leygardagur 24. mai 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 98 - 24. mai 2003
Nr. 98 - 24. mai 2003
7
Markos Jiménez
hevur givið út bókina
Føroya krønika, sum í
tekningum sigur frá
fyrstu 60 millión
árunum í Føroya søgu
ÚTGÀVA
Heri á Rógvi
Hálvi spaniólin og hálvi
vágbingurin Markos Jimé-
nez hevur skrivað og tekn-
að eina øðrvísi søgubók.
Bókin er øll, sum hon er,
ein teknirøð, har søgan er
tann rætta føroyinga søga,
sum vit kenna frá søgubók-
unum.
Bókin lýsir fyrstu trýss
milliónir árini við serligum
denti á tíðarskeiðið, tá ið
menn fyrst nomu land í
Føroyum.
Høvundurin skrivar í for-
mælinum, at teknirøðin
fyrst og fremst er eitt upp-
skot – ein persónlig, ótil-
gjørd tulking og kronolog-
isk endursøgn av tí, sum –
kanska – hendi í hesum
steinrunna landi mitt í
Atlantshavinum.
Bókin byrjar við, hvussu
Føroyar vórðu til og sagt
verður frá, hvussu oyggj-
arnar eru komnar at síggja
soleiðis út, sum tær gera.
Síðani verður lopið til
landnámstíðina, norrønu
búsetingarnar og sagt verð-
ur eisini frá um oyggja-
skeggjarnar.
Tað
mest
spennandi við bókini eru
kanska kvæðini, ið høvund-
urin hevur valt at gera nógv
burturúr. Bæði Brestis-
kvæði og Sigmundskvæði
yngra eru við í bókini um-
framt annað, ið sigur frá
um føroyska søgu til fyri
umleið túsund árum síðani.
Niels Jákup Thomsen frá
Bókadeild Føroya lærara-
felags sigur, at bókin er eitt
megnarverk, sum væl hugs-
andi kann nýtast í skúlum.
– Bókin er full av humor
og speiskum viðmerking-
um, og tað ger bókina
spennandi,
sigur
Niels
Jákup Thomsen.
Bókin er 62 blaðsíður við
tekningum, sum allar eru í
svørtum og hvítum.
Av tí at verkfall er, mugu
fólk bíða til eftir verkfallið
við at fara í bókabúðirnar
fyri at ogna sær bókina.
Sjálvlærdur
Markos Jiménez er 31 ára
gamal og hálvur føroyingar.
Hann hevur nøkur skifti
búð í Føroyum, men hann
hevur mest búð í Danmark
og ørðum londum.
– Eg fekk hugskotið fyri
fýra árum síðani. Síðani
gekk tað umleið eitt ár,
áðrenn eg fór ígongd. Eg
veit ikki rættiliga, hví eg
valdi hetta evnið, men eg
fekk bara hugskotið og so
fór eg ígongd, sigur Mar-
kos.
Hann sigur, at tað verður
nógv arbeiði burturúr bók-
ini. Ikki minst hevur tað
tikið tíð at seta seg inn í
søguna og kvæðini. Har
hevur mamman, Jóna Jimé-
nez, verið ein góður stuðul,
sigur Markos.
Sjálvur er Markos ikki
útbúgvin í at tekna, men
hann hevur lært seg sjálvan.
Íblásturin fær nógvastaðni
kring heimin, og hann ætlar
at kunna liva av hesum.
Ongar ætlanir eru um at
vera fasbúgvandi í Føroy-
um, men hann dámar sera
væl í Føroyum, sigur hann.
Í sambandi við útgávuna
hevur Markos eisini eina
framsýning í smiðjuni í
Lítluvík.
Teknað Føroya søga
– Øll kunna læra at
spæla bridge. Tað er
ikki trupult, og tú
lærir nakað, tí bridge
er eitt spæl, har tú
hugsar, og tað goymir
seg nógvur visdómur
í spælinum, sigur
Gianarrigo Rona,
forseti í Evropeiska
bridgesambandinum
SAMRØÐA
Heri á Rógvi
– Wait just one minut and
i’ll be with you.
