leygardagur 24. mai 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 98 - 24. mai 2003
EB/Streymur hevur
longu tikið fleiri á
bóli í ár, so B36 er
ávarað ímóti at taka
uppgávuna og lætt
UPPTAKT
Jákup Mørk
Tað var ikki meira enn
akkurát, at B36 knógvaði
EB/Streymi í steypa-
kappingini, og FM-favo-
rittarnir úr høvuðsstað-
num eru ikki teir einastu,
sum hava ásannað, at
EB/Streymur
neyvan
verða lættir at taka í ár.
Tí er einki at ivast í, at
teir í árstalsfelagnum eru
ávaraðir hesaferð, og
sum skilst, so taka teir í
øllum førum ikki nakað
fyri givið.
Liðið er annars eitt
lítið sindur skert undan
hesum dystinum. Heini í
Skorini, Jens Kristian
Hansen og Bárður Mort-
ansson eru allir um at
koma fyri seg eftir skaða,
men enn eru teir ikki
heilt klárir. Tað er Sverrir
Kjærbo neyvan heldur,
eftir at hann fyrst mest
sum spældi seg inn á
liðið, fyri síðani at fara
skaddur av vøllinum
norðuri í Klaksvík. Tað
gevur so aftur pláss til
Klæmint Matras, sum
hevði
leikbann
tann
dystin. Hartil hevur B36
nú loyvi at nýta Rúna
Elttør, og spurningurin er
so, um kemur beina leið
inn til teir fyrstu ellivu.
Hjá EB/Streymi er
væntandi, at allir mans
verða tøkir, men fyrireik-
ingarnar í vikuni hava
ikki verið heilt optimalar.
Ronnie Samuelsen og
Hallur Joensen høvdu
báðir leikbann seinast
eftir reyð kort móti júst
B36, og teir verða so
báðir tøkir sunnudagin.
Tað verða Jákup Martin
Joensen og Egil í Bø
helst eisini, men felags
fyri teir er, at teir ikki
hava vant í vikuni vegna
ávíkavist sjúku og ferð-
ing.
Hjá gøtumonnum
haltar tað framvegis,
og nú er Bárður á
Lakjuni eisini rættu-
liga ivasamur
UPPTAKT
Jóannes Hansen
Hagtølini siga, at FS Vágar
ofta hava havt gott tak á GÍ.
FSV gav GÍ ein skarpan
gang í fjórðingsfinaluni í
Sarpugerði tíðliga í hesum
mánaðinum, og undanfarin
ár hevur tað eisini roynst
væl. Í 2000 tapti GÍ 2–0 har
vesturi, meðan teir í 2001,
tá ið FSV flutti niður,
vunnu 4–1.
Hjá
gøtumonnum
er
heilsustøðan
framvegis
einki at reypa av. Súni
Olsen spældi mikukvøldið,
og hann verður kanska við í
morgin, men hann er ikki
hundrað prosent klárur.
Gidek hevur ikki vant í
vikuni, og hann er sera
ivasamur. Bárður á Lakjuni
spældi ikki við fullari ferð
mikukvøldið, og hann er
ivasamur. Tað er knæið,
sum so ofta áður hevur
hildið honum uttanfyri,
sum aftur er skaðaplágað.
Hjá heimaliðnum í Vág-
um halda teir seg vera væl
fyri við fólki í ár, men hesa
ferð eru fleiri ivasamir, og
teir hava ikki vant í vikuni.
Kanska onkur teirra kortini
verður við í morgin.
Bjarni Prior fekk trælær
ímóti HB. Men hann vandi
aftur hóskvøldið, og teir
vóna, at hann verður við í
morgin. Vladlens Osipov
noyddist at taka seg burtur
úr ímóti HB, tí hann var
plágaður av lærskaða, og
tað sama hevur í vikuni
hildið Ruslan Screlea burt-
ur frá venjingini. Eyðfinn
Fjalsbak hevur orsaka av
ryggskaða ikki spælt síðani
21. apríl, men teir vóna, at
hann verður tøkur aftur í
næstu viku.
Upprunaliga mána-
dag, síðani flutt til
leygardag, men nú
verður tað so sunnu-
dagin, at HB vitjar í
Runavík
UPPTAKT
Jákup Mørk
Tað hevur skapt eitt sindur
av ónøgd, at dystirnir í
bestu mansdeildini hava
verið kastaðir aftur og fram
hesi bæði fyrstu umførini.
Fyrst var tað dysturin ímill-
um GÍ og KÍ í fyrsta um-
fari. Hann skuldi uppruna-
liga verði leiktur ein dag
undan øllum øðrum dyst-
um, men hóast mótmæli frá
báðum feløgum, so flutti
FSF dystin.
