Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. mai 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 98 - 24. mai 2003 15 Ætlanin hjá íslendingum at keypa stóra virkið hjá Kollafjord Pelagic í Kollafirði, datt niðurfyri í evstu løtu. Nú verður roynt at finna aðrar loysnir, men stjórin veit ikki, hvussu verður VINNULÍV Áki Bertholdsen Kollafjørður: Tað vera ikki íslendingar, sum koma at bjarga stóra uppisjóvar- virkinum hjá Kollafjord Pelagic í Kollafirði. Í hvussu so er ikki teir íslendingar, sum bara fyri 14 døgum síðani vóru næstan vísir í at keypa virkið. Johan Dahl, stjóri á Kollafjord Pelagic sigur, at íslendingarnir lupu frá í evstu løtu og sostatt fór tann royndin at bjarga virk- inum fyri bakka. Tað var íslendska felagið Sjólaskip, sum ætlaði at keypa Kollafjord Pelagic og Johan Dahl segði í Sosial- inum fyrr í mánaðinum, at av avtala var heilt nær undir landið. Hann vildi ikki siga nak- að um íslendska tilboðið, men hann segði kortini, at tað var ógvuliga áhugavert. Satt at siga veit hann ikki, hví Íslendingar brád- liga bakkaðu, tí hann sigur, at teir fingu onga nágreini- liga frágreiðing. Hann sigur, at roynt verð- ur nú at finna aðrar loysnir, men tær royndirnar fær hann onki sagt um enn. 1100 tons um dagin Kollafjord Pelagic hevur verið ein sorgarsøga. Virkið kom ongantíð rættiliga ígongd, tí maskinurnar fingust ongantíð at virka. Tað endaði við, at Johan Dahl varð settur sum stjóri og hann skuldi so royna at endurreisa tað. Í tí sambandi kom hann í samband við íslendska felagið Sjólaskip, sum hev- ur drúgvar royndir í uppi- sjóvarvinnuni og ein avtala við teir var komin undir land, nú teir bakkaðu. Men teir høvdu stórar ætlanir við virkinum, tí teir miðjaðu eftir at arbeiða 1100 tons um dagin og væntnadi komu eini 25-40 fólk at arbeiða á virkinum. Virkið er bygt til at ar- beiða makrel, sild, svart- kjaft lodnu og vónandi nak- að av gulllaksi og rossa- makreli. Kollafjord Pelagic kost- aði 170 milliónir at byggja, men Johan Dahl hevur fyrr upplýst fyri Sosialinum, at skulu minst einar 30 milli- ónir brúkast afturat, áðrenn maskinurnar fáast at virka. Hóast streymurin frá SEV verður sløktur, hava øll trý sjúkra- húsini ljósmotorar, sum geva ivaleyst av streymi STREYMSLIT Áki Bertholdsen Landssjúkrahúsið fer ikki at líða neyð, hóast tað skuldi hent, at streymurin fer. Nú vandi er fyri, at maskinmeistararnir hjá SEV fara í verkfall, so at maskinurnar verða steðg- aðar, el-verkini stongd og streymurin sløktur, eru tað mong, sum hava spurt, hvussu verður við teimum trimum sjúkrahúsunum, tí eitt er vist: Hava tey ikki streym, eru tey illa farin. Men tað skilst, at ongin vandi er á ferð. PoulGeert Hansen, leið- ari á Landssjúkrahúsinum, sigur, at hara hava tey eina skipan sum slær til í somu løtu, streymurin frá SEV fer. Hetta er ein skipan sum veitir streym til tað allar- mest neyðuga, eitt nú amboð til skurðviðgerðir og annað. Men harafturat hevur Landsssjúkrahúsið tveir motorar, sum kunnu gerast klárir at seta til upp á minni enn ein hálvan tíma. Hvør av hesum motorun- um er ivaleya stórur til at veita allan streym, sum Landssjúkrahúsið hevur brúk fyri yvirhøvur og nakað væl afturat. Men gongur hann fyri, er so hin moturin eftir at taka til, so Landssjúkrahúsið skuldi verið væl tryggjað, tí gongur annar fyri, er hin eftir. Á hinum báðum sjúkra- húsunum eru tey eisini tryggjað ímóti streymsliti, hóast tey ikki eru so væl tryggjað sum Landssjúkra- húsið. Á Suðuroyar Sjúkrahúsi sigur maskinmaðurin á vakt, at har hava tey ein motor, sum veitir ivaleyst av streymi til alt sjúkrahús- ið og sum slær til áðrenn 30 sekund eru farin frá tí at streymurin hjá SEV fer. Men eisini har hava tey eina skipan sum slær til í somu løtu, sum streymurin frá SEV fer og sum sostatt tryggjar, at streymurin til tey mest neyðugu amboðini á skurðgongini ongantíð fer. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hava tey eisini eina skipan, sum tryggjar ta mest neyð- ugu útgerðina, so at streymurin har ongantíð verður burtur, hóast streymurin frá SEV fer. Men eisini har hava tey ljósmotor og hann slær til 10 sekund eftir at streym- urin frá SEV er farin. Hann veitir streym til alt sjúkrahúsið. Allir hesir motorarnir kunnu veita streym til sjúkrahúsini so leingi, olja er, men arbeiðarafeløgini hava boðað frá, at tey fara ikki at leggja sjúkrahúsini lamin. Ingeborg Vinther trýr onki uppá, at Løgtingið yvirhøvur kann leggja uppí verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum VERKFALL Áki Bertholdsen – Hvussu kann Løgtingið leggja uppí? Ingeborg Vinther er púra sannførd um, at Løgtingið kann ikki leggja uppí verk- fallið hjá arbeiðarafeløg- unum. Hon sigur, at Løgtings- limir hava hækkað sína egnu løn so nógv hesi sein- astu árini, at tað ber snøgt sagt ikki til hjá tí at leggj uppí. – Fyri nøkrum heilt fáum árum síðani fingu løgtings- limir góðar 15.000 í løn um mánaðin, men nú er hon nærmari 29.000 krónur um, umframt eina viðbót uppá næstan 700 krónur um mánaðin, umframt 2.000 skattafrítt um árið til frímerki og annað skriv- stovuhald, ufmramt kost- endurgjald, sum er úr 26.000 krónum um árið, upp í slakar 100.000 krónur um árið, alt eftir, hvar løg- tingslimir býr. Harafturat fáa teir tæn- astumannapensjón. – Alt hetta skal skatta- borgarin betala, umframt okkara egnu pensjón. Ingeborg Vinther sigur at sostatt hava løgtingslimir hækka sína egnu løn so nógv, at tað er ómøguligt hjá teimum at leggja uppí verkfallið og noktað ar- beiðarafeløgunum ta lønar- hækking, vit hava kravt, tí teir kunnu ikki nokta øðr- um somu lønarhækking, sum teir sjálvir hava fingið, sigur Ingeborg Vinther. Heldur ikki Hans Joen- sen, formaður í Havnar Ar- beiðsmannafelag væntar, at Løgtingið kann leggja uppí. – Leggur Løgtingið uppí, verður tað Løgtingið, sum fer at staðfesta, at arbeið- arafeløgini ikki skulu fáa somu lønarhækking í krón- um, sum onnur hava fingið, so at gloppið ímillum ar- beiðaralønir og aðrar lønir ikki veksur. Og tað er júst hetta, sum verkfallið snýr seg um – Og sostatt verður tað eisini Løgtingið, sum fer at staðfesta, at stættarmunurin í Føroyum skal veksa og tað vænti eg ikki, at Løg- tingið fer at gera. Tað verð- ur í hvussu so er ein avgerð, sum verður ómetaliga trupul hjá teimum 12.000 arbeið- arunum í verkfalli at skilja, sigur Hans Joensen. Óttin lúrir Men ikki slepst undan, at onkustaðni liggur óttin fyri politiskari uppílegging og lúrir. Arbeiðarafeløgini hava nú sagt avtaluna um neyð- rakstur í sambandi við sjúku í alibrúkum, upp. Arbeiðarafeløgini hava boðað frá, at tað hava tey gjørt, tí skuldi tað hent, at politiski myndugleikin leggur upp í verkfallið, vilja tey hava fullkomiliga fríar ræsur at taka øll undantøk aftur, sum eru givin. Arbeiðsgevararnir fingu boðini týsdagin