leygardagur 24. mai 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 98 - 24. mai 2003
Tann trý ára gamli
kambodiski drongurin
Qeun Sambat hevur ein
rættiliga sjáldsaman
leikbróður, eina fýra
metrar langa python-
slangu. Mamma Qeun
sigur, at drongurin og
slangan hava hildið saman,
síðani Qeun dugdi at
grulva. Men hetta kann
vera vandamikil leikur, tí
slangan kundi lættliga
svølgt drongin, kom ilt í
hana.
Norska trygdar-
løgreglan PST heldur
ikki, at tað var eitt
mistak, tá Noreg varð
nevnt í seinastu
hóttanini frá al-
Qaeda.
YVIRGANGSHÓTTAN
Árni Joensen:
Síðani varaleiðarin í al-
Qaeda, Ayman al-Zawahiri,
mikudagin bað muslimar
søkja at nøkrum londum og
teirra millum Noregi, hava
norsku
myndugleikarnir
økt tilbúgvingina.
Leiðslan í PST sigur, at
neyðugt er at hava eitt
vakið eyga við norskum
áhugamálum uttanlands, og
at løgreglan tí hevur mett,
hvørji áhugamál kunnu
vera mest sannlík sum
álopsmál.
Trygdarløgreglan heldur
ikki, at tað hevur so nógv at
siga í hesum sambandi, at
Noreg var ímóti krígnum í
Irak, tí tað er greitt, at
Noreg kortini verður mett
sum eitt av stuðulslondun-
um hjá USA. Orðini hjá
Ayman al-Zawahiri bera
eisini boð um, at tað er so,
sigur trygdarløgreglan.
PST heldur, at orðini á
ljóðbandinum hava fleiri
endamál. Tey vóru bæði ein
boðskapur til limir og
stuðlar hjá al-Qaeda, men
eisini eini boð til teirra, ið
verða mett sum fíggindar
hjá Islam og harvið eisini
al-Qaeda,
sigur
norska
trygdarløgreglan. Í triðja
lagi
skuldi
upptøkan
prógva, at felagsskapurin
hjá Osama bin Laden fram-
vegis er virkin.
Er tað háðan ímóti
amerikanska
forsetanum, at ein
ráðharri í einum
vinarliga sinnaðum
landi kallar hann
»hasin forbrendi
kalurin úr Texas«?
ORÐALAG
Árni Joensen:
Spurningurin
verður
í
hvussu er umrøddur í Svø-
ríki, eftir at ráðharrin í inn-
flytaramálum,
Jan
O.
Karlsson, verður sagdur at
hava nýtt hetta orðalagið
um George W. Bush, for-
seta, á einari samkomu við
tíðindafólk
mikudagin.
Blaðið Expressen endurgav
orðini í sjálvari oddagrein-
ini, og blaðmaðurin helt tað
vera
ovboðið,
at
ein
svenskur ráðharri nýtir slíkt
orðalag um ríkisleiðaran í
einum øðrum landi.
Jan O. Karlsson dylir ikki
fyri, at hann hevur sínar
tankar um Bush, forseta,
men hann sigur seg ikki
minnast at hava nýtt hesi
orðini um amerikanska
forsetan. Men hann vil
heldur ikki leggja Ex-
pressen undir at hava lagt
honum orðini í munnin.
Amerikanski heilsumála-
ráðharrin,
Tommy
G.
Thomson, hitti Jan O.
Karlsson hósdagin, og har
vórðu orðini eisini umrødd.
Gøran Persson, forsætis-
ráðharri, er ikki fegin um
orðalagið hjá ráðharra sín-
um, men hann sigur, at Jan
O. Karlsson noyðist loysa
trupulleikarnar sjálvur.
- Tað er ikki hóskandi at
nýta tílík orð, sama hvar
tað er. Málið er álvarssamt,
og eg fari at tosa við ráð-
harran um tað. Men soleið-
is kann ein ikki tosa, sigur
Gøran Persson, sum kortini
ger greitt, at Jan O. Karls-
son verður ikki koyrdur úr
stjórnini.
Selja nógv vápn
Ísraelski vápnaútflutningurin vaks so nógv í fjør, at
landið er vorðið heimsins fimtistørsta vápnasøluland.
Framman fyri Ísrael eru USA, ES, Russland og
Japan.
Í einari frágreiðing um heimsins vápnahandil sæst,
at Ísrael seldi vápn og vápnaskipanir fyri næstan 30
milliardir krónur í fjør. Tann størsti einstaki sáttmálin
var við Turkaland, sum keypti nútímans stríðsvognar
fyri fimm milliardir krónur. Tað landið, sum keypir
flest vápn og vápnaskipanir úr Ísrael, er kortini USA.
Síðani koma lond í Asia, Evropa og Latínamerika.
Ísraelski vápnaútflutningurin vaks heili 70 prosent
í fjør, og tað var serliga India, sum keypti munandi
fleiri ísraelsk vápn og vápnaskipanir í 2002 enn
frammanundan, og sølan till India fer ætlandi at
veksa uppaftur meiri, verður sagt.
Mannasmuglari tikin
Svenska løgreglan hevur tikið ein iraka, sum
avstralsku myndugleikarnir hava leitað eftir í sam-
bandi við eitt mál um mannasmugling. Maðurin varð
tikin hósdagin.
