leygardagur 24. mai 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 98 - 24. mai 2003
Nr. 98 - 24. mai 2003
11
Útreiðslurnar til almenna umsiting eru øktar alt ov nógv
seinastu árini, hóast formaður Tjóðveldisfloksins roynir at
avnokta hetta. Hvat hevur so borgarin fingið afturfyri?
Ongantíð fyrr hevur samfelagið riggað so illa sum nú. Vit
hava verkfall og arbeiðsmarknaðarósemjur so at siga
hvørt ár, har tað fyrr plagdi at verða ár ímillum. Hvør
hevur ábyrgdina av hesum?
Ein samgonga, ið útskrivar eykarokningar til skatt-
gjaldaran uppá ein ósolidariskan máta, kann ikki frásiga
sær alla ábyrgd, tá verkfall er. Fimmhundrað krónur eyka
í sjónvarpsgjaldi vóru útskrivaðar herfyri uttan nakra
politiska viðgerð. Hjá teimum lægst løntu og pensionist-
um eru fimmhundrað krónur nógvir pengar. Um
verkafólkið fær fimm krónur meir um tíman, so merkir
hetta, at tey skulu arbeiða eini 150 - 200 tímar, bert fyri at
verða ajour, hvat sjonvarpi viðvíkur, og tá hava vit als ikki
tosað um vanliga inflatión, ferðaseðlar, mjólk o.s.fr. Vil
samgongan gera nakað munagott fyri meiniga føroyingin,
so kundi hon lækkað sjónvarpsgjaldið aftur.
Fíggjarmálaráðið hevur ábyrgd av almenna arbeiðs-
marknaðinum. Viðvíkjandi Fíggjarmálaráðnum og Lønar-
deildini, kunnu vit bert staðfesta, at vit ongantíð fyrr hava
havt so nógv verkføll á almenna arbeiðsmarknaðinum
uppá so stutta tið, sum seinastu árini. Mál, ið áttu at verið
avgreidd við vinstru hond, sleppa at liggja og veksa, til tey
gerast stórar óloysiligar konfliktir, sum eitt nú við
Maskinmeistarafelagnum. Her er ov illa arbeitt hjá tí
almenna, og avleiðingar eiga at takast. Vit hava eisini sæð,
at landið ferð aftaná ferð tapir rættarmál ella noyðist at
gera semju við fakfeløg og einstaklingar eftir brølarar í
starvsfólkamálum. Aftur her eigur hetta at fáa avleiðingar
fyri onkran, og tað er í hesum sambandi púra burturvið, at
Løgmaður leggur starvsfólkamál til Fíggjarmálaráðið, ið
uppá ongan máta hevur skarað framúr í umsiting av
starvsfólkamálum.
Viðvíkjandi privata arbeiðsmarknaðinum, hevur tað
politiskt verið reypað alt ov nógv um, hvussu væl tað stóð
til í landinum í samband við alt ov stóra blokkniður-
skurðin, og tað kann tí ikki koma óvart á nakran, at krøv-
ini frá fakfeløgum gerast ov høg, og so slett ikki, tá
hugsað verður um lækkandi og dýrkandi almenna
tænastustøðið. Fakfeløgini hava sjálvsagt eina stóra
ábyrgd, tá verkfall er, men tað er ov bíligt at geva teimum
alla skyldina. Fakfeløgini eru ikki upfunnin undir sitandi
samgongu, men hava verið aktiv í mong harrans ár, og tað
sama ger seg galdandi við arbeiðsgevarnum. Tí er tað
nógv ið bendir á, at ein stórur partur av trupulleikanum
við illa fungerandi føroyska samfelagnum skal finnast
aðrastaðni.
