Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mai 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 97 - 23. mai 2003 Nr. 97 - 23. mai 2003 13 Sum støðan er nú, so keypir Kirkjubøar komm- una ymsar tænastur frá Tórshavnar kommunu. Millum annað ganga børn úr kommuni í skúla í høvuðsstaðnum. Á Velbastað er ein barna- garður, men ynskiligt er at fáa ein barnagarð afturat. Nógvar barnafamiljur eru í kommuni, og tað merkist eisini. Hendan mikudagin er ikki nógv lív í bygdini. Nøkur fólk spáka sær ein túr, men verkfallið er, og tað merkist. Men hetta í orðsins rætta týdning ein bygd. Vegirnir eru smælir og bóndin setir sín dám. Soleiðis eigur tað eisini vera. Nøkur eru í holt við at byggja í Kirkjubø, men eingin fleiri grundstykki verða seld á Velbastað, hóast nógvir fyrispurningar eru. Orsøkin er vantandi barnaansing. Eisini aðrar íløgur er neyðugar siga bygdafólki, sum eru ójøvn á máli um, hvar krossurin skal setast leygardagin. Fólk í kommuni teljast millum teir bestu skatt- gjaldararnar í landinum. Kommunan skyldar 4,5 mió, sum er minni enn ein álíkning. Avkvøðugreiðslan leyg- ardagin er vegleiðandi, og tað verður bygdarráðið, sum skal taka endiliga støðu. Og ætlanin er sát- tmáli skal undirskrivast mánakvøldið, og tá er av- gerðin endalig. Leygardagin fer at tað vísa seg, um fólk í Kirkju- bøar kommunu ynskja at gerast partur av Tórshavnar kommunu. The Faroes Partner- ship hevur latið Fróðskaparsetri Føroya eina fram- komna teldu- teyggju, sum fer at geva Fróðskapar- setrinum máttmikla roknimegi TEYGGJA Heri á Rógvi Í hesum verkfalstíðum er tað gott, at tað enn ber til at fáa eina telduteyggju. Faroes Partnership og Fróðskaparsetur Føroya bjóðaðu hósmorgunin til tíðindafund í sambandi við, at Fróðskaparsetrið fekk eina spildur nýggja linux teyggju frá Faroes Partnership. Hvat er ein teldu- teyggja? – Eins og við einari fiskateyggju, so verða fleiri prosessarir settir saman og møguleiki er fyri at leggja fleiri aftur, sigur Hans Pauli Joen- sen, leiðari á Nattúru- vísindadeildini hjá Fróð- skaparsetri Føroya. Á enskum verður hetta rópt computer-cluster ella bert cluster. Superteldur og her- undir teldu-teyggjur verða nýttar, tá ið tørvur er á serliga stórari rokni- megi. Her kann nevnast viðgerð av seismikki og viðgerð av torgreiddum støddfrøðiligum myndl- um. Eisini innan ílegu granskingina er tørv-ur á slíkari roknikraft. Ein fyrimunur við einari teldu-teyggju framum eina superteldu er, at hon er bíligari og at hon kann útbyggjast eftir tørvi við at knýta fleiri teldur í teyggjuna. Samlaða verkætlanin hevur fingið játtað 1,2 mió. kr. Higartil eru 400.000 kr. nýttar til útgerð. Í løtuni eru fólk á Fróðskaparsetri Føroya á skeiðið fyri at læra at nýta skipanini. Øll eru samd um, at teyggjan gevur nýggjar møgu- leikar, sum fer at geva nógv størri møguleikar. Hans Pauli Joensen kallaði teyggjuna fyri eina stórfingna gávu, og hann fegnaðist um sam- starvið við oljufeløgini, ið hevur verið til at menna Fróðskaparsetur Føroya. – Teyggjan, sum Náttúruvísindadeildin nú hevur fingið, er uppbygd av 5 teldum, sum allar hava 2 x 2.8 GHz pent- ium-4 xeon processara