og sostatt er avtalan farin úr gildið nú. Tó gera arbeiðarafeløgini vart við, at undantaksloyv- ini, sum eru givin einstøk- um alibrúkunum standa fyribils við, men nú kunnu tey takast aftur frá løtu til aðra. Eftir avtaluni skuldu tey kunna sigast upp við 48 tíma ávaring. Íslendingar bakkaðu í Kollafirði Sjúkrahúsini fara ikki at líða neyð Óhugsandi at Løgtingið leggur upp í verkfallið Øll trý sjúkrahúsini eru tryggjað, skuldi tað óhugsandi hent, at maskinmeistarnir hjá SEV fara í verkfall so at streymurin verður sløktur Kollafjord Pelagic í Kollafirði kom ongantíð ígongd, Herfyri ætlaðu íslendingar at keypa virkið, men men bakkaðu og nú er aftur alt í tí óvissa 15 14 Nr. 98 - 24. mai 2003 UMMÆLI Pauli Hansen Tónlæra 1-4 eftir Hans Henning Christiansen, um- sett og tillagað hevur Kári Bæk, myndir Bárður Osk- arsson. Givið út hevur Før- oya Skúlabókagrunnur. Talan er um 4 ein- nýtsluhefti til næmingar og 4 lærarahefti v/fløgu, og málbólkurin er 1.- 4./5. fl. fólkaskúlans (við hesum er ikki sagt, at onnur ikki kunnu nýta hetta tilfar). Í fororðunum sigur Kári m.a., at í fólkaskúlanum eigur at verða miðað eftir at vekja áhuga næming- anna fyri sangi og tónleiki, menna teirra skapandi evni og geva teimum grundvitan og kunnleika um tónleik. ... tónleikur er felagsíðkan, har uppliving og innlæring eru samantvinnaðir tættir. Og víðari ... Hetta tilfar hevur tann fyrimun, at heilir flokkar kunnu vera virknir við at íðka tónleik í senn, uttan stórvegis for- kunnleika ella venjing. Hugskotið við Tónlæruni er, at børnini gjøgnum skipað spæl læra nøkur grundleggjandi hugtøk innan tónleik, slíkt sum dýnamikkur, høgt og lágt, rytma, improvisatión, mót- røddir, smíða løg, harmoni- ir, nótalæra, o.s.fr. Ljóðførini, ið nýtt verða, eru tey sokallaðu rimaspøl- ini (xylofonir) og klokku- spøl. Seinni kemur slíkt sum elbassur, ljómborð og klaver afturat. Fyri at geva eina lítla lýsing av, hvussu arbeitt verður, fari eg at taka eitt dømi úr fyrstu bókini. Børnini læra seg laga- stubbar sum t.d. C-D-E-F- G og F-E-D-C-Bb á rima- spølunum. Í næmingabók- ini eru fýra tokvognar, tríggir teir fremstu verða litaðir reyðir, og tann aft- asti er bláur. Siga vit nú, at lagastubbin C-D-E-F-G er reyður og F-E-D-C-Bb er bláur, so koyrir tokið. Børnini spæla tríggjar ferðir C-D-E-F-G og eina ferð F-E-D-C-Bb. Fara vit víðari, so kunnu børnini gera sítt egna lag úr hesum sama tónatilfari við at býta um upp á tokvognarnir t.d. reytt, reytt, blátt, blátt. Eg havi sjálvur roynt hetta í einum 1.fl. , og hetta riggaði sera væl. Børnini læra fleiri ting við hesum. Tey læra sjálvan teknikkin við at spæla, tey læra at lurta hvør eftir øðrum, og tey læra at konsentrera seg ( koma inn, tá tey skulu koma inn og út aftur, tá tey skulu). Sera einfalt og gott. Í bók 2 og 3 verður bygt oman á, soleiðis at tey læra meira og meira. Her skal viðmerkjast, at Kári hevur hegnisliga umyrkt sangir- nar, so at teir eru stuttligir, og tað fangar hjá børnum. Dømi: Ver stillur sum ein fliða,/ tí vit at enda tiga,/ tá vit øll í felag siga / nú! Í bók 4 hava børnini lært so nógv, at nú duga tey rættiligt samanspæl. Nú verða onnur ljóðføri drigin inn, klaver, ljómborð, bass- ur... Fremst í næmingabók 4 er ein pappbassur, har tú sært, hvar tú skal seta fingrarnar, og somuleiðis er eitt lítið pappklaviatur aftast í bókini. Aftast í lærarabókunum er fløga, sum kann nýtast til undirspæl, um lærarin ikki dugir at spæla, ella um hann heldur vil nýta tíðina til at hjálpa næmingunum. Samanumtikið er Tón- læra 1-4 sera gjøgnumførd og flott. Ein og hvør skúli við eitt sindur av sjálvs- virðing eigur keypa hesar bøkur, brúka tær í Handa- verki & List í 1.