Formaður Tjóðveldisfloksins eigur at gevast við "vit eru
syndabukkar" retorikkinum og heldur byrja at fáast við
realpolitikk. Hesin hevur nú í fimm á verið yvirlatin til
Fólkaflokkin, meðan reyp og klandur hevur eyðkent
Tjóðveldisfloksins lut í samgonguni. Úrslitið er, at
føroyska samfelagið er ringast fungerandi samfelag í
Europa við verkfalsmeti. Hetta hevur evsti politiski
myndugleiki ábyrgd av, tí skattgjaldarin hevur krav uppá
eitt samfelag, har vaktarskipini sigla, og arbeiðsmarkn-
aðurin fungerar.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ongantíð fyrr hevur
samfelagið riggað so illa
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Elin Lindenskov
býráðslimur í Havn
Afturkomin av seturskúla í
Noreg frætti eg, at Tórs-
havnar býráð hevur havt
fund meðan eg var burtur-
stødd. Fleiri fólk hava
brikslað mær, at útvarpið
hevur borið tey tíðindi, at
»Elin
Lindenskov
ikki
møtti á fundi«.
Tað er rætt, at eg ikki
møtti á eykabýráðsfundi
tann 13. mai – og at eg ikki
hevði sent boð eftir vara-
kvinnu míni, Rigmor Dam.
Men orsøkin er einføld:
Borgarstjórin hevur um
teldupost kallað inn til
eykabýráðsfund
sama
fyrrapart – hin 13. mai.
Av tí at býráðsfundur ikki
skuldi verið aftur fyrr enn
hóskvøldið 22. mai, fór eg
avstað í góðari trúgv – so
sum eg eisini hevði boðað
býráðnum frá.
Eykabýráðsfundurin 13.
mai samtykti at broyta
byggisamtyktina fyri økið
við Vallalíð, har heimið fyri
minnisveik verður bygt.
Eg harmist almikið um ta
gongd, hetta málið hevur
fingið, tí um tað er nakað
mál, ið hevur tørv á eini
skjótari og virðiligari loysn,
so er tað eitt mál, sum
hetta.
Býráðsfundur í skundi
Høgni Høgnesen,
semingsmaður og Suni
Schwartz Jacobsen, vara-
semingsmaður boðsendu
næstformanninum í
Føroya Arbeiðsgevara-
felag Kristoffur Laksá, at
leggja ráð saman um,
hvussu fakfeløgini skuldu
tvingast at gera semju
Í nátt kl. 01.20 góðtóku
Arbeiðsgevarafeløgini 2.
semingsuppskot frá sem-
ingsstovninum.
Frammanundan
høvdu
fakfeløgini havnað hesum
uppskoti.
Klokkan 01.30 boðsendi
semingsstovnurin umboð
fyri fakfeløgni, og ørindini
vóru at fáa fakfeløgini at
umhugsa semingsuppskot-
ið enn einaferð.
Løtu seinni boðaðu fak-
feløgini yvir fartelefonina
semingsmanninum Høgna
Høgnesen frá, at feløgini
stóðu fast og vildu ikki
góðtaka semingsuppskotið,
sum tey metta geva eina alt
ov lítla lønarhækking.
Boðini frá semingsmann-
inum vóru, at nú fór sem-
ingsstovnurin at umhugsa
um teir skuldu gevast við
semingsroyndum
sínum
ella um semingsuppskotið
skuldi sendast út til urat-
kvøðugreiðslu.
Frammanundan
høvdu
semingsmenninir
fingið
boð um, at fakfeløgini frá
limum sínum høvdu fingið
heimild at góðtaka ella
vraka eitt møguligt sem-
ingsuppskot, og at feløgini
tí ikki kundu góðtaka, at
semingsstovnurin sendi eitt
møguligt semingsuppskot
út til uratkvøðugreiðslu.
Feløgini hava eisini víst
á, at reglurnar um urat-
kvøðu er ódemokratiskar, tí
teir persónar, sum ikki
luttaka í atkvøðugreiðsluni
verða roknaðir fyri at hava
atkvøtt fyri uppskotinum.
Hetta vita arbeiðsgevarnir,
og tí eru teir so alltráir eftir
at fáa semingsstovnin at
senda semingsuppskotið út
til ur-atkvøðugreiðslu.