og koyra Linux stýri- skipan. Til at stýra Teyggjuni er fingið til vega eitt forrit frá norska felagnum Scali, sum hevur serkunnleika í uppseting og stýring av teyggjum. Til dømis kann nevnast, at ein teyggja er sett upp hjá oljufelagnum Saudi Aramco, sum er saman- sett av tilsamans 910 teldu-eindum (com- puting nodes). Teyggjan hjá Náttúruvísinda- deildini er sett upp í høl- unum hjá P/F Føroya Data Savn, sum fer at hava umsitingina av Teyggjuni um hendi. Atgongd til Teyggjuna verður umvegis inter- netið, skrivar The Faroes Partnership í tíðinda- skrivi. Faroes Partnership letur teyggjuni sum part av førleikamenningini sum eitt av oljusamtøk- unum, ið leitar eftir olju undir Føroyum. Amerada Hess, BG, DONG og Atlantic Petroleum eru feløgini í samtakinum The Faroes Partnership. Toyggja seg við teyggju – Samanlegging verður bara skundað ígjøgnum. Hetta er at halda fólkið fyri gjøldur, sigur Trónd- ur Patursson, sum ikki dugir at síggja tað vera neyðugt at leggja saman við Havnini – nú ella nakrantíð PRÁT Heri á Rógvi Ein av teimum, sum heilt greitt er ímóti samanlegg- ing, er Tróndur Patursson. Kendi listamaðurin telist millum teirra í kommununi, sum rópar harðast fyri at fáa fólk at atkvøða nei leygardagin. – Hetta er at halda okkum fyri gjøldur at skunda alt ígjøgnum á henda hátt, sigur Tróndur Patursson. Listamaðurin er ikki eina løtu í iva um, at svarið eigur at vera nei leygardagin. – Vit fáa alt ov lítla kunn- ing. Eitt bræv kemur við postinum og so ein fund og fýra dagar seinni skulu vit atkvøða. Hetta ber ikki til, sigur Tróndur Patursson. Hansara støða er tann, at hann er ímóti mátanum, ið hetta verður gjørt uppá. Men hann hevði eisini verið ímóti, um tað varð gjørt øðrvísi. – Hevði fólkaatkvøðan verið útsett nakrar vikur ella mánaðir, so høvdu fólk kunna hugsa seg betri um, og tey hevði givið eitt rættvísari úrslit, sigur Tróndur Patursson. Eitt nú hevði hetta givið betri møguleikar at kjakast um málið, heldur Tróndur. Lítil fyrimunur Tað, at sáttmáli er gjørdur, heldur Tróndur heldur ikki vera rætta vegin at fara. – Vit skuldu fingið møguleikan at sagt okkara hugsan, men ístaðinfyri verður hetta bara koyrt yvir høvdið á okkum, sigur Tróndur Patursson. Hann sigur, at tey eru nøkur, sum arbeiða fyri, at atkvøtt verður nei leygar- dagin, og hann roknar eisini við, at so verður. – Tað kann vera, at vit einaferð verða noydd at fara uppí, men hetta hevur ongan skund. Vit kundu eisini lagt saman við øðrum kommunum á Streym- oynni, sum eins og vit eru landbúnaðarbygdir, sigur Tróndur. Hann heldur, at komm- unan eigur at klára sínar skyldir sjálvt. Hann stúrir eisini fyri, at landslagið í Kirkjubø og Velbastað verður broytt. Líka fyri líka Men verður samanlegging, so ynskir Tróndur, at fólk í Kirkjubø og Velbastað fáa nakrar fyrimunir, men hetta er ikki so líka til, roknar hann við. – Tað skal vera líka fyri øll í allari kommuni, og tí kunnu vit ikki rokna við, at vit sleppa at avgera serliga nógv sjálvi, sigur Tróndur. Tað er í hansara fatan tvætl, at kommunan er noydd at fara saman við Havnini. – Vit mugu bróta upp um armar og skapa okkara egnu framtíð. Eg