fríggjadagur 23. mai 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 97 - 23. mai 2003
Nr. 97 - 23. mai 2003
9
Nú veruliga er stung-
ið út í kortið fyri
norðoyatunnlinum,
eru klaksvíkingar
farnir at fyrireika seg
til nýggju tíðina.
Mikukvøldið bjóðaði
ein arbeiðsbólkur,
sum skal gera eitt álit
um ítrótt, mentan og
frítíð, til fundar í
býráðshøllini. Hesin
bólkur er ein av 7,
sum skal koma við
tilmælum til býráðið
um, hvussu Klaksvík-
in skal tilbúgva seg til
stóru avbjóðingina
FUNDUR OG
FYRIREIKING
Rúna Sivertsen
Klaksvík: Stórur áhugi var
fyri fundinum um ítrótt,
mentan og frítíð, sum var í
býráðshøllini mikukvøldið.
Um 70 fólk møttu á fundin-
um, orðaskifti var lívligt,
og fólk smæddust ikki við
at taka orðið.
Í desembur í fjør setti bý-
ráðið ein stýrisbólk at við-
gera alt, sum hugsast kann í
samband við fasta sam-
bandið
við
meginøkið.
Hesin bólkur gjørdi av at
seta 7 arbeiðsbólkar, sum
skulu koma við tilmælum
til býráðið um, hvussu
Klaksvíkin skal menna seg
á øllum økjum og verða til-
reiðar at taka ímóti teimum
avbjóðingum, sum náttúr-
liga fara at koma, tá koyr-
andi verður undir Leirvíks-
firði.
- Høvuðsendamálið við
hesum arbeiðnum er at
fyrireika Klaksvíkina, so
vit ikki vakna við kaldan
dreym, tá undirsjóartunnil-
in letur upp, sigur Stein-
bjørn Jacobsen, borgar-
stjóri.
7 arbeiðsbólkar
Bólkurin, sum skal gera álit
um ítrótt, mentan og fritíð,
var tann fyrsti av teimum 7,
sum bjóðaði til fundar í
býráðshøllini. Hvør bólkur
verður mannaður við trim-
um fólkum.
Tað er Eyðun Klakstein,
sum er formaður fyri hes-
um fyrsta trímannabólkin-
um. Hini eru Jastrið Gulak-
sen og Erik Biskopstø.
Eyðun er útbúgvin tíð-
indamaður og hevur verið
fastur ítróttar- og tónleika-
skrivari hjá Sosialinum í
longri tíð. Eisini fæst hann
við at geva út árbøkur um
føroyskan tónleik. Við hes-
um royndum er hann júst
rætti maðurin at taka sær av
tí arbeiði, sum ætlanin er, at
arbeiðsbólkurin skal gera.
Jastrið er grafiskur de-
signari og hevur egið virk-
ið. Hon er eisini ítróttar-
kvinna.
Eirik er lærari, men ar-
beiðir í løtuni hjá Útvarpi
Føroya. Hann hevur í nógv
ár fingist við tónleikafram-
leiðslu. Eisini hevur hann
royndir sum samskipari av
ymiskum mentanartiltøkum.
- Hinir bólkarnir verða
settir í nærmastu framtíð
við nøkrum vikum ímillum,
sigur Steinbjørn Jacobsen,
borgarstjóri, sum sjálvur er
formaður í stýrisbólkinum.
Umframt ítrótt, mentan
og frítíð, eru málsøkini,
sum tilmæli skal gerast um,
hesi: Handilsøkið, skúlaøk-
ið, almanna- og heilsuøkið,
tænastuøkið, fiskivinnuøk-
ið og handverks-og ídnað-
arøkið.
Hugagott fundarfólk
Nógv góð hugskot komu
fram á fundinum um,
hvussu Klaksvíkin kann
gerast ein spennandi býur
hjá fólki í øllum aldri at
búleikast í. Tað var breið
semja um, at verður einki
gjørt fyri trivnaðin hjá
borgarunum, verður Klaks-
víkin neyvan før fyri at
halda unga fólki í býnum.