Løtu seinni sendu sem-
ingsmenninir
boð
eftir
næstformanninum í Føroya
Arbeiðsgevarafelag, Krist-
offur Laksá, hóast Arbeiðs-
gevarafeløgini longu høvdu
góðtikið semingsuppskot-
ið.
Hálvan tíma seinni, ringir
semingsmaðurin
Høgni
Høgnesen til umboð fyri
fakfeløgini, og sigur at
semingsstovnurin nú hevði
umhugsað um semings-
uppskotið skuldi sendast út
til uratkvøðu, men at sem-
ingsmaðurin skuldi um-
hugsa hetta nærri, og tí
steðgaðu
teir
semings-
royndunum.
Júst í somu løtu, sum
semingsmaðurin ringdi til
umboð fyri fakfeløgini sóu
fleiri umboð fyri feløgini,
at Kristoffur Laksá smeyg
sær út frá semings-stovnin-
um og fór inn í kamarið við
síðuna av (!), har arbeiðs-
gevararnir hildu til.
Tá arbeiðsgevarafeløgini
longdu høvdu góðtikið
semingsuppskotið og sem-
ingsmenninir sjálvir søgdu,
at teir nú skulu umrøða
møguleikan fyri at senda
semingsuppskotið út til
uratkvøðugreiðslu millum
limirnar hjá fakfeløgunum,
so er greitt at Høgni
Høgnesen
og
Suni
Schwartz Jacobsen tilvit-
að hava latið næstfor-
mannin í Føroya Arbeiðs-
gevarafelag verið við í
innanhýsis viðgerðini í
semingsstovninum,
um
hvørt semingsupp-skotið
skuldi sendast út til ur-
atkvøðugreiðlsu.
Tað er tí ikki semings-
stovnurin, men Arbeiðs-
gevarafeløgini saman við
semingsstovninum,
sum
tykjast skula taka støðu til
um ein hin mest ódemo-
kratiska atkvøðugreiðslan,
sum ein kann hugsa sær,
skal brúkast ímóti fak-
feløgunum.
Høgni Høgnesen og Suni
Schwartz Jacobsen hava
við hesum avdúkað, at teir
ganga ørindi fyri arbeiðs-
gevarasíðuna, og beinleiðis
leggja ráð saman við ar-
beiðsgevarasíðuni, tá sem-
ingsroyndirnar fara fram.
Slíka framferð kunnu
fakfeløgini ikki góðtaka, og
vit átala harðliga, at sem-
ingsstovnurin ikki røkir
uppgávu sína á ein sakligan
og virðiligan hátt.
Føroya Arbeiðarafelag
Havnar
Arbeiðsmannafelag
Havnar
Arbeiðskvinufelag
Klaksvíkar
Arbeiðsmannafelag
Klaksvíkar
Arbeiðskvinnufelag
Nú er tað prógvað:
Semingsstovnurin leggur ráð saman við
Arbeiðsgevarafelagnum
Høgni Hoydal
Dimmalætting, Sosialurin,
javnaðarflokkurin og sam-
bandsflokkurin og mong
lesarabrøv gera Karsten
Hansen og Tjóðveldisflokk-
in til syndabukk fyri eitt
verkfall á privata arbeiðs-
marknaðinum. 0g øll arbeið-
arafeløgini hava gjørt tað við
stórum lýsingum í bløðun-
um.
Eg haldi tað vera undir alt
lágmárk og sera ábyrgdar-
leyst at leggja eftir Karsten
Hansen og Tjóðveldis-flokk-
inum. Har eru ongar grund-
gevingar. Bert pástandir og
róp, sum onki hald hava í
veruleikanum.
Men hetta tykist eftir-
hondini so vanligt í Føroy-
um. At tey, sum standa við
sína ábyrgd, fáa skolurnar.
Meðan tey, sum altíð skúgva
ábyrgdina frá sær, sleppa
undan at standa til svars og
grundgeva fyri sínum gerð-
um.