Nú er tað so dysturin
ímilum NSÍ og HB, sum er
orsøk til ruðuleika. Upp-
runaliga var dysturin ásett-
ur til mánadag, men tá bæði
liðini hildu tað vera ov
strævið at spæla mána- og
hósdag, spurdu tey um
loyvi at spæla dystin leyg-
ardag ístaðin.
Hetta varð játtað teimum,
men brádliga komu boð
um, at dysturin kortini
skuldi spælast sunnudag.
Kappingarstjórin í FSF,
Karl Vidtfeldt sigur, at tað
sjálvandi kann vera óhepp-
ið, at dystir soleiðis verða
fluttir, og sjálvur hevur
hann so ikki vilja skapt
nakran illvilja við hesum.
- Fyrst og fremst, so er
eitt formligt mistak farið
fram, tí undirskriftin hjá
dómaranum er ikki á skjal-
inum um dystarflyting, og
tað eigur hon at vera. Hartil
var sum so heldur eingin
grundgeving fyri at flyta
dystin, og tað plagar van-
liga at vera kravt. Harnæst
er at siga, at nøkur mistøk
eru farin fram í avgreiðsl-
uni av málinum. Ikki minst
tað, at eg ikki visti av, at
feløgini høvdu fingið játtan
um at flyta dystin, áðrenn
eg gav boð um at spæla
sunnudag, men tað hevði so
sínar orsøkir, sum annars
eru óviðkomandi.
- Hartil skal tó eisini sig-
ast, at á fundi við feløgini
var semja um, at so vítt
gjørligt áttu fleiri eystur-
oyardystir ikki at verða
spældir sama dag. Tað var
hetta, sum eg hevði í huga,
og har var eisini ein onnur
umbøn um dystarflyting.
Tað var Skála-B68, sum
vildu spæla stevnudyst
leygardagin, og tann um-
bønin var komin áðrenn
tann hjá NSÍ og HB. Dyst-
urin er tó framvegis skump-
aður ein dag fram í mun til
upprunaligu skipanina, og
eg kunnaði báðar partar,
áðrenn avgerðin varð send
víðari, so eg haldi ikki, at
málið skal verða orsøk til
so øgiliga øsing sigur Karl
Vidtfeldt at enda.
Um dystin er annars at
siga, at báðir partar eru á
leið so væl fyri, sum tilber.
Hjá NSÍ verður sagt, at har
eru allir mans tøkir, Kári
Hansen og Gert Langgaard
hava báðir verið skaddir,
men teir hava so vant í vik-
uni, og roknast kann við, at
teir í øllum førum eru við í
hópinum.
Hjá HB eru Jan Dam,
Kári Nielsen og Martin
Christiansen allir langtíðar-
skaddir, men í aðrar mátar
eru allir mans tøkir, og boð-
ini úr Havn vóru í øllum
førum, at nú skuldi tapið
frá steypakappingini hevn-
ast.
VB málverjin skal fyri
fjúrtandu ferð royna
at halda Vágs málið
tætt í Klaksvík, har
tað í fjør eydnaðist at
fáa málleysan javnleik
UPPTAKT
Jóannes Hansen
Málini eru skolað ígjøg-
num hjá KÍ, og nú er aftur
neyðugt at skifta miðverju.
Í fjórðingsfinaluni í steypa-
kappingini vóru Aleks-
ander Djordjevic og Ove
Nysted miðverjar. Nú eru
teir báðir burtur frá. Djord-
jevic er ikki komin fyri seg
enn eftir fótliðsskaðan 4.
mai, og Ove Nysted varð so
mikið illa skaddur í fótin-
um ímóti B36 sunnudagin,
at hann skal binda frið í
tvær vikur, verður sagt úr
Klaksvík.
Málverjin, Kartin Joen-
sen, hevur eftir samanstoyt
í ódnarveðrinum ímóti B36
havt trupulleikar. Hann
vandi ikki fyrrapartin av
vikuni, men hann var vandi
hóskvøldið og verður við í
morgin.
Liðformaðurin,
Allan Joensen, var leik-
bannaður ímóti B36 og er
tøkur aftur.
Hjá VB eru tríggir spæl-
arar burtur frá. Mikael í
Lágabø
fekk
spark
í
skinnabeinið ímóti B36 og
er ikki komin fyri seg, og
Jón Gørdbo hevur bruna í
skinnabeininum og hevur
ikki vant síðstu vikuna.