- 3. fl. og í vallærugreinini tónleiki í 4. kanska 5. fl. eisini. Sum tónleikalærari fari eg at takka Kára Bæk og Fø. Skúlabókagrunni fyri hesa útgávu. Saman við Leikaløgum 1 hjá Paula í Sandagerði, Ættunum hjá Kára Bæk o.ø., eru vit ikki heilt illa fyri, hvat tón- leikaundirvísing í grund- deildini viðvíkir. Tónalæra – eitt fram- stig fyri tónleika- undirvísingina Hans Pauli Strøm javnaðarmaður Tað er ógviliga hugstoytt at síggja, hvussu lagt verður eftir arbeiðarafeløgunum, nú tey eru í verkfalli. Um- støðurnar hjá teim tíma- løntu verða ikki tikin uppá tunguna, men tey verða lagd undir grádigheit og ábyrgdarloysi - tað er ótrú- ligt at nakar skal fáa seg til tað, tí veruleikin er jú tann øvugti: nevnliga hann at tað verður gjørdur ein so grov- ur og skammiligur manna- munur á umstøðunum hjá teim tímaløntu og øllum øðrum, at ongin onnur stætt í samfelagnum hevði funn- ið seg í tí. Tað sum kanska er mest hugstoytt, er at eisini polit- iskar kreftir, sum ein skuldi trúð høvdu ávísan samhuga við arbeiðarafeløgunum, stinga tey í ryggin. Her hugsi eg um Tjóðveldis- flokkin. Og havi hug at spyrja, um tað veruliga er við beráddum huga, at Tjóðveldið er farið í hernað móti arbeiðarafeløgunum? Tí hvussu skulu vit annars skilja hetta: • at mitt sum arbeiðara- feløgini sita í samráðing- um um nýggjan sáttmála við arbeiðsgevararnar, so tveitir landsstýrismaður Tjóðveldisins í almanna- málum ábyrgdina fyri tí fyrsta sjúkadegnum frá tí almenna yvir til partarnar á arbeiðsmarknaðinum at berjast um, við tí úrslitið, at uppaftur størri munur verður millum partarnar - • at mitt sum semingsmað- urin er komin upp í leik- in, kemur landsstýris- maður Tjóðveldisins í fíggjarmálum sum ketta úr høvdatrogi, og ógildar tann undirskrivaða sátt- málan millum maskin- meistarar og SEV, sum arbeiðarafeløgini hava lagt sum grund fyri teirra lønarkrøvum - • at formaður Tjóðveldis- floksins gevur sínum landsstýrismanni sín fulla stuðul, tá hesin fer í part við arbeiðsgevarun- um og kallar lønarkravið hjá arbeiðarafeløgunum ábyrdarleyst - • at sama dag sum sem- ingsmaðurmaðurin boðar frá, at hann eftir 14 daga verkfall fer at kalla partarnar saman fyri at royna at fáa gongd á sam- ráðingarnar aftur - so fer landsstýrismaður Tjóð- veldisins í fíggjarmálum í útvarpið og sigur uppí- saman aftur, at tað er ikki ráð til at hækka lønirnar við eini einastu krónu !!! • at formaðurin í Unga Tjóðveldinum í vikuni skrivar eina av fúlastu fakfelagsfíggjandiligu viðmerkingunum, sum ongin fólkafloksmaður og arbeiðsgevaralakeiur kundi gjørt betri - ein viðmerking við rætti- ligari Høgni-Hoydalskari yvirskrift: "Kom og dyrka ónøgdina" - • og at tjóðveldisblaðið Fregnir kemur út við síðu upp og síðu niður, um hvussu grammlig og ábyrgdarleys og samfe- lagsskaðilig arbeiðara- feløgini eru í teirra lønar- krøvum, og beinleiðis leggur arbeiðarafeløgini undir at vilja koyra alt vinnulív og allar Føroyar á heysin - sjálvt propa- gandamiðstøðin hjá ar- beiðsgevarunum hevði ikki verið grovari í sínum skuldsetingum. Tað er ikki mín lutur at meta um krøvini hjá ar- beiðarafeløgunum, men