Endurtak eina lygn nóg
ofta
Seinasta royndin hjá Jó-
annesi Eidesgaard at spæla
verkafólkavinur
og
sláa
partapolitiskt platt uppá
nakað so álvarsligt sum eitt
verkfall og korini hjá ar-
beiðarafjøldini, ber prísin.
Soleiðis tosa og skriva bert
fólk uttan ábyrgd. Sum
halda, at verkafólk gloyma
skjótt og ikki duga at hugsa
sjálvi.
Jóannes Eidesgaard tosar
tildømis aftur ósatt um
hækkaðar útreiðslur hjá tí
almenna, hóast hann veit
betur. Ja, teir pengarnir eru
fyrst og fremst farnir til
lønarhækkingar hjá øllum
fakbólkum. Til barsilsskip-
an, avtøku av karensdøgum,
lestrarstuðul, hækkaðar pen-
siónir, skúlaverkið, sjúkra-
húsverkið, eldraøkið, serfor-
sorg, til almannaverkið og til
íløgur í eitt betri samfelag.
Vit hava rætt og slætt
hækkað tær almennu út-
reiðslurnar til tey økir, ið
skapa betri kor og betri
framtíð hjá øllum landinum -
til alt tað sum varð niður-
pínt, tá Jóannes Eidesgaard
sat í samgongu og brúkti
allan blokkstuðulin. Nú gera
vit tað við at byggja á okkara
egnu framleiðslu og ikki
danskan blokkstuðul. Og vit
brúka framvegis minni enn
vit tjena.
Samstundis hava vit sein-
astu 5 árini framt teir muna-
dyggastu og mest sosialt
rættvísu skattalættarnar, enn
í nøkrum øðrum samgongu-
skeiði.
Men Jóannes Eidesgaard
heldur seg til setningin um,
at bara tú endurtekur eina
lygn nóg ofta, um at "tær al-
mennu útreiðslurnar bara
hækka", so skulu fólk trúgva
tí.
Karsten og Tjóðveldis-
flokkurin gera sína skyldu
Karsten Hansen hevur, áðr-
enn sáttmálin varð und-
irskrivaður millum SEV og
Maskinmeistarafelagið
boðað SEV frá síni støðu.
Hann hevur ábyrgd og
skyldu sum landsstýrismað-
ur at gera hetta.
At SEV kortini hevur
undirskrivað sáttmálan, er
teirra ábyrgd. SEV er ikki
ein privatur arbeiðsgevari,
men veit, at tað skal góð-
kennast av landsstýrismann-
inum.
Hetta svarar til, at ein fak-
felagsleiðari skrivaði undir
sáttmála við tí fyri-varni, at
limirnir skuldu góðkenna
hann á uratkvøðu. Fall upp-
skotið - ja, so hevði tú ikki
kunnað lastað limunum tað.
Serliga ikki, um teir framm-
anundan høvdu boðað frá, at
teir fóru at vraka sáttmálan.
Tí er tað als ikki at leggja
seg út í partarnar á arbeiðs-
marknaðinum, tá Karsten
Hansen hevur staðið við sína
ábyrgd. Hann er ein partur í
málinum, og hevur tikið við
síni ábyrgd.
Sjálvandi vil og skal
Karsten Hansen ikki góð-
kenna ein slíkan sáttmála.
Hann skal seinni í heyst skal
samráðast við øll fakfeløgini
á almenna arbeiðsmarknað-
inum, og vit hava als ikki ráð
til slíkar lønarhækkingar í
løtuni hjá tí almenna.
Og vil nakar í fullum
álvara vera við, at um Karst-
en Hansen bara hevði góð-
kent ein sáttmála hjá SEV, so
var onki verkfall á privata
arbeiðsmarknaðinum og alt
var gott?
Hetta eru berar undan-
førslur. Nei, størri álit hava
vit á pørtunum á privata
arbeiðsmarknaðinum, enn at
teir skulu hanga sínar sam-
ráðingar uppá, hvat ein
interkommunalur
felags-
skapur ger uttan góðkenn-
ing. Teir hava sjálvandi sínar
grundgevingar og fyrireik-
ingar uppá pláss í samráð-
ingum.
