Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. mai 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin Nr. 98 - 24. mai 2003 Eftir, at Kondittaríið er latið aftur, er stig tikið til innsavn- ing av undirskriftum frá fólki, sum heita á myndugleikarnar um at syrgja fyri, at Konditta- ríið letur upp aftur og verður sum Kondittaríið altíð hevur verið. Ein heimasíða er gjørd á Internetinum við sama enda- máli. Eg fekk eisini ein teldupost og varð biðin um at taka undir við áheitanini, so bekymringin um Kondittaríið er farin um landamørk. Mær dámdi væl Kondittaríið og haldi tað hevði verið spell um Kondittaríið ikki lat upp aftur. Men eg haldi ikki, at tað er rætt, at myndugleikar blanda seg beinleiðis í eina privata vinnu, og tí havi eg ikki sett mítt navn á listan. Men eg havi í staðin hugsað um aðrar møguleikar, myndugleikarnir hava, har teir ikki blanda seg beinleiðis, men kortini hjálpa, og soleiðis at úrslitið vónandi verður tað sama. Hvørki land ella kommunur eiga at stuðla vinnulívinum beinleiðis, og eiga heldur ikki blanda seg í stýringina. Óan- sæð um talan er um flakavirki, húsasmíð ella matstovuvinnu, vil almenn uppílegging gera raksturin stirvnan og steðga framfýsni og tillaging. Almenn uppílegging í leiðsl- una vil forða skilagóðum broytingum, tí við politiskt stýrdari ávirkan koma onnur atlit enn rakstrarúrslit uppí. Almennur stuðul vil virka sum ein koddi, og vil gera annars skilagóðar broytingar óneyð- ugar, og harvið verða tær kanska ikki framdar. Samstundis vil slíkur stuðul taka pening frá øðrum og skilabetri almennum tænast- um. Vit minnast, hvussu kommunustýrini hvør í sínum lagi stuðlaðu flakavirkjunum í sínum kommunum í 80-unum. Hetta ynskir helst eingin aftur. Loysunarorðið er nú, at land og kommunur skulu skapa karmar. Hesir karmar skulu vera eins góðir fyri alla vinnu, eisini kondittarívinnu, tí ann- ars eru teir per definisjón kappingaravlagandi. Hvørjar møguleikar hevur kommunan? Kommunan eigur t.d. at syrgja fyri at Kondittaríið eins og øll onnur fær reint vatn og at parkeringsmøguleikarnir eru góðir í nánd. Eru parkerings- plássini við Kondittaríið eisini til vitjandi í t.d. Ebeneser er hetta ikki kappingaravlagandi. Kanska var eisini eitt hugskot við kommunalari barnaansing, sjálvandi við lutvísari foreldra- betaling sum vant, meðan for- eldrini fáa sær ein drekkamunn á Kondittarínum. Her kann skoytast uppí, at er barnaansingin soleiðis, at børnini trívast serliga væl, kann hugsast, at børnini fara at draga foreldrini við sær á Kondittaríið, líka nógv sum øvugt. Hvat kann so Landsstýrið gera? Vit koma nú inn á almenna vinnupolitikkin, sum er væl útgreinaður á heimasíðuni hjá Vinnumálaráðnum, men eisini inn á ymis eftirlit, har av tað mesta eisini er umsitið av stovnum undir Vinnumálaráðnum. Her eru eisini ávísir møguleikar. Vinnumálaráðið hevur ábyrgdina av matvørueftirlitin- um, sum verður útint av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, og eigur hetta at verða framt so lagaligt sum til ber. Ikki við at seta veikari krøv til reinføri, men við at taka Kondittaríið við uppá ráð, hvussu eftirlitið verður framt. Og her kann skoytast uppí, at góð úrslit av t.d. reinføris- kanningum kann Kondittaríið brúka sum reklamu. Verður ferðavinnan ment, eiga vit at rokna við øktum kundagrundarlag hjá tí mesta av heimamarknaðarvinnuni í Føroyum, eisini hjá Konditta- rínum. Men eru kappingaravlagandi karmar, sum forða kondittarí- vinnu í Føroyum? Fyritøkur í kondittarívinnuni eru sum allar aðrar fyritøkur í kapping við ikki bara líknandi fyritøkur, men eisini aðra vinnu. Vit hava eina ávísa keypiorku í landinum, og ein króna kann sum kunnugt bara brúkast eina ferð. Høga føroyska skattatrýstið rakar tænastuvinnur við stór- um lønarútreiðslum serliga hart. Metast