlin á Kambsdali
hevur trupulleikar av verk-
falli. Hetta er hent áður,
men tá hevur tann størsti
trupulleikin
verið,
at
Dúgvan ikki hevur siglt, og
tí eru næmingarnir í Klaks-
vík ikki slopnir yvirum.
Men henda støðan er so
ikki íkomin í ár.
– Vit hava tikið nógv
fyrilit fyri verkfallinum.
Millum annað hava vit havt
skrivlig uppgávusett liggj-
andi í Klaksvík, so um so
skuldi borið á, at næming-
arnir ikki sluppu til Kambs-
dal, so kundu teir fara út á
HF-skeiðið at taka próvtøk-
una har, sigur Sámal í
Skorini.
– Hetta hevur kostað
okkum nógv eyka stríð og
nógv eyka fyrilit skulu
takst. Vit hava eisini fólk í
húsinum, sum eru ovurvið-
kvom, og tey hava trupul-
leikar av tí, nú tað ikki
verður vaskað.
Rektarin á Kambsdali
sigur, at tað er vorðið til
eina raðfesting.
– Vit gera alt fyri, at stud-
entarnir og HF´arnir kunnu
fáa teirra prógv til tíðina,
og vit ætla at gera alt fyri,
at tað skal halda.
Munnliga próvtøkuætl-
anin er tætt pakkað. Próv-
dómarar koma úr Danmark,
og tá skal alt klappað tí ætl-
anin hjá teimum er full, tí
teir skulu eisini til Klaks-
víkar, Havnar og Suðuroyar
at vera próvdómarar.
Men Sámal í Skorini,
rektari á Studentaskúlanum
og HF-skeiðnum á Kambs-
dali , metir, at nú er skúlin
komin yvir tað ringasta.
Studentaskúlin trupulleikar av verkfallinum
Myndatxt: Studentaskúlin og
HF-skeiðið á Kambsdali
hava havt stórar trupulleikar
av verkfallinum vegna
vantandi bensin
Savnsmynd
C
M
Y
K
5
4