Tjóðveldisflokkurin
stendur við sína stevnu
At so andstøðuflokkarnir á
tingi halda seg kunna spæla
verkamannavinir og royna at
koyra partapolitikk uppí
samráðingarnar,
er
ikki
annað enn væntandi. Eftir
mínum tykki er tað reint
ábyrgdarloysi og eg haldi, at
úrslitini tala fyri seg.
Tjóðveldisflokkurin hevur
altíð vart rættindini hjá
verkafólki, og tað fer hann
altíð at gera. Hesi seinastu 5
árini, meðan Tjóðveldis-
flokkurin hevur sitið í land-
sins leiðslu og við fíggjar-
málum, eru korini og rætt-
indini hjá øllum fakbólkum
betrað stútt og munandi. Um
nakar kann vísa á eitt annað
5 ára skeið, har so nógvir
batar í korunum hjá fakbólk-
unum eru framdir, so lurti eg
fegin. Um nakar kann vísa á,
at gjógvin millum verkafólk
og hinar fakbólkarnar er
vaksin hesi seinastu 5 árini,
so lurti eg eisini fegin.
Til dømis vildi fegin eg
hoyrt, hvørjir batar hendu, tá
Verkamannafylkingin
við
navnframum fakfelagsfólki
sat á tingi og í samgongu frá
1994-1998? Og hvør poli-
tikkur til frama fyri verka-
fólk varð førdur, tá teir
flokkar, sum nú spæla verka-
mannavinir, sótu við land-
sins leiðslu í hesum tíðar-
skeiði?
Politiskt ábyrgdarloysi
gagnar ikki verkafólki
Karsten Hansen hevur gjørt
sína skyldu sum landsstýris-
maður í øllum samráðing-
um, hann hevur havt á-
byrgdina av. Og hann hevur
havt truplastu uppgávuna
yvirhøvur at standa fyri
fíggjarpolitikki, búskapi og
samráðingum, eftir at alt
varð niðurpínt og afturúr-
siglt í nærum 10 ár.
Karsten Hansen hevur
kunnað staðið við alt tað,
sum hann hevur avtalað. Tað
kunnu øll feløg, sum hava
samskift við hann, vátta.
Hann hevur lagt dent á, at
besta trygdin fyri betri
korum, er, at vit hava skil á
búskapinum. Og at vit gera
avtalur um eina trygga og
stabila gongd, har vit kunnu
halda tað, vit lova. Tað er
politikkurin hjá Tjóðveldis-
flokkinum.
Tað hevði verið lættasta
ting av verðini hjá Karsten
Hansen og Tjóðveldisflokk-
inum at spælt jólamaður, og
so bara blaka ábyrgdina og
avleiðingarnar til onkran
annan at taka upp.
Tað gera vit ikki. Tí vit
vita, at tað eru altíð tey
lægstløntu, sum koma at
gjalda fyri politiskt ábyrgd-
arloysi. Hygg bert fá ár aftur
í tíðina.
At lova nógv í góðum
tíðum og so bara at skerja
alt, tá alt er koyrt niður, skal
ongantíð henda aftur, meðan
Tjóðveldisflokkurin hevur
ábyrgd.
Stoltur politikki
Tjóðveldisfloksins
Eg eri stoltur av tí góða,
Tjóðveldisflokkurin hevur
framt í verki. Eisini av tí
skattalætta, har vit hava barst
og fingið undirtøku fyri, at
júst verkamannalønin skuldi
fáa størsta og veruliga
ágóðan.
Og eg kann lova, at Tjóð-
veldisflokkurin eisini vil
standa við ábyrgdini av
teimum ópopuleru tingun-
um, vit sjálvandi hava gjørt
og fara at gera frameftir.
Eri vísur í, at tað einasta
sum í longdini gagnar verka-
mannafjøldini
og
øllum
samfelagnum er ein politikk-
ur, har øll taka ábyrgd her í
landinum, og ikki renna und-
an henni og royna at geva
øðrum skyldina av sínum
egnu avgerðum.
