Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mai 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

BILATORGIÐ Ræðast ikki hóttanir frá fúta ella arbeiðsgevarum Misnøgdin er stór í Føroya Arbeiðara- felag, nú Arbeiðsgev- arafelagið er komið alment fram við skrivi, sum danska løgmálaráðið hevur skrivað í samband við kæru, sum arbeiðara- feløg sendu um fram- ferðina hjá løgregluni undir verkfallinum í 2001. - Eingin ivi er um, at fútin ella vara- fútin hevur latið Ar- beiðsgevarafelagnum avrit av skrivinum, sigur Føroya Arbeið- arafelag VERKFALL Dagfinn Olsen - Hetta váttar bert illgruna okkara um, at fútin og løg- reglan ganga ørindi ar- beiðsgevarana, verður sagt á Føroya Arbeiðarafelag. - Brævið hava teir óivað fingið av fútaskrivstovuni, sigur Føroya Arbeiðara- felag. Har verður mett, at tað at Arbeiðsgevarafelagið er farið í fjølmiðlarnar við brævinum er tekin um, at fútin og løgregla tæna ar- beiðsgevarasíðuni, tá fak- feløg royna at vinna limum sínum sømulig kor. - Hetta, at løgreglan tæn- ir teimum, sum hava valdið í samfelagnum, er einki nýtt, tí somu royndir hava fakfeløg í grannalondun- um, sigur Føroya Arbeið- arafelag. Eingin kanning Føroya Arbeiðarafelag vísir á, at tey høvdu fleiri dømi um, at ymiskt fór fram und- ir verkfallinum í 2001, sum ikki eigur at koma fyri í einum rættarsamfelag, men danska løgmálaráðið helt einki vera at seta fingurin á, grundað á frágreiðing frá løgregluni, ið ikki metti, at nakað skeivt varð gjørt. - Hvussu kunnu vit vænta annað, tá løgreglan skal kanna seg sjálva?, spyr Før- oya Arbeiðarafelag. Løgreglan leggja upp í Í skrivi siga Føroya Arbeið- arafelag og Havnar Arbeiðs- kvinnufelag, at ilt er ikki at lesa ímillum reglurnar, at Arbeiðsgevarafelagið aftur hesaferð vil hava løgreglu og fútan at leggja seg út í verkfallið, sum er lógligt, leggja feløgini dent á. - Vit skulu tó gera bæði Arbeiðsgevarafelagnum og fútanum greitt, at vit ætla ikki at lata okkum ræða av beinleiðis og óbeinleiðis hóttanum teirra, siga Før- oya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufel- ag í svarskrivi til tíðindini um, at Arbeiðsgevarafelag- ið er farið í miðlarnar við skrivi frá løgmálaráðnum. Ingeborg Vinther, forkvinna í FA er sera misnøgd um svarið uppá kæruna frá arbeiðarafeløgunum. Mynd: Jens Kristian Vang Nr. 97 - 23. mai 2003 15 NISSAN SIRENA 7.PERS DIESEL Árg Sept.95, 7. Persónar 2.3 Diesel høgrastýrdur . Kr. 50.000. HONDA HRV. VTEC 4WD Árg Nov. 01, Km 39.000. Aircondition-Alufelgur-Takspoylara- C.D.Anlegg-Fjarðstýrt centrallás- El.Rútar-El.-Spegl-Sleipikrók v.m.. Kr. 156.000. KIA PRIDE 1.3 STATIONCAR Árg Juli. 01, Km 24.000. C.D.Anlegg - Centrallás- El. Rútar- El.Antennu v.m.. Kr. 95.000. KIA SEPHIA 1.5 GTX Árg Mars 97, Km 150.000. Fjarðstýrt centrallás-El.rútar-El- spegl-Spoylara aftan- Alufelgur- v.m.. Kr. 56.000. SUZUKI WAGON R 1.2 Árg Maj 00, Km 42.000. C.D Anlegg- El rútar- El.spegl- Síðuspoylarar- Takspoylara- sleipikrók- píkadekk v.m.. Kr. 86.000. HYUNDAI PONY 1.4 Árg Juni 92, Km 156.000. Kr. 30.000. SUBARU 1.8 4.WD STATIONCAR Árg Maj 87, Km 197.000. Kr. 25.000. FORD ESCORT 1.8 DIESEL HATCHBACK Árg Dec-96, Km 105.000. Kr. 56.000. FORD ESCORT 1.8 DIESEL STATIONCAR Árg Okt.95, Km 