Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-08-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. august 1993síða 6

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr 143 —3. AUGUS Í ohan Mortensen, stjóri i Marr & Co um broytingarnar á gjaldoyrismarknaðinum: Ein ynskidreymur gerst veruleiki - lønar seg at selja fisk aftur til USA -Hetta er einki minni enn ein ynskidreymur, sum gerst veru- leiki sigur Johan Mortensen, stjóri í marr & Co. um broyt- ingarnar á gjaldoyrismarknaðinum. Hann sær nú aftur stórar møguleikar hjá føroyingum at útflyta fisk til USA - og fyrt eitt nú upsaútflutingin til Týskalands kann gongdin koma okkum ómetaliga væl við Johan Mortensen, stjóri í sølufelagnum Marr & Co er fegin um gongdina å peningarmarknadinum i seinastuni. Hóast virðið á krénuni enn ikki er niður skrivað, so heldur hann tó, at krónan reelt longu eru devaluerað og tað fer so at hava við sær, at D-mark- urin fer upp frá 3.90 til 4.40 og fylgjurnar av tí eru fyrst og fremst, at hetta fer at fáa stóran tydning fyri føroyska útflutningin til Týskalands, sum er okkara høvudsmarknadur Vit fara nú at fáa nógv meira fyri fiskin Gongin ger so eisini tað, at virðið á dollaranum hækkar, og útflytarar hava sum tummilfingraregul, at tá dollarin liggur um 7 kr og hægri, so loysir tað seg væl at útflyta til USA. Meira til USA Johan Mortensen heldur ti, at gongdin á peninga- marknaðin kann hava við sær, at føroyingar aftur fara at selja fisk ul USA. Hesin marknadurin hevur annars verið sera líul or- sakað av ti lága dollara- virðinum. Johan Mortensen sigur, at enn ein stórur glotti fyri okkum er, at okkara kapp- ingameytar, sum selja fisk ul Týskalaris í dollara, nú verða nógv verri fyri. Her er m.a. talan um tann nógva Alaskan Poll- ock og nógva upsan úr Ruslandi. Hesin verður nú dýrari at keypa hjá týsk- arum, og tað beitir munandi um kappingar- evnini á føroysku fiska- vørunum. Men so verður tað ein vansi fyri okkum, tá vit skulu keypa inn fyrstan fisk eitt nú frá russum, ti hann verður eisini handlaðum í dollara. Heldur lítið um EF Johan Mortensen heldur fyri, at veruleikin er tann, at monetera uniónin í EF er syndrað. Spennið í slanguni er nú vorðið so Stórt, at tað fer at fáa sera stórar avleiðingar fyri Tíðindablaðið € peningaliga samarbet EF Johan Mortensen heldur gongdina á peningamarkn aðinum verða ein fyrimun fyri okkum, hóast tað í fyrstu atløgu økir um okkara uttanlandsskuld Hendir tað, at vit nú kunnu fáa gongd á aftur útflutningin ul USA, so kann tað avlasta evro peiska marknaðin. Hetta sum nú hendir, eru einki minni enn ynskidreymar sum nú tykjast at gerast veruleiki. Tað er júst hetta, sum vit, ið fáast við at selja fisk, higartil bara hava kunnað ímyndað okkum sigur Johan Mort ensen Burtur við elnsrætting Johan Mortensen heldur annars fyri, at tad, sum er vid at henda innan pen- ingarliga samstarvid i EF, er eitt spark til teir føroyingar, sum bara hava sæð EF sum okkara paradís. -Tað heldur jú ikki longur eins og onnur eins- rætting, sum vit síggja innan fyri EF. Einrætt- ingin við plangkonomi vísir seg ikki at fara at virka. Tað verður meira tað individuella, sum fer at koma fyri seg og standa fyri útviklinginum leggur Johan Mortensen aftrat. jan Kanna fer- oyska sjúkra- húsverkið Mánadagin byrjaði ar- beiðsbólkurin, sum danska heilsumálaráðið hevur sett at kanna føroyska sjúkrahúsverkið sítt arbeiði. Tríggir danir eru komnir til Føroya at gera tær fyrstu kanningarnar. Hetta hevur samband við eitt ynski frá landsstýrinum um at fáa greiðu á, hvussu sjúkrahúsini virka í dag og hvussu tey kunnu virka í framtíðini. Teir trígg- ir, sum í gjár vitjaðu á Landssjúkrahúsinum, eru Jens Beck, skrivstovustjóri í danska heilsumálaráðnum, Per Rønne Nielsen, fulltrúi í heilsumálaráðnum og Peter Verning, sum umboðar eitt ráðgevandi felag, sum tekur sær av slíkum kanningum. Teir skulu eisini vitja Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðriar Sjúkrahús. Ætl- anin er at frágreiðingin skal vera liðug til heystar longu. jan Danir komnir til Føroyar fyri at siga okkum, hvussu sjúkrhaúsverkið eigur at virka í framtíðini. Mynd Jens C. Vang r