Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. mai 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 98 - 24. mai 2003 Nr. 98 - 24. mai 2003 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Føðingar Tann 8. mai fingu Jóhanna og Jens Meinhard Ras- mussen, Glostrup, ein son sum eitur Filip. Hann vigaði 4300 gr og var var 56 cm langur. 10. mai fingu Lamduan og Eyðleif Thomsen, Vági, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3380 gr. 13. mai fingu Rutt og Meinhard Jensen, Norðra- gøtu, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3100 gr. 13. mai fingu Kristina Jacobsen, Leirvík, og Esmar Joensen, Hvítanesi, eina dóttur. Hon var 57 cm long og vigaði 4100 gr. 15. mai fingu Sunfríð Simonsen og Rúni Ove Vang Poulsen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3250 gr. 15. mai fingu Maria Mohr og Egin Herup Høgnesen, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3100 gr. 17. mai fingu Rúni og Beinta Joensen, Syðrugøtu, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3200 gr. 17. mai fingu Birgit Ø. Nielsen og Karl Martin Klein, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3700 gr. 18. mai fingu Gudny og Palli Vang, Fuglafirði, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3000 gr. 18. mai fingu Jóhanna í Horni og Allan Nielsen, Sanda- vági, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3300 gr. 20. mai fingu Dania Hentze og Michael Dalbø, Norðskála, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3825 gr. 20. mai fingu Marin-Elisabeth á Høgabóli, Miðvági, og Kristoffur Vidtfeldt, Sandi, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3700 gr. 20. mai fingu Edny og Páll Poulsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3300 gr. 21. mai fingu Súsanna Simonsen og Finnbjørn G. Mikkelsen, Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3650 gr. 21. mai fingu Katja Gaasedal, Tórshavn, og Ólavur Nielsen, Saltangará, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3750 gr. 22. mai fingu Laila Nattestad og Kári Jacobsen, Mið- vági, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3775 gr. 22. mai fingu Anni og Hanus í Niðristovu, Vestmanna, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 3950 gr. Andlát 15. mai Pól Sofus Joensen, Pól hjá Marin Zezilju, Sumba, 98 ár Elisa Hammer, Tórshavn, 63 ár Petur í Gong, Tórshavn, 79 ár 16. mai Alfred Dam, Norðskála, 87 ár Morentsa Olsen, Klaksvík, 90 ár 17. mai Eliesar Hammer, Issa, Eiði, 90 ár Jarl Heinesen, Porkeri, 79 ár. 20. mai Oda Kjølbro, Tórshavn, 87 ár. Sverri Müller, í Vestmanna, 70 ár. 21. mai Doris Bærentsen, úr Tórshavn, 70 ár. Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara elskaða mamma, vermamma, omma og langomma Jastrid Toftum Vestmanna doyði og varð jarðað. Ein serlig tøkk til Tummas Sæbúð fyri góð orð, tá komið varð í kirkjuna, og eisini ein stór tøkk til tykkum øll, sum hjálptu til við jarðarferðina, takk til sangarar, organist, klokkara og prest. Takk fyri kransar og blómur, og takk til tykkum øll sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Hans, Joanna, Paula og Jens Pauli Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi Kaj Thomassen Svínoy doyði og varð jarðaður. Ein serstøk tøkk til starvsfólkið á Norðoya Røktarheimi. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Norðoya Røktarheim. Tøkk til tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðina og sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Hjartans tøkk øll somul. Fyri tey avvarðandi Børnini Tøkk Tøkk fyri sýnda samkenslu tá okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Elin Haraldsen í Sandavági andaðist og varð jarðað. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Sandavágs kirkju, takk til David Johannesen, prest, kirkjutænarar, sangarar, berarar og gravarar. Eisini ein tøkk til heimahjálpirnar og heimasjúkrasystrarnar og øll tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Hjartaliga takk øll somul. Familjunnar vegna Ruth, Nelly, Jóhannus og Tummas við familjum Minningarorð um Bjarta Mortensen Tvøroyri Føddur 18. 08. 1962 - deyður 23. mars 2003 Góði Bjarti. So noyddist tú at leggja árarnar inn aftaná drúgvan og møðsaman róður, einans 40 ára gamalur. Stutt eftir, at vit lærdu teg at kenna, fyri umleið 10 árum síðani, fekkst tú eina sjáldsama men herviliga lungnasjúku at dragast við. Men kortini megnaði tú, saman við Sonny, at gera hús tykkara liðug, og ikki vart tú sørt errin av tykkara nýggja og hugnaliga heim- ið. Mongu hugnaligu løt- urnar uppi hjá tykkum við stórbæra útsýninum yvir býin sum var tær so kærur, fjørðin og mikla Oyrnafjall eru ógloymandi. Har sótu vit mangan bæði gott og leingi. Blíðskapurin hjá tær og Sonny hvørja ferð vit vitjaðu har suðuri var eitt av ljóspunktunum við at koma suður. Har merkti ein væl, at bestu dagar tínir vóru millum arbeiðsvinir hjá R. B. Thomsen, í Froðba millum Oddmar, Vilborg og Óla-Vang og sjálvandi hjá foreldr- unum Undir Heygnum. Ikki gloyma vit heldur tykkara umsorgan og blíðskap fyri okkara børnum tá tey vóru heima, og ikki minst tykkara gleði tá tit vóru saman við lítla Thór í Keyp- mannahavn Ja Bjarti, trúðfesti var eitt av tínum eyðkennum. Tað er við sorgblýdni, og einari undarligari kenslu, at sita her í kvøld og skrivið minningarorð um teg mín góði vinur. Vit høvdu aðrar ætlanir, nú Jóanssøkan nærkast. Hóast tað, at tú øll árini royndi tað tú orkaði, boygdi sjúkan teg at enda so mikið, at tú var sendur til Keyp- mannahavnar, at bíðja eftir einum nýggjum lunga. Drúgt var at bíðja, í næstan eitt ár, men við tolni góðtók tú lagnu tína. Enn minnast vit kvøldið í oktober í fjør - stødd til landsdyst í Hannover - tá vit fingu gleði- ligu boðini um, at tú var á skurðdeildini á Ríkissjúkra- húsinum, og at teir høvdu funnið eitt lunga til tín. Vit minnast enn tá vit heintaðu tykkum vesturi á flogvøllinum beint undan jólum. Hvussi spelkin tú kom út úr terminalinum, eins og í gomlum døgum og hvussi glaður tú var yvir aftur at kunna draga andan frítt og lættliga. Ferðin suður við Smyrli hettar fagra vetrarkvøld var sera hugtakandi. Trongisvágsfjørður lá spegilsblankur, og stjørnurnar og mánin vóru á loftinum og ljósini í býnum speglaðust á vánni. Tað var ein kensluborðin heimkoma hjá tykkum hettar kvøldið aftaná eitt heilt ár í Keypmannahavn. Pápi tín hevði tendra øll ljósini í húsum tykkara uppi Udir Hválinum. Betri heimkomu kann ongin ynskja sær. Men stokkut gjørdist gleðin. Bert 14 dagar seinnri var tú aftur sendur til Keypmannahavnar. Síðani gekkst bara skeiva vegin og 23.mars orkaði tú ikki meira, og legði stillisliga árarnar inn. Ongantíð hoyrdu vit teg gremja teg. Hóast tú oftani var illa fyri, vart tú kortini bjartskygdur og takksamur fyri hvørja góða løtu sum lívið gav tær. Nú tá tú ikki er her longur renna oftani seinastu løturnar saman við tær, fram fyri meg. Tað dirvi tú sýndi lagnutungu seinastu dagar tínir, var merkisvert. Avkláraður og nágreinliga legði tú sjálvur tína seinastu ferð til rættis. Vøkru orðini hjá presti undir jarðarferðini, um virðir og innihaldið í einum lívi kontra longdina av lívinum, vóru hugvekjandi orð sum passaðu so væl til tín. Tey mongu sum vóru til jarðarferð tína, bóru boð um ein stóran vinarskara, og um, at mong vóru tey sum høvdu fylgt við tær hesi mongu árini meðan sjúkan herjaði. Øll sum kendu tykkum vita, at tú setti ómetaliga stóran prís uppá konu tína Sonny, sum var tær ein góður stuðul øll hesi