105.000. Kr. 56.000. FORD ESCORT 1.8 DIESEL SEDAN Árg Okt. 95, Kr. 50.000. ROVER 620 GSDI 2.0 DIESEL Árg Dec. 99, Km 146.800. Leður setur- Aircondition- Fjarðstýrt centrallás- El. Sóltak- El. rútar- El. spegl. Kr. 165.000. MAZDA 626 HATCHBACK Árg Apríl 89, Kr. 10.000. Jónas Broncksgøta 15 Tel. 310600 - Fax 310650 15 14 Nr. 97 - 23. mai 2003 Nøvnini á umsøkjar- unum til størvini sum maskinmeistari um- borð á Brimli og Tjaldrinum verða ikki latin Maskinmeistara- felagnum, slær Fiski- málaráðið fast. Or- søk: Upplýsingarnar skulu nýtast til at fremja ágang móti umsøkjarunum TRÆTA Stefan í Skorini – Upplýsingarnar skulu nýtast til at fremja ágang móti teimum sjey umsøkj- arunum, sum hava søkt størvini sum maskinmeist- arar hjá Fiskiveiðueftirlitin- um, og vit vilja við hesi av- gerð verja umsøkjararnar, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum. Maskinmeistarafelagið hevur sent eina skrivliga umsókn um at fáa upplýst nøvnini á teimum sjey maskinmeistarunum, sum hava søkt tey leysu størvini umborð á Tjaldrinum og Brimli, hóast fakfelagið hevur noktað limum sínum at søkja størvini. Hetta kravið verður ikki eftirlíkað, tí at upplýsing- arnar verða misnýttar, heldur Fiskimálaráðið. Umsøkjarar tora ikki Sjey umsøkjarar hava upp- runaliga fingið tilboð um starv, men fýra teirra hava skrivliga boðað frá, at teir ikki taka við størvunum. Soleiðis sigur ein av umsøkjarunum, sum ikki tók av: – Undirritaði torir ikki at taka við starvinum frá tykkum vegna ágang og uppringingar frá Maskin- meistarafelagnum. Ein annar sigur: – Hóast talan var um eitt ynskistarv hjá mær, havi eg í samráð við familjuna og fólk, ið kenna til fakfelags- viðurskifti, avgjørt ikki at taka við starvinum... Poul Hansen advokatur hevur verið ráðgevi hjá Fiskimálaráðnum í hesum málinum, og hann er av- gjørdur. – Ætlanin við upplýsing- unum er at fremja ágang móti umsøkjarunum, og tí eigur Fiskiveiðieftirlitið at sýta fyri at upplýsa nøvnini á umsøkjarunum, er niður- støðan hjá Poul Hansen. Hóast tænastumannalóg- in sigur, at avvarðandi fak- feløg eiga at fáa upplýst nøvn á umsøkjarum, so heldur løgfrøðingurin seg til eina avgerð hjá danska umboðsmanninum. Hon sigur, at um tað er doku- menterað, at upplýsingar- nar verða nýttar til at fremja ágang móti persón- um, so ber til at seta tæn- astumannalógina til viks og verja tann einstaka. Avsannar ágang Formaðurin í Maskinmeist- arafelagnum avsannar, at upplýsingarnar skulu nýtast til at fremja ágang. – Vit hava rætt sambært lógini at fáa upplýst nøvn- ini, men vit hava ongar ætl- anir um at fremja ágang móti umsøkjarum ella at upplýsa nøvnini fyri al- menninginum, sigur Jógv- an Nybo. Hann sigur seg ikki kenn- ast við tær uppringingar, sum ein umsøkjari sigur seg hava fingið frá Maskin- meistarafelagnum. – Eg havi ikki ringt til nakran, og eg veit ikki um nakran annan í felagnum, sum hevur gjørt hetta, sigur formaðurin, sum leggur aft- urat, at hesar ákærur frá Fiskimálaráðnum eru sera grovar. Hann sigur, at tað ein- asta, sum upplýsingarnar møguliga kundu verið nýtt- ar til, er at ringja til um- søkjararnar og greiða teim- um frá støðuni, so at teir møguliga skilja málið betur. – Vit ivaðust annars ikki í, at vit fóru at fáa