fríggjadagur 23. mai 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 97 - 23. mai 2003
Nr. 97 - 23. mai 2003
21
UTTAN ÚR HEIMI
Bush fer kanska til
Miðeysturs
George W. Bush, forseti, umhugsar nú, um hann sjálvur
skal royna at fáa ferð á friðartilgongdina í Miðeystri.
Mikudagin tosaði Bush í telefonini við ísraelska for-
sætisráðharran, Ariel Sharon, og panslestinska forsæt-
isráðharran, Mahmoud Abbas. Í næsta mánað skal
Bush til Evropa at ferðast, og blaðið New York Times
vil vera við, at forsetin umhugsar at leingja ferðina, so
hann eisini kann fara til Miðeysturs. Tað tykist greitt, at
Bush fer ikki til Ísraels, tí viðurskiftini har verða ikki
hildin at vera nóg trygg, og tí verða Kuwait og Qatar
nevnd sum møguligir fundarstaðir.
Palestinararnir hava góðkent tað seinasta friðarupp-
skotið, men tað hevur Ísrael ikki gjørt. Tað ger ikki
viðurskiftini millum teir báðar partarnar betur, at Ísrael
mikudagin noyddi Mahmoud Abbas at avlýsa eina
ætlaða ferð til Gaza-geiran. Beint áðrenn Abbas skuldi
fara hagar, sendi Ísrael fimtan stríðsvognar til Gaza og
byrgdi eitt stórt øki av.
Semja um rudding
Tíggju lond, teirra millum Russland, Noreg og Svøríki,
skrivaði fyrradagin undir eina semju um at beina fyri
ymsum kjarnorkuburturkasti á Kolanesinum.
Í fyrsta umfari snýr tað seg um gamlar kjarnorkurikn-
ar russiskar kavbátar, sum liggja fyri akkeri á fleiri vík-
um á Kolanesinum, og í øðrum lagi er talan um nøkur
skip, sum liggja í havnini í Murmansk fermd við kjarn-
orkuburturkasti. USA var við í samráðingunum, men
vildi ikki skriva undir, tí landið er ikki nøgt við áseting-
arnar um, hvør hevur ábyrgdina, um eitt óhapp hendir
undir ruddingararbeiðinum. Amerikanarar hava kortini
lovað at gjalda ein part av tí, sum arbeiðið fer at kosta.
Svenski uttanríkisráðharrin, Anna Lindh, sum hevur
staðið á odda fyri samráðingunum, sigur, at ES hevur
játtað umleið eina milliard krónur til ruddingararbeiðið
og til at nútímansgera russisk kjarnorkuverk.
Herferð á Mount Everest
Sjey menn í einum hernaðarligum rannsóknarliði, sum
India og Nepal hava skipað í felag, komu í gjár niðan á
toppin á heimsins hægsta fjalli, Mount Everest.
Teir sjey menninir høvdu sjey berarar við sær, og
allir fjúrtan menninir komu í gjár oman aftur til eina
støð, sum teir høvdu gjørt sær á veg niðan á fjallið. Teir
indisku og nepalsku hermenninir fóru upp á suðursíð-
uni á fjallinum og gingu somu leið, sum Edmund Hill-
ary og Tenzing Norgay nýttu, tá teir sum teir fyrstu
komu upp á Mount Everest fyri 50 árum síðani.
Beint eftir at teir sjey hermenninir vóru komnir niðan
á toppin, komu nakrir japanar og nakrir fransmenn eis-
ini niðaná, og tveir tímar seinni eydnaðist tað eisini
nøkrum kinverjum og nøkrum suðurkoreanarum at
sleppa upp á Mount Everest.
Danmark á 2. plássi
Eitt yvirlit yvir, hvussu nógv ymisk lond lata í menn-
ingarhjálp, vísir, at Danmark er á øðrum plássi.
Yvirlitið umfatar 21 lond, og tað er ein amerikanskur
stovnur, sum hevur gjørt tað. Har sæst millum annað, at
bara Niðurlond lata meiri í menningarhjálp enn Dan-
mark. Hinvegin eru rík lond sum USA og Japan langt
niðri í yvirlitinum.
ST hevur lagt eina ætlan um menningarhjálp tey
næstu tólv árini, og Kofi Annan, aðalskrivari hevur sett
ein stovn at halda eygað við, at tey einstøku londini
halda tað, sum tey hava lovað. Danska uttanríkisráðið
hevur sett sær fyri at gera uppaftur meiri við menning-
arhjálpina og samstarvar við fleiri ST-stovnar og
sjálvbodnar felagsskapir fyri at røkka málinum.
