leygardagur 24. mai 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 98 - 24. mai 2003
Nr. 98 - 24. mai 2003
3
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu tá okkara
elskaða dóttir, systir, svigarinda og fastir
Ann Thomsen
Hvidovre
andaðist og varð jarðað á føroyska partinum
á Vestre Kirkegård.
Tøkk fyri kransar og blómur og til tykkum,
sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað
her á fold.
Ein serlig tøkk til tykkum, sum komu úr Føroyum
og øllum, sum skrivaðu og ringdu
og á annan hátt stuðlaðu okkum
undir hennara tungu sjúkralegu.
Hjartans tøkk øll somul.
Hilda, Daniel Jacob, Pauli, Bjørg og Daniel Eyðun
Tøkk
Hjartans takk fyri ta stóru samkenslu og hjálpsemi,
sum víst var okkum, tá okkara kæra og elskaða kona,
mamma, systir, vermóðir og omma
Vilgerð Astridardóttir
Tórshavn
lá sjúk, doyði og varð jarðað.
Tøkk øll tit, sum vóru um hana, og tit sum á einhvønn
hátt hjálptu til, meðan hon var sjúk.
Tit vóru ein stór hjálp í neyðini.
Tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt
hjálptu til við jarðarferðina.
Tøkk til starvsfólkið á B6 og á oknologiskudeild
á Landssjúkrahúsinum, tøkk til Lágargarð.
Tøkk fyri troystarrík orð og til tykkum mongu,
sum ringdu og luttóku í stóru sorg og sakni okkara.
Tøkk øll tit mongu, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað her á fold.
Tøkk fyri kransar, blómur og peningagávur
til Spedalskheitsmissiónina.
Hjartans tøkk øll somul
Familjunnar vegna
Andrias og Manijeh
Hósdagin varð Àrni
Dam alment
tilnevndur russiskur
konsul
KONSUL
Heri á Rógvi
– Hetta er ein stórur heiður
hjá øllum føroyingum.
Soleiðis sigur nýliga
útnevndi russiski konsulin í
Føroyum, Árni Dam.
Skipað var fyri einari
móttøku á Hotel Hafnia
seinnapartin hósdagin í
sambandi við almennu út-
nevningina av Árna Dam
sum russiskan heiðurs-
konsul.
Fitt av fólki stakk inn á
gólvið fyri at heilsa nýggja
konsulinum. Teirra millum
vóur eisini fleiri russarar,
sum búgva í Føroyum.
Árni Dam fekk tey al-
mennu pappírini handaði
frá Vladimir Ulasevich,
sum er virkandi russiskur
sendiharri í Danmark.
Í hesum starvi sum
manningarstjóri á agency
deildini hjá Skipafelagnum
hevur Àrni Dam havt nógv
samskifti við russar, og
hann sigur sjálvur, at hann
so gott sum hevur verið
virkað sum konsul ella sum
umboðsmaður.
– Eg rokni tí ikki við, at
tað verða tær nógvu broyt-
ingar í mínum dagliga ar-
beiði. Tað verða kanska
fleiri almennar uppgávur,
men sum sagt, eg rokni ikki
við tí stóra arbeiðinum
afturat, sigur Àrni Dam.
Sjálvur er hann eisini
ógvuliga fegin um heiður-
in. Árni Dam hevur knapt
30 ára royndir við russum,
soleiðis at hann hevur holl-
an kunnleika til russisk við-
urskifti. Àrni sigur, at hann
roknar við, at millum tíggju
og tjúgu russar búgva í Før-
oyum. Umframt hetta hava
Føroyar tætt handilssam-
starv við russar.
Spurdur, hvussu tað ber
til, at russar hava bíðað
inntil nú við at tilnevna ein
konsul í Føroyum, sigur
Árni, at danir ikki hava
ynskt hetta áður, men nú
havi givið loyvi til russisk-
an konsul í Grønlandi og í
Føroyum.
Menna samstarv
Vladimir
Ulasevich
er
komin til Føroya sum virk-
andi sendimaður í Dan-
mark fyri Russland í ørind-
unum at tilnevnda og vera
hjástaddur, nú Árni Dam er
vorðin russiskur konsul.
Vladimir
Ulasevich
greiðir frá, at uppgávan hjá
russiksan konsulinum í
Føroyum fyrst og fresmst at
skapa góður umstøður fyri
russarar í Føroyum.
– Vit vilja eisini menna
samstarvið við Føroyar, og
vit meta tað sum eitt týdn-
ingarmikið stig at útnevnda
ein konsul í Føroyum, sigur
Vladimir Ulasevich.
Sosialurin ynskir Árna
Dam til lukku við heiðurin-
um.
Árni Dam, russiskur konsul:
– Stórur heiður hjá
okkum øllum
Virkandi russiski sendiharrin í Danmark Vladimir Ulasevich
handaði Árna Dam, t.v., pappírini upp á, at hann nú er
russisku konsul.
Mynd: Heri á Rógvi
Heilt fitt av fólki stak inn á gólvið á móttøkuni. Her er tað Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri,
sum tosar við russsikan konsulin.
C
M
Y
K
3
2