Eg leggi onki í, at tað eftir
øllum at døma er vorðið
kostnaðarleyst hjá øllum at
spilla Tjóðveldisflokkin út
alment, uttan at hava nakra
grundgeving
ella
nakað
ítøkiligt at vísa á.
Um so bløðini fyllast við
lýsingum, har Tjóðveldis-
flokkurin verður spiltur út,
so fer Tjóðveldisflokkurin at
standa við sína hugsjón og at
fremja hana í verki - verka-
fólkinum og øllum samfe-
lagnum at frama.
Eg undrist bert á, at peng-
ar hjá fakfelagslimum skulu
brúkast til at gjalda bløðum
fyri ógrundað politisk álop.
Landsstýrið eitrar
arbeiðsmarknaðarskipan
ina við at undirgrava
gjørdar avtalur og við
partískari uppílegging.
Sáttmálaloysið hjá arbeið-
arafeløgunum,
politiskt
ógyldaði sáttmálin millum
Maskinmeistarafelagið og
SEV og stríðið millum
Fiskimálaráðið og Maskin-
meistarafelagið. Hetta eru
alt ósemjur, sum landsstýr-
ið eigur eina høvuðsábyrgd
av.
Ørindarenning
Ongin kann longur ivast í
endamálinum við ógvus-
ligu fráboðanini hjá Karst-
en Hansen, landsstýris-
manni
fyri Tjóðveldis-
flokkin, at hann fór at
ógylda tann sáttmála, sum
Maskinmeistarafelagið og
SEV høvdu undirskrivað og
brúkt. Hetta var ein – helst
bíløgd – uppílegging fyri at
stuðla arbeiðsgevarasíðuni
í samráðingunum á privata
arbeiðsmarknaðinum.
At
landsstýrismaðurin
bíðaði í vikuvís – ja, líka til
beint áðrenn semingsstovn-
urin kom uppí samráðing-
arnar – er í sjálvum sær
prógv fyri hesum. Og ikki
minst, tá hugsað verður um,
at SEV meira enn einaferð
hevði goldið út lønir eftir
sáttmálanum. Henda stuðul
hevur arbeiðsgevarapartur-
in sanniliga eisini brúkt,
soleiðis at sáttmálatrætan
er blivin drúgvari enn neyð-
ugt. Argumentini hjá ar-
beiðsgevarunum og lands-
stýrismanninum hava verið
væl samskipað.
Niðurgera arbeiðarafeløg
Hevur onkur verið, sum
helt, at landsstýrismaðurin
enn einaferð var ómedvitað
klossutur, tá hann kom við
síni fráboðan, so undirstrik-
aði fíggjarmálaráðharrin
sína partísku uppílegging í
útvarpinum 21. mei. Har
endurtók hann síni sjónar-
mið og fór enntá longur í
sínum stuðli til arbeiðs-
gevarapartin. Uttan at koma
við nøkrum próvgrundum,
reksaði hann upp sjónar-
miðini hjá arbeiðsgevarun-
um og gjørdi tey til síni.
Men Karsten Hansen er
ikki einsamallur. Hann hev-
ur sanniliga flokk sí aftan
fyri seg. Formaður Tjóð-
veldisfloksins hevur alment
lýst landsstýrismanninum
sín fulla stuðul.
Javnaðarflokkurin vendir
sær harðliga ímóti tí ágangi
ímóti føroysku fakfelags-
rørsluni, sum landsstýrið
og arbeiðsgevarafelag í
hesum døgum sýna. Tey,
sum nú stríðast fyri at fáa
lut í vøkstrinum eru tey
somu, sum bóru tyngstu
byrðarnar, tá kreppan leik-
aði, og tey eiga betri uppi-
borið enn ta niðurgering,
sum vit nú eru vitni til.