má, at lønarút- reiðslurnar hjá kondittaríum og líknandi fyritøkum altíð fara at vera relativt stórar, og at hetta ikki kann broytast. Undir kreppuni kom møgu- leiki at draga frá í skatti part av útreiðslum til viðlíkahald av egnum húsum. Hetta var eitt skilagott tiltak, sum støðan var tá. Men framhaldandi verður m.a. handverksvinnan stuðlað av tí at skattalóggávan ásetir fyrimunir fram um aðrar vinn- ur. Tá rokning kemur fyri útskifting av vindeygum, skal ikki gjaldast MVG av lønini til handverkararnar. Hetta er kappingaravlagandi. Myndugleikarnir kunnu betra møguleikarnar hjá kondittarívinnuni við at javnstilla nýggjar loftlistar og nýggj vindeygu við drekka- munn og fransbreyðflísar við osti. Eitt sindur um vinnukarmar og kondittarívinnu TELDUBRÆVIÐ Frá: Flóvin Eidesgaard, Keypmannahavn, flovin@oek.dk Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Hans Petur í Brekkunum, tónleikari Kemur tú úr einum heimi við ljóðføri? — Ja, klaver og gittara. Spælir tú nakað ljóðføri? — Ja, saxofon, klaver, syngi, tvørfloytu, munnharpu og eitt sindur av øllum møguligum. Syngur tú undir brúsuni? — Nei. Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? — Ja. Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg? — Eg veit ikki ordiliga, ringt at seta orð á eitt so vítt begreb. Tónleikurin hevur bara altíð verið har. Dugi ikki at ímynda mær um hann knappliga var burtur. Hvussu nógvar fløgur/plátur/ bond eigur tú? — Einar 40 LP-plátur og umleið 250 fløgur. Hvat er tín yndisfløga? — Tað eru so nógvar, vil heldur nevna nøkur nøvn: Frank Sinatra, John Coltrane, Kenny Garret, Keith Jarret, Terji og føstufressar, Lars Jansson, og eg kundi hildið áfram. Beint nú er mítt hitt Norah Jones. Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað átt, um tú so fekst pengar afturfyri? — Tað eru nógvar fløgur sum eg ikki eigi. Hvør sangur skuldi ongantíð verið skrivaður? — Veit ikki, tað eru ivaleyst skrivaðir líka nógvir vánaligir sangir sum tað eru skrivaðir góðir. Tíbetur er pláss fyri øllum. Hvat er tann pínligasta plátan, sum tú eigur? — Tað dugi eg ikki at svara uppá. Hvønn sang hevði tú valt, um tú skuldi sungið karaoke? — ONLINE frá komandi Take Off- fløguni... Hvat er tann besti tónleikurin til eitt hugnaligt kvøld? — Beint nú er tað Norah Jones, annars Sinatra og Chet Baker. Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra sunnumorgun? — Jazz-tónleik. Hvør tónleikur fær teg í ringt lag? — Eingin tónleikur fær meg í ringt lag, men eg kann gott hugsa, at tað er ótrúligt, at summir tónleikarar ikki hava sjálvkritik og hugsa um, at tað eru onnur fólk, sum skulu lurta eftir tónleikinum. Men ein kann jú bara sløkkja fyri anlegginum. Hvør sangur kann fáa teg út á dansigólvið? — Discotónleikur. Hvat er tann fyrsti sangurin, sum tú minnist teg dáma? — »Bjørnen sover bjørnen sover«, tá var eg tvey ár. Hvønn sang ert tú fegnast um at hava verið við til at gjørt ella spælt inn? — Eri sera glaður fyri tað arbeiðið, eg havi verið við til tey seinastu tvey árini. Hvør sangur skal spælast til tína jarðarferð? — Havi ikki hugsað so langt enn. Hvat er tann besta konsertin, sum tú hevur verið til? — Eisini ringt at svara uppá, tað eru allatíðina so nógvar góðar konsertir. Hvønn tónleikara hevði tú viljað hitt? — Eg eri øgiliga glaður fyri at hava møtt Terja Rasmussen og Eyðun Nolsøe, teir eru sera fittir, og so duga teir væl at gera melodiskar sangir. Og hetta er ikki gass, eg meini hvørt eitt orð. C M Y K 22 Nr. 98 • leygardagur • 24. mai 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Ein partur av avtaluni við Molde um lønar- niðurskurð hjá før- oyska landsliðsmál- verjanum er, at sátt- málaskeiðið verður stytt, so Jákup verður leysur 1. juli ÚTISETI Jóannes Hansen Um ikki onkur annar før- oyskur spælari