árini. Hjá henni kennist saknurin svárur. Eisini hjá foreldrum tínum sum nú eru komin væl til árs og bróður tínum er saknurin stórur. Við djúpastu samkenslu fyri Sonny, Kartna, Oleantinu, Boga og øllum teimum sum stóðu honum nær, lýsa vit frið yvir minninum um okkara kæra vin Bjarta Mortensen. Heri, Jensa, Atli, Eyðdis, Thór og Marner NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Brúdleyp Í dag, 24. mai, kl. 15.00 giftast í Christianskirkjuni Maigunn Danielsen og Eyðun Jacobsen, Klaksvík. Døgurði verður fyri innboðin. Vælkomst verður í Skálanum kl. 21.00. Í dag, 24. mai, kl. 16.00 giftast í Haldórsvíkar kirkju Connie Samuelsen og Jógvan Magnusson. Brúdleypið verður í Bygdarhúsinum í Hósvík fyri innbodnum. 70 ár Í morgin, 25. mai, fyllir Jógvan Sundstein 70 ár. Føðingardagin er hann hjá dóttrini Rutt Sundstein, Fenrisvej 16, 4300 Holbæk. Dagurin 24. mai. Ester. Drotningin, sum Esters bók í gamla testamenti er skrivað um. Týdningurin av navninum er óvissur. 25. Mai. Urbanus, deyður í 230. Pávi, til hann varð hálshøgdur. Eftir teimum gomlu álmanakkanum var Urbanus fyrsti summardagur. Navnið merkir upprunaliga býarbúgvi. 26. Mai. Beda, deyður í 735. Eftirtíðin gav honum navnið venerabilis, hin tignarligi. Hesin enski munkurin gjørdist ein hin mest metti kirkjulærarin í miðøld við átrúnaðarligu, søguligu og málsligu bókum sínum. Líka í Føroyum hava teir tikið til Beda og lærdóm hansara. Vagnur Dam 75 ár Mánadagin 26. mai fyllir Vagnur Dam ,Tórshavn, 75 ár. Vagnur er føddur og uppvaksin heiman á Sandi. Sum ungur flutti hann til Havnar, og starvaðist hann á Tórshavnar Skipasmiðju øll árini – heili 50 ár. Til hann fór frá fyri sjey árum síðani. Hann arbeiddi øll árini sum sveisari. Tey seinnu árini sum arbeiðs- formaður í nýbygnings- høllini. Vagnur er giftur við Siggu Dam (f. Nónskarð) ættað úr Elduvík. Tey eiga børnini: Marjun, Sólrun, Hákun og Martin. Vagnur er burturstaddur føðingar- dagin. Jógvan Sundstein 70 ár Sunnudagin 25. mai fyllir Jógvan Sundstein í Havn 70 ár. Jógvan er vælkendur millum manna sum løg- maður, landsstýrismaður, løgtingsmaður og grann- skoðari. Jógvan er sonur Honnu Jensen (á Dul) og Hans Sundstein. Hann er giftur við Lydiu Marsten úr Klaksvík, og tey búgva í Havn. Børnini eru Hans Pauli, Ruth og Eivind. Eftir skúlagongd í Havn gjørdist hann bankanæm- ingur í 3 ár til 1952 og var síðani grannskoðari. Hann tók HD í roknskapi í 1958 og grannskoðaraprógv í 1962. Árið eftir varð hann løggildur (statsautoriserað- ur) grannskoðari. Heimafturkomin úr Dan- mark stovnaði hann sína egnu fyritøku. Í nøkur ár hevði hann fyritøkuna sam- an við Paula Ellefsen, men vátt kom í reiðrið, og teir fóru hvør til sítt. Seinni hevði hann grannskoðara- virki saman við Jógvani Amundsson, til hann seldi sín part av fyritøkuni. Mest kendur er Jógvan Sundstein sum politikari. Hann stillaði fyrst upp til býráðsval í Havn og var býráðspolitikari eina nátt, men morgunin eftir vísti tað seg, at onkur annar var valdur. Í 1970 stillaðu fólka- floksmenn í Eysturoynni hann upp til løgtingsval, og hann varð valdur. Tað gjørdist byrjanin til eitt langt og hendingaríkt polit- iskt lív. Hann umboðaði Fólkaflokkin í Eysturoynni í 8 ár. Í 1978 stillaði hann upp í Suðurstreymoy og umboðaði Fólkaflokkin í Suðurstreymoy til 1994, tá hann ikki stillaði uppaftur. Men fyri ta tíð hendi so mangt. Hann var ein av høvuðsmonnunum aftan fyri samgonguna, sum varð skipað í 1974 og aftur í 1978 millum Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóð- veldisflokkin. Hann var løgtingsformaür frá 1980- 84 og aftur 1988-89. Í 1989 gjørdist hann løg- maður í einari samgongu millum Fólkaflokkin, Tjóð- veldisflokkin, Sjálvstýris- flokkin og Kristiliga