Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mai 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 97 - 23. mai 2003 Nr. 97 - 23. mai 2003 11 Uppundir seinasta val stóðu samgonguflokkarnir og serliga Tjóðveldisflokkurin og tosaðu um, hvussu væl tað stóð til í Føroyum. Ongantíð fyrr hevði staðið so væl til, sum uppundir seinasta val, um orð Tjóðveldisfloksins skuldu trúgvast. Sam- gongan skar enntá blokkstuðulin við 366 milliónum um árið. Hetta fór ikki at ávirka daglidagin hjá føroyingum var sagt. Og ikki nokk við tí. Sjálvur fíggjarmálaráðharrin eins og aðrir tjóðveldismenn søgdu entá, at tað besta hevði verið at kvett við allan blokkin alt fyri eitt. Andstøðan ávaraði harðliga móti politikkinum hjá sam- gonguni og ógrundaðu búskaparligu ovuroptimismuni hjá samgonguni, men hetta var kveistrað til viks við ákarum um grenj, undirbrotligheit, at andstøðan sáar ómegd og málar svart omaná svart. Hvussu er støðan nú? Ikki meir enn eitt gott ár er farið síðani valið, og nú er vent í holuni. Reypið hevur fingið ein enda. Verkafólkið hevur sett lønarkrøv fram. Onkur vil siga, at hesi krøv eru órímilig og veruleikafjar, men hvussu skal tað verða, tá samgongan uppundir seinasta val reypaði um, hvussu framúr væl tað stóð til í Føroyum? Kann nakar lasta fak- feløgini fyri at handla sum um, at tað sum landsins kosnu menn siga er rætt? At tey eisini vilja hava lut í vælferðini? Svarið hjá fíggjarmálaráðharranum er: vit hava als ikki ráð til nakra lønarhækking yvirhøvur. Tíverri sær tað út sum, at samgongan við fíggjarmála- ráðharranum er lopin framav. Andstøðan og mong við henni hevði grein í sínum máli, tá hon ávaraði um avleiðingarnar av politikki landsstýrisins. Eisini hevði andstøðan rætt í, at tað ikki stendur so væl til í Føroyum, sum samgongan vil ella rættari sagt vildi verða við. Útmeldingin hjá Karsten Hansen um, at búskapurin ikki tolir stórar lønarhækkanir kunnu tíverri vísa seg at verða rættar, nú 366 milliónir minni eru at taka av hjá landinum. Men so skulu Føroya fólk og ikki minst verkafólkið fáa at vita, at ikki eru ráð til stórar lønarhækkanir, tí samgongan segði ósatt upp- undir seinasta val, tá hon reypaði av, hvussu væl stóð til. Eis- ini er tað ein ásannan, at blokkniðurskurðurin í allarhægsta grad kom at merkjast millum fólk, tí hetta er ein medvirkandi orsøk til, at Karsten Hansen nú ávarar móti lønarhækkanum. Og er hetta ikki partur av tí strategi móti sjálvberandi búskapi (les fullveldi), at skyldurnar hjá landskassanum fyri ansing, skúla og eldrarøkt skulu lempast yvir á kommurnar. Tað verður ofta tosað um, at blokkstuðulin skapar "kunstiga" vælferð. Eru sømulig kor hjá verkafólkinum "kunstig" vælferð. Skal Føroya fólk nú venja seg við sosialu korini hjá stóra grannanum fyri sunnan, har verkafólkið livir undir korum, ið als ikki kunnu samanberast við Norðurlond. Kanska er hetta tað, ið Tjóðveldisflokkurin meinar við, tá tosað verður um, hvussu blokkurin skapar "kunstiga" væl- ferð. Bretsk viðurskifti fyri verkafólkið eru ikki ynskilig, men ikki er tað fjart at ímynda sær, at endin kann gerast júst tað, um samgongan í óðum verkum fer at kvetta allan blokk-stuð- ulin í einum, hvat