Fryntligi og búllmikli
italienarin skal líka av-
greiða eina telefon-sam-
røðu, har hann skal fáa fat-
ur á einum telduposti. Tað
er ikki bara sum at siga tað
hjá einum italienara at siga
post.olivant.fo.
Hetta er fyrstu ferð, at
advokaturin úr Milano er í
Føroyum.
Navnið
er
Gianarrigo Rona, og hann
er forseti fyri Evropeiska
Bridgesambandið.
Ørindini eru at vitja
norðurlandameistarakapp-
ingina í bridge, sum í vik-
uni hevur verið spæld í
Hotel Hafnia á Áarvegnum.
– Eg eri bjóðaður fleiri
ferðir áður, men hesa ferð
valdi eg at koma til kapp-
ingina. Tað er spennandi, at
føroyingar eru vertir fyri
hesari kappingini fyri aðru
ferð, og eg má siga, at
fyriskipanin er framúr góð.
Alt er heilt í topp – bæði
tað tekniska og tað fyrisit-
ingarliga í sambandi við
kappingina, sigur Gianar-
rigo Rona, sum bert hevur
rós at geva føroysku fyri-
reikarunum og umstøðun-
um at spæla.
Hann vísir eisini á, at
støðið í kappingini er sera
høgt.
– Norðurlond teljast mill-
um tey bestu bridge londini
í heiminum. Tí er tað eisini
sera flott av føroyingum at
klára seg so mikið væl,
sigur Gianarrigo Rona,
sum fyrstu ferð sá føroy-
ingar spæla í altjóða kapp-
ing í Italia, har føroyingur
fingu fleiri góð úrslit.
Serliga eru tað føroysku
menninir, sum Gianarrigo
er ovfarin av. Kvinnurnar
mangla enn eitt sindur,
heldur hann.
– Av øllum teimum smáu
londunum eru Føroyar klárt
nummar eitt, sigur Gianar-
rigo Rona.
Evropeiska bridgesam-
bandið umhugsar at gera
ein grunn fyri at hjálpa
smærri londum at menna.
Ikki bert við pengum, men
eisini við ráðgeving og
øðrum.
Ein millión
Tann fryntligi italienski
advokaturin tekur sær góða
tíð at práta, og hann vil feg-
in greiða frá um bridge og
eggjar undirritaða at byrja
at spæla.
– Tað er ikki so trupult.
Eftir nakra fáar vikur, so
dugir man at spæla, og tá
byrjar tað rættiliga at gerast
stuttligt, sigur Gianarrigo
Rona.
Kring allan heim eru um
ein
millión
skrásettir
brigdespælarar. Av teimum
er helvtin í Evropa. Men
Gianarrigo roknar við, at
nógv fleiri spæla bridge,
hóast tey ikki eru skrásett.
Hann fegnast serliga um
framgongdina eystanfyri,
har støðugt fleiri leggjast
til.
– Skal bridge gerast
meiri spælt, so mugu vit
hava fleiri stuðlar og um-
tala, men tað er trupult, tí
sjónvarpsstøðirnar eru ikki
so áhugaðar, sigur Gianar-
rigo Rona.
Djúpt
– At spæla og fylgja við í
bridge er ikki sum at spæla
fótbólt ella tennis. Tað tek-
ur tíð at læra, men tað er
afturfyri
sera
gevandi.
Bridge er ein metaforur
upp á lívið. Tað goymir seg
nógvur vísdómur í spælin-
um. Tú verður heldur
ongantíð liðugur at spæla,
sigur Gianarrigo Rona.
Hann greiðir frá, at
bridge inniheldur so nógv
áhugavert, sum man kann
læra av.
– Øll kunu spæla bridge.
Ungdómurin skal við
Í Italia og Fraklandi og
fleiri øðrum londum í
Evropa verður stórur dent-
ur lagdur á at fáa ungdómin
at spæla bridge.
Hetta hevur givið úrslit í
Italia.
– Tað er eisini tað týdn-
ingarmesta fyri føroyingar:
Fáið ungdómin við!, sigur
Gianarrigo Rona.
Steðgurin hjá bridgefor-
setanum er stuttur á hesum
sinni, men hann hevur dám-
að sera væl, leggur hann
dent á. Hann sigur seg
vóna, at føroyingar fara at
menna seg enn meira í
bridge.