vil ikki vakna upp sum havnarmað- ur týsdagin, sigur Tróndur Patursson. Tróndur Patursson: Ber als ikki til – Skulu vit bjóða borgarunum tær tænastur, spurt verður um, so mugu vit gera íløgur, og tað kunnu vit ikki sum er, sigur borgarstjóin í Kirkjubøar komm- unu, Annfinn Brekk- stein, sum metir samanleggingina vera eitt neyðugt stig PRÁT Heri á Rógvi Tað var eitt samt bygda- rráð, sum góðkendi ætlan- ina um samanlegging við Tórshavnar kommunu. Sjálvur borgarstjórin, Ann- finn Brekkstein, er eisini heitur fortalari fyri sam- anleggingini. – Tað eru bert fyrimunir við einari samanlegging, sigur Annfinn Brekkstein. Kjarnin í hugskotinum og ætlanini um samanlegg- ing við høvuðsstaðar- kommununa er at geva borgarunum betri tænastur. – Skulu vit bjóða borg- arunum tær tænastur, spurt verður um, so mugu vit gera íløgur, og tað kunnu vit ikki sum er við verandi íløgukarmi Fólk ynskja barnagarð og aðrar tæn- astur, og hetta mugu vit bjóða fólki, sigur Annfinn Brekkstein. Eins og aðrar kommunur hevur Kirkjubøar komm- una fingið álagt eitt íløguloft – umleið 900.000. Kommunan hevur ikki heimild at taka lán fyri meira enn eina álíkning. Søkt varð um undantaks- loyvi fyri at gera størri íløgur, serliga ein barna- garð umframt aðrar íløgur. – Tá vit fingu hetta at vita, so vistu vit, at tað varð neyðugt við einari saman- legging, sigur Annfinn Brekkstein. Hin 10. apríl byrjaðu rea- litetssamráðingar við Tórs- havnar kommunu, og leyg- ardagin verður so ein veg- leiðandi fólkaatkvøða. Og fyri Annfinn Brekk- stein er tað eingin ivi um, at skulu framstig gerast, so er neyðugt við einari saman- legging. Hann vísir aftur, at hetta hevur verið skundað ígjøgnum. – Skulu við bjóða nú- tíðartilboð til nútíðartørv, so er samanlegging neyð- ug. Vit skulu vera við fíggjarætlanini fyri 2004, og tískil er tað neyðugt at taka avgerðina nú, sigur Annfinn Brekkstein. Tórshavnar kommuna og Kirkjubøar kommuna eru komnar ásamt um ein sáttmála, sum millum ann- að inniber, at frá 1. januar 2004, um hesin sáttmálin verður undirskrivaður, so fara allir inntøkur og út- reiðslur hjá báðum komm- unum fram um kassan hjá Tórshavnar kommunu. Eisini skal nýggjur barnagarður byggjast. – Hetta er tað rætta stigið at taka skulu vit flyta okkum fram í tíðini, sigur Annfinn Brekkstein. Identitetur Kirkjubøar og Velbastaðar hava ein ríka søgu. Tað, ið búgva í kommuni, eru errin av at vera hiðani. Borgar- stjórin heldur ikki, at ein samanlegging hevur nakað við mistan identitet at gera. –Eg eri føroyingur og eins góður velbastaðmaður ella kirkjubømaður, um eg búgvi í Tórshavnar komm- unu, sigur Annfinn Brekk- stein. Leygardagin skulu fólk í Kirkjubøar kommunu gera av, hvørt tey ynskja at gerast partur av Tórshavnar komm- unu. Hetta verður ein lagnudagur fyri søguligu bygdina og bygdafólki SAMANLEGGING Orð:Heri á Rógvi Myndir: Jens Kr. Vang Leygardagin fara fólk í Kirkjubøar kommunu á val. Talan er um eina vegleið- andi fólkaatkvøða um sam- anlegging við Tórshavnar kommunu. Síðani 1996 er høvuðs- staðarkommunan voksin støðugt. Fyrst við Argjum og Kaldbak og síðani við Kollafirði. Men Velbastað og Kirkjubøur eru