jú var og er ynski hjá stórum parti av henni. Er hetta dómadagstala og svartskygt grenj? Tað segði Tjóð- veldisflokkurin eisini, tá ávarað var ímóti búskpargongdini og móti at kvetta blokkin við 366 milliónum um árið. Hyggið nú! Sær ikki mætari út enn, at vælferð og fólksins trivnaður fyri einhvønn prís skal oftrast á fullveldisins altari (sum nú eitur sjálvberandi búskapur). DAGSINS MEINING Sosialurin Nú er einki reyp eftir VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Høgni Hoydal Góði Eilif Samuelsen. Haldi ikki at tað loysir seg at skifta orð um fólka- skúlan á tí støðinum tú hev- ur lagt. Persónligt brigsl, persónligar niðurgeringar og ógrundað álop hava ongantíð bygt nakað upp. Ber tað ikki til at viðgera málini fyri tann føroyska skúlan á sakligan hátt, so er tað betur ógjørt at skeldast í bløðunum. Um tú ætlar at halda fram í politikki, so koma roynd- irnar vónandi við árunum, nevniliga at fyrireiking, grundgevingar og semjur skulu til fyri at fáa nakað á skaftið. Annars sigur tú, at eg eri eitt spøkilsi og at onki kem- ur burturúr. Men eg havi sjáldan hoyrt nakað skila- gott komið burturúr hjá teimum, sum ræðast spøk- ilsir. Besta amboðið til at sleppa av við ræðsluna fyri spøkilsir, er at hyggja at veruleikanum. Og har vil eg fegin senda tær ein lista við øllum tí, sum Tjóðveldisflokkurin hevur framt á mentanar- og skúlaøkinum seinastu 5 árini. Tað passar ikki í ein brævbjálva, so eg kann senda tær tað sum pakka- post. Ein orsøk til, at so nógvir skiftandi menta- málaráðharrar hava verið hjá Tjóðveldisflokkinum er júst tí, at teir hava havt vi- sjónir og ætlanir um veru- ligar broytingar og betr- ingar. Høvdu teir bara sitið og ræðst spøkilsir, so hevði ongantíð verið nakað rok og teir kundu sitið í mong ár framyvir. Eg eri stoltur av øllum tí arbeiðið, sum landsstýris- menn hjá Tjóðveldisflokk- inum hava gjørt. Øll gomul stríðsmál á fólkaskúlaøkin- um eru loyst við Tjóðveld- isflokkinum við róðrið. Til dømis kann eg nevna eitt mál sum savnsrøktina. Tað var formaðurin í Føroya Lærarafelag, Eilif Samuel- sen, sum í 1977, vildi hava málið loyst. Síðani var sami Eilif Samuelsen lands- stýrismaður í skúlamálum í tveimum umførum - men hetta málið varð als ikki loyst. Eilif Samuelsen hevði altso 20 ár at loysa málið í, uttan úrslit. Ikki fyrr enn fyrst Óli Holm og síðani Annlis Bjarkhamar tóku málið upp, varð tað loyst og liðugt. Skúlin hevur ongantíð verið so høgt raðfestur, sum við Tjóðveldisflokkinum við róðrið - fyri ikki at tala um mentanina. Skúlin er vorðin full før- oysk ábyrgd 1. januar 2002, hóast sambandsflokkurin atkvøddi ímóti, og eitt miðvíst arbeiði er sett í verk til at menna ein veruligan føroyskan skúla. At umseta danskar lógir, sum danir sjálvir eru farnir frá, og so lata onnur um at rudda upp, er lættasta ting av verðini, men tað skal ikki henda aftur. Annars skal eg gera eina rætting til seinastu grein mína. Tað var Torbjørn Ja- cobsen sum setti í verk skipanina við skúlastýrum. Tað kravdi stórt politiskt arbeiði at fáa hetta gjøg- num Løgtingið, sum tú sjálvur veitst um, Eilif. Í lógini, sum tú hevði lagt fyri tingið, stóðu jú bara nakrir prikkar, har sum lógargrein