Jórun Høgnesen, for-
kvinna í mentanarnevndini
hjá býráðnum, eggjaði fel-
øgunum innan ítrótt, ment-
an og frítíð, til sjálvi at taka
stig til at fáa til vega betur
umstøður.
- Tað er ikki neyðugt, at
kommunan
fíggjar
alt
einsamøll; tað hevur hon
ikki orku til. Í hvussu er fer
tað at taka alt ov langa tíð,
um bíðast skal eftir, at
kommunan uppfyllir øll
ynski. Men kommunan eig-
ur sjálvsagt at vera við og
stuðla teimum, ið vilja
ganga á odda og taka eitt
tak saman við okkum,
segði hon.
Samanumtikið var hetta
ein sera góður fundur, og
verða klaksvíkingar eins
hugagóðir og eldhugaðir á
øllum økjum, sum tá tað
kemur til ítrótt, frítið og
mentan, er einki at ivast í,
at Klaksvíkini verður lív
lagað.
Sum Magnus Pauli Gler-
foss vónríkur tók til á fund-
inum:
- Um tað so verða 6
breytir, fer streymurin kort-
ini at ganga hendavegin,
segði hann.
Ætla ikki at vakna við kaldan dreym
Í arbeiðsbólkinum, sum skal
taka sær av ítrótti, mentan
og frítíð, sita, Eyðun
Klakstein, Erik Biskopstø og
Jastrið Gulaksen
Um 70 fólk vóru samankomin í býráðshøllini í Klaksvík mikukvøldið, tá ítróttur, mentan og frítíð stóðu á skránni. Fólk vóru
hugagóð og smæddust ikki at taka orðið
Okkara egni Eyðun Klakstein er formaður í trímannabólkin-
um, sum skal gera tilmæli til býráðið um ítrótt, mentan og frí-
tíð. Eyðun er útbúgvin tíðindamaður. Sum fótbóltspælari,
ítróttar-og tónleikaskrivari er hann væl fyri at taka hesa
uppgávu á seg
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Karolina Johannesen
á Tvøroyri 85 ár
Karolina Johannesen, f. Leo, á Tvøroyri fyllir 85 ár
í dag. Karolina var fødd í Fámjin 23. mai 1918.
Foreldur hennara vóru Elsebeth Maria Leo, f.
Ludvig, úr Fámjin, og Johan Leo úr Vági.
14-ára gomul fór hon til Vágs at arbeiða. Um
veturin tænti hon í húsi og um sumrarnar arbeiddi
hon í fiski á Gørðunum. 19-ára gomul giftist hon við
Albinius Johannesen av Tvøroyri, sum í dag er 91 ár,
og eru tey kanska ta elsta parið í sóknini.
Karolina hevur verið eitt satt konubrot. Hon kundi
arbeiða í fiski um dagin, seinnapartin hoyggjaði hon
og um kvøldið arbeiddi hon í Turkihúsinum. Ikki
hevur altíð veri so tespiligt at staðið í vaskikarinum
á brúnni um vetrarnar í kavaroki og stormi. Øðrvísi
varð tó tá vaskikjallarin og seinni flakavirkið hjá
Niels Juul kom, og tær kundi standa innandura.
Neyvan var nøkur teirra "sligin til Riddara av
Dannebrog" fyri teirra avrik. Eftir at hon gavst at
arbeiða í fiski, var hon tó mangt vikuskiftið úti og
kokkaðist til veitslur ymsastaðni, til fyri fáum árum
síðan.
8 børn fingu Karolina og Albinius: Olaf, Jonna,
Edna, John, Elmar, Karl, Albert og Jens. Ikki hevur
lívið altíð verið so smílandi. Olaf doyði við norsk-
um línubáti í Noregi bert 35 ára gamal, John doyði
av krabbameini 58 ár og Elmar bleiv avlamin 57 ára
gamal av álvarsligari heilabløðing, allir sjómenn í
bestu árum. Hóast hóttaføll á lívsleiðini kann
Karolina gleðast um 15 ommubørn og 21- skjótt 23
langommubørn. Karolina og Albinius bygdu sær hús
úti á Sevmýri og húsast tey bæði har einsamøll, og
klára tey seg uttan stórvegis hjálp; tey hava stutt
síðan fingið heimahjálp ein tíma um vikuna.
