leygardagur 24. mai 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Sosialurin Nr. 98 - 24. mai 2003
5. partur
MINNI
Hanus Kamban
ANGISTIN SUM GRUNDTÓNI
AFTAN Á at hungursneyðin 1932-33 var
av, var sum heild semja í tí sovjetska
kommunistaflokkinum um, at eitt óhugna-
liga tungt tak var tikið og eitt døkt
kapittul endað, men at tað nú leið móti
ljósari tíðum — fyri flokkin og landið.
Hetta vísti seg seinni at vera eitt stórt
mistak. Tí ikki fyrr enn nú byrjaði tann
rætta eldroyndin. Meðan floksins limir og
fólkið so smátt fóru at draga andan lættari
í vón um, at tey eftir svára líðing høvdu
góðan skurð í væntu, vóru fyrireikingar
gjørdar til nýggjar atgerðir, so ógvisligar,
at tær og teirra avleiðingar bóru av øllum
vanlukkum, sum higartil høvdu rakt
Russland.
Tann fyrsta atgerðin hevði, sum vit
minnast, rakt bóndastættina og Ukraina,
tjóð, mál og mentan. Tær nýggju atsókn-
irnar vóru vendar móti sjálvum flokkinum
(t.e. bæði tí gomlu andstøðuni og tí
nýggju stalingarduni), móti loyniløgregl-
uni og móti tí Reyða Herinum. Haðani
greinaðu tær seg fyrst út til ættfólkini hjá
teimum, ið handtikin vóru, og víðari út til
at kalla hvørt heim í USSR.
Fáir eygleiðarar mundu í 30´árunum
skilja, hvat veruliga fór fram í USSR. Í
dag ber til at skilgreina, bæði hvat ið fór
fram, og hví tað fór fram. Tí hendingarnar
— ið bæði skuldu skapa eitt nýtt slag av
valdi og umboða ein radikalitet í miðlun-
um til at vinna og umsita hetta vald, sum
fáur tá dugdi at ímynda sær - høvdu sína
serligu skilvísu frágreiðing.
Endamálið var at byggja upp eina
tronga, monolittiska valdsskipan. Ikki
longur flokkurin, heldur ikki onkur vong-
ur ella bólkur í flokkinum, men bara ein
maður — við einum liði av undirbrotlig-
um, andlitsleysum klæðsekksdreingjum
rundan um seg - skuldi eftir hetta ráða í
USSR. Málið var í øðrum lagi, at ikki
bara einhvør verulig ella møgulig and-
støða — í flokkinum ella øðrum valds-
deplum — men eisini ein og hvør
hýpotetisk mótstøða skuldi beinast burtur.
Málið var í triðja lagi at skapa eitt sam-
felag, har angistin var grundtóni, límið, ið
bant samfelagsins foyrur saman, tann
megi, ið fekk borgaran at akta og lata sær
lynda treytaleyst. Sum irakiski rithøv-
undurin Kanan Makiya hevur gjørt greitt í
bók síni Republic of Fear, er nútíðar Irak
(sum tykist at fara í søguna, meðan hesar
reglur verða skrivaðar) myndað eftir
hesum leisti.
FÓLKSINS FÍGGINDAR
HVAT VALDSMIÐLANNA radikaliteti
viðvíkir, so var endamálið at berja eina og
hvørja — veruliga ella hýpotetiska —
andstøðu so ruddiliga niður, at hon ongan-
tíð vísti seg aftur.
Evsti miðil til at gera hetta var deyðin.
At skjóta fólk hevði verið vanligt síðan
1917. Men higartil hevði eingin vágað at
brúkt henda atburð móti limum í flokk-
inum. Flokslimir vóru brøður og systrar,
her var tí ein forðing, eitt rituelt "blóð-
mark", sum darvaði. Stalin hevði fleiri
ferðir hálvbrokkast um at fara yvir um
hetta markið, men sjálvt harðførir
stalinistar sum Kirov ella Ordsjonikidze
vildu ikki eftirlíka honum í hesum.
Vit koma nú til tað kanska mest týðandi
eyðkennið fyri ta nýggja USSR. Sum
nevnt fyrr hevði sovjetski kommunista-
flokkurin ongan fólkaræðisligan legalitet,
onga rót í atkvøðutali ella fólkavilja. Eina
slíka akkersfestu hevði Stalin uppaftur
minni. Tað ráddi tí um onkursvegna at
loypa bukk um veruleikan og skapa eina
mekanismu, sum kundi koma í legalitet-
sins stað.