Avstraliumenn vilja vera við, at irakski maðurin,
sum eitur Khaleef Shnary Daoed, var ein av
oddamonnunum aftan fyri eina roynd at smugla fleiri
hundrað fólk við einum skipi til Avstralia í oktober í
2001. Skipið sakk, og hildið verður, at umleið 350
fólk druknaðu.
Avstralski løgmálaráðharrin, Christopher Elliot,
takkaði í gjár svensku løgregluni, tí hon hevur funnið
mannin, og hann boðaði samstundis frá, at Avstralia
vil hava irakan útflýggjaðan úr Svøríki.
Blair vísur í at fáa evruna
45 prosent av bretska fólkinum eru ímóti at seta
felags evropeiska gjaldoyrað, evruna, í gildi ístaðin
fyri pundið, men kortini kennir Tony Blair, forsætis-
ráðharri, seg vísan í, at meirilutin fer at taka undir við
evruni, tá fólkaatkvøða verður um spurningin.
Í einari røðu hósdagin segði Blair, at sambandið við
tað evropeiska meginlandið er tað týdningarmesta
málið hjá stjórnini júst nú. Hann vísti á, at 60 prosent
av bretska uttanríkishandlinum er við onnur lond í
Evropa, og hann skuldsetti tey, sum eru ímóti evruni,
fyri at vilja seta Bretland uttan fyri tað evropeiska
samstarvið. Samstundis segði hann seg vera fullvísan
í, at tað vanliga fólkið skilir støðuna, og at fólk fara
at atkvøða fyri evruni.
Blair gjørdi vart við, at evran fer ikki at skerja tað
politiska rásarúmið hjá Bretlandi í ES, tí stjórnin fer
framhaldandi at tryggja, at landið hevur sín egna
uttanríkis- og trygdarpolitikk. Eygleiðarar í London
siga, at hetta seinasta var ætlað sum ein ávaring til
teirra, sum tosa um eitt uppaftur tættari samband
millum ES-londini.
UTTAN ÚR HEIMI
Hóttan um yvirgang í Noregi
neyvan tilvildarlig
Kallaði Bush forseta ein
forbrendan kal úr Texas
Djarvur
smádrongur
Nr. 98 • leygardagur • 24. mai 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Orkan úr urkraftini
Øssur Johannesen skrivar um ein tann størsta listamannin
í danskari list, Svend Wiig Hansen, sum hevði sterkan
áhuga fyri teimum skapandi og oyðandi kreftunum, sum
búgva í menniskjanum
Lesið síðu 6 & 7
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Sámal og Otto. Sigur
tú annan í hornorkesturhøpi
kanst tú illa lata vera við at
nevna hin. Teir hava sitið so
trúfastir í hornorkestrinum við
hvør sínari kornett og spælt øll
53 árini, orkestrið hevur verið til.
Teir vóru báðir við til stovnan-
ina av orkestrinum. Tað bleiv
stovnað tann 5. mai 1950 á
gamla spinnarínum. Tað vóru
tólv spælarar, og ongin teirra
dugdi so frætt sum at trýsta á ein
ventil. Men væl bar til, og í dag
telur orkestrið knapt 30 spælarar
og øll ljóðførini eru spildur-
nýggj.
Tað var upprunaliga Evald
Kjølbro, sum tók stig til at
stovna Klaksvíkar hornblástrar-
felag, sum tað æt í fyrstuni. Tað
komst av, at drotningavitjan var í
1949, og tá kom Havnar horn-
orkestur norður til Klaksvíkar at
spæla. Tað segði Evald ikki bera
til, og so heitti hann á nakrar við
sær at stovna eitt hornorkestur í
Klaksvík. Her skal tó líka sigast,
at tað vóru aðrar royndir at
stovna hornorkestur, men teirra
livitíð var ikki long. Fyrsti for-
maður í Klaksvíkar Hornorkestur
var Hans Dávid Petersen og
fyrsti dirigentur var Sámal
Petersen.
– Vit fóru runt at tekna limir,
og undirtøkan var góð. Klaks-
víkar Hornorkestur hevur altíð
fingið góða undirtøku, sigur
Sámal. Limagjaldið var tíggju
krónur um árið.
Ljóðførini vóru tólv í tali.
Tíggju horn og tvær trummur.
Tey kostaðu tilsamans 10.000
krónur. Orkestrið fekk góðan
stuðul frá kommununi og kon-
tórinum hjá Kjølbro.
Meðan prátað verður um hesi
ljóðføri, tekur Sámal eitt gamalt,
gult pappír fram og byrjar at lesa
hart. Tað er umsóknin hjá teim-
um til kommununa um stuðul til
ljóðførini. Hon er dagfest 29.
september 1949. Stuðulin varð
teimum játtaður, og sostatt rind-
aði kommunan ein part av ljóð-
førunum.
Góðar søgur
Tað er týðuligt á báðum monn-
unum, at her liggja nógvar góðar
søgur fjaldar. Viðhvørt meðan
annar greiðir frá, situr hin og
Hornorkestrið er hjartabarn okkara
Tað siga teir báðir elstu aktivu limirnir í Klaksvíkar Hornorkestri,
Sámal Christiansen og Otto Samuelsen. Teir vóru báðir við til at
stovna orkestrið í 1950 og hava spælt við síðani. Sosialurin hevur
sett teimum stevnu at tosa um teirra drúgvu tænastu
Sámal Christiansen og Otto Samuelsen hava spælt við í Klaksvíkar Hornorkestri, síðani tað varð stovnað í 1950
Mynd: Jens Kr. Vang
Framhald á næstu síðu
C
M
Y
K
17
16