Vandin fyri, at eitt
mistak skal elva til
kjarnorkukríggj mill-
um USA og Russland,
er vaksin seinastu
árini, siga amerika-
nskir granskarar, sum
vilja hava Bush og
Putin at viðgera mál-
ið í næsta mánað.
KJARNORKUVÁPN
Árni Joensen
Hóast meiri enn tíggju ár
eru liðin, síðani Kalda
Kríggið endaði, Sovjetsam-
veldið varð upployst, og
USA og Russland fóru at
samstarva, er vandin fyri
einum kjarnorkukríggi mill-
um teir báðar gomlu fígg-
indarnar minni enn so av.
Tað siga granskararnir á
viðurkenda
amerikanska
RAND-stovninum.
Teir
mála eina sera dapra mynd
av russisku kjarnorkumeg-
ini, og teir siga seg ivast í,
at tey góðu viðurskiftini
millum Russland og USA
hava bøtt um trygdina, tá
saman um kemur.
Niðurstøðan hjá RAND-
stovninum samsvarar væl
við tað, sum formaðurin í
amerikanska felagsskapin-
um The Nuclear Threat In-
itiative, demokratiski sena-
torurin Sam Nunn, hevur
víst á. Saman við republik-
anska senatorinum Richard
Luger, sum er formaður í
uttanríkispolitisku nevndini
hjá senatinum, hevur Sam
Nunn virkað fyri at skerja
kjarnorkuvápnagoymslurna
r og at forða fyri, at kjarn-
orkuvápn enda í hondunum
á teimum, sum ikki eiga at
hava atgongd til slík vápn.
- Eingin okkara heldur, at
USA og Russland fara at
byrja eitt kjarnorkukríggj
við vilja. Men bert eitt lítið
mistak ella eitt óhapp kann
vera nóg mikið, og tann
møguleikin er til staðar,
sigur Sam Nunn.
Hann sigur, at vandin fyri
at yvirgangsmenn skulu fáa
fatur á kjarnorkuvápnum er
í Russlandi og ikki í Irak
ella Iran, og hann heldur
ikki, at George W. Bush,
forseti, hevur givið hesum
nóg stóran ans. Undir val-
stríðnum segði Bush annars,
at hann ætlaði sær at leggja
dent á at tryggja kjarn-
orkuvápn kring heimin,
men tað hevur hann ikki
gjørt enn, sigur senatorurin.
Granskararnir
hjá
RAND-stovninum vísa á,
at USA og Russland hava
nóg mikið av kjarnorku-
vápnum til at leggja allan
heimin í oyði eftir einum
tíma, og at tað tekur bert
nakrar minuttir at trýsta á
allar teir neyðugu knøttar-
nar. Teir siga eisini, at bú-
skaparligu trupulleikarnir í
Russlandi hava gjørt, at
kjarnorkuvápnini
hava
fingið størri týdning fyri
russar enn onnur herútgerð.
Men russiska útgerðin er
yvirhøvur í ringum standi,
og skal Russland hava ein
møguleika í einum kjarn-
orkukríggi ímóti USA,
hava teir bert eitt at gera, og
tað er at trýsta á knøttarnar,
áðrenn
amerikanararnir
gera tað, og hetta er ein
vandamikil støða, stendur í
frágreiðingini hjá RAND-
stovninum.
Vandin fyri kjarnorkukríggi er vaksin
Meiri enn 550 fólk
doyðu, og næstan
5.000 finsu skaða í
harða jarðskjálvtan-
um í Algeria.
JARÐSKJÁLVTI
Árni Joensen
Jarðskjálvtin í Algeria fyrra-
kvøldið var ein av teimum
hørðu og samstundis ein av
teimum drúgvu. Úrslitið var
eisini har eftir, meiri enn
550 deyð og næstan 5.000
løstað.
Amerikanskir jarðfrøð-
ingar máldu skjálvtan til
6,7 stig á Richter-stiganum.
Sjálvur
miðdepilin
var
einar tíggju kilometrar und-
ir jørð nærhendis býnum
Thenia 70 kilometrar eyst-
an fyri høvuðsstaðin Alger.
Sjálvur
høvuðsskjálvtin
vardi nøkur sekund, men
fleiri eftirskjálvtar gjørdu,
at økið skalv í næstan fimm
minuttir. Úr Spania verður
sagt, at har merktu tey
skjálvtan á suðurstrondini
og á oyggjunum Mallorca
og Ibiza.
Jarðskjálvtar eru ofta í
Algeria. Í 1999 doyðu 22
fólk í einum skjálvta, og í
1994 kravdi ein jarðskjálvti
170 mannalív. Ta ferðina
mistu 150.000 fólk hús og
heim.