Her fekk propagandan avgerandi
týdning. Brúk var fyri fíggindamyndum.
Tí varð ein nýggj demonologi fyrireikað
og bygd upp, sum bæði skuldi gera fólk
bangin og geva atgerðum og atsóknum
móti "fólksins fíggindum" ein dám av
rationaliteti.
RJUTIN OG KIROV
TVÆR ATVOLDIR kunnu hava sett ferð
á arbeiðið at byggja upp eitt nýtt,
monolittiskt ræðustýri. Onnur hevði
samband við tann sokallaða Rjutin-pallin.
Martemjan Rjutin, sum var av bóndaætt
og eitt skifti hevði verið skúlalærari, var
virkin limur í sovjetska kommunistaflokk-
inum og hevði í 20´unum verið millum
teirra, ið funnust at andstøðuni, m.a. eisini
at Trotskij. Men Rjutin var maður, ið
hugsaði sjálvstøðugt, og tá ið bónda-
stættin varð týnd og bygdirnar í Ukraina
oyðilagdar, vildi hann ikki tiga longur.
Hann varð tí koyrdur úr flokkinum.
Rjutin skipaði nú — í 1932 - saman við
nøkrum øðrum ónøgdum marxistum fyri
einum nýggjum politiskum andstøðubólki.
Fundir vórðu hildnir, og í greinum gjørdi
Rjutin-bólkurin vart við, at landið bleiv
múlabundið, at valdsmisnýtsla fór fram, at
bygdasamfelagið var gjørt til eina oyði-
mørk, og at list og bókmentir vórðu krypl-
aðar til at vera skorður hjá stalinleiðsluni.
Limirnir í bólkinum vórðu handtiknir tann
15. september 1932. Rjutin varð seinni
píndur og skotin. Ein kann í dag ikki
annað enn undrast á hansara ófatiliga
reystleika.
Hin hendingin fór fram á tí 17. Floks-
tinginum, tá ið tann nýggja aðalnevndin
varð vald. Við tað at bara ein limur var
uppstillaður til hvønn sess í nevndini, og
hvørt valevni, sum fekk meira enn 50%
av atkvøðunum, varð valt, var úrslitið at
kalla gjørt av frammanundan. Men
atkvøðugreiðslan var loynilig, og sostatt
kundi altíð okkurt óvæntað koma fyri.
Og tað óvæntaða hendi. Tá ið talt varð,
vísti tað seg, at tær flestu mótatkvøðurnar
fóru til Molotov, Kaganovitj og Stalin.
Sambært summum vitnum fekk Stalin
292 mótatkvøður, sambært øðrum 270.
Hansara sessur var ikki í vanda, men fyri
hansara umdømi — menn runnu nú á
leistum rundan um henda nýggja hálv-
gudin - var hetta ein smeitur. Úrslitið
bleiv sjálvsagt dult sum mans morð, og
kunngjørt varð, at 3 atkvøður vóru ímóti
Stalin og fýra móti Kirov.
Hesi viðurskiftir prógvaðu sjálvandi til
fulnar, at Stalin ikki enn hevði fingið
fastatøkur á sínum flokki. Ikki bara andi
enn ein leivd av andstøðu í flokkinum,
Stalin hevði fingið ein nýggjan
kappingarneyta. Sergei Kirov, føddur í
1886, fyrrverandi russiskur sendimaður í
Georgia, limur í Politbýronum frá 1930 og
floksskrivari í Leningrad, hevði fleiri
ferðir fingið áheitanir um at lata seg stilla
upp til starvið sum aðalskrivari. Kirov var
dugnaligur og nógv betur umtóktur í
flokkinum enn Stalin.
JOSEF STALIN — EITT FIMTI ÁRA MINNI
SATURN
Mikoyan, Kirov og Stalin í 1932
Framhald á síðu 10
19
svarar til og kemur við speiskum
viðmerkingum. Eisini er tað ikki
frítt, at teir hava hug at trætast
um tey ymsu árstølini, men teir
koma ásamt um, hvat ár talan er
um hvørja ferð. Tí hvørja ferð
kemur annar at hugsa um okkurt
sum hann blandar við.
Tað var pápi Otto, Sámal í
Leirvík, sum lærdi teir tíggju
hornblásararnar ventilarnar.
Hann spældi við í einum horn-
orkestri sum var til seinnapartin í
tjúgunum.