skuldi verða. Og tað man vera eindømi, at ein lóg verður samtykt við nøkrum prikkum, har sum týdningarmikil viðurskifti skulu lóggevast um. Men alt tað besta, Eilif. Yvir og farin. MINNISVEIK Alzheimerfelagið Nevndin fyri Alzheimer- felagið var mánadagin í hesi vikuni og handaði Landstýrismanninum í Al- mannamálum Páll á Reyna- túgvu bóklingin: »Góð stutttíðarrøkt fyri minnis- veik - betri lívsgóðsku«. Stutttíðarrøkt er aftur- vendandi uppihald frá ein- um samdøgri upp í tríggjar mánaðir. Hesin faldari er úrslit av norðurlendskari verkætlan, sum hevur fingið stuðul frá Norðurlendska Ráðharra- ráðnum. Hann er umsettur til øll tey norðurlendsku málini. Endamálið við fald- aranum er at fáa fólk at skilja, hvussu stóran týdn- ing ein dygdargóð stutt- tíðarrøkt hevur. Í faldaranum kanst tú lesa um royndir, áskoðanir, hugskot og tilráðingar um, hvat góð stutttíðarrøkt er við støði í rættindum og tørvi hjá minnisveikum og avvarðandi teirra. Fremsta uppgávan hjá Alzheimerfelagnum er at taka sær av áhugamálum hjá teimum minnisveiku og teirra avvarðandi. Og við hesum faldaranum vilja vit royna at fáa fólk at skilja, hvønn týdning góð stutt- tíðarrøkt hevur, og vilja vit royna at lýsa okkara sjónar- mið, geva hugskot og til- mæli um eina góða og innihaldsríka røkt, har vit taka støði í tørvinum, rætt- indunum og ynskjunum hjá tí sjúka og hansara ella hennara avvarðandi. Veg- leiðingin byggir á royndir frá stutttíðarrøkt, sum vit hava savnað úr skriftligum tilfari og við at tosa við starvsfólk, sum arbeiða við stutttíðarrøkt, avvarðandi og fólk, ið eru minnisveik. At seta í verk og menna eina dygdargóða stutttíð- arrøkt merkir ikki altíð høgan kostnað. Loysnin er at útbúgva røktarstarvsfólk. Úr samfelagsfíggjarligum sjónarhorni hevur ein dygdargóð stutttíðarrøkt ógvuliga stóran týdning, tí kostnaðurin hjá samfelag- num er nógv minni fyri stutttíðarrøkt enn fyri var- andi røktarpláss á stovni ella heimi. Vit hava umskrivað eitt gamalt orðatak, sum ljóðar soleiðis: "Góð ráð eru ikki altíð dýr", og vit hava roynt at lýsa eina fullkomna, men realistiska framtíðarhug- sjón, tá ið tað snýr seg um stuttíðarrøktina. Og útbúgvingina fara vit eisini at gera nakað við. Í hesum døgum er lýs- ing í bløðunum um de- menssamskiparaútbúgving. Hetta er ein víðariútbúgv- ing fyri røktarstarvsfólk, sum hava við demensrakt fólk at gera. Høvuðsenda- málið við útbúgvingini er at útbúgva fólk, sum kunnu: - leggja til rættis undirvís- ing og vegleiða starvs- felagar og onnur - koma við hugskotum, leggja til rættis menn- ingarætlanir og seta tær í verk - samskipa arbeiðsorkuna, tá ið tað snýr seg um við- gerðar- og røktar/um- sorganarspurningar - vera lyklapersónar í tvør- fakligum samstarvi á demensøkinum Faldarin verður sendur stovnum kring landið, og tilfar um skeiðið kann heintast á heimasíðu felag- sins www.alzheimer.fo ella við at ringja tlf. 31 31 02 Yvir og farin, Eilif Ítøkiligt úrslit av norðurlendskum samstarvi Vagnur Michelsen Stutt síðan varð kunngjørd ein veljarakanning, sum gav andstøðuni meirilutan og harvið leiðsluna í land- inum, um løgtingsval hevði verið kanningardagin. Ein veljarakanning hevur sum so ongan týdning, tí