Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. mai 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 98 - 24. mai 2003 Nr. 98 - 24. mai 2003 9 - Men tað merkist, at arbeiðsmenninir ikki eru til arbeiðis. Hesir plaga at mála og gera annað fyrifallandi arbeiði, sigur Gunnar Mohr, stjóri á Skála Skipasmiðju VERKFALL Vilmund Jacobsen Tilsamans 20-30 arbeiðs- menn eru ikki til arbeiðis á Tórshavnar Skipasmiðju og Skála Skipasmiðju, nú verkfall er. Gunnar Mohr, stjóri á Skála Skipasmiðju, sigur, at einir 10-15 mans, sum arbeiða á Skála, eru við hús, og umleið sama tal er við hús í Havn. Á Skála Skipasmiðju ar- beiða tilsamans 80 fólk; á Tórshavnar Skipasmiðju 160. Hetta merkir, at talið av handverkarum lutfalsliga er nógv størri í Havn enn á Skála. Gunnar Mohr sigur, at tað merkist, nú arbeiðs- menninir ikki eru til ar- beiðis. Hesir plaga at mála og gera annað fyrifallandi arbeiði. - Men málingalíkindini hava ikki verið nakað serlig í seinastuni. Lítið virksemi Stjórin á Skála Skipa- smiðju sigur, at tað er meira smáligt við arbeiði á Skála í løtuni. - Vit arbeiða umborð á strandfaraskipinum, Teist- anum og djúpvatnstrolaran- um, Niels Paula. Gunnar vísir á, at Teistin, sum ikki hevur verið í dokk í tvey ár, er til eftirlit og vanligt viðlíkahald. Spurdur, hvussu skipið, sum er bygt á Skála Skipa- smiðju, hevur roynst, sigur Gunnar, at tað hevur roynst væl. - Eg haldi, at Teistin bert hevur lagt ein dag burtur ímillum, síðan skipið fór í sigling, sigur hann. Niels Pauli skal hava aksiltrekk, og generatorurin skal umvælast. Gunnar sigur, at onnur skip eru ikki í ljósmála beint nú, og hann væntar ikki, at nakað serligt verður á »tapetinum«, fyrr enn verkfallið er av. Váðasteinur fær nýggjan motor Á Tórshavnar Skipasmiðju er eisini nakað at gera. - Vit hava ein íslendskan bát her í løtuni. Síðan hava vit Tind, Norðheim og Váðastein, sum fær nýggj- an motor. Gunnar Mohr sigur, at tað mesta av tí, ið gjørt verður við skipini, er van- ligt viðlíkahald og ymiskar umvælingar. STJÓRASKIFTI Vilmund Jacobsen 1. apríl tók havnamaður- in, Gunnar Mohr, við sum stjóri á Skála Skipa- smiðju eftir Marna Olsen, sum eisini er havnamaður. Gunnar, sum er sonur veteranin innan skipa- smiðjuvirksemi í Føroy- um, Poul Mohr, hevur drúgvar royndir innan hetta yrki. Hann hevur starvast á Tórshavnar Skipasmiðju síðan 1990 og hevur saman við Poul Mohr verið stjóri síðan 1999. Nýggi stjórin á Skála er 43 ára gamalur. Umleið 80 fólk starv- ast á Skála Skipasmiðju. Skipasmiðjurnar eru ikki so hart raktar av verkfallinum Gunnar Mohr nýggjur stjóri - Tá ið tann tímalønti vil hava meira løn fyri sítt arbeiði, verður rópt upp um, at vinnan og samfelagið fara á húsagang. Hinvegin hoyrist lítið um slíkt, tá ið tað eru tey alment løntu, sum fáa lønarhækkingar, ið framleiðsluvinnan og harvið tann tímalønti noyðast at bera, sigur Hergerð Joensen, næstformaður í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag VERKFALLIÐ Vilmund Jacobsen Herfyri gingu søgur um, at arbeiðarafeløgini í Klaks- vík vóru farin at umhugsa sín stuðul til Føroya Ar- beiðarafelag, nú verkfallið dregur út og setir síni spor – ikki minst vinnuliga. Tætt sum eggið Hergerð Joensen, næstfor- maður í Klaksvíkar Ar- beiðskvinnufelag, sigur, at einki er í hesum søgum og sigur, at hesa heilsu kunnu vit bera teimum, sum hava hoyrt slíkar søgur. - Feløgini her norðuri stuðla verkfallinum 100%, og hetta er ikki minst gald- andi eftir semingsroyndina seint hóskvøldið. Tú kanst heilsa og siga, at vit eru ikki blotnaði, men standa tætt sum eggið saman við hinum feløgunum, sigur hon. Hergerð vísir á, at ar- beiðarafeløgini hava víst samráðingarvilja við at fara niður á 6 krónur um árið í lønarkrøvum í mun til upp- runaliga