Fyrstu ferð Klaksvíkar Horn-
orkestur spældi alment var til
jóla í 1950. Og orkestrið var sera
aktivt, skipaði fyri ymsum út-
ferðum og eitt samstarv við
Havnar Hornorkestur kom í lag
rættuliga skjótt. Og fyrstu ferð
orkestrini bæði spældu saman
alment var á Ólavssøku í 1952.
Havnar Hornorkestur kom so
norður aftur árið eftir á Norðoya-
stevnu at spæla.
– Vit spældu Steadfast and
True og Sons of the Brave. Tað
minnist eg, sigur Sámal. Og so
byrja báðir at murra lagið á
marsjunum.
Sámal og Otto hava eisini báð-
ir verið dirigentar og formenn í
Klaksvíkar hornorkestri. Alt í alt
hava tað verið 22 ymiskir diri-
gentar í Klaksvíkar Hornorkestri
hesi 53 árini. Summir í stytri
tíðarskeið, aðrir í longri.
Sámal og Otto práta nógv og
duga væl at greiða frá. Hvørja
ferð ein roynir at spyrja um
okkurt, so fylgir ein søga við tí,
sum teir greiða frá, og tað ger
tað avbera áhugavert at lurta eftir
teimum. Og stuttligt eisini, tí
nógvar og góðar eru søgurnar
um havnamenn og klaksvíkingar
í gomlum døgum, sum tó ikki
skulu á prent.
Teir báðir eru á einum máli
um, at tað er gott og sunt fyri
likam og sál at spæla horn. Báðir
hava teir spælt kornett tey flestu
árini, men tað eina tíðarskeiðið
royndi Otto seg sum euphonium-
spælara, men hann sigur, at
honum dámar betur at spæla
kornett. Sámal hevur roynt seg
sum piccolospælara eisini. Og
báðir hava sum sagt stjórnað
orkestrinum og verið formenn.
Av tiltøkum sum hornorkestrið
hevur tikið stil til kunnu nevnast
Grækarismessuhaldið og Flagg-
dagshaldið um várarnar. (Tað
seinna yvirtóku skótarnir eftir
eina tíð) og árliga Jólakonsertin í
Christianskirkjuni, sum var
fyrstu ferð í 1965. Og Sámal og
Otto vóru eisini við til at stovna
Musikkstevnuna í 1966.
So tað er ikki ov nógv sagt, at
teirra lív hevur verið fylt av
hornorkestrinum frá ungum
árum av, men hvussu longi ætla
teir so at halda fram.
Otto sigur, at hann kennir seg
ikki troyttan ella nakað enn, so
hann heldur, at hann fer at royna
at halda fram eina tíð afturat.
Men Sámal er meiri afturhald-
andi og sigur, at hann hevur
hugsað meiri og meiri um at
gevast. Men nær tað verður, tað
veit hann ikki fyri vist at siga.
Báðir eru teir vorðnir heiðurs-
limir í Klaksvíkar Hornorkestri,
og eru teir samdir um, at tá teir
gevast at spæla, so merkir tað
ikki, at teir fara burturúr.
2
Sosialurin Nr. 98 - 24. mai 2003
Tú keypir tvey turr tjógv frá
einum bónda. Gott kjøt. Góður
føroyskur matur. Men nakrar
vikur seinni fær tú at vita, at
bóndin hevur ein ótespiligan
máta at drepa seyð.
Í staðin fyri at skjóta hann við
seyðabyrsu og svæva, fer hesin
maðurin til fjals við jeppi og
harpun. Hann rekur og drepur í
senn. Rullar bara rútin niður og
skjýtur. Tá fast er í einum lambi,
setir hann ferð á jeppin og letur
lambið renna so leingi tað orkar,
meðan tað bløðir út. Rakar hann
væl, so tekur tað sjálvandi ikki
langa tíð. Ein minutt ella so.
Rakar hann minni væl, so hevur
hann kanska bara sprongt vilini,
og so ganga kanska fimtan
minuttir. Ella tjúgu. Men hann
situr í jeppinum, og koyrir aftan
á lambinum, til tað ikki longur
orkar at renna og dettur niður.
Hvussu væl hevði kjøtið
smakkað eftir at tú hevði fingið
hesar upplýsingar?
Kanska hevði tað smakkað
fínt. Kanska høvdu øll verið full-
komiliga líkaglað. Ið hvussu er
tey, sum drønaðu í handlarnar, tá
tað frættist at stórhvalatvøst
fekst. "Oys, akkurát sum í goml-
um døgum," smíltust fólk og
fóru til hús við tjúkkum lunsum
av sildrekatvøsti, sum keypmað-
urin sjálvur segði VAR ikki so
øgiliga dýrt.