Og so lata vit Gianarrigo
Rona taka samanum, hvat
hann heldur um kappingina
og føroysku fyriskipanina:
– It is fantastic. A great
succes.
Bridge er ein metaforur upp á lívið
Mynd:
Jens Kristian Vang
Forsetin í Evropeiska bridgesambandinum heldur, at Føroyar eru væl betri enn aðrar smærri tjóðir. Hann hevur bert rós at geva
føroysku fyriskiparunum av NM í bridge
Mynd: Heri á Rógvi
Maskinmeistara-
felagið noktar fram-
vegis limum sínum at
søkja størvini
umborð á Tjaldrinum
og Brimli
ARBEIÐSTRÆTA
Stefan í Skorini
– Vit nokta framvegis lim-
um okkara at søkja størvini,
sum Fiskiveiðieftirlitið lýs-
ir eftir fólki til, sigur Jógv-
an
Nybo,
formaður
í
Maskinmeistarafelagnum.
Illstøðan millum Maskin-
meistarafelagið og Fiski-
málaráðið stendur við og
versnar. Hósdagin hevði
Fiskimálaráðið tíðindafund,
har sligið varð fast, at teir
maskinmenninir,
sum
søgdu seg úr starvi umborð
á Tjaldrinum og Brimli,
ikki verða settir beinleiðis
aftur í størvini. Tey eru lýst
leys, og allir kunnu fram-
vegis søkja av nýggjum.
Hetta hevur fingið ilt í
Maskinmeistarafelagið,
sum heldur fast við sítt krav
um, at teir gomlu fáa størv-
ini aftur. Felagið noktar eis-
ini limum sínum at søkja
størvini aftur, og hetta kann
geva Fiskiveiðieftirlitinum
trupulleikar at manna bæði
Tjaldrið og Brimil.
Landsstýrismaðurin við
Fiskivinnumálum,
Jacob
Vestergaard, hevur nevnt
møguleikan at biðja donsku
sjóverjuna um hjálp at
røkja fiskiveiðieftirlit og
bjarging undir Føroyum.
Lygn
Jógvan Nybo er eisini sera
firtin um tað, sum stjórin í
Fiskiveiðieftirlitinum,
Elmar Højgaard, førir fram
í fjølmiðlunum.
– Tá maðurin ikki sigur
seg skilja uppsagnirnar, og
at
eftirlønarviðurskiftini
vóru komin í rættlag, so
lýgur hann, sigur Jógvan
Nybo.
– Elmar Højgaard sigur,
at viðurskiftini vóru komin
í rættlag tann 28. februar,
men sannleikin er, at vit
fingu einki skrivligt frá
Fíggjarmálaráðnum
fyrr
enn 26. apríl, tá vit fyrstu
ferð fáa eina ábending um,
at viðurskiftini møguliga
komu í rættlag.
Trætan snýr seg um eftir-
lønarviðurskiftini hjá av-
loysarum og um regulering
av nøkrum lønarflokkum,
sum Karsten Hansen hevur
lovað Maskinmeistarafel-
agnum.
Mentamálaráðið
hevði upprunaliga
ætlanir um at minka
flokkatalið í
studentaskúlanum í
Hoydølum frá
komandi skúlaári, og
ein 1. flokkur skuldi
skiljast sundur.
Hendan ætlanin er nú
slept, og ein liðiligari
skipan skal finnast, so
at flokkatalið kann
vera støðugt
SKÚLASKAPUR
Stefan í Skorini
Yrkisfelagið og Menta-
málaráðið hava nú avrátt at
fara undir samráðingar um
at fáa eina liðiligari skipan,
so sleppast kann undan at
skilja flokkar sundur.
Hesin trupulleiki hevur
ofta
verið
frammi,
tá
Mentamálaráðið hevur giv-
ið boð um, at flokkar skulu
leggjast saman, og tað hev-
ur ofta elvt til stóra ónøgd
hjá næmingum og lærarum.
Aftur í ár gav ráðið boð
um, at næmingarnir í einum
flokki
skuldu
skiljast
sundur og setast í aðrar
flokkar komandi skúlaár. Á
henda hátt varð talið av
málsligum flokkum mink-
að úr fimm niður í fýra.
Orsøkin til at menta-
málaráðið tók hesa avgerð
var, at tað skuldi spara
pening, og á fíggjarlógini
varð roknað við fýra flokk-
um ístaðinfyri fimm.
Næmingarnir mótmæltu
beinanvegin og á fundi við
Høgna Hoydal, sum í løtuni
umsitur skúlamál í menta-
málaráðnum, greiddu tey
frá sínum sjónarmiðum
fyri, hví hetta var ein vána-
lig loysn.
Fundast um liðiligari
skipan
Á fundi millum Yrkisfel-
agið og Mentamálaráðið
varð avtalað at fara undir
samráðingar fyri at finna
eina loysn, so at hetta ikki
kemur fyri aftur.
– Vit vilja fegin hava eina
liðiligari skipan, so at vit
kunnu hava eitt støðugt
flokkatal. Vit hava fingið
gongd á ein dialog við
Yrkisfelagið, og farið verð-
ur undir samráðingar um
hetta í næstum, sigur Høgni
Hoydal, landsstýrismaður
við mentamálum.
Hann sigur, at tað er sera
óheppið fyri trivnaðin hjá
næmingunum, at eindin í
einum flokki verður brotin
og vil fegin forða fyri, at
hetta kemur fyri aftur. Við
hesum kemur skúlaskapur
og trivnaður í fremstu røð,
heldur hann.
– So mugu vit bara finna
pengarnar onkra aðrastaðni
á fíggjarlógini hjá okkum,
og tað verður neyvan nakar
trupulleiki. Eg eri sera væl
nøgdur við hesa loysnina,
sigur hann.
Yrkisfelagið
– Spurningurin er, hvussu
vit bera okkum at, so at
hetta ikki hendir aftur. Tað
ber til at finna alternativar
loysnir, tá flokkarnir verða
settir saman, sigur Kristin-
bjørg Høgnesen, forkvinna
í Yrkisfelagnum.
Trupulleikin er, at tað
altíð er nakað av fráfalli í
øllum flokkum, og so pass-
ar næmingatalið ikki meira
við flokkatalið.
– Ein møguleiki er at seta
flokkarnar øðrvísi saman,
so at matematiskir og máls-
ligir studentar kunnu koma
í sama heimaflokk, sigur
Kristinbjørg Høgnesen.
Soleiðis ber eisini til at
broyta
kynsbýtið
í
studentaskúlanum,
tí
dreingir hava lyndi til at
velja matematisku deild og
gentur
málsligu
deild.
Annars eru tað fleiri gentur
í studentaskúlanum sum
heild.
Forkvinnan
í
Yrkisfelagnum
nevnir
eisini møguleikan at laga
upptøkukunngerðina meira
til umstøðurnar. Hetta eru
viðurskifti, sum kunnu
kannast nærri.
Yrkisfelagið
og
Mentamálaráðið hava gjørt
av, at tey skulu vera liðug at
samráðast
áðrenn
1.
september í ár. Fyrsti
fundurin er enn ikki ásettur.
Tað at Yrkisfelagið vildi
hyggja nærri at hesum
viðurskiftum, sum skulu
forða
fyri,
at
hesin
trupulleiki endurtekur seg,
var við til at bjarga
flokkinum,
sum
upprunaliga skuldi býtast
sundur.
Blokadan stendur við
Mentamálaráðið vil hava støðugt flokkatal
Høgni Hoydal tók avgerðina hjá Mentamálaráðnum um at
minka flokkatalið í Studentaskúlanum í Hoydølum aftur. Nú
fara Yrkisfelagið og Mentamálaráðið undir samráðingar, so
hesin trupulleiki ikki endurtekur seg.
Blokadan hjá
Maskinmeistarafelagnum
móti Fiskiveiðieftirlitinum
stendur við. Felagið noktar
framvegis limum sínum at
søkja størvini, hóast nakrir
maskinmeistarar ikki vilja
lýða hesi boð. Trupult verður
helst at manna Brimil eftir 1.
juni
Jógvan Nybo, formaður í
Maskinmeistarafelagnum, er
sera firtin um tað, sum
stjórin í Fiskiveiðieftirlitinum
førir fram í fjølmiðlunum
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
7
6