uppskotið, sum var tilsamans 16,48 krónur í tvey ár. - Eg haldi, at semings- menninir ganga alt ov nógv eftir, hvat teir halda, at ar- beiðsgevararnir kunnu góð- taka. Teirra uppgáva er at finna loysnir, og vanligt er undir slíkum samráðingum at finna millumloysnir. Ar- beiðarafeløgini hava ongantíð fingið tað, tey hava biðið um, og tað vistu vit, at vit heldur ikki fóru at fáa hesaferð. Kenna seg spottaði Hon vísir á, at fyrra sem- ingsuppskotið gav teimum tímaløntu eina hækking uppá tilsamans 3,20 krónur og uppskotið, sum kom á borðið seint hóskvøldið, gav 2,75 krónur um árið í tvey ár umframt eitt prosent í eftirløn. - Eg haldi, at hetta kann kallast at halda tey tíma- løntu fyri spott, sigur Her- gerð. Hon vísir á, at tað er levind og gangur, hvørja ferð tey tímaløntu, sum eru niðast á lønarstiganum, vilja hava nøkur oyru aftrat í løn. - Jú, tá verður rópt upp um, at vinnan og samfel- agið fara á húsagang. Hin- vegin hoyrist lítið um slíkt, tá ið tað eru tey alment løntu, sum fáa lønarhækk- ingar, ið framleiðsluvinnan og harvið tann tímalønti noyðast at bera, sigur Her- gerð Joensen. Arbeiðarafeløgini í Klaksvík ikki blotnaði Gunnar Mohr, sum nú er stjóri á Skála Skipasmiðju, hevur saman við faðiri sínum, Poul Mohr, verið stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju síðan 1999 Á Tórshavnar Skipasmiðju arbeiða teir umborð á fýra skipum í løtuni, harav Váðasteinur fær nýggjan motor. Á Skála Skipasmiðju liggja tvey skip, Teistin og Niels Pauli Formaðurin í Starvs- mannafelagnum heldur, at landsstýris- maðurin við fíggjar- málum hevur verið óvanliga klossutur og provokerandi í sínum fráboðanum í sam- band við lønarsam- ráðingarnar. Løtur- nar hava verið illa valdar, sigur hann ARBEIÐS- MARKNAÐUR Edvard Joensen — Tað er ógvuliga harmi- ligt, at landsstýrismaðurin við fíggjarmálum skuldi koma so klossut og provo- kerandi upp í lønarsam- ráðingarnar, sum hann gjørdi, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum. Tað er sera óheppið, at hann valdi so skeivar løtur at koma við sínum fráboðan- um. Tað er einki minni enn fakfelagsfrælsið, sum stendur í vanda. Formaðurin í Starvs- mannafelgnum, Gunleivur Dalsgarð, er, milt sagt, ikki fegin um luttøkuna hjá Karsteni Hansen, landsstýr- ismanni við fígjarmálum, í samráðingargongdini á ar- beiðsmarknaðinum higar- til. — »Timingin« hjá hon- um hevur verið ógvuliga óheppin, staðfestir Gunn- leivur Dalsgarð. Fyrst kem- ur hann og sigur, at hann ikki góðkennir SEV sátt- málan, samstundis sum semingsmenninir eru inn- kallaðir. Í øðrum lagi kem- ur hann, samstundis sum semingsmenninri hava kallað inn av nýggjum, og sigur, at tað er als ikki grundarlag fyri nakrari lønarhækking yvirhøvur. Hann klossar í tí, so tað foslær, sigur starvsmanna- formaðurin. Starvsmannafelagið skal til lønarsamráðingar við Lønardeildina hjá Fíggjar- málaráðnum í heyst, og tað væntar formaðurin ikki fara at verða lættar samráðingar, sum útmeldingarnar nú eru. — Men landsstýrismað- urin skal vita, at vita ætla okkum at leggja okkara egna støði, tá vit fara at samráðast. Tað ber ikki til, at treytirnar eru settar av landsstýrismanninum frammanundan, staðfestir Gunnleivur Dalsgarð av- gjørdur. Hann vísir á, at feløgini fara tilsamráðingar í teirri trúgv, at talan er um opnar samráðingar, har allir part- ar eru reellir. Partarnir eiga at tóna reint flagg og leggja allar avtalur fram, sum galdandi eru á økinum. Hann sipar her til sátt- málan, sum gjørdur varð millum Maskinmeistara- felagið og SEV. Siðvenjan hevur veirð, at teir sáttmálar, sum gjørdir eru, eisini hava verið gald- andi. Men nú kemur lands- stýrismaðurin knappliga og sigur at hann góðkennir ikki sáttmálan, uttan tó at koma við nakrari formlig- ari