leygardagur 24. mai 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 98 - 24. mai 2003
Nr. 98 - 24. mai 2003
5
Siloakórið og sang-
bólkurin Salt, sum
fyri stuttum hevur
fingið tilboð um at
taka upp i USA, fara í
annað kvøld at syngja
í Mentanarhúsinum í
Fuglafirði
KONSERT
Jóannes Hansen
Í annað kvøld klokkan
hálvgum níggju verður
konsert i Mentanarhúsinum
í Fuglafirði. Tað er sang-
kórið í Siloa í Fuglafirði,
sum fer at hava konsert
saman við sangbólkinum
Salt. Kórið, sum øll árini
síðani endurstovnanina í
1988 hevur verið stjórnað
av Eyðuni á Lakjuni, hevur
seinnu árini altíð rundað
sangárið av við einari kon-
sert. Í fjør sungu tey í
Mentanarhúsinum saman
við Fuglfjarðar Sangkóri,
og hesa ferð eru tey saman
við sangbólkinum Salt,
sum millum sangararnar
hevur fleiri, sum eisini
syngja við Siloa kórinum.
Siloa kórið hevur fjøl-
broytta skrá. Hesa ferð fara
tey at syngja lættari sangir
og ikki so nógvar av lokal-
um uppruna í Fuglafirði,
sum tey onkuntíð hava
gjørt. Millum løgini verður
okkurt hjá Andraé Crouch,
okkurt hjá Oslo Gospel
Choir og okkurt Negro
spiritual kent.
Gunnar Guttesen fer at
spæla klaver, Bárður Há-
berg bass, og Jóhan á Lakj-
uni fer at spæla percussion.
Solistarnir vera Karolina
Højgaard, Elisabeth Han-
sen, Elsebeth Lassaberg og
Bárður á Lakjuni.
Konsertin verður umleið
hálvan annan tíma, og
kostnaðurin
verður
50
krónur.
Væl fagnað í
Skotlandi
Sangbólkurin Salt er væl
dámdur. Ikki minst tá ið tey
syngja a capella ella uttan
undirspæl. Í bólkinum eru
Arnvør á Torkilsheyggi,
sum hevur gjørt nógvar av
útsetingunum hjá bólkin-
um, Elsebeth Lassaberg,
Edna
Jacobsen,
Paula
Jespersen, Jóan Magnus
Olsen og Bárður á Lakjuni.
Um mánaðarskiftið vóru
tey í Skotlandi, har tey
saman við sangbólkum úr
m.a. Skotlandi og USA lut-
tóku á sangstevnu í Fraiser-
burg. Á føroyingum, sum
ferðaðust saman við sang-
bólkinum Salt, skilst, at
føroyski bólkurin var sera
væl fagnaður.
Millum luttakararnar úr
USA var ein, sum hevur
studio í Atlanta í Georgia,
og sum serliga arbeiðir við
a capella upptøkum. Hann
vísti áhuga fyri at gera upp-
tøkur við føroyska bólkin-
um, men enn vita tey ikki,
um hetta fer at gerast til
veruleika.
– Vit hava havt samband
við hann, síðani vit komu
aftur úr Skotlandi, og hann
er framvegis sera áhugaður
í at fáa okkum yvir til USA
at gera upptøkur. Vit fara at
arbeiða við hugskotinum,
og næsta árið fer at vísa,
um hetta fer at gerast til
veruleika ella ikki. Men
sjálvandi er tað áhugavert
at fáa tilboð um at koma til
USA at taka upp, sigur
Bárður á Lakjuni.
Í Skotlandi varð serligur
áhugi vístur eitt nú sang-
inum Fjart út um himmal-
hválvið, sum Zacharias
Zachariassen umsetti úr
svenskum og til føroyskt
fyri nógvum árum síðani.
Undan føroysku vitjanini í
Skotlandi umsetti Gud-
mundur Johannesen, sum
er hálvur føroyingur, eftir
áheitan úr Føroyum sangin
til eingilskt. Hetta var altso
fyrsta ferðin, at hesin vakri
sangurin við tí so sera
vakra lagnum at hoyra á
eingilskum. Um hugsanin
at taka upp í USA verður til
veruleika, so er ætlanin, at
Salt skal venja fleiri sangir
av hesum slagnum, sigur
Bárður á Lakjuni.
Salt og kórkonsert í Fuglafirði
– Tað var við ringum
tannabiti, at arbeiðs-
gevararnir góðtóku
semingsuppskotið
hóskvøldið, tí tað
gevur nóg størri
lønarhækking, enn vit
høvdu sett okkum
fyri at lata, sigur Jan
Mortensen frá ar-
beiðsgevarafelagnum
VERKFALL
Áki Bertholdsen
– Tað var við ringum tanna-
biti, at arbeiðsgevararnir
góðtóku semingsuppskotið,
sum
semingsmenninir
gjørdu hóskvøldið.
Jan Mortensen frá ar-
beiðsgevarafelagnum, sig-
ur, at semingsuppskotið
gevur arbeiðarafelagnum
eina nógv størri lønarhækk-
ing enn arbeiðsgevararnir
høvdu sett sær fyri at lata.
