Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mai 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 99 - 27. mai 2003 Nr. 99 - 27. mai 2003 3 Sambært formann- inum í Klaksvíkar arbeiðsmannafelag, Kristoffur Olsen, hava arbeiðara- feløgini í Klaksvík ikki nakrar ætlanir um at blokera Norðoyastevnu NORÐOYASTEVNA Solby A. Eliasen – Vit hava ongar ætlanir um at blokera Norðoyastevnu, sigur Kristoffur Olsen, formaður í Klaksvíkar ar- beiðsmannafelag. Hann greiðir frá, at eftir at tað slitnaði partanna millum fyri aðru ferð, tá sótu fe- løgini og fundaðust eina løtu. Tá høvdu feløgini í Klaksvík tikið norðoya- stevnu upp og tosa um møgulig undantaksloyvi. – Vit tosaðu um tað, og vit spurdu tey, hvussu tey høvdu gjørt, um tað var Ólavssøka, greiðir Kristoff- ur frá. Hann sigur, at tey serliga hugsa um fýrverka- ríið og tivoli, sum allarhelst kann fara at verða rakt harðast av verkfallinum, um onki sleppur norður- eftir. Kristoffur sigur tó, at ongin avgerð er tikin um undantaksloyvi, men tey fara at taka málið uppaftur á fundi millum feløgini í dag ella í morgin. – Hetta er sjálvandi eisini við tí fyrivarni, at vit vita slettis ikki, hvussu tað er við allari vøruni, um hon yvirhøvur er komin til landið, sigur Kristoffur, sum leggur dent á, at fe- løgini ikki fara at blokera norðoyastevnuna. Hann sigur eisini, at ar- beiðarafeløgini í Klaksvík bert hava fingið tann eina fyrispurningin um undan- taksloyvi, og tað var frá sjálvum borgmeistaranum til at rudda býin á stevnuni. – Og tað játtaðu vit teim- um, og tað stendur við, sigur Kristoffur Olsen, sum heldur, at tað lat til, at hini feløgini í verkfalli væl skilja støðuna viðvíkjandi norðoyastevnu. Men hvat endaliga verður avgjørt í hesum málinum, fæst so ikki at vita, fyrr enn feløg- ini hava havt fund. Fyrireikingarnar ígongd Meðan alt hetta stendur upp á, halda fyrireikingarnar til stevnuna fram sum vanligt, hóast alt tykist eitt sindur óvist. Og allastaðni har ein kemur í Klaksvík verður spurt um, tað fer at verða nøkur norðoyastevna. Nógv eru svartskygd, meðan onn- ur slettis ikki duga at síggja nakra orsøk til at útseta stevnuna. Tosað hevur verið um at møguliga útseta stevnuna til vikuskiftið millum vest- anstevnu og ólavssøku, men tað letur ikki til, at tað er undirtøka fyri tí kortini. Onkur hevur havt á máli, at øll tey tiltøk, sum møguliga ikki kunnu verða á norð- oyastevnu orsakað av verk- fallinum, kunnu útsetast til Klaksvíkar kommuna fyllir í august. Undir øllum um- støðum man tað ongantíð áður hava verið tosað so nógv um, um norðoya- stevnan skal útsetast ella ikki. Tað er tó ein sannroynd, at norðoyastevna er tað fíggjarliga grundarlagið hjá fleiri smærri feløgum, sum plaga at skipa fyri tiltøkum á norðoyastevnu. Og nógv meta, at tað ikki fara at koma so nógvir stevnugest- ir í ár sum undanfarin ár. Á norðoyastevnu eru nógv føst tiltøk, sum eru ár eftir ár, til dømis tivoli og fýrverkarí, og tað er serliga tey føstu tiltøkini, sum krevja, at vøra kann koma norður, sum ger, at fólk tosa so nógv um, um norð- oyastevnan fer at verða nakað verd í ár. Men sum Sosialurin skil- ir, so er fýrverkið langt síðani komið til landið og liggur á heilsøluni í Klaks- vík. Og frá NFÍ verður sagt, at flestu lutirnir til Tivoli somuleiðis eru komnir til landið, men spurningurin er, um tað fer at sleppa norður. Men tað fara arbeiðara- feløgini sum sagt at taka støðu til í dag ella í morgin, so um tað verður játtað, so er ikki vist, at norðoya- stevnan 2003 fer at verða so skerd, sum tað varð væntað. Tað eydnaðist okkum tíverri ikki at fáa nakra viðmerking frá forkvinnuni í Føroya arbeiðarafelag, Ingeborg Vinther, áðrenn evsta mark. Ein 19 ára gamal drongur hevur játtað seg sekan í herverk- unum, sum vóru fyri stuttum. Talan er um nakrar brotnar rútar í Havnini HERVERK Ingrid Bjarnastein Fyri stuttum var ein røð av herverkum framd í Havn- ini. Vikuskiftið 26. og 27. apríl varð ein røð av her- verkum framd í Havn, og vakthavandi á politi- støðini segði tá, at tað kundi verið líkt til, at ein ella annar, sum var komin frá høllini á Nabb ella Norðurlandahúsinum hevði knúst rútar eftir eini leið. Talan var um brotnar rútar, bæði á húsum og bilum, har viðkomandi hevði blakað grót ella urtapottar inn. Í teimum einu húsunum kundi staðið rættiliga illa til, har ein urtapottur varð blakaður inn ígjøgnum ein sethúsarút. Urtapotturin, sum var stórur og tungur, lendi á høvdalagnum í einum kamari, har ein ung genta vanliga plagdi at sova. Nú letur tó til, at løg- reglan í Havn hevur fingið fatur á gerningsmannin- um. Ein 19 ára gamal drongur hevur um viku- skiftið játtað seg sekan í herverkunum, upplýsir vakthavandi á politigarð- inum í Havn. Tað eydnaðist okkum tó ikki at fáa fatur á Berg- leifi Brimvík, leiðara á kriminaldeildini, fyri at fáa at vita, hvussu nógv av hesum herverkunum ungi maðurin hevði framt. 19 ára gamal játtað seg sekan Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá góði pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Poul Joensen av Trøllanesi doyði og varð jarðaður. Takk tit á Norðoya Røktarheimi, sum vóru um hann til tað seinasta. Takk øll tit sum ringdu, sendu blómur og gávu til Mikladals kirkju. Og tit mongu, sum fylgdu honum til gravar. Takk tit sum hjálptu við jarðarferðina. