Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mai 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 97 • fríggjadagur • 23. mai 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Próvtøkan verður í vikuskiftinum Tað tykist vera rættu- liga opin spurningur, hvussu miðverjan og vinsta verjuborð skulu mannast, tá ið Føroyar um tvær vik- ur skulu spæla í Ís- landi og so á heima- vølli ímóti Týsklandi LANDSLIÐIÐ Jóannes Hansen Annað umfar í landskapp- ingini er á skránni hetta vikuskiftið. Umframt spenningin, sum altíð er tengdur at, hvussu tað fer at laga seg við málum og stigum og harvið, hvussu stigatalvan fer at síggja út sunnukvøldið, so er serlig- ur spenningur hesa ferð knýttur at uppgerðunum. Sambært Jógvani Martin Olsen so er ætlanin, at teir, sum skulu við landsliðnum til Íslands annan mikudag, spæla í Reykjavík 7. juni og á heimavølli ímóti Týsk- landi mikudagin 11. juni, skulu úttakast mánadagin. Henrik Larsen, landsliðs- venjari, verður í flogfarin- um í morgin, og hann fær fleiri møguleikar at sýna spælararnar í vikuskiftin- um. Skála og B68 spæla á Skála leygardagin klokkan 14, og NSÍ og HB spæla í Runavík klokkan 17 leyg- ardagin. Sunnudagin eru tríggir dystir á skránni FS Vágar–GÍ, KÍ–VB og B36–EB/Streymur. – Henrik fer at hyggja eftir einum dysti sunnudag- in, og eg fari at hyggja eftir einum øðrum, sigur Jógvan Martin Olsen, sum saman við NSÍ ger burturav sær longu leygardagin. Opin pláss Tíbetur hevur tað nógvu tey seinastu árini verið so- leiðis, at landsliðið hevur verið rættuliga støðugt mannað, og at útskiftingar- nar hava verið fáar og eru komnar so við og við, og at tað oftast hevur verið rættu- liga upplagt, hvørjir teir fyrstu ellivu hava skula ver- ið. Hesa ferð er støðan øðr- vísi. – Óli Johannesen og Pól Thorsteinsson eru leik- bannaðir. Tað er spell, men tað hava vit vitað leingi. Tí verður neyðugt at finna nýggjan makkara til Jón Róa Jacobsen í miðverjuni, og tað er kanska eitt sindur ivasamt við vinstra verju- borði eisini, sigur Jógvan Martin Olsen. Jógvan Martin útgreinar ikki meiri. Men hjá honum og venjaranum er spurning- urin, um Súni Olsen verður nóg væl fyri at spæla í vinstru síðu, og um Hans Fróði Hansen er upplagda valið til miðverjuplássið. Landsliðsvenjararnir fylgja væl við. Teir vita, at Súni Olsen hevur verið so mikið skaddur, at hann ikki hevur verið førur fyri at spæla við GÍ síðsta mánað- in. Teir vita eisini, at Hans Fróði Hansen hevur verið burtur alla hesa vikuna, og tískil ikki hevur vant við B68, síðani teir Dýra biðju- dag vóru á Mølini á Eiði. Tað má roknast við, at tað fyrst og fremst eru hesir báðir spælararnir, sum so at siga skulu í røntguna í vikuskiftinum. Hans Fróði Hansen skal á Skála tíðliga seinnapartin í morgin prógva, at hann er nóg væl fyri at stríðast við íslendsku kempurnar, og Súni Olsen skal í Vágum í sunnudagin prógva, at hann er førur fyri at spæla, og at tað gongur rætta vegin. Mikukvøldið sást, at drúgva fráveran hevur kostað. Eingi systkinabørn Síðani Henrik Larsen gjørdist venjari, hevur tað verið nógv tosað um vinstru síðuna. Øssur Han- sen úr B68 bar seg undan landsliðssessi, tá ið síðsta HM undankappingin var av. Systkinabarnið hjá honum, Jens Kristian Hansen, játt- aði, eftir at landsliðsvenj- arin hevði heitt á hann, at taka eitt tørn afturat. Men síðani tá hevur hann fyri tað mesta verið skaddur, og hann hevur spælt millum lítið og einki við B36 higar- til í ár. Tað tykist vera úti- lokað, at Jens Kristian skal verða tøkur til EM undan- kappingardystirnar um tvær vikur. Øssur Hansen gav eftir ferðina til Litava og Týsk- lands í oktober avboð, og hann hevur ikki síðani boð- að frá, at hann aftur er tøkur. Um landsliðsvenj- arin – á sama hátt sum eftir dystin hjá B68 í Runavík í heyst – fer at heita á Øssur Hansen um at spæla tveir dystir afturat, fæst at síggja eftir vikuskiftið. Spurningurin