Miðverjin Dejan Nikolic er
leikbannaður eftir útvís-
ingina ímóti B36.
Bjarni Johansen verður í
VB málinum í Klakvík.
Hann var fyrstu ferð við
VB í Klaksvík í 1988. Síð-
ani hevur hann verið hvørja
ferð burtursæð frá í 1990,
tá ið Egil Steintórsson vardi
málið, og í 1993, tá ið hann
var í Århus. Í fjør megnaði
hann at halda tætt, hóast KÍ
trýsti. Dýra biðjudag megn-
aði hann eisini at halda
tætt, tá ið B36 var á Vágs-
eiði. Tá var úrslitið 0–0.
Tveir dagar seinni vann
B36 7–1 í Klaksvík, men
vágbingar vilja ikki hoyra
talan um, at teir nú eru
favorittar ímóti KÍ.
Í Klaksvík siga teir, at tað
var eitt sindur óhugaligt at
venja fyrst í vikuni, men nú
er lagið aftur, sum tað skal,
burtursæð frá at tað altíð er
harmuligt at síggja burtur
frá lyklaspælarum.
Skálamenn eru væl
fyri, nú teir triðju
ferð í eina stóra
viku skulu royna
seg ímóti oyggja-
feløgum
UPPTAKT
Jóannes Hansen
Á Skála er bygdarstevna
hetta vikuskiftið. Stevnu-
hýrurin hevði fingið eitt
kvink rætta vegin, um tað
hevði eydnast at vinna
ímóti B68, sum vitjar
longu
klokan
tvey
seinnapartin í dag.
Skála er fyri fyrstu ferð
á heimavølli í ár, og hetta
er triðja ferðin, at teir
síðani Dýra biðjudag
spæla ímóti einum øðr-
um Eysturoyar liði. Úr-
tøkan ímóti NSÍ og GÍ
hevur ikki staðið mát við
leikliga avrikið. Tí kunnu
toftamenn vanta torføra
avbjóðing, tá ið teir fara
um fjørðin.
Á Skála eru allir spæl-
ararnir tøkir, og tað kann
væl vera, at Pauli G.
Hansen, sum leingi hevur
verið skaddur, og sum í
2. hálvleiki í Gøtu miku-
kvøldið vísti, at hann er
tøkur aftur, verður ímill-
um teir fyrstu ellivu.
Nú er ein mánaði síð-
ani Arnbjørn Danielsen
skifti úr B36 og til barn-
dómsfelagið á Toftum,
og hann verður í B68
verjuni á Skála. Hans
Fróði Hansen hevur verið
burturstaddur í vikuni,
men hann verður við í
dag.
Í fjør bjargaði Skála
sær undan næstaftasta
plássinum í síðsta um-
fari, tá ið teir vunnu 3–2
á Svangaskarði. B68
vann undan summar-
steðginum 2–1 á Skála.
B36-EB/Streymur:
Favorittarnir
ávaraðir
Skála-B68:
Arnbjørn aftur
á B68 liðnum
FS Vágar-GÍ:
Vágamenn hava gott tak á GÍ
KÍ-VB:
KÍ aftur nýggja miðverju
NSÍ-HB
Tað verður altso sunnudagin
C
M
Y
K
24
Nr. 98 - 24. mai 2003
25
TÍÐINDASKRIV
Føroya Fornminnissavn og
Ferðaráð Føroya eru farin
undir eitt søguligt samstarv.
Talan er um eina trý ára
norðurlendska ES verkætl-
an nevnd ’Destination Vik-
ing - Saga Lands - Sagas &
Storytelling’.
Endamálið við hesi fe-
lags verkætlanini er í stutt-
um at gera søguna - serliga
víkingatíðina - meiri sjón-
liga og at gera hana at-
komuliga hjá ferðafólki.
Við í samstarvinum eru
17 partar úr 6 londum harav
2 innan ES: 2 partar eru úr
Føroyum, 6 úr Íslandi, 2 úr
Grønlandi, 3 úr Noregi, 2
úr Svøríki og 2 úr Skotlandi
(Hetland og Orknoyar).
Harafturat eru Gotland,
Man og Kanada (New
Foundland og Labrador)
við sum eygleiðarar.
Sum heiti sigur, verður í
allari verkætlanini bygt á
tær íslendsku søgurnar, og
verkætlanin fevnir tí um tey
lond, sum eru partar av hes-
um søgum frá landnáms-
tíðini og fyrra parti av mið-
øld. Søgulig støð og hend-
ingar seinni í tíðini verða tó
eisini umfatað av verk-
ætlanini.
Føroyski parturin
Tann føroyski parturin av
verkætlanini tekur støði í
Sandoynni og Skúvoynni.