Sosialurin er ov lítil til at skriva ævisøguna hjá
Karolinu so bert henda lítla heilsan um eitt hjartaligt
tillukku á føðingardegnum.
Í dag, fríggjadagin 23. mai,
verður Dánial Mellem-
gaard, sum er búsitandi í
Herlev í Keypmannahavn,
60 ár. Hann er fólkaskúla-
lærari og starvast í Frede-
rikssund, har hann hevur
verið lærari á Åbjergskolen
síðani 1987. Føðingardagin
er hann í summarhúsunum,
sum tey í mong ár hava havt
við Sejrøbuktina.
Dánial hevur so at siga
alla tíðina, síðani hann fyri
umleið fjøruti árum síðani
fór niður, búð uttanlands.
Men hóast hann hevur
verið burturi í tveir triðing-
ar av tíðini, sum honum
higartil hevur verið tilmáld,
so roknar Dánial seg fram-
vegis at vera føroying og
serliga at vera svínoying og
tað við stóra S. Hetta hóast
hann bara var fimtan ára
gamal, tá ið hann fór úr
Svínoy og til Havnar at
ganga í framhaldsskúla.
Dánial er sonur Ingrid og
Henry Mellemgaard. Tey
vóru bæði úr Svínoy. Hon
var yngst av níggju børnum
hjá Inger og Símuni Júst
Jacobsen. Símun Júst, sum
frá 1910 og til 1914 var
tingmaður fyri Sambands-
flokkin, var lærari í Svínoy,
har hann eitt skifti eisini
hevði úthandil fyri teir á
Stongunum. Henry var í
miðjuni í barnaflokkinum
hjá Martu og Jákupi uppi á
Heygum (hann var ættaður
millum Garðarnar á Oyri).
Tey áttu sjey børn.
Ingrid og Henry giftust í
1933. Tey bygdu á Geilalið
í Svínoy, og í 1960 fluttu
tey til Havnar, har tey búðu
í raðhúsum í Langatúni,
inntil teirra lívsskeið var
lokið. Ingrid doyði 4. apríl í
1984, og Henry doyði 12.
desember í 1990. Tey fingu
fimm synir: Hans Jacob,
Símun Júst, Jarvin, Dánial
og Árnmar. Hans Jacob býr
í Klaksvík, Símun Júst í
Havnini og Árnmar á Argj-
um. Jarvin doyði longu í
1970. Hann var búsitandi í
Keypmannahavn.
Dánial giftist í 1968 við
Inger. Hon er ættað úr
Keypmannahavn,
men
kortini fór Dánial ikki so
langt at fáa sær konu. Tey
bæði eru systkinabørn, tí
pápi hennara, Óli, sum tíð-
liga í tíðini fór til Keyp-
mannahavnar og lærdi til
maskinmann hjá B&W, var
beiggi
Ingrid,
mammu
Dánial. Óli, sum seinnu ár-
ini arbeiddi á Orlogs-
værftinum,
var
giftur
danskari konu, Åse, og tey
fingu tvær døtrar. Hin eldra
eitur Vivi. Kona Dánial,
Inger, fylti 60 í mars.
Inger og Dánial eiga
fimm børn: Eva, Vinnie,
Jarvin, Henrik og Kristina.
Henrik er búsettur í Havn-
ini, Jarvin býr í Nuuk í
Grønlandi, og genturnar
eru allar á Keypmanna-
havnar leiðini.
Dánial leyk læraraprógv
á Københavns Dag– og
Aftenseminarium í 1971.
Hann var so eitt ár lærari í
Keypmannahavn, og síðani
gekk leiðin upp til Grøn-
lands. Har var hann lærari í
Maniitsoq (Sukurtoppin-
um) 1972–1975 og 1976–
1983.