tað er ikki í dag, men vón- andi ikki fyrr enn um trý ár, vit aftur seta krossin. Men ein veljararkanning gevur eina ábending og fær onkr- an at hugsa. Atkvøður hava allar tíðir ferðast millum flokkar. Nógv fólk hava eina polit- iska hugsjón, og tí velja tey ávísan flokk. Onnur velja ikki flokspolitiskt, men persón sum teimum dámar, og tað eru tey, sum vilja, at teirra bygd ella býur fær eitt løgtingsumboð. Og so eru tað tey, sum slættis ongan áhuga hava í poli- tikki og tí ikki fara á val. Nógvar av teimum at- kvøðum, sum ferðast mill- um flokkarnar, eru mót- mælisatkvøður. Fólk eru ónøgd við egnan flokk, eru ónøgd við avrikið hjá sín- um flokki, tí royna tey okk- urt annað á næsta vali. Hetta hava vit mangan upp- livað í Føroyum, og besta dømið var, tá Verkamanna- fylkingin á sinni fekk fleiri enn 3000 atkvøður til eitt løgtingsval. Nógv klandur og stríð hevur verið í núverandi samgongu, síðan hon sá dagsins ljós fyri fimm árum síðan. Fimm lands- stýrisfólk eru farin úr Tinganesi, og opin stríð millum serliga Tjóðveldis- flokkin og Fólkaflokkin hava verið í fjølmiðlunum. Alt hetta er medvirkandi til, at fólk gerast ónøgd. Seinasta veljarakanningin sigur eisini, at nógvar at- kvøður eru farnar beinleið- is í føvningin á Sambands- flokkinum, sjálvt um Sam- bandsflokkurin ikki hevur sýnt nakran serligan kon- struktivan andstøðupoli- tikk. Fólk gerast politiskt hús- vill av øllum rumblinum. Tín flokkur, Tjóðveldis- flokkurin, hevur eftir mín- um tykki ikki spælt kortini nóg væl hesi fimm árini. Vit hava gjørt ov nógv sjálvmál, hevur formaðurin sjálvur sagt. Tað vóru á sinni skeiv tekin at senda fólkinum, tá Tjóðveldisflokkurin gekk á odda at hækka sínar egnu lønir, samstundis sum tað stóð illa til á mongum økj- um í samfelagnum. Tað vóru eisini skeiv tekin at senda fólkinum at um- byggja løgtingshúsið og telefonhúsið fyri 50 milli- ónir krónur, og sum kost- aðu kosta 17 milliónir ov nógv. Tað eru eisini skeiv tekin at senda fólki, sum stremba eftir fullveldi, tá tey fáa at vita, at kostnaðurin av al- mennu umsitingini seinastu fimm árini er hækkaður við 154 milliónum krónum. Tað eru eisini skeiv tekin, tá vit fáa at vita, at lækkan av ríkisstuðlinum ikki fer at ávirka gerandisdagin hjá føroyinginum, samstundis sum landsstýrismaðurin í almannamálum uttan ávar- ing ætlar at strika stuðulin til uppihaldspeningin til nøkur fá fólk. Gerandisdag- urin hjá hesum fólkum broytist knappliga, tí nú mugu tey forvinna eina mánaðarløn afturat um árið. Tað var eisini óheppið, at Tjóðveldisflokkurin setti ein óroyndan landsstýris- mann í mentamálum, sum helt seg megna alt og í ein- ari knappari vending vildi yvirtaka kirkjuna, loysa øll skúlamál og hækkaði sjón- varpsgjaldið. Hvat kunnu vit vænta av okkara fólkum í framtíðini? Tá alt hetta er sagt, so er ein stórur framburður farin fram í Føroyum seinastu fimm árini, og nógv gott er komið á skaftið. Undirsjóv- artunnil, nýtt suðuroyar- skip, tunnil til Gásadals, Norrøna, útbygging av landssjúkrahúsinum, stór menning á heilsu- og eldra- økinum og betran á nógv- um øðrum økjum. Jú, tað er framvegis positivur andi í landinum og her er gott at búleikast, men spell, at