ikki sum aðrastaðni í tí kanska komandi høvuðsstaðnum. Hetta er ein bygd. Ein rættilig bygd, hóast av- standurin til Havnar ikki er longur enn einar tíggju minuttir við bili. Kirkjubøur er ein land- búnaðarbygd, og hetta eru tey eisini errin av. Hendan dagin, vit vitjað, eru menn farnir at hyggja eftir neyt- unum. Hesin eini bóndin heldur ikki, at hann fer at atkvøða fyri samanlegging. Kritikkurin er serliga, at tað gongur so skjótt fyri seg. Onnur vilja hinvegin leggja saman. Tað er ikki tí, at tað eru so øgiliga nógv fólk í Kirkjubø. Í átjan húsum búgva fólk, og hetta gevur eini seksti fólk í alt. Í allari kommununi búgva 226 fólk, harav eru 71 millum 0-16 ára gomul. 145 fólk kunnu velja leygardagin. Í Havn búgva fleiri enn átjantúsund. Fyrr í vikuni var borgara- fundur, har fólk vóru kunnaði um ætlanina og sluppu at seta spurningar. Kritikkurin er serliga, at samanleggingin gongur ov skjótt fyri seg. Hendan mikudagin í Kirkjubø gongur lívið heldur ikki so skjótt. Fólk takast við ymiskt, og múr- urin stendur, har sum hann skal. Eitt sindur av turistum eru altíð at síggja í eyð- kendu og søguríku bygdini. Kirkjubøur og Velbastað eru ein kommuna, og hetta havi tey verið í longri. Ein ørgrynna av jørð hoyrir til bygdirnar. Og fólk í kommuni ynskja ikki, at landslagið skal broytast við einari samanlegging, soleiðis at eitt nú nógv hús fara at standa í dyrkaðum lendi. Tórshavnar býráð og bygdarráðið í Kirkjubøar kommuna eru komin ásamt um ein sáttmála, sum helst verður undirskrivaður mánakvøldið, um meiriluti er fyri samanlegging leyg- ardagin. Hesin sáttmálin er sendur í hvørt hús í kommuni saman við einum fylgiskjali, sum greiðir frá hvørjum einstakum punkti í sambandi við ymsar kommunalar uppgávur. Einasta valplakatin stendur í Kirkjubø – tekst- urin er: Nei 24. mai. Eitt neyðugt stig Borgarstjórin í Kirkjubø sigur, at kommunan hevur ongan møguleika at bjóða nútíðartænastur, sum fólk krevja, við verandi íløgukarm, og tískil er samanlegging neyðug. Tróndur Patursson er sannførdur um, at samalegging við Havnina ikki er besta loysnin fyri landbúnaðarbygdina. Mynd: Jens Kristian Vang. Havnin Kirkjubøur Fólkatal: 18.300 uml. 226 Skattaprosent: 18,75% 20,50% Nettoskuld: 0 kr. 4,5 mió. kr. Fíggjarætlan: 438 mió. kr. 6 mió. kr. Barnafrádráttur: 4.500 kr. 3.000 kr. Íløgukarmar ásettir av landinum: 2003 74 mió. kr. 0,9 mió. kr. 2004 76 mió. kr. 1,0 mió. kr. 2005 78 mió. kr. 1,1 mió. kr. 2006 80 mió. kr. 1,2 mió. kr. 2007 82 mió. kr. 1,3 mió. kr. 2008 84 mió. kr. 1,4 mió. kr. Tilsamans 474 mió. kr. 6,9 mió. kr. Fakta Lagnudagur hjá Kirkjubø-Velbastað Ben Arabo,stjóri fyri Amerada Hess í Føroyum,, h.m., handar her teyggjuna til Hans Pauli Joensen, leiðara fyri Náttúrurvísindadeildina hjá Fróðskaparsetrinum. Mynd: Jens Kristian Vang Kirkjan og múrurin er kanska teir best kendu bygningarnir í Kirkjubø. Kanska hesir nú vera partur av høvuðsstaðnum Landbúnaðurin og bóndurnir seta sín dám á Kirkjubø, sum telir nógvar merkur í jørð. Nógvar barnafamiljur búgva á Velbastað, har skúli og barnagarður eisini eru. Fyribils verða ikki fleiri grundstykki seld á Velbastað. C M Y K 13 12