Fólka- flokkin. Tann samgongan vardi tó bert til juni mánað sama ár. Jógvan helt fram sum løgmaður í einari nýggjari, ótraditionellari samgongu millum Fólka- flokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldisflokkin og røkti hetta starv, til val varð skrivað út í úrtíð í 1990. Eftir valið varð sam- gonga skipað millum Javn- aðarflokkin og Fólkaflokk- in, sum einsamallir høvdu meiriluta á tingi. Jógvan Sundstein gjørdist tá lands- stýrismaður í fíggjarmál- um, sum var eitt sera krevj- andi starv tey árini. Í apríl 1993 helt samgongan mill- um Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin uppat, og tey bæði árini, sum Jógvan hevði eftir í politikki, sat hann í andstøðu. Í samrøðu við eitt blað, sum setti fólki populerar spurningar, svaraði Jógvan Sundstein einaferð tveim- um spurningum nakað so- leiðis: - Hvat er tín størsta styrki? - Optimisma! - Hvat er tín størsti veik- leiki? - Optimisma! Og tað var vist væl svar- að. Jógvan Sundstein er gjørdur optimistur upp á gott og ilt, og tað hevur stundum verið ein styrki, aðrar tíðir ein veikleiki. Sørin Olsen 70 ár Fríggjadagin 23. mai fylti Sørin Olsen á Argjum 70 ár. Sørin er ættaður úr Streymnesi. Hann arbeiddi í mong ár í byggivinnuni, og hevur hann t.d. verið við til at bygt brúnna um Streymin og Landssjúkra- húsið. 1. mars í ár hevði hann 20 ára starvsdag hjá Ivan Johansen Bilum í Havn. Sørin er enn í starvi hjá Ivan Johansen Bilum, har hann hevur ymiskar uppgávur sum t.d. viðlíka- hald av virkisbygninginum o.l. Starvsfelagar hansara ynskja honum hjartaliga tillukku við degnum og mong góð ár framyvir. Arnfinnur Thomassen í Vági 50 ár Sunnudagin 25. mai fyllir Arnfinnur Thomassen í Vági 50 ár. Aftaná at hava tikið real- eksamiu, royndi hann seg sum sjómann, men tað var ivaleyst ikki nakað fyri hann, tí í 1971 fór hann til Havnar á studentarskúla, har hann eisini hittu konu sína Lenu. Arnfinnur er sum pápi hansara, fyri bókum og lesnaði, tað sæst í teirra heimi har suðuri. Aftaná loknan studentarskúla, fóru so tey bæði niður til Dan- markar at lesa, So tvey tey elstu børnini eru fødd í Danmark. Tá Arnfinnur og Lena komu heimaftur til Føroyar í 1985 fekk hann arbeiði sum lær- ari við HF og Studentaskúl- an við Gøtugjógv, og hon sum laborantur við Klaks- víkar Sjúkrahús. Har búðu tey í níggju ár. Familju- og heimkærur sum Arnfinnur er, longdist honum altíð suður aftur til Vágs, So tá Miðnámsskúlin kom, fekk hann møguleika at koma suður aftur, og býr hann í sínum barnaheimi í dag. Arnfinnur er glaður fyri at syngja, tað er ikki ein veitsla hann er við, at hann ikki hevur gittarin við, so tá tey fluttu suður til Vágs fór hann í kirkjukórið Ljóm at syngja, og har er hann formaður í dag. Arnfinnur er sonur Al- fridu og Joen Paula Thomassen í Vági, vanliga nevnd Alla og Palli í Tøðuni. Hann er yngstur av fimm systkum, hann er giftur við Malenu Klein frá Gjógv dóttir Jóhannu og Leivur Klein. Arnfinnur og Lena eiga fýra børn, Jóhannu, Jóan Paula, Leivur og Atla. Góði lítli beiggi hjarta- liga tillukku við føðingar- degnum og øll góð ynskir fyri framtíðina. xxx Jákup A. Nielsen leiðari á Kommunalu Brennistøðini Frá 1. juni 2003 er Jákup A. Nielsen er settur sum nýggjur leiðari á Kommu- nalu Brennistøðini á Hjalla. Jákup er 44 ára gamal og havnar- maður. Hann er útbúgvin framleiðsluverkfrøðingur og hevur arbeitt í Grønlandi seinastu nýggju árini. Fyrstu seks árini arbeiddi hann hjá grønlendska Heimastýrinum, har hann hevði við skip at gera. Seinastu trý árini var hann stjóri á eini krabbafyritøku. Jákup A. Nielsen tekur við sum leiðari eftir Mikkjal Absalonsen, sum heldur fram í øðrum starvi á brennistøðini. Nýggi leið- arin er settur við eini royndartíð í tvey ár. C M Y K 13 12