po- litiska stevið er so vánaligt. Vit eru ikki harrar yvir fiskasjúkum, fiskatilfeing- inum og fiskaprísum, tí er okkara samfelag so við- brekið. Hesar eru treytirnar hjá okkum føroyingum. Tað er óheppið fyri okk- ara tjóð, at fólkið framvegis gongur í tveimum stórum bólkum. Tey, sum vilja varðveita ríkistuðulin og vera knýtt at krónunum úr Danmark, og tey sum vilja klára seg sjálv. Eingin ivi er um, at okk- ara flokkur, Tjóðveldis- flokkurin, stendur við eitt vegamót. Tað er altavger- andi, at politiska stevið gerst betri, og at veljararnir og harvið atkvøðurnar støðast í flokkinum. Avger- andi er at senda røtt tekin til fólkið. Tað, sum millum annað stóð at lesa herfyri í bløðunum um stríðið mill- um Finn Helmsdal og Páll á Reynatúgvu, hoyrir onga- staðni heima. Tílíkt stríð skal fara fram á floksfundi og ikki í fjølmiðlunum. Nú mugu vit syrgja fyri, at fólk aftur fáa álit á politikararnar, og at ikki fleiri atkvøður fara úr sam- gonguni og beinleiðis í føvningin á Sambands- flokkinum. Trý ár eru eftir av valskeiðnum, og í hesi tíð kann nógv broytast. VIÐMERKINGAR Nógvir føroyingar politiskt húsvillir Jóannes Eidesgaard Og so fingu vit enn eina- ferð sjón fyri søgn, at fremsti framherjin á arbeiðsgevarasíðuni er eingin annar enn fram- søgumaðurin í fíggjar- málum hjá sitandi sam- gongu, nevniliga Karsten Hansen, landsstýrismað- ur. "Fakfeløgini í verk- falli skulu helst als ikki hava nakra krónu í lønarhækking" Hetta er boðskapurin hjá honum og væl saktans øllum landsstýrinum og allari samgonguni. "Øll búskaparlig atlit tala fyri, at feløgini onga lønar- hækking skulu hava." So- leiðis ljóðaði boðskapurin frá Karsten Hansen, lands- stýrismanni í útvarpinum ónskvøldið. Og "timingin" var enn einaferð plett, um hugsað verður sum arbeiðs- gevari. Hesin kaldi politiski boðskapurin kom í somu sending, sum tíðindini um, at semingsmenninir fóru at kalla partarnir innaftur dagin eftir. Og hetta er aðru ferð, at landsstýrið hevur "timað" rætt, framvegis tá hugsað verður sum arbeiðsgevari. Fyrru ferð var at boða frá, at landsstýrið fór ikki ar góðtaka sáttmálan millum Maskinmeistarafelagið og Sev, eftir at fakfeløgini høvdu spælt út við sínum krøvum, sum júst brúktu henda sáttmála sum grund- arlag. At hetta so var næst- an 6 vikur eftir, at sáttmálin var undirskrivaður og enntá brúktur til útgjaldingar, ja tað verður áhugavert at síggja, hvør orsøkin er til tess. Hvønn leiklut hevði Vinnuhúsið í hesari út- meldingini frá Kasrten Hansen? "Landið fer á húsagang" soleiðis hava arbeiðsgevar- ar vanliga sagt, tá lægst lønti bólkur í okkara samfe- lag hevur dittað sær fram við sínum krøvum. Men ongantíð hevur boðskap- urin um ikki at lata hesum bólki nakrar krónur verið so sterkur sum nú, tá sjálv- ur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur gjørt seg til fremsta talsmann hjá arbeiðsgevarunum. Ikki eiti á trýsti Vinnuhúsið nú kann leggja á bæði mótpart og semingsmenn, tá teir hava eina heila samgongu aftan fyri seg. Og við hesum orðum kunnu arbeiðsgevarar rætti- liga seta føtur í spenni, og ivaleyst verður tað ikki lætt hjá semingsmonnunum at vinna fram við uppskotum, tá afturljóði av harra- boðunum úr