næstu vik- urnar fer at skriva sáttmála við okkurt felag í bestu norsku deildini, so verður eingin føroyingur í tippu- liguni eftir 1. juli. Í sambandi við venjara- skifti í Molde hósdagin vóru eisini fíggjarligar broytingar framdar, soleiðis at raksturin í framtíðini skal verða betri, enn hann hevur verið. Í norskum fjøl- miðlum verður sagt, at tað var eitt krav frá spælarun- um, at tað ítróttarliga kom upp á pláss, um teir skuldu ganga við til lønarniður- skurð. Óbeinleiðis lá í hes- um, at venjarin varð skiftur út. Afturfyri at allir spælar- arnir fóru nøkur prosent niður í løn, fingu teir per- sónlig krøv eftirlíkað. Tað var felagið hjá norskum fótbóltsspælarum, NISU, sum samráddist vegna spælararnar. – Mítt krav var, at sátt- málaskeiðið varð stytt, so- leiðis at eg verði leysur í Molde 1. juli í staðin fyri 1. desember. Eg havi áður biðið um hetta, og nevndin hevur ikki verið avvisandi. Men venjarin hevur ikki viljað hoyrt talan um hetta. Nú er hetta komið upp á pláss, og vit fara úr Molde 1. juli. Hevur tú annan málverju- kjans í kikaranum? – Eg vóni at halda fram at spæla, og at tað verður á høgum støði. Okkum hevur dámt væl í Molde, har samanhaldið millum spæl- ararnar hevur verið framúr gott, tí vit hava allir búð ikki so langt frá hvørjum øðrum. Í so máta verður tað saknur at fara úr býnum. Men sjálvandi hevur tað ikki verið nøktandi hjá mær at sitið á beinkinum. Ser- liga tá ið eg havi eina greiða kenslu av, at eg eri á sama støði, sum eg var frammanundan. Tí vil eg sleppa til eitt felag, har tað eru góðar vánir fyri, at eg sleppi á besta liðið. Men hevur tú fingið nak- að tilboð um at spæla í øðrum felag? – Tað eru fyrispurningar, hvussu tað verður í fram- tíðini. Eg havi fingið eitt ítøkiligt tilboð, og so eru tað onnur feløg, sum hava spurt seg fyri, men sum hava viljað bíðað við at gjørt meiri við hetta, inntil tey sóu, hvussu tað fór at tørna út í Molde. Næstu vikurnar fara vónandi at vísa, hvussu tað verður. Er talan um tilboð og føl- arar frá øðrum norskum fe- løgum ella aðra staðni frá? – Sum sagt so hevur okkum dámað væl í Molde. Men vit høvdu avgjørt einki havt ímóti at flutt aftur til Danmarkar. Tað er úr Danmark, at eg havi fingið eitt tilboð, og tað eru donsk feløg, sum hava spurt seg eitt sindur fyri, sigur Jákup Mikkelsen, sum ikki vil siga meiri um, hvørji feløg talan er um. Ikki óvæntað Tá ið vit spyrja, um tað kom óvart á hann, at venj- arin hósdagin fekk sekkin, so sigur Jákup Mikkelsen nei: – Misnøgdin hevur verið stór síðsta árið. Hóast vit í fjør stóðu okkum rættuliga væl, so lækkaði áskoðara- talið. Teimum líkar ikki, at liðið hevur verið so verju- kent. Gunder Bengtsson hevur bara verið manegari, meðan hjálparvenjarin hev- ur staðið fyri venjingini. Tað hevur verið rættuliga gammeldags, og eg havi gott mót um, at tað fer at ganga betri, nú trýstið verður tikið burtur, og lagið fer at batna. Jákup Mikkelsen sigur, at hósdagin var eingin venj- ing. Spælararnir fundaðust innanhýsis og við leiðsl- una. Í gjár fóru teir undir fyrireikingarnar til heima- dystin ímóti Tromsø. Talan er um eitt av botnliðunum, og tað átti at verið møgu- leiki fyri góðum fyrsta dysti hjá nýggja venjaran- um. Roknar tú við at fáa møguleikan undir nýggja venjaranum? – Eg haldi, at eg átti at fingið møguleikan. Serliga nú so nógv mál eru farin ígjøgnum. Men tað telur rættuliga nógv, at Eddie Gustaofsson er svenskur landsliðsmálverji, so tað kann væl vera, at eg havi spælt fyri síðstu ferð á besta liðnum hjá Molde. Men nú fáa vit at síggja. Eg kenni meg í hvussu so er vera væl fyri. Úrtøkan hevur verið lítil og atfinn- ingarnar nógvar, og tað hevði hósdagin við sær, at Jákup Mikkelsen og lið- felagarnir fingu nýggjan venjara ÚTISETAVENJARI Jóannes Hansen Seinnapartin hósdagin varð tað