nøvnini á umsøkjarunum, sigur Jógv- an Nybo. Teir fara tó so nakkalang- ir úr Fiskimálaráðnum, tí Jacob Vestergaard vil ikki upplýsa nøvnini. Nevndin í Maskinmeist- arafelagnum fer nú at hava fund um málið og gera av, hvat gerast skal víðari í málinum. Fiskimálaráðið: Maskinmeistarafelagið fremur ágang móti umsøkjarum Teir maskinmeistar- arnir, sum søgdu seg úr starvi, verða ikki settir beinleiðis aftur í tey gomlu størvini, sigur Jacob Vester- gaard ARBEIÐSTRÆTA Stefan í Skorini – Borðið fangar. Teir hava sagt seg úr starvi, og tí kunnu teir ikki bara fáa størvini aftur framum aðrar umsøkjarar, sigur Jacob Vestergaard, landsstýris- maður við fiskivinnu- málum. Hinvegin boðar fiski- málaráðið frá, at teir mask- inmeistararnir, ið hava sagt upp, eru vælkomnir at søkja størvini, ið nú eru leys. Hósmorgunin boðaði fiskimálaráðið til tíðinda- fund at greiða frá trætuni millum ráðið og Maskin- meistarafelagið, sum hevur noktað limum sínum at søkja størv hjá stovninum. Knúturin er tó ikki loystur, men støðan tykist enn meira fastløst. Halda seg til lógina – Vit halda okkum til lóg- ina, og vit kunnu í veruleik- anum ikki gera øðrvísi, sigur Jacob Vestergaard. – Tá tænastumenninir hava sagt seg úr starvi, og myndugleikin alment hevur lýst hesi størv leys at søkja, hava hesi størv verið leys, og setanin av teimum má tí fara fram eftir ásetingunum í tænastumannalógini grein 5. Um uppsagnirnar verða annuleraðar er tað tí eftir míni fatan brot á grein 5 í tænastumannalógini, sigur Poul Hansen, advokatur. Maskinmeistarafelagið krevur framvegis, at gomlu maskinmeistararnir fáa størvini aftur, og Jógvan Nybo, formaður, sigur, at allir løgfrøðingar ikki eru samdir í hesum málinum. Skilja ikki uppsagnirnar Elmar Højgaard, stjóri í Fiskiveiðieftirlitinum, sig- ur, at hann ongantíð hevur fingið eina góða grundgev- ing fyri uppsagnunum hjá maskinmeistarunum, tá teir søgdu seg úr starvi. – Vit hava onga grund- geving fingið frá maskin- meistarunum fyri, hví teir hava sagt seg úr starvi. Hann vísir á, at eftirlønar- viðurskiftini vóru fingin í rættlag, og tí var eingin orsøk hjá teimum at rýma, sigur Elmar Højgaard. – Hatta er lygn. Elmar Højgaard veit væl av, at eftirlønarviðurskiftini hjá avloysarunum ikki vóru komin í rættlag, svarar Jógvan Nybo afturímóti. Óvissa Tilsamans tólv maskin- meistarar vóru í starvi um- borð á Brimli og Tjaldrin- um. Ellivu søgdu seg úr starvi. Síðani vórðu sjey aðrir settir í starv, men fýra av teimum tóku ikki av. Sostatt hevur Fiskiveiði- eftirlitið fýra maskinmeist- arar at ráða yvir. Tískil ber til at manna Tjaldrið og røkja fiskiveiðieftirlitið við Føroyar. Óvist er, hvussu verður við Brimli, tí eingin er at passa maskinrúmið. Maskinmeistararnir fáa ikki størvini aftur Frá vinstru: Poul Hansen, advokatur, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, og Elmar Højgaard, stjóri í Fiskiveiðieftirlitinum. Á tíðindafundi hósmorgunin gjørdu teir greitt, at maskinmeistararnir, sum søgdu seg úr starvi, ikki verða settir beinleiðis aftur í gomlu størvini. Harumframt verður sligið fast, at Maskinmeistarafelagið ikki fær nøvnini á teimum umsøkjarum, sum hava søkt størvini Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 14