Tænastumannaskipan
undirgrivin
Fyri 2 árum síðan eftirlík-
aði Maskinmeistarafelagið
landsstýrinum og gjørdi ein
sáttmála, har maskinmeist-
ararnir á vaktarskipunum
gjørdust tænastumenn. At
hetta hevur verið ein álv-
arslig avgerð, kann ongin
ivast í. Tá eitt fakfelag letur
limir sínar gerast tænastu-
menn, letur tað samstundis
frá sær sítt evsta vápn –
verkfalsrættin.
Tænastu-
menn hava ikki møguleika
at seta tiltøk í verk fyri at
betra um síni kor. Tí liggur
eisini ómetaliga stór ábyrgd
á landsstýrinum at virða
broyttu støðuna og ikki
misbrúka, at fakfelag ikki
hevur sama møguleika at
seta tiltøk í verk.
Men landsstýrið gjørdi
júst tað, tað ikki átti. Í
áravís drálaði landsstýrið at
fáa eftirlønarviðurskiftini
hjá maskinmeistarunum á
vaktarskipunum í rættlag.
Hóast júst eftirlønarviður-
skiftini eru ein hin mest
týðandi táttur í tænastu-
mannaskipanini. So langt
dróg landsstýrið málið út,
at maskinmeistararnir at
enda kendu seg noyddar í
felag at siga størvini upp.
Og har standa vit so nú. Ein
ósemja, sum í langa tíð fer
at hanga, sum eitt myrkt
skýggj yvir arbeiðsmarkn-
aðinum.
Klossuta framferðin hjá
landsstýrinum í tænastu-
mannamálinum
hjá
maskinmeistarunum er ein
bumba undir allari tænastu-
mannaskipanina. Grund-
leggjandi
spælireglurnar
eru brotnar. Avleiðingin
verður, at fakfeløg hereftir
fara at halda seg langt
burtur frá øllum royndum
at gera starvsbólkar til
tænastumenn.
Samráðingarrætturin ein
hvørvisjón
Triðja sáttmálagølan er
trætan um sáttmálan mill-
um SEV og Maskinmeist-
arafelagið.
Alt
meýan
landsstýrið heldur uppá, at
støða tess er, at partarnir á
arbeiðsmarknaðinum skulu
samráðast sjálvir, gera tey í
verki tað øvugta. Fyri at
renna ørindi fyri arbeiðs-
gevararnar í øðrum samráð-
ingum, siga tey seg vilja
ógylda sáttmálan, sum er
undirskrivaður, og sum
maskinmenninir hjá SEV
longu hava fingið løn eftir.
Henda uppílegging kom
eftir at Føroya Arbeiðsgev-
arafelag hevði mótmælt, at
SEV hevði undirskrivað
sáttmálan. At landsstýris-
maðurin nú við harraboð-
um trýstir SEV at taka sátt-
málan aftur, ger samráðing-
arrættin til eina hvørvisjón.
Tann samráðing, sum fer
fram undir slíkum tvingsli
og háttanum er ikki annað
enn eitt eiti, sum ongin
kann taka í álvara. Úrslitið
verður ein forpestaður ar-
beiðsmarknaður, har ongin
veit, hvar vit flóta. Og tað
kann so ikki verða til gagns
fyri nakran.
Samfelagsoyðileggjandi
Øll orsøk er at rópa varskó.
Sitandi samgonga er farin
undir eina miðvísa herferð
ímóti teim reglum, sum
hava eyðkent okkara ar-
beiðsmarknað í manna-
minni. Endamálið er fyrst
og fremst at undirgrava
fakfelagsrørsluna í Føroy-
um. Men í longdini fer
hetta at raka alt samfelagið
og seta menningina – bú-
skaparligu,
sosialu
og
mentunarligu – nógv ár
aftur.
Javnaðarflokkurin ávarar
ímóti hesi gongd. Vit fara
av øllum alvi at berjast
ímóti hesum politikki og
heita á allar rætthugsandi
føroyingar at stuðla hesum
stríði.
Starvsnevd Føroya
Javnaðarfloks
Viðmerking frá Javnaðarflokkinum:
Arbeiðsmarknaður í vanda
Eri errin av politikki Tjóðveldisfloksins til frama fyri verkafólkið
C
M
Y
K
11
10