fríggjadagur 23. mai 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 97 - 23. mai 2003
Nr. 97 - 23. mai 2003
7
Gøtuvík, at ILA-sjúkan ger
feigdina um seg í hesum
døgum. Støðan er minst
líka so ring hjá onkrum
øðrum alara, sum tó hevur
valt ikki at gera so nógv
burtur úr alment.
Arbeiðarafeløgini, sum
eru í verkfalli, hava givið
kreppuraktu alibrúkunum
undantaksloyvi at taka fisk,
sum er fongdur við ILA.
Í Gøtu arbeiða soleiðis
eini 30 fólk við undantaks-
loyvi í hesum døgum og
royna at fáa sum mest burt-
ur úr nótini.
Atli Gregersen sigur, at
undantaksloyvi, sum ar-
beiðarafeløgini hava givið,
er munagott, og hann
ásannar, at støðan hevði
verið nógv truplari, um
feløgini ikki høvdu víst
forstáilsi í verandi støðu.
Tað var nevniliga stutt
fyri, at verkfallið byrjaði, at
ILA í útbroti varð staðfest í
alibrúkinum hjá P/F Luna á
Gøtuvík.
Nú verkfall er, og eingin
fiskur verður sendur feskur
og ísaður av landinum ella
arbeiddur á portiónsvirkj-
um í Føroyum, verður allur
laksurin, sum verður tikin,
frystur. Hetta gevur ein
minni prís til framman und-
an so hart raktu alararnar,
sum noyðast at drepa allan
tann sjúka fiskin - og í
summum førum áðrenn
hann annars er tøkuførur.
Bøtir um
Í Gøtu kundu 30 fólk fara
til arbeiðis seinasta leygar-
dag við undantaksloyvi frá
arbeiðarafeløgunum.
- Vit frysta laksin í Gøtu
og á Strondum, har vit hava
leigað okkum inn, og nú
kunnu vit taka tað, sum vit
megna at frysta; tað eru
eini 20-25 tons um dagin,
sigur Atli Gregersen.
Hann vísir á, at var støð-
an vanlig, og vit ikki høvdu
verkfall,
hevði
felagið
kunnað tikið eini 60 tons av
laksi um dagin.
- Men vit síggja longu
nú, at tað hevur bøtt mun-
andi um støðuna á Gøtuvík,
at vit hava fingið undan-
taksloyvi at arbeiða við 30
fólkum.
Hann vísir á, at tann
sjúkasti fiskurin vanliga
svimur ovast í nótini, og tað
er í fyrsta lagi hendan fisk-
in, teir royna at fáa fatur á,
soleiðis at fellið verður
minni.
- Tað sær betur út í nótini
nú, enn áðrenn tøkan byrj-
aði, sigur Atli Gregersen.
Myndirnar,
sum
vit
prenta á hesi síðuni, tók
Jens Kr. Vang í Gøtu týs-
dagin.
- Gongdin hjá alar-
unum er ymisk, men
nógvir flóta ógvuliga
tungt í sjónum, tí
fíggjartørvurin er
stórur. Har ringast
stendur til, eru
møguleikarnir tvinn-
ir. Annar er, at egin-
peningurin verður
øktur og hin, at
framleiðslan av laksi
verður minni, sigur
stjórin í Føroya
Banka, Janus
Petersen
KREPPA Í
ALIVINNUNI
Vilmund Jacobsen
Tað hevur gingið illa hjá
føroysku alivinnuni sein-
astu tvey árini. Aldi laks-
urin hevur verið fyri prís-
falli, og alivinnan hevur
havt tyngjandi dumping-
ákærur hangandi omanyvir
sær. Sum búldur oman á
sárið, ið longu er framm-
anundan, hevur ILA-sjúk-
an gjørt feigdina um seg
víða um á firðum og sund-
um kring landið.
Stór tap
Janus Petersen, stjóri í
Føroya Banka, ásannar, at
nógv alibrúk flóta rættiliga
tungt í sjónum í løtuni.
- Fleiri feløg hava mist
nógvan pening og hava tað
ógvuliga tungt.
Hann sigur, at ILA-sjúk-
an, sum hevur verið at-
voldin til bráðfeingistøku
av fiski, er steinur omaná
byrði hjá alarum, tí longu
frammanundan
er
ein
stórur partur av alivinnuni
illa fyri av prísfallinum, ið
verið hevur.
Janus vísir á, at tá ið ali-
brúk hava ILA í útbroti,
siga forskriftirnar, hvussu
fram skal farast; tá skal
fiskurin takast so skjótt,
sum gjørligt til tess at
minka um smittuvandan.
Álvarsamt
Stjórin í Føroya Banka
leggur dent á, at nú verk-
fall er, samstundis sum ali-
ringar skulu tømast fyri
fisk, sum hevur ILA í út-
broti, er støðan rættiliga
álvarsom, um feløgini ikki
sleppa at taka fiskin.
- Alarar hava alt sítt
"lagur" á sjónum, og
sleppur fiskurin at doyggja
í nótunum, stendur felagið
fyri stórum felli, tí ILA er
í sjálvum sær ein ríkiliga
stórur trupulleiki.
Janus vísir á, at talan
kann vera um framleiðslu
av fiski, ið hevur tikið eini
tvey ár, og tískil er ein
hópur av peningi bundin í
fiskinum, sum svimur í
nótunum.
- "Lagrið" hjá einum
alifelag er soleiðis nógv
størri enn vørulagrið hjá
eitt nú einum fiskavirki.
Hetta kann slett ikki
samanberast, sigur hann.
Tveir møguleikar
Spurdur, um hann væntar,
at alifeløg fara á húsagang,
ella at virksemið fer at
steðga upp vegna fíggjar-
tørv í næstum, nú mót-
rákið hjá hesi vinnu hevur
verið so stórt, sigur stjórin,
at tað dugir hann ikki at
siga í løtuni.
- Tað veldst um, hvussu
veruliga gongdin hevur
verið, og hvussu út sær
framyvir. Roknskapirnir
hjá alivinnuni fara at koma
nú, og her fer at síggjast,
hvussu stór tap fleiri alarar
hava havt.
Janus sigur, at alivinnan
hevur ein ógvuliga stóran
fíggjartørv, og vágin er
stórur. Her skilir alivinnan
seg frá øðrum vinnum, tí
hetta setir stór krøv til
eginfígging.
- Gongdin hjá alarunum
er ymisk, og hjá summum
gongur frægari. Har ring-
ast stendur til, eru møgu-
leikarnir tvinnir. Annar er,
at eginpeningurin verður
øktur og hin, at framleiðsl-
an av laksi verður minni,
sigur hann.
Dugnaskapur
Janus Petersen sigur, at tað
krevst stórur dugnaskapur
til at stýra avviklingini av
einum alibrúki, sum er rakt
av ILA-sjúku.
- Tað er ógvuliga umráð-
andi, nú verkfall er, sam-
stundis sum ILA-sjúkur
fiskur doyr í nótunum, at
alarar ikki verða ov nógv
tarnaðir í sínum arbeiði.
Stjórin í Føroya Banka
sigur, at ein slík støða er
nógv álvarsamari, enn um
eitt vørulagur á einum fiska-
virki stóð í ljósum loga.
- Tað er ymiskt, hvussu
ILA hevur rakt alibrúkini,
og hvussu tað hevur eydn-
ast alarum at stýra ímillum
skerini. Her hava summir
verið meira hepnir enn
aðrir, sigur Janus Petersen.
Tað er álvarsamt, um
verkfallið gongur út
yvir sjúkurakt alibrúk
Tað hevur bøtt mun-
andi um støðuna á
Gøtuvík, at P/F Luna
og Fiskavirkið í Gøtu
hava fingið undan-
taksloyvi at arbeiða við
30 fólkum.
- Tann sjúkasti fiskurin
svimur vanliga ovast í
nótini, og tað er í fyrsta
lagi hendan fiskin, vit
vilja hava fatur á,
soleiðis at fellið verður
minni. Atli Gregersen
sigur, at tað sær betur
út í nótini nú, enn
áðrenn tøkan av sjúka
fiskinum byrjaði
ILA OG TØKA
Vilmund Jacobsen
Týsdagin høvdu vit sam-
røðu við Atla Gregersen,
sum
eitt
nú
hevur
ábyrgdina av alingini hjá
P/F Luna á Gøtuvík, har
felagið hevur laks gangandi
fyri 30 mil-jónir krónur í
fimm nótum.
Í tveimum av nótunum,
har eini 800 tons av laksi
svimja, hevur ein partur av
fiskinum ILA í útbroti. Tí
krevur skipanin, sum er
galdandi á økinum, at hesin
fiskur verður tikin sum
skjótast.
Atli segði við Sosialin
fyrr í vikuni, at í aðrari nót-
ini doyggja eini 150 fiskar
um dagin av ILA; í hinari
einir 75-100.
- Men tá ið sjúkan fyrst
er í útbroti, kunnu tølini av
deyðum fiski skjótt "eks-
plodera", soleiðis at einir
1000 fiskar fara at doyggja
um dagin.
30 fólk
Men tað er ikki bara á
Stórslakt á Gøtuvík
Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka, sigur, at tað krevst stórur dugnaskapur til at stýra
avviklingini av einum alibrúki, sum er rakt av ILA-sjúku. - Tað er ógvuliga umráðandi, nú
verkfall er, samstundis sum ILA-sjúkur fiskur doyr í nótunum, at alarar ikki verða ov nógv
tarnaðir í sínum arbeiði, sigur hann
C
M
Y
K
7
6