Og fjølmiðlar smíltust við, og
gjørdu samrøður við fólk sum
mintust, hvussu deiligt tað
smakkaði, tá tey vóru børn, og
mintu okkum á, at skjótt fara vit
kanska at skjóta okkara egnu
hvalir! Landsstýrið arbeiðir upp
á sakina, og so sleppa vit eins og
okkara brøðra-"áh-vit-víkingar"-
tjóðir at drepa STÓRAR hvalir,
og ikki bara liggja og fjasa við
grindahvali á sandinum.
Men ongin fjølmiðil upplýsti
um, hvussu vit bera okkum at
við at drepa størri hvalir. Ongin
gjørdi samanberingina "tað tekur
30 sekund at drepa ein grinda-
hval, og kann lættliga taka ein
hálvan tíma at drepa ein sild-
reka".
Stórhvalur verður skotin við
eini harpun við innbygdum
sprongiknøtti. Rakar skjúttin
væl, so ger sprongiknøtturin so
stóran skaða á gøgnini, at hval-
urin doyr innan fyri nakrar
minuttir. Rakar hann ikki heilt
væl, so klárar hvalurin at svimja
undan í upp móti einum tíma
áðrenn hann doyr.
Sjálvandi kunnu vit bara taka
eina støðu sum sigur "Forbannað
greenpeace-fjas! Ongar kenslur
her - vit hava loyvi at drepa djór
og eta tey, og tað skulu ongin
aktivistar fortelja okkum, hvat
vit steikja á pannuni."
Tað er okey. Men so má hetta
gjøgnumførast. So má eisini vera
í lagi at skjóta seyð, hundar,
kaninir og tjøldur við harpun og
lata tey renna (ella flúgva) eina
løtu til tey doyggja. Tað er jú
bara kjøt! Og tað kann ikki vera
avgerandi, um aðrir drápshættir
finnast. Er tað í lagi at skjóta við
harpun, so ER tað í lagi.
Og í sama viðfangi kunnu vit
so eisini taka hvalváknið aftur í
nýtslu. Tað var jú bannað av
samkenslu. Antin okkara egnu
ella tí hjá hvalaverndarfelags-
skapum. Men harpunera vit eitt
hvalaslag, kunnu vit tað sama
stinga eitt annað.
Og vit mugu eisini góðtaka, at
tað verður enn torførari hjá okk-
um at argumentera fyri grinda-
drápi.
Hvussu skulu vit siga? "Nei,
vit drepa grindahval snøgt og
kvikliga. Tað eru teir størru, vit
pína"?!
At fara at veiða stórhval kann
heldur ikki sigast at vera ein
grundleggjandi partur av okkara
mentan, ella eitt týdningarmikið
ískoyti til frystiboksina. Vit hava
fingið proteinini, vit høvdu brúk
fyri, uttan at eta sildreka hesi
árini, hann ikki hevur verið til
sølu í Føroyum.
Eg veit nú, hvussu dýrt stór-
hvalatvøst er. Hvussu tað kann
matgerast. Og hoyri javnan,
hvussu gongst hjá landsstýrinum
at greiða gøtuna fyri stórhvala-
veiðu.
Men eg veit framvegis onki
um, hvørja støðu almennu
Føroyar hava til drápshátt. Hvar
er markið hjá okkum? Hvussu
tryggja vit, at "okkara" hvalir
doyggja so skjótt og pínuleyst
sum gjørligt? Og hvat gera vit,
um tað ikki ber til at drepa teir
humant?
Kanska er tað bara støddin,
sum er avgerandi. Vit drepa
humant og so pínuleyst sum
gjørligt - um dýrið afturfyri ikki
er tyngri enn fimm mans klára at
hála upp á sandin.
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur:
turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
Á fjalli við harpun
Katrin Petersen skrivar:
– Eg haldi meg orka rímuliga væl enn, so eg hugsi ikki um at gevast, sigur
Otto
Mynd: Jens Kr. Vang
– Eg eri farin at hugsa meiri og meiri um at gevast, men tað er ikki bara
sum at siga tað, so eg veit ikki, nær tað verður, sigur Sámal
Mynd: Jens Kr. Vang
Framhald av forsíðuni
C
M
Y
K
18