fríggjadagur 23. mai 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 97 - 23. mai 2003
17
og ikki hálvíslendskum,
óskiljandi brongli. Tað er
ein sonn frøi at síggja rætt
havnamál á prenti, tí nú
have pietistar mestsum
beint fyri tí.
Hvat er setningurin?
Eg skal ikki siga nógv um
tær teoretisku síðurnar í
bókini. Men onkuntíð skilji
eg
ikki
tær
málsligu
formuleringarnar, tí har er
so nógv kunstigt uppií. Í
nøkrum førum ger høvund-
urin ov lítið burturúr at
greina út og precisera
meiningina.
Á síðu 16 gevur hann
’aðalmálið’ við ritgerðini
við
einum
citati
frá
Hobsbawm og Rudé: »The
task of reconstructing the
mental world of an anony-
mous and undocumented
body of people in order to
understand their move-
ments, themselves only
sketchily
documented«.
Ella at endurskapa ta
mentalu verðina, huga-
heimin, hjá einum anonym-
um og ódokumenteraðum
mannaflokki, fyri at skilja
teirra útvikling/hvat teir
takast við/rørslur (fakfel-
agsrørslu, kanska).
Høvundurin
umsetir
‘movement’ við rørslu uttan
at diskutera, at eingilska
orðið hevur fleiri týdningar.
Heldur ikki verður greitt,
hvørjar rørslur hann hugsar
um. Men hetta er so eitt
slag av sosialsøgu, ’history
of the common man’. Og
úrslitið er sum heild gott,
heilt gott.
Tað teoretiska støðið
haltar í støðum
Tá sosialsøga skal skrivast,
er neyðugt at hava eina
teori
um
samfelagið,
hvussu er tað við ognarvið-
urskiftunum, hvørjir klass-
ar (stættir) eru, hvussu
stendur til við framleiðslu-
tólunum.
Her hevur høvundurin, so
vítt eg dugi at síggja, eina
fornuftiga
tankagongd,
sjálvt um okkurt í teoriini
er komið skeivt fyri.
Í ‘Innganginum’ verður
ma. sagt: »Stættahugtakið
er eitt fínt amboð, um tað
verður handfarið sakliga
og sinniliga.« Og rætt er
tað. Uttan arbeiðandi fólk,
ongin
kapitalistur
og
kapitalur, so innlýsandi er
tað.
Men hesin setningur á s.
18 haltar: »Kapitalurin
keypir arbeiðsmegina og
setir hana at greiða eitt
ávíst arbeiði. Arbeiðsmegin
er ein vøra, ið kapitalurin
bjóðar eina løn afturfyri,
og sum arbeiðsmegin á
onkran hátt góðtekur.« Her
er
begrepsforvirringur
komin í! Tað átti at verið
nakað soleiðis:
»Kapitalisturin
keypir
arbeiðskraftina og setir
hana at arbeiða ávíst tíma-
tal. Arbeiðskraftin er ein
vara, sum kapitalisturin
keypir
fyri
eina
løn.
Arbeiðarin selir sína ar-
beiðskraft fyri eina løn.«
Arbeiðarin selur sína
arbeiðskraft
Við øðrum orðum er tað
ikki kapitalurin ið keypir,
men kapitalisturin (ein per-
sónur) sum brúkar sín
pengakapital til at keypa
arbeiðskraft, sum er einasta
‘vara’ sum arbeiðarin hevur
at selja. Og tað er ikki
arbeiðsmegin ella -kraftin,
sum góðtekur, men sjálv-
andi arbeiðarin (persónur-
in). Ein vara kann ikki selja
eina varu, tað kann bert ein
maður ella kvinna.
Man kann altíð keglast
um orð, um tað skal eita
stætt ella klassi. Men tá tað
í øðrum sambandi verður
talað um embætismanna-
stætt, lærarastætt, akadem-
ikarastætt, kann lættliga
misskilningur koma í. Høv-
uðsklassarnir í okkara sam-
felagi eru defineraðir, so-
leiðis sum beint omanfyri
er sagt. Hvør selir, og hvør
keypir arbeiðskraft? Tað er
tann einfaldi spurningurin.
Hvør livir av løn eina, og
hvør ognar sær meirvirðið,
ið arbeiðskraftin skapar?
Hvat skapar medvitið?
Og tí eri eg ikki samdur við
Erland, tá hann á síðu 19 og
frameftir viðger klassa- ella
stættahugtakið, har hann
sigur. »Sjálvur náddi Marx
ikki
at
greina
stættahugtakið, men síðan
hava marxistar lagt dent á
… at tey sum mynda eina
stætt, um ikki annað skulu
hava … eitt stættamedvit.«
Hvør sigur at Marx ikki
náddi at greina ‘stættahug-
takið’? og hvørjir marxistar
hava ‘lagt dent á’ ditt ella
datt? Har manglar ein nota
ella referensa.
Men tað, sum sitatið snýr
seg um, er: hvat ‘myndar
eina stætt’? Setningurin
sigur: Stætta- ella klassa-
medvitið skapar klassan.
Ha? Hatta er langt úti.
Tí, stendur tú á kaiini og
roynir at sleppa uppí, so er
fakta, at tú roynir at selja
tína arbeiðskraft til ein
kapitalist, sum í hesum føri
er umboðaður av formann-
inum. So ert tú ein partur
av tí samfelagsklassanum,
sum selir sína arbeiðskraft,
og tað er arbeiðaraklassin.
Tað ert tú, líkamikið um tú
ert medvitandi ella tú anda-
liga sæð snorksvevur. Tað
kann aldri verða medvitið í
høvdinum á monnum, sum
skapar lønararbeið og tann
klassan, sum livir av at
selja arbeiðskraftina. Tað
má av innlýsandi grundum
ganga hinvegin.
Hetta er eisini beint ímóti
tí, sum Marx annars sigur í
4 setningi í fororðinum til
»Zur Kritik der Politischen
Ökonomie«. Har stendur
klárt: »Tað er ikki medvitið
hjá menniskjum, sum skap-
ar teirra tilveru, men hin-
vegin tilveran, sum skapar
teirra medvit«
Nakað annað er so, at
ikki øll, sum samfelagsliga
og búskaparliga sæð eru ein
partur av arbeiðaraklassan-
um, eisini eru medvitandi
um støðuna, ella eru sosial-
istar ella javnaðarmenn ella
aktiv í einum fakfelagi. Tað
kann vera so mangt sum
formar medvitið hjá fólki.
Politisk traditión í familj-
uni, eitt lívsynski um at
blíva
meistari,
skipari,
kioskeigari ella fáa egnan
hýrivogn,
ella
religiøs
fimling
kann
saktans
ávirka medvitið. Tað kann
saktans vera munur á tí sum
man objektivt er, og tað
sum man subjektivt heldur
seg vera.
Trunkin við
pakkhúsið
Venda vit aftur til frásøgn-
ina í bókini, so haldi eg at
6. kapittul, sum kallast
Trunkin við pakkhúsið, er
eitt tað mest áhugaverda.
Kanska eisini tað, sum fólk
flest lítið ella einki vita
um. Á kaiini gekk tað fyri
seg uppá ein serligan máta.
Einki við at ringja og spyrja
um tjans ella nakað sovorð-
ið. Einki við at verða skriv-
aður upp, ella vera á bíði-
lista.
Nei, tá skip kom sum
skuldi lossast, var bara at
møta upp í góðari tí og
stilla seg við pakkhúshurð-
ina saman við hinum, sum
bjóðaðu sína sína arbeiðs-
kraft fram henda dag. Tá
skipið var fortoyað og alt
klárt, so kom formaðurin
og tók teir menninar, sum
skuldu brúkast.
Tú fekst eitt lítið prik á
økslina og varð td. biðin
um at fara í last nummar
trý. Teir sum stóðu eftir,
høvdu so ikki klárað at selt
sína arbeiðskraft, so sum
teir høvdu hopað og ætlað.
So var bara at fara heim
aftur. Last nr. 3 á Tjaldrin-
um var tað ringasta plássi,
tí tá menn høvdu arbeitt
einar 10-12 tímar í ovara
rúminum, so komu teir nið-
ur í frystilastina, og har
kalt, ógvuliga kalt.
Eg minnist hvussu tað
var at standa har við pakk-
húshurðina, gera seg so
stóran og vaksnan sum
gjørligt, kanska finna eina
fjøl ella smásteinar at seta
hælarnar uppá, so tú sýntist
kanska tveir centimetrar
størri. Eg minnist eisini
hvussu tað var, tá nýggir,
ungir dreingir komu at
royna seg. Sjálvt um tað
kanska vóru vinmenn, so
føldist eingin solidaritetur í
løtuni í trunkanum. Tað
fremsta var, at Eg slapp
uppí.
Tí er klárt, at netupp
henda
skipanin
hevur
ávirkað medvitið og solid-
aritetin. Fyri at taka um
endan aftur: tað var ikki
medvitið, sum skapaði løn-
ararbeiði ella trunkan ella
lossiarbeiði. Tað kann stutt
lýsast við einum sitati á
ektaðum havnamáli
»… so kom formaðirin og
segði við teir, ‘far tú og ger
tað … tú ger tað’ og so víð-
ari, og so eftirhondini sum
hesir forskelligi postarnir
vórði fyltir, so uppdagaði
summir, at ‘nei, har verðir
ongin tjansir hjá mær í
dag’ … so givist teir og fóri
til hús, so komi teir ikki við
tann dagin … tað kundi
vera nokkso nógvir mans,
sum stóði eftir…«
Okkurt smávegis
Smáting og smáfeilir kunnu
altíð finnast. Í sitatinum s.
92 verður eitt tubbaksslag
nevnt »Golden Star«, men
tað æt »Gold Star«. Eitt
annað slag æt »Golden
Shag«.
Á s. 73 verður skrivað
um saltfiskakjallaran
á
Bacalao. Hví tað skal eita
so, veit eg ikki, tí har var
eingin kjallari, heldur lá
gólvið einar 20 cm hægri
enn bryggjan, so har skuldi
skumpast hart tá vognar við
fimm
saltfiskakurvum
skuldu uppum.
Hví fakfeløg á s. 20
bráddliga skulu kallast
verkafeløg dugi eg ikki at
síggja.
Verkafeløg
er
kanska íslendskt, og lat tað
vera tað. Alt hatta íslendska
jabbið við verkamonnum,
verkfalli, verkbanni og
øðrum serheitum blomstrar,
tí summi halda tað vera
fínari enn føroysk orð sum
arbeiðsmaður ella streyka.
Problemið er ma. at orðið
arbeiði
ikki
finst
í
íslendskum, men hví skal
tað vera ein trupulleiki í
føroyskum?
Í bókini finnast annars
hópur av orðum, sum øll
eru ella hava verið vanlig á
kaiini, men sum orðabóka-
menn ikki vita av ella ikki
vilja kennast við. Í móðir-
málsorðabókini, sum ann-
ars uppá mangar mátar er
frálík, mangla orð sum
gerdumaður, taljumaður,
lúkumaður,
kaimaður,
fergumaður, teigari, gerda,
sleng og konteynari. Mangt
annað um mál og orð kundi
verið nevnt, man lat tað
liggja.
Samanum tikið
Bókin er eitt valaverk. Har
liggur eitt stórt kanningar-
og savningararbeiði aftan-
fyri. Og tað er væl gjørt.
Hetta er ein týðandi partur
av býarsøguni, sum - nú
tíðirnar eru broyttar - er um
at kámast burtur. Kaiin og
lossingarmenn vóru fyri
30-40 árum síðani ein nógv
meira týðandi partur av
Havnini enn í dag.
Sum ein gamal lossing-
armaður verður endurgivin
á s. 348: »… viss eg fari á
Kaiina í dag, so kenni eg
ikki ein kjaft harniðri. Tað
er bara nýtt fólk. Allir hesir
gomli
steggjarnir,
teir
liggja úti á Kirkjugarðin-
um« Soleiðis er tað við tí.
Lesið bókina, og fáið eitt
stórt upplivilsi.
Á nýggja havnarlagnum í tríatiárunum
Lossing av koli hjá Valdemari Lützen. Brúgvin varð riggað til út viði, sett upp um várið og tikin niðuraftur um heystið og var tískil
altíð fyribils. Valdemar Lützen bygdi eisini Skeivapakkhús
17
16
Nr. 97 - 23. mai 2003
Ummæli av phd-
ritgerð eftir Erland
Viberg Joensen
Rolf Guttesen
08.05.03
»Tá ið hann skuldi giftast,
tá haldi eg prestir segði við
hann, at hann kundi ikki
giftast, tí hann tjenti jú
einki. - ’Jú’, segði hann,
’ein
saltdampari
var
væntandi…« Við hesum
sitati,
sum
stendur
í
innganginum
í
bókini,
leggur Erland ein tóna og
tankalag í viðgerðini av
lossingarmonnunum, sum
ber boð um innliving,
solidaritet og skil.