Semingsuppskotið gav
2,75 krónur afturat um
tíman um árið í tvey ár, ella
5,50 krónur í lønarhækking
um tíman tilsamans.
– Men harafturat skuldu
tey fáa 1% um árið í lønar-
hækking og tað er 50 oyru
afturat um í lønarhækking
um árið, ella ein króna
afturat tilsamans tey bæði
árini, sáttmálin skuldi vara.
Jan Mortensen sigur, at
tilsamans er talan um eina
lønarhækking upp á umleið
4% um árið.
– Hetta er væl meiri, enn
vit hava sett okkum fyri at
lata, tí vit halda ikki, at tað
er forsvarligt at lata meiri
enn 2,8% um árið, sum er
miðal
lønarvøksturin
i
Evropa.
Ì øllum førum meta vit, at
kravið frá arbeiðarafeløg-
unum er høpisleyst.
Tað fyrra semingsupp-
skotið gav 3,4% um árið.
Hann sigur, at tí brúktu
arbeiðsgevararnir langa tíð
at umhugsa støðuna, áðr-
enn teir góðtóku semings-
uppskotið.
Men alt tað kann gera tað
sama, tí arbeiðarafeløgini
vrakaðu uppskotið, tí tað
gav ov lítið og so eru øll
aftur í sama staði og sostatt
stendur verkfallið við.
Men av tí, at semings-
uppskotið longu er farið
upp um tað, sum arbeiðs-
gevararnir høvdu sett sær
fyri at lata, verður tað tup-
ult at hugsa sær, at teir fara
at góðtaka eina lønar-
hækking, sum er hægri enn
hetta
semingsuppskotið,
sigur Jan Mortensen.
Trívast best í lógloysi
Jan Mortensen heldur, at
støðan, sum føroyska sam-
felagið er komið í, er heilt
burturvið.
– Vit eru einasta land í
Evropa, ella í norðurlond-
um, har løntakarar eru
tvingaðir at verða í fak-
felag. Tað átti at gjørt, at
fakfeløgini føldu eitt sindur
av ábyrgd
Hann sigur, at øll donsk
fakfeløg hava tað niðurfelt í
sínar egnu lógir, at tað eru
limirnir sjálvir, sum at-
kvøða um eitt semings-
uppskot.
– Tað er gjørt tí at tey
ásanna, hvussu álvarsligt
tað er at kasta eitt samfelag
í verkfall og har verða ongi
tiltøk sett í verk, fyrrenn
ein
slík
frumatkvøðu-
greiðsla hevur vrakað eitt
semingsuppskot.
– Men slíkt høvuðbrýggj
hava fakfeløgini í Føroyum
ikki, tí tey trívast best í
anarki, ella skilaloysi.
Hava
fakfeløgini
kki
fingið heimild frá limunum
at taka støðu til semings-
uppskotini?
– Tað siga tey. Men tey
hava 10.000 – 12.000 limir
og hvussu nógvir av teim-
um hava verið við til at
geva teimum hesa full-
maktina? Tað er bara ein
brotpartur, sigur Jan Mort-
ensen.
Semingsmenninir
umhugsa nú at
senda seinasta
semingsuppskotið
til atkvøðugreiðslu
ímillum teir
10.000-12.000 lim-
irnar í arbeiðara-
feløgunum, sum
eru í verkfalli
VERKFALL
Áki Bertholdsen
Teir
10.000-12.000
verkafólkini, sum eru í
verkfalli,
skulu
nú
kanska
til
atkvøðu-
greiðslu.
Tað eydnaðist ikki at
fáa fatur á semings-
monnunum,
áðrenn
evstamark í gjár, men
Hergerð Joensen, næst-
forkvinna í Klaksvíkar
Arbeiðskvinnufelag,
sigur, at semingsmenn-
inir boðaðu frá, at teir
umhugsa at senda sem-
ingsuppskotið til frum-
atkvøðu ímillum limir-
nar hjá arbeiðarafeløg-
unum.
Men hetta eru ar-
beiðarafeløgini
hart
ímóti.
– Ein frumatkvøða er
sera ódemokratisk. Har
skulu minst 75 % av
limunum atkvøða, ann-
ars er semingsuppskotið
samtykt av sær sjálvum.
Teir limir, sum ikki taka
lut í atvøðugreiðsluni,
verða sostat roknaðir at
hava atkvøtt fyri.
Hergerð Joensen sig-
ur, at hartil tekur ein slík
frumatkvøðugreiðsla
rættiliga langa tíð og
hon heldur, at tað er
óforvarligt at vera í
verkfalli so leingi aftur-
at.
Jan Mortensen sigur,
at ein frumatkvøða kann
fyriskipast
rættiliga
skjótt og tað hevði hann
onki havt ímóti, tí so
sluppu limirnir í ar-
beiðarafeløgunum
at
siga sína hugsan.
Arbeiðarafeløgini
siga, at tað júst eru tit,
sum hava ein fingur við
í spælinum og hava
ávirkað semingsmennin-
ir til at umhugsa frum-
atkvøðu.
– Hatta tími eg ikki at
gera viðmerkingar til.
Tað eru so nógv, sum
hava ein fingur við í
spælinum
ímóti
ar-
beiðsgevarafeløgunum:
Landsstýrið er ímóti
teimum, løgtingið er
ímóti teimum, semings-
menninir
eru
eisini
ímóti teimum og somu-
leiðis Landsstýrismað-
urin Fíggjarmálum, fyri
ikki um at tala løg-
regluna og sjálvur Fútin
er beinleiðis í parti við
okkum.
– Tað kunnu vit so
velja at taka fyri fult ella
lata vera, sigur Jan
Mortensen.
– Vit hava ikki verið í
verkfalli í meiri enn
14 dagar fyri at fáa 67
oyru afturat um tím-
an, sigur Hergerð
Joensen, næstfor-
kvinna í Klaksvíkar
Arbeiðsmannafelag
VERKFALL
Áki Bertholdsen
– 67 oyru afturat um tíman.
Hergerð Joensen, næst-
forkvinna í Klaksvíkar
arbeiðskvinnufelag, sigur,
at hetta var alt, sum sem-
ingsmaðurin hevði at bjóða
arbeiðarafeløgunum,
nú
hann aftur hósdagin royndi
at finna semju ímillum
arbeiðarafeløgini í verkfalli
og arbeiðsgevararnar.
– Vit hava ikki verið í
verkfalli í meiri enn 14
dagar fyri at fáa 67 oyru
afturat um tíman, so tað var
onki at gera, uttan at hava
uppskotinum, sigur hon.
Hon sigur, at semings-
menninir løgdu eitt sem-
ingsuppskot fyri partarnar
klokkan gott eitt fríggja-
náttina.
–
Eftir
uppskotinum
skuldu vit fáa 2,75 krónur
afturat um tíman í lønar-
hækking um árið, ella 5,50
krónur afturat um tíman
tilsamans í einum tvey ára
sáttmálaskeiði.
Tað skilst á Hergerð
Joensen, at arbeiðarafeløg-
ini vóru ikki sørt skelkað av
hesum uppskotinum, tí tað
er minni enn semingsupp-
skotið, sum tey vrakaðu
fyri meiri enn 14 døgum
síðani.
Tað gav arbeiðarafeløg-
unum 3,20 krónur afturat
um tíman um árið, ella
tilsamans
6,40
krónur
aftutat um tíman í einum
tvey ára sáttmálaskeiði.
Men hon skoytir uppí, at
afturat
teimum
2,75
krónum afurat, bjóðaði
semingsmaðurin teimum
1% í eftirløn um árið hesu-
ferð.
– Umroknað til peningi,
gevur hetta 92 oyru um
tíman. Tá ið alt er talt við,
var hetta seinasta semings-
uppskotið sostatt 67 oyru
betri um tíman hvørt árið.
Næstforkvinnan í Klaks-
víkar Arbeiðskvinnufelag
sigur, at hetta var so lítið, at
tað var onki at gera, uttan at
vraka tað.
Sostatt fóru partarnir
hvør til sítt klokkan trý
fríggjanáttina og verkfallið
heldur fram.
Álitið á semingsmenn-
inar ikki styrknað
Hergerð Joensen sigur, at
samráðingarnar hósdagin
styrktu avgjørt ikki um
álitið á semingsmenninar.
Tey hava fyrr ført fram,
at semingsmenninar renna
ørindi fyri arbeiðsgevaran
og tað halda tey fast við,
eftir semingsroyndina hós-
dagin.
– Tað er illgrunasamt, at
semingsmaðurin heilar
tvær ferðir leggur eitt sem-
ingsuppskot fram, sum
liggur so nær tilboðnum hjá
arbeiðsgevarunum, at teir
góðtaka tað báðu ferðina.
Hon spyr, hvussu tað ber
til, at semingsmenninir ikki
leggja sama trýst á ar-
beiðsgevararnir, sum teir
alla tíðina leggja á arbeið-
arafeløgini.
– Tá ið hann soleiðis alla
tíðina hugsar um, hvat
arbeiðsgevararnir
siga,
verður ongin verulig sem-
ing, sigur Hergerð Joensen.
Umhugsa atkvøðu-
greiðslu um
semingsuppskotið
Bjóðaðu okkum 67 oyru
afturat um tíman
Ingeborg Vinther í Føroya Arbeiðarafelag og Hans Joensen í Havnar Arbeiðsmannafelag høvdu
nógv at tosa um í gjáramorgunin. Tey vrakaðu eisini semingsuppskotið hóskvøldið og sostatt
heldur verkfallið fram
Tað var við ringum tannabiti
Beinanvegin í gjáramorgunin hittust fakfeløgini til fundar at
umrøða støðuna, nú verkfallið heldur fram. Jan Mortensen á
arbeiðsgevarafelagnum heldur, at tey trívast best í skilaloysi
C
M
Y
K
5
4