Heima á Sandi eru týðilig
tekin um umfatandi vík-
ingabústaðir, og hetta økið
er tískil eitt hitt mest áhug-
verda fornfrøðiliga gransk-
ingarumhvørvi í Føroyum.
Skúvoyggin og Dímunar
eru nógv umrøddar í før-
oyingasøguni. Har búði ma.
Sigmundur Brestisson, sum
um ár 1000 bar kristniboð-
skapin til føroyingar, og
stríðið við ma. Trónd í Gøtu
gevur okkum eina ímynd-
ing av tíðini, ið nevnd verð-
ur víkingatíðin.
Tann verkliga ætlanin er,
at menna sonevndar søgu-
leiðir (saga trails), ið
byggja á føroyingasøgu og
víkingatíð. Hesar søgu-
leiðir fylgja fyri ein part
teimum gomlu bygdagøt-
unum, og tí verður her mest
talan um, skelting, viðlíka-
hald og varðveitslu av teim-
um verandi.
Serligir faldarar verða
gjørdir, sum lýsa tey søgu-
ligu støðini, tann ferðandi
kann vitja.
Tað
skrivliga
tilfarið
verður gjørt á enskum,
donskum og føroyskum, -
føroysk fornminni og søga
eru eins áhugaverd hjá okk-
um føroyingum sum hjá tí
útlendska ferðamanninum.
Byrjað er við fyrsta stigi í
verkætlanini, sum er at
savna inn søguligar upplýs-
ingar. Føroya Fornminnis-
savn stendur fyri størsta
partinum av hesum arbeiði.
Men tað, sum hevur við
aðrar frásøgur og sagnir at
gera, verður innsavnað av
staðkendum fólki í Sand-
oynni og í Skúgvi. Innsavn-
anin verður gjørd í sam-
starvi við Marnu Jakobsen
á Sandoyar Kunningarstovu
og Julionnu Joensen á
Sands bygdasavni.
Verkætlanin kann vera
við til skapa virksemi á
staðnum og eisini knýta
onnur tiltøk og aðrar ætlan-
ir at sær. Sum dømi kunnu
nevnast, gisting, flutningur,
bátatúrar, søla av minnis-
lutum, sjónleikur, stevnur
og framsýningar - báta-
ferðir og dansistevnur og
onnur søgulig og siðsøgulig
tiltøk.
Í marknaðarføringshøpi,
er stórt virði í hjá Føroyum
at vera við í einum breiðari
netverki, sum er felags um
eina slíka verkætlan. Av
ítøkiligum felags tiltøkum
er talan um eina felags
heimasíðu, blaðið Viking
Heritage Magazine og at
enda eina bókaútgávu, sum
lýsir virksemi í øllum lond-
un-um hvørt sær.
Fíggjarkarmur.
Ísland er sum høvuðspartur
leiðari av verkætlanini.
Umsóknin til verkætlanina
varð latin Northern Peri-
phery Programme í sep-
tember mánaða í fjørð og
varð sum heild góðkend
fyri jól.
Karmurin fyri alla verk-
ætlanina er tilsamans um
7,5 mill. krónur. Við at vera
partur
av
verkætlanini
binda stovnarnir báðir seg
til eina íløgu uppá 285.000
kr, meðan sama upphædd
verður latin í stuðli, so-
leiðis at tann føroyska
fíggjarætlanin verður um
570.000 kr í tey 3 árini -frá
januar 2003 til desember
2005.
Føroya Fornminnissavn
og Ferðaráð Føroya vóna at
henda søguliga verkætlanin
við innalendis samstarvi
verður við til menna vinnu-
lívið Sandoyar sýslu, sjón-
liggera søgu okkara og
skapa møguleikar soleiðis,
at ferðafólk - bæði ein-
staklingar og bólkar - fáa
eina dygdar uppliving av og
størri kunnleika um søgu
okkara.
So tynnist í vinarskara. Mánadagin 5.
mai andaðist Sofus Hansen bert 49 ára
gamal.
Vit, sum kendu Sofus, vita, at Sofus
var ein maður við æru.
Eg kom at kenna Sofus síðst í 70-
unum, tá eg flutti til Runavíkar og kom
at ganga í bindiklubb saman við Klaru,
konu Sofus. Vinskapurin okkara mill-
um hevur altíð verið góður, og tað var
altíð so sera hugnaligt at fáa Sofus á
vitjan ella at fara inn til hansara. Hann
var altíð so blíður og prátingarsamur og
so var hann so sera hittinorðaður, at tú
visti ikki av, at fleiri tímar vóru farnir,
og tíð var at fara til hús.