Hvussu skal søgan
skrivast
Akademikarar kunnu verða
so ymiskir. Sjálvt um fólk
kanska halda, at ein vís-
indalig
ritgerð
fortelur
’sannleikan’, at skilja so-
leiðis, at tað bert kann sig-
ast og skrivast uppá ein
máta. So lætt er tað ikki. Til
tess er samfelagið so
komplext, at har kunnu
vera nógvir vinklar. Svarið,
tú fært, er treytað av spurn-
inginum, tú setur. Og so-
leiðis ber eisini til at fáa
rætt svar uppá ein skeivan
spurning.
Tá tað snýr seg um alt
tað, sum menniskju hugsa,
siga, skriva, skapa ella
gera, so hevur tað eina
meining. Ein yrking, søga,
rapport, fotomynd, máln-
ingur, hús, býarplánur hev-
ur eina meining. Meiningar
kunnu ikki vigast við
digitalvekt ella málast við
tummastokki. Og skalt tú
skilja tað, sum er sagt,
skriva, skapað ella gjørt, so
mást tú fortolka, royna at
skilja tankagongdina og
lívsleiðina hjá tí, sum
stendur aftanfyri. Tú mást
royna at fáa tín egna hug-
sjónarring at legnast eftir
hugsjónarringinum í tí tú
kannar.
Hetta kallast hermeneut-
ikkur (tolkingarlæra), og
hevur verið neyðug metoda
í gransking av bíbiltekst-
um, lógum, list og litterat-
uri, arkitekturi oø. Men eis-
ini søga má tolkast, og
hvørt tíðarskeið má tolka
søguna av nýggjum, tí hug-
sjónarringurin broytist.
Fyri at siga tað heilt stutt,
so er munur á at skilja søg-
una í einum religiøst-
missiónskum ella í einum
nationalromantiskum sam-
anhangi. Realisma er so
uppaftur nakað annað.
Fylgja rákinum ella
ganga nýggjar leiðir
Eg meini, at tað krevur eitt
vist dirvi at fara undir eina
ritgerð við hesum evni. Eg
kundi hugsa mær, at tað
hevði verið lætt at spurt:
»Hevur hatta nakad uppá
seg«? Kann tað ikki vera
líkamikið, hvussu lossing-
armennirnir
á
Keiini,
proletararnir har, arbeiddu,
tonktu og livdu?
Men nettupp tað, at duga
at síggja tað stóra í tí smáa,
at tora at vera originalur í tí
at velja evni at fáast við,
sermerkir
ein
góðan
granskara. Tað er altíð
ómakaleyst at endurtaka
við smáum varitatiónum,
tað sum »menn« halda vera
rætt og gott. Tað er lætt at
vera
»main-stream«
granskari.
Men henda drúgva og
originala ritgerðin vísir, at
hon er skrivað av einum
røttum granskara.
Tað lítla eg fari at loyva
mær at skriva, er ikki eitt
fakligt ummæli, tí eg eri
hvørki
søgumaður
ella
etnografur, eg eri geograf-
ur. Men eg kenni eitt sindur
(eitt lítið sindur) til lossing-
ina, bæði á Kaiini og á
Vestarukai. Tað var mest í
síðst í 50-unum, at eg í
nøkur ár royndi at tjena eitt
sindur har.
Tí kenni eg tað allar-
mesta aftur, sum Erland
skrivar. Og tí haldi eg meg
kunna siga, at hann er sera
beinrakin í tí hann skrivar.
Stór og vælskipað bók
við kortum og
myndum og nógvum
sitatum á góðum
havnamáli
Bókin er í 10 kapitlum, hon
hevur eitt stórt og nyttugt
notuapparat, sum vísir til
keldurnar, og hartil rætti-
liga nógvar og áhugaverdar
fotomyndir og kort.
Tað, sum gevur bókini
eina serliga styrki, er at
allar samrøðurnar, sum
Erland hevur havt við
gamlar lossingarmenn ella
familju teirra, er endur-
givnar á teirra egna máli,
Lossingarmenn í Havn
Jóannes Hansen, formaðurin hjá DFDS
Trongligt úti í krókinum við Havnarskrivstovuna. Hoyggj, tunnur, sekkir persónbilar, lastbilar og fólk
Vágsbotnur um aldamótið 1900 ella fyrst í øldini. Motorbátar fyri teym. Innast liggur ein jakt, og menn lossa úrhenni up á
hestavognar við heysikrana. Aftast Müllerspakkhús, kolbrúgvin hjá Lützen stendur uppi, og høgrumegin sæst Fabrikkin
C
M
Y
K
16