fráboðan, fyrr enn rykt verður eftir henni. — Tað er einki løgið, at tað skapar rumbul, vísir Gunnleivur Dalsgarð á. Tí Maskinmeistarafelagið hevur verið til samráðingar í góðari trúgv uppá, at framferðin verður, sum hon plagar at vera. Gjørt varð ikki vart við annað undan samráðingunum. Til tað, sum landsstýris- maðurin meldaði út í øðrum umfari, um, at eing- in lønarhæking kann verða, tí ráð eru iki til tað, sigur Gunleivur Dalsgarð, at hatta var ein ófatiliga vána- ligur boðskaður at koma við. — Vit vita, hvat rørist í samfelagið okkara, og landsstýrismaðurin hevur ikki fyri neyðini at fotelja okkum soleiðis, hvør hevur fíggjarligu ábyrgdina av landinum. Tað vita vit eisini sera væl. Hatta var ein óneyðug, vánalig og provokerandi útmelding at koma við, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum. Starvsmannafelagið skal eisini samráðast við SEV, vísir Gunnleivur Dalsgarð á. Og hann vil hava greiðar fráboðanir, áðrenn farið verður til samráðingarborð- ið. Tí Starvsmannafelagið er ikki áhugað í at sam- ráðast til ein sáttmála, sum tey aftan á fáa at vita, verður kolldømdur, sigur hann. Vit góðtaka tað stutt og greitt ikki, sigur hann. Ógvuliga klossut og provokerandi Á havnarlagnum í Miðvági hevur Havnagrillin opið sum vanligt, hóast verkfall er. Einki manglar av nøkrum, og ætlanir eru um at leingja upplatingar- tíðirnar um viku- skiftini HANDIL Edvard Joensen Miðvági: Hóast verkfall er um alt landið, eru kortini støð, har arbeiðið gongur sum vanligt, og verkfallið onga ávirkan hevur. Eitt er Havnagrillin í Miðvági, sum heldur fer at leingja upplatingartíðirnar enn at stytta, sum so mong onnur gera. Hóast flakavirkið liggur steindeytt á havnarlagnum í Miðvági, er lív í fyritøkuni hinumegin vegin. Havna- grillin, sum stendur undir berginum beint oman fyri flakavirkið hjá Føroya Fiskavirking, hevur opið sum vanligt. — Hjá okkum hevur verkfallið onga ávirkan, sigur Erik Johansen, sum hevur Havnagrillina í Miðvági. Vit hava ta vøru, vit hava brúk fyri, og hava eisini fingið okkurt afturat, hóast verkfallið hevur vart í góðar fjúrtan dagar. Eingin munur er á út- boðnum í dag og tí, sum var, áðrenn verkfallið byrj- aði, sigur hann. Tað verið seg vanligur grillmatur, búffar ella tað nýggjasta, hann er farin undir. At baka pizza. — Alt er famvegis at fáa, sigur hann. Eisini eitt sindur av kioskvørum sum søtmeti og sigarettir, vísir hann á og peikar yvir á ein hill við síðna av kulda- skápinum við sodavatni. — Men tað er lítið, tí eingin tímir rætiliga at keypa snús, sum luktar og smakkar av grill, flennir hann. Og tað ger tað veru- liga, leggur hann afturat. Verður vøran liggjandi ov leingi í rúminum, festir grillroykurin seg í hana. So tað ræður um at hava lítla goymslu av slíkum og heldur fáa oftari tilført. Havnagrillin hevur van- ligar dagar opið til klokkan 23.00 á kvøldið. Eitt sindur longri um vikuskfiftini, sigur Erik Johansen. Men nú fer hann at hava upp aftur longri opið um viku- skiftini, sigur hann. — Fólk koma framvið at keypa ein enskan ella franskan búff ella kanska eina pizza at taka heim við sær, og tað ber væl til, sigur hann. So mikið væl, at hann heldur grundarlag vera fyri at hava longri opið. — Hatta við búffunum hevur verið eina tíð. Men pizzbakingin er nýggj. Og henni hava fólk tikið væl ímóti, sigur Erik Johansen í havnagrillini í Miðvági. Verkfallið hevur onga avirkan Erik Johansen bakar pizza í Havnagrillini í Miðvági, sum hevur opið sum vanligt, hóast verkfall er um alt landið Mynd: Edvard Joensen Útmeldingarnar hjá Karsteni Hansen hava verið illa »timaðar«, klossutar og provokerandi, sigur formaðurin i Starvsmannafelagnum, sum skal samráðast við Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála í heyst C M Y K 9 8