tá formaðurin fyri Havnar Arbeiðsmannafelag sigur, at sjálvt aðalmálið hjá teimum er at minka um gjónna millum stættirnar í føroyska samfelagnum, so er tað eitt rættvíst mál og eitt rættvíst stríð, tí tað er ein so himmalvíður munur á korunum á arbeiðs- marknaðinum hjá teim tímaløntu og øllum øðrum, at hann hvørki kann ella eigur at tolast longur. Tað er ein ólukkulig støða hjá arbeiðarafeløg- unum at noyðast at taka til so álvarslig stig sum at fara í verkfall. Fyrstir av øllum eiga tey tí ikki at finna politiskar flokkar - enntá teir sum sita við hægsta politiska valdinum í sam- felagnum - sum sínar høv- uðsfíggindar. Tvørturímóti eiga vit at stuðla øllum royndum til at tey kunnu fáa so frægt burturúr, at semjast kann fáast millum partarnar, til gagns fyri arbeiðarastættina, fyri vinnulívið og fyri alt sam- felagið. Edvard Joensen vikuskiftisvakt Er okkurt tit vilja hava okkum at skriva um, er okkurt tiltak ol. Í viku- skiftinum ringið til Ed- vard Joensen, 220507. TÍÐINDASKRIV Tá føroyska fótbóltslands- liðið vitjar í Íslandi í juni í ár, verður skipað fyri yms- um tiltøkum í Reykjavík, ið hava til endamáls, at økja um áhugan fyri Føroyum, føroyskari list og mentan. 5 juni verður skipað fyri einum einum móta, list og tónleika kvøldi í listasavn- inum í Reykjavík, Hafnar- húsinum. Við í tiltakinum vera Eivør Pálsdóttir, kvartettin Peguhejá, Sirri, Snældan, Guðrun & Guðr- un, Óluvá á Lofti, Aase Bømler Olsen, Karstin Olgar Lamhague og Astri Luihn. 25. mai kl. 18.00 verður ein royndar framførsla av tiltakinum í Listaskálanum í Havn. Tiltakið í Lista- skálanum verður ein skerd útgáva av tiltakinum í Reykjavík og kemst hetta av, at Eivør og tónleikarar hennara ikki fáa stundir at koma til Føroya og at nøkur av listaverkunum ikki verða liðug til hesa frumfram- førslu okkara. Tó vóna vit, at fitt av fólki koma til hetta tiltak, so at føroyingar eisini fáa høvi til at síggja og hoyra nýggju verkini. Er Tjóðveldið farið í hernað móti arbeiðarafeløgunum? List við fótbólti til Íslands Í morgin, leygardagin 24. mai, verður árligi marknaðardagurin í Sjónleikarhúsinum. Tey hava fingið hópin av góðum lutum MARKNAÐARDAGUR Tíðindaskriv – Umframt »loppusølu« hava vit køkutombola, barnatombola og ein lítlan fiskibrunn. Vit bjóða ein drekkamunn, og um vit fáa fatur á tilfarinum, ber til at keypa ein køkubita aftur- við. Vit kunnu vegna bensin- trot ikki bjóða okkum at heinta lutir hesa ferð. Keypir onkur onkran stóran lut, kunnu vit goyma hann, um keyparin ikki kann taka hann við sær beinanvegin. Soleiðis sigur Sjón- leikarhúsið í tíðindaskrivi. Marknaðardagurin hjá Sjónleikarhúsinum er eitt afturvendandi tiltak og hevur nú 7 ár á baki. Hann verður væl vitjaður, og hjá summum er hetta vorðið ein traditión. Tað er stuttligt at síggja, hvussu væl fólk taka undir við tiltakinum. Aftur í ár hava fleiri fyri- tøkur stuðlað. Endamálið við marknað- ardegnum er ikki bara at fáa pening til Sjónleikar- húsið, men kanska eins nógv at fólk fáa ein hugna- ligan og stuttligan dag. Í Føroyum eru vit ikki von við slík tiltøk, og tí er hetta serliga áhugavert. Fólk vita eisini, at innkomni pening- urin fer til eitt gott enda- mál, nevniliga at skapa so góðar karmar um áhuga- sjónleikin sum gjørligt, og tí fær Sjónleikarhúsið eisini góðar og virðismiklar lutir frá fólki. Marknaðardagur í Sjónleikarhúsinum í morgin C M Y K 14