Alt skalv í fimm minuttir
Bjargingarliðini funnu nógv lík undir teimum niðurrapaðu húsunum
Nólsoyar Bygdarsavn
Húsini við Brunn
Savnið er opið eftir avtalu á tlf. 327020
ella 327036. Atgongugjald: 20,- kr.
Sørvágs Bygdarsavn
Savnið er opið eftir avtalu á tlf. 332893,
333284 ella 333191. Atgongugjald: 30,-
Miðvágs Bygdasavn
Kálvalíðhúsini
Savnið er opið eftir avtalu við Vága
Kunningarstovu,
tlf.
333455
ella
212705. Atgongugjald: 20,- kr.
Tvøroyrar bygda-
og sjóvinnusavn
Gamla Doktarahúsið
Frá 25. mai til 31. august er savnið opið
hvønn sunnudag kl. 15.00-18.00. Ann-
ars eftir avtalu á Kunningarstovuni á
Tvøroyri, tlf. 372480 ella 254941. At-
gongugjald: 20,- kr.
Sands Bygdarsavn
Norðara Koyta
Frá 1. juni til 31. august er savnið opið
hvønn sunnudag kl. 16.00-18.00. Ann-
ars eftir avtalu við Sandoyar Kunning-
arstovu, tlf. 361836 ella 222078. At-
gongugjald: 20,- kr.
Vestmanna Bygdarsavn
Savnið í kommunubygninginum er
opið mánadag til fríggjadag kl. 10-12.
Annars eftir avtalu á tlf. 424218 ella
424103. Ókeypis atgongd.
Eiðis Bygdasavn
Látrarroykstovan
Frá 1. juni til 31. juli er savnið opið
mikudag og sunnudag kl. 14-16. At-
gongugjald: 20,- kr.Bólkar,min.10,eftir
avtalu á tlf.423597,423269 ella 423102.
Bygdasavnið í Nes kommunu
Gamli Prestagarðurin
Savnið er opið eftir avtalu á tlf. 447438
ella 447251. Atgongugjald: 20,- kr.
Bygdasavnið Forni
Glyvrar
Frá 1. juni til 15. september er savnið
opið mánadag, mikudag og sunnudag
kl. 16-19. Annars eftir avtalu á tlf.
226088, 447391 ella 449214. Atgongu-
gjald: 30,- kr. Bólkar, min. 10, 20,- kr. fyri
hvønn.
Gøtu Fornminnissavn
Blásastova við hoyggjhúsinum
og Glyvra Hanusar hús
Frá 19. mai til 15. september er savnið
opið mánadag,týsdag,fríggjadag,leyg-
ardag og sunnudag kl. 14-16. Annars
eftir avtalu á tlf.222717 ella 228768.At-
gongugjald: Vaksin 30,- kr. børn 10,- kr.
Norðoya Fornminnasavn
Handilshúsini,
Gamla Apotekið, Klaksvík
Frá 15. mai til 15. september er savnið
opið hvønn dag kl. 13-16. Annars eftir
avtalu á tlf. 456287 ella 456939.
Atgongugjald 20,- kr. Bólkar, min. 10,
15,- kr. fyri hvønn
Bygdasøvnini í Føroyum
í summar
Lýsing frá
Sjóvinnufyrisitingini
Sjóvinnufyrisitingin er frá 1. mai 2003 løgd saman við Skipaeftirlitinum. Øll
skrivstovu avgreiðsla og alt samskifti viðv. sjóvinnubrøvum, manningarskjølum,
undantaksloyvum og øðrum viðurskiftum Sjóvinnufyrisitingin tekur sær av,
verður framyvir avgreitt á Skipaeftirlitinum í Miðvági.
Adressa:
Skipaeftirlitið/Sjóvinnufyrisitingin
Postsmoga 26
370 Miðvágur
Tlf. 35 56 00 · Fax 35 56 01
Teldupostur: fma@fma.fo
Ynskja tygum nærri upplýsingar, kunnu tygum ringja á tlf. 35 56 00 ella 35 30 30
og spyrja eftir Johild Ziskason, fulltrúa.
Fiskimálaráðið
Skipaeftirlitið
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 1648,
P/F Eystaravág, 480
Tórshavn.
Stjórn:
Farin frá sum stjóri: Marni
Olsen, Krosslíð 5, 100
Tórshavn.
Innkomin sum stjóri:
Gunnar Mohr, J. C.
Svabosgøta 29, 100
Tórshavn.
Skráseting Føroya tann 21.
mai 2003
Kristin Balle
________________________
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
C
M
Y
K
21
20