landsstýrinum enn ljóðar so kalt og kyn- iskt. Hvønn umboðar Karsten Hansen? Hvat sigur Tjóð- veldisflokkurin? Hesin flokkur, sum hevur roynt at sett spjaldur á seg sjálvan sum verkamannaflokkur, hvat sigur hann í hesum døgum, nú Karsten Hansen er vorðin húsavørður í Vinnuhúsinum? Ivaleyst hava nógv eisini lisið grein- ina hjá Rúna Nielsen ( for- manni í Unga Tjóðveldin- um) - hon segði ikki so lítið um nýggju tíðirnar í Tjóðveldisflokkinum. Og heldur Miðflokkurin og Jenis av Rana, at hann sleppur við at seta Karsteni Hansen nakrar spurningar? Karsten Hansen umboðar eisini Miðflokkin í hesum máli? Og hvat sigur samgong- an? Góðtekur hon, at tað enn einaferð eru Karsten Hansen, høgrarákið og Vinnuhúsið sum siga, hvar skápið skal standa? Tað er ikki ráð til eina einasta krónu í lønarhækk- ing til arbeiðarafjøldina siga somu myndugleikar, sum sjálvir seinastu 5 árini hava hækkað útreiðslurnar á fíggjarlógini við á leið 1100 mió. kr. Somu mynd- ugleikar, sum seinastu 5 árini hava økt útreiðslurnar til almenna umsiting úr 55 mió. kr. til knappar 140 mió. kr. Og hetta er sama sam- gonga, sum í í einum høggi kvetti 366 mió. kr. av ríkis- stuðulinum. Men hetta er kanska partur av fylgj- unum, og fleiri koma seinni. Nú rekur hart á kíkin hjá tykkum, sum eru í verk- falli. Men mangt takið hava tit áður tikið, og neyvan fara tit so lætt at lata tykk- um syfta. Góða eydnu víðari. Karsten Hansen - fremsti framherjin hjá arbeiðsgevarunum Spurnarkapping Fyribyrgingarráðið www.fyribyrg.fo Um tú roykir 10 sigarettir um dagin, hvussu nógvar krónur fert so at brúka til sigarettir komandi 10 árini? (35 kr. / 20 sigarettir) A) 1.500 kr. B) 5.700 kr. C) 30.000 kr. D) 64.000 kr. Svar D: Um tú roykir 10 sigarettir um dagin, fert tú at brúka 64.000 kr. til sigarettir komandi 10 árini. [1,75 kr./stk. x 10 x 365 x 10] Um tú setir peningin, sum 10 sigarettir kosta, í bankan hvønn dag í 10 ár við eini rentu uppá 2,25%, hvussu nógvan pening hevur tú spart? A) 8.000 kr. B) 15.000 kr. C) 35.000 kr. D) 70.000 kr. Svar D: Um tú setir tað, sum 10 sigarettir kosta í bankan hvønn dag við einari rentu uppá 2,25% (ungdómsrenta), eigur tú 70.000 kr. eftir 10 árum. Roykfrítt umhvørvi á arbeiðsplássinum hevur við sær: A) At tey, ið ikki roykja, anda minni av passivum royki í seg B) At roykjarar roykja minni C) At fleiri leggja av at roykja D) At børn anda minni av passivum royki í seg E) Øll omanfyrinevndu Svar E: Roykfrítt umhvørvi á arbeiðsplássinum hevur við sær, at tey, ið ikki roykja anda minni av passivum royki í seg, at roykjarar roykja minni, at fleiri leggja av at roykja, og at børn anda minni av passivum royki í seg. Skerd bløð Sum lesarin óivað hevur varnast, hava bløðini seinastu dagarnar verið tynri, enn vanligt er. Hetta kemst av, at Prentmiðstøðin má spara upp á pappírið, meðan arbeiðaraverkfallið er. Tískil liggur nógv tilfar, sum ikki er komið í blaðið. Í komandi blað – leygardagsblaðnum – verður eisini trongligt, og fáa vit eitt nú ikki rúmd fyri Lýsingar- torginum. Uttan iva fara eisini onkur tíðindaskriv, viðmerkingar og lesarabrøv at liggja eftir, og vóna vit, at lesarar okkara bera yvir við okkum. Blaðstjórin C M Y K 11 10