er, hvørjir aðrir møguleikar venjarin hevur enn Hans Fróða Han- sen og Súna Olsen til ávikavíst miðverjuplássið og vinstra verjuborð. Boð upp á miðverjupláss kann vera Bartal Eliasen, sum hevur verið knassi í GÍ miðverjuni higartil í ár, men sum ikki hevur verið rættuliga í landsliðshit- anum áður, og sum skal til Oyggjaleikirnar við flog- bóltslandsliðnum. Eitt ann- að boð kann vera Allan Joensen, sum higartil í ár hevur verið á KÍ miðvøllin- um, men sum ofta hevur verið miðverji. Heðin á Lakjuni var á landsliðnum í fyrra dystin- um ímóti Kasakstan. Hann hevur ofta verið vongverji í vinstru bæði hjá KÍ og B36, men á landsliðnum hevur hann fyri tað mesta verið framrættaður. Tað ber eisini til at ímynda sær, at um venjarin ikki heldur Súna Olsen vera nóg væl fyri, og um Øssur Hansen ikki verður neyðinnkallaður, at tað verður roynt t. d. at flyta Christian Høgna Jacobsen í vinstra borð. Ein annar møguleiki er, at Sjúrður Jacobsen, sum í fjør var eina ferð á landsliðnum, fær boð. Ein annar møgu- leiki, sum kanska er tann mest upplagdi, er, at Johan B. Hansen, sum spælir í Horsens, og sum ikki hevur verið á landsliðnum sein- astu tvey árini, fer at fáa boð hesa ferð. Ella verður onkur, sum ongantíð áður hevur verið á landsliðnum, úttikin hesa ferð. So kann hvør einstakur minna seg á, hvør er mið- verji og vongverji í vinstru á hansara liði og harnæst sammeta hesar við aðrar miðverjar og vongverjar í føroysku kappingini. Tað man vera langt síð- ani, at landsliðspróvtøkan hevur verið so áhugaverd, sum hon er hetta viku- skiftið. Súni Olsen hevur júst verið skaddur, og ivaleyst fara landsliðsvenjararnir at fylgja væl við, hvussu hann fer at standa seg um vikuskiftið Hans Fróði Hansen hevur verið mest upplagda valið til miðverjuna, nú Óli Johannesen er leikbannaður, men hann hevur ikki fingið vant optimalt seinastu vikuna, og tí skal hann helst eisini til eitt slag av próvtøku C M Y K 18 Nr. 97 - 23. mai 2003 19 Sera ivasamt brots- spark var orsøkin til, at GÍ slapp upp í aftur, og gøtumenn vóru hepnir at fáa sigursmálið, tá ið Skála stríddist fyri at vinna FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Mest upplagda evni at flyta niður. Soleiðis vórðu útlit- ini hjá Skála mett at vera undan kappingarbyrjan. Nú hava skálamenn spælt tveir torførar útidystir, og teir hava einki stig fingið. Men tað hevur ikki verið, tí teir hava verið niðurspældir. Heldur hevur tað verið tvørtur ímóti. Og serliga í Gøtu mikukvøldið var Skála leikliga omaná. Á miðvøllinum høvdu teir betri tak á fótbóltsspælin- um enn mótstøðumenninir, teir dugdu væl at spæla seg ígjøgnum í borðunum, fleiri ferðir løgdu teir góðar bóltar innfyri, og teir vóru ágangandi og væl skipaðir í verjuspælinum. Tað kundi kanska roknast við, at teir fóru at grava seg niður og dyrgja eftir einum stigi, men tað gjørdu skálamenn yvirhøvur ikki. Skálamenn hava ein stóran trupulleika, og hann er avgerandi. Teir megna ikki at skjóta mál. – Spælið hjá okkum er ikki nóg gott á síðsta trið- inginum á vøllinum. Tá gerast vit ov tunnir, stað- festi venjarin, Johan Nielsen, sum kortini tók undir við, at liðið hjá hon- um hevði havt fleiri álop, sum væl kundu havt borið mál við sær. Sveinur Justin- ussen stútaði upp undir handaru samankomingina eftir horna úr vinstru, men Hans Pauli Petersen bjarg- aði við høvdinum á strikuni og umvegis tvørtræið fór bólturin aftur í spæl. Alex- andur kiksaði skot úr góð- ari støðu, fleiri ferðir fóru innlegg strúkandi framvið málinum, og í 2. hálvleiki slapp Bogi Gregersen væl til baklinjuna í vinstru, men skotið hjá Jónhardi Frederiksberg var ikki nóg neyvt. Sum 1. hálvleikur leið breiddi kenslan seg av, at Skála fór ikki at fáa mál, uttan at GÍ gjørdi sjálvmál, og tað var júst tað, sum hendi í síðstu løtu undan steðginum. Julian Floresco, sum var væl upplagdur og ágang- andi á vinstra vongverja, sendi fríspark