greitt, at Molde venjarin hálvt triðja seinasta árið hevði fing- ið sekkin. Molde hevur fingið fimm stig í seks teimum fyrstu dystunum í nýggja kappingarárin- um. Í Romsdals Bud- stikke, sum er lokal- blaðið í Molde, hava teir kravt venjarahøvdið á einum fati, og í stuðuls- felagnum hava teir sagt seg vita, at fimtan av spælarunum ikki hava havt álit á venjaranum. Hósdagin varð so á tíðindafundi boðað frá, at nú eitur venjarin í Molde ikki Gunder Bengtsson. Hann var saman við hjálparvenj- aranum og svenska landsmanninum, Kalle Bjørklund, loystur úr starvinum. Saman við uppsøgnini hava teir báðir fingið hvønn sína posa við pengum fyri at fara úr felagnum væl, áðrenn sáttmálaskeiðið var runnið. Hvussu nógv tað er í pengaposunum er loyniligt. Odd Berg er nýggjur venjari í Molde. Hann er kent andlit í felagnum. Eftir at Gunder Bengts- son var vorðin venjari, varð Odd degraderaður frá 2. liðs og til dreingja- lið svenjara. Men nú er tað hann, sum situr á toppinum. Soleiðis gongur tað her í verðini! At Gunder Bengtsson varð uppsagdur kom ikki óvæntað í Molde. Sunnukvøldið varð kreppubólkur settur at viðgera støðuna, og tá søgdu fleiri aðrir venj- arar í Noregi, at talan var um so stórt misálit á venjaran, at teir ikki høvdu funnið seg í tí. Men 57 ára gamla sviin segði seg ikki hava hoyrt nakað frá leiðsluni, og hann ætlaði at halda fram, inntil hann hevði hoyrt, at hann ikki skuldi gera tað. Peningatrot Á tíðindafundi hósdagin ásannaði Gunder Bengtsson kortini, at hann teir síðstu dagarnar hevði roknað við, at tíðin hjá honum ikki fór at verða so long, sum tað í sáttmálanum var fyri- skrivað. Ússaligu gongdina í hesum kapp- ingarárinum gav venj- arin peningatroti skuld- ina fyri. – Vit hava havt sum aðalmál, at vit í 2005 skuldu vinna meistara- skapin, og at vit fram ímóti NM skuldu vinna heiðurskrónur. Í fyrra- árið endaðu vit á fjórða plássi, og í fjør vunnu vit silvurmerkini. Tá vóru øll nøgd. Í vetur staðfestu vit, at um málið skuldi røkkast, so var neyðugt at fáa fleiri nýggjar og góðar spæl- arar. Vit vóru í sambandi við bæði norskar og út- lendskar spælarar. Men so komu boðini frá leiðsluni um, at tað vóru ikki pengar at keypa fyri. Tað er høvuðsor- søkin til, at vit liggja soleiðis fyri, sum vit gera nú, staðfesti nú fyrrverandi venjarin. Og so fæst at síggja, um Odd Berg fer at fáa meiri burturúr. Brøndby tykist á heimavølli hava hópin lættari uppgávu ímóti AB, enn FCK hevur á útivølli ímóti FCM SUPERLIGAN Jóannes Hansen Tað er møguleiki fyri, at avgerðin um danska meistaraheitið verður nógv nærri í annaðkvøld, enn hon er undan vikuskiftin- um. FCK skal seinnapartin í dag spæla á útivølli ímóti FCM, sum er væl við í stríðnum um bronsukrón- urnar. Sjónvarpsrásin TV3+ fer at senda frá Ikast stad- ion. FCK ferðalagið fór longu í gjárkvøldið til Jyllands. Todi Jónsson, sum nú er um reppið at gerast toppskjútti hjá FCK, er við í ferða- lagnum. Hann hevur higar- til í hesum kappingarárin- um skorað níggju mál í landskappingini ella eitt færri enn Peter Møller, sum er toppskjútti hjá FCK. Tað er stórur munur á, at Peter Møller hevur verið nógv meiri á vøllinum, enn Todi Jónsson hevur verið. Oddaliðið Brøndby fer seinnapartin í morgin at spæla á heimavølli ímóti AB, sum stríðst fyri at sleppa undan niðurflyting. Tá ið vit frættu úr Danmark var ikki greitt, um Jón Rói Jacobsen verður í Brøndby hópinum. Føroyski verju- spælarin hevur ikki verið á liðnum, síðani hann kom niður aftur eftir landsdyst- irnar ímóti Kasakstan. Dysturin millum Brøndby og AB verður eisini vístur á TV3+ rásini. Molde venjarin hevur fingið sekkin Todi í Ikast Jákup er á veg aftur til Danmarkar Tað er úr Danmark, at eg havi fingið eitt tilboð, og tað eru donsk feløg, sum hava spurt seg eitt sindur fyri, sigur Jákup Mikkelsen 23