Vit fluttu til Danmarkar í 1992, men
tað gjørdi ikki nakran skilnað okkara
millum. Sofus var trúfastur at vitja
okkum. Einaferð Sofus sigldi yvir í
Alaska og skuldi koma heim, bleiv av-
talað, at Klara og Johanna skuldu koma
niður til Danmarkar til okkum at
ferðast, so kundu tey trý taka eina góða
feriu saman niðri í Danmark. Tað má
eg siga, at tað vóru nakrir so sera
hugnaligir dagar, vit høvdu saman tá.
Sofus var ein sera avgjørdur maður,
eitt ja var eitt ja og nei var eitt nei.
Eg kann ikki lata vera við at fortelja,
at hann segði einaferð fyri okkum, at tá
hann sigldi úti, eg meini, at manningin
var úr Thailandi og Vietnam. Í øllum
førum so ótu teir bara rís aftur við
døgurðanum, og tað var nakað, ið
Sofus ikki var serliga glaður fyri, hann
vildi hava eplir til døgurða, og Gud
hjálpi tú mær, um hann ikki hevði
fingið hendan kokkin at kóka eplir til
hansara í staðin fyri rís. Í dag tá eg
hugsi um tað, rokni eg við, at hesin
thailendski kokkurin hevur hildið so
nógv av Sofusi, at hann hevur givið
honum alt tað, hann ynskti.
Sofus og Klara fingu ein eftirnølara,
Kartin, sum nú er fimm ára gamal.
Hvørja ferð eg tosaði við Sofus, segði
hann, at tað var tað besta, sum var hent
honum. "Tú blívur fimtan ár yngri",
segði hann.
Sofus hevur altíð sæð stórt í sínum
børnum og hevur stuðlað teimum bæði
so og so. Jóhanna, Kári og Mortan hava
øll spælt við NSÍ, og tað var Sofus
ótrúliga stoltur av. Hann var við til
hvønn tann einasta dyst og var so sera
spentur nú tað gekk so væl hjá NSÍ í
fjør.
Nú byrjar eitt nýtt kappingarár, men í
millum áskoðararnar verðrur ongin
Sofus Hansen at síggja. Sofus er ikki
millum okkum longur, men minnið um
hann fara vit at goyma í okkara hjørt-
um.
Má Harrin hjálpa og styrkja tykkum,
ið stóðu Sofusi nær, í tykkara sorgi og
sakni.
Klara og lítli Kartin, Kári, Jonna og
lítla Maria, Mortan og Oddvá, Jóhanna
og Agnar og so systrarnar hjá Sofusi,
Maria, Hanna Elina og Katrina við
familjum.
Friður veri við minninum um Sofus.
Jóngerð við familju
Sofus Hansen til minnis
Á slóðini eftir Víkingar
TÍÐINDASKRIV
Gongufeløgini í Vágum,
Havn og Eysturoynni
hava tikið av innbjóðing
frá Undirhúsinum í Vest-
manna at luttaka í Báta-
stevnuni »Kjalarvatn«,
sum verður leygardagin
– So komið øll gongu-
fólk og latið okkum
stevna móti Vestmanna
eftir gomlu varðagøtuni
úr Kvívík, sigur Ingerð á
Trøðni á Kunningar-
stovuni í Havn.
Hon sigur, at neyðugt
verður at melda seg til á
kunningarstovunum, so
tey kunnu skipa fyri farti
til Kvívíkar, haðani farið
verður til gongu kl 14.
Tilmelding á Tlf. 33
34 55, 44 94 49, 44 48
60 og 31 57 88.
Gongufólk á bátastevnu
GONGUTÚRUR
Tíðindaskriv
Sunnudagin komandi,
25. mai, er ætlanin at
savna saman allar fyrr-
verandi og núverandi
leiðarar og gamlar skót-
ar frá tíðini á Bakkahellu
og fram til dagin í dag,
sum
hava
virkað
í
Skótaliði
Sigmunds
Brestissonar og Tóru
Sigmundsdóttir, til ein
gongutúr niðan á Húsa-
reyn og so víðari haðani.
Ferðaleiðari
verður
Tryggvi Sondum.
Aftan á gongutúrin
verður farið oman í
skótahøllina
til
ein
drekkamunn, siga fyri-
reikararnir í tíðinda-
skrivi.
Til ber at melda seg til
gongutúrin hjá Tryggva,
tel 313429, hjá Høgna
tel 328145/211030 ella
hjá
Hildur
tel
319418/219418
Gamlir skótar til gongu
25