úr høgru og í brotsteigin, og har stakk Bartal Eliasen seg upp og stútaði ógvuliga vakurt dygst inn undir samankom- ingina. Hann mundi halda seg vera fremri stadddur, enn hann var á brotssparks- blettinum. Eitt mál, sum líktist nógv teimum, sum Símun Petur Justinussen plagdi at stúta, tá ið hann var í valmaktini, hildu gøtumenn! Óheppin støða Í spælmyndingini var 2. hálvleikur líkur fyrra um- farinum. GÍ saknaði aftur Gidek, og hóast Súni Olsen var við, so var hann ikki á tí støðinum, sum hann vísti, áðrenn hann varð skaddur. Gøtumenn stríddust, men teir megnaðu ongantíð at slíta seg leysar av ágang- andi mótstøðumonnum, og at fáa samanspælið at rigga, og sambandið millum ket- urnar var ikki nóg gott. GÍ legði seg nógv eftir at stinga fram til Popczynski, sum Skála verjan kortini fyri tað mesta hevði í stutt- um tjóðri. Ikki minst eftir at Pauli G. Hansen eftir steðg- in var komin inn á vong- verjan. Fyrsta tíman vóru næstu royndirnar, tá ið Bartal Eliasen og Súni Olsen royndu seg við frí- spørkum, sum kortini ikki vóru stórvegis trupul hjá Eugen Voda. Skála hevði betri tak á spælinum, og tíðin arbeiddi fyri teir. Tí var tað serliga kærkomið hjá heimaliðn- um, at teir miðskeiðis í 2. hálvleiki fingu brotsspark. Fingu man vera rættasta orðið at brúka, tí hjá teim- um kring vøllin var ilt at síggja, at Pauli G. Hansen gjørdi nakað, sum ikki var í tráð við ásetingarnar, tá ið hann stóð aftanfyri Magnus Skoralíð, sum tamdi fram- spælingina og royndi at snara um verjumannin og datt. Men dómarin (var fimm ferðir í lumman eftir gulum í sera reint spældari upp- gerð) stóð við sítt, og hetta varð avgerandi fyri úrslitið. Súni Olsen setti í kassan úr ellivu metrum. Kortini var tað ikki heimaliðið, sum síðsta fjóðringin av tíðini var leikliga omaná. Spælið helt fram at ganga, sum tað hevði gjørt. Skála stýrdi, men tað var GÍ, sum fekk sigursmálið og harvið fyri aðru ferð í tríggjar dagar endaði omaná, hóast teir leikliga vóru við undirlut- an. Tað átti at boðað frá góðum. Sjey minuttir rest- aðu, tá ið Bárður á Lakjuni og Símun Samuelsen samanspældu í vinstru, og Símun av baklinjuni spældi út frá til Popczynski, sum fyrst tamdi og tøvdi og síðani fekk bent bóltinum í málið. – Vit høvdu betri uppi- borið, men vit taptu virði- liga. Fyri spælararnar er tað sinniliga betur at vita, at teir vóru við til at mynda spælið, heldur enn at teir høvdu havt tapt, eftir at teir høvdu havt staðið í egnum brotsteigi og sparka burtur, helt Johan Nielsen, Skála venjarin, sum ikki vildi gera viðmerkingar til brots- sparksdómin, tí hann segði seg ikki hava sæð støðuna. Dysturin í tølum GÍ–Skála 2–1 (0–1) 0–1: sjálvmál 45. 1–1: Súni Olsen br 68. 2–1: Krzystof Popczynski 83. Dómari: Petur Skarðenni GÍ: Jazek Przybylski – Poul Andreas Jacobsen, Bartal Eliasen, Leivur Hansen– Hans Pauli Petersen (Jónreid Dalheim, 62.), Símun Samuelsen, Símun Louis Jacobsen (Høgni Madsen, 46.), Bárður á Lakjuni (Áslakur R. Petersen, 89.) – Krzystof Popczynski, Magnus Skoralíð Gult kort: Høgni Madsen, Magnus Skoralíð og Súni Olsen Skála: Eugen Voda – Agnar Højgaard (Pauli G. Hansen, 46.) Arnold Berg, Dusan Jaic, Iulian Floresco – Hanus Thorleifsson, Alexander Jovevic, Sveinur Justinussen (Pétur Geir Svavarsson, 84.), Alexandur Johansen – Jónhard Frederiksberg, Bogi Gregersen Gult kort: Arnhold Berg og Bogi Gregersen Støðan, 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 1 1 - 0 - 0 3 1 2 3 2 NSÍ 1 1 - 0 - 0 2 0 2 3 3 KÍ 1 1 - 0 - 0 1 0 1 3 4 GÍ 2 1 - 0 - 1 2 2 0 3 5 EB/Streymur 1 0 - 1 - 0 2 2 0 1 6 B68 1 0 - 1 - 0 2 2 0 1 7 VB 1 0 - 1 - 0 0 0 0 1 8 B36 1 0 - 1 - 0 0 0 0 1 9 FS V 1 0 - 0 - 1 1 3 -2 0 10 Skála 2 0 - 0 - 2 1 4 -3 0 GÍ-Skála 2-1 (0-1): Skála finnur ikki málið – Spælið hjá okkum er ikki nóg gott á síðsta triðinginum á vøllinum. Tá gerast vit ov tunnir, staðfesti Skála-venjarin, Johan Nielsen, eftir dystin mikukvøldið 19