Skúlaárið 1975–1976 var
Dánial lærari í Svínoy, sum
hann heldur so ógvuliga
nógv av. Hann er áhugaður
í bygdini, fólkinum, sum
búgva har og eru ættað
hagani, og hann fylgir við í
tí, sum gongur fyri seg har
úti. Við framúr vøkru hond-
skriftini skrivar hann eina
rúgvu av brøvum og kort-
um til Føroya, og altíð er
tað við einum góðum orði
úr Skriftini.
Eisini Inger er ættkær,
hon skilir føroyskt og er
áhugað í Føroyum og før-
oyingum. Tey hava vitjað
av og á aftur henda vegin,
og tey vóru í Svínoy síðsta
summar, tá ið Malla hjá Ed-
vardi, kona mammubeiggja
hansara og pápabeiggja
hennara, fylti hundrað ár.
Hjá Inger og Dánjal hava
nógvir føroyingar sitið væl,
og tey munnu vera mong,
sum heilsa Dániali, nú hann
fer um tey seksti.
JH
Dánial Mellemgaard 60 ár
Brúdleyp
Hósdagin 22. mai giftust í Keypmannahavn Gisleyg
Holm og Henrik Merkelsen.
Brúdleypsadressan: Prinsessegade 77, 5 th, 1422
København K.
85 ár
Í dag, 23. mai, verður Karolina Johannesen av
Tvøroyri 85 ár. Hon er burturstødd.
Dagurin
23. mai. Desiderius. Tvey halgimenni bera hetta navn.
Annar var biskupur í Langres í Fraklandi, tikin av døgum
í 364 ella 411. Hin var biskupur í Vienne í Fraklandi,
steinaður til deyða í 608. Týdningurin er hin ynskti.
Stjóri settur á
Jarðfrøðisavnið
Sigurð í Jákupsstovu er
settur sum stjóri á Jarð-
frøðisavninum frá 1. juli
2003 og komandi 2 árini.
Stjórin á Jarðfrøðisavnin-
um, Martin V. Heinesen, fer
í farloyvi hetta tíðarskeiðið
fyri at arbeiða við fyrireik-
andi kanningum til møgu-
lig landgrundskrøv hjá Før-
oyum uttan fyri 200 fjórð-
inga markið.
Sigurð í Jákupsstovu,
sum er 40 ára gamal, varð
útbúgvin sivilverkfrøðingur
frá Danmarks Tekniske
Universitet í 1992, og
hevur drúgvar royndir inn-
an kolvetnisvirksemi.
Eftir lokna útbúgving
arbeiddi Sigurð í Jákups-
stovu sum verkfrøðingur
hjá Maersk Olie og Gas í
5 ár, m.a. í Qatar og Indo-
nesia.
Síðan 2001 hevur Sigurð
í Jákupsstovu verið tekn-
iskur leiðari hjá Atlantic
Petroleum.
Í
desember
2002 vardi Sigurð PhD rit-
gerð við heitinum "Simula-
tion of Gas Injection Pro-
cesses" á Danmarks Tekn-
iske Universitet.
3. mai 2003 var samkoma í
auluni í Vestmanna Skúla.
Møttir vóru 100 føroyskir
brúkarar av umhvørvisligu
Enjo vørunum. Eisini var
stjórin fyri Enjo Internatio-
nal, Johannes Engl, saman
við Enjo umboðum úr Ís-
landi.
Á
samkomuni
greiddi Johannes Engl frá
um virksemi hjá Enjo, og
íslendsku
umboðini
greiddu frá sínum roynd-
um. Finnbogi Joensen í
Vestmanna greiddi eisini
frá sínum væl kendu um-
hvørvisroyndum í Vest-
manna Skúla.
Vegna Enjo International
gav Johannes Engl eina
viðurkenning til Finnboga
Joensen fyri sítt slóðbrót-
andi arbeiði innan um-
hvørvið og borgarstjórin í
Vestmanna, Gunn Joensen,
fekk eina viðurkenning
fyri, at kommunan nýtur
umhvørvisvinarlig vaski-
amboð á øllum sínum
deildum. 22 lond eru við í
Enjo International.
Finnbogi og Gunn viðurkenning frá Enjo
International
Johannes Engl og Gunn Joensen
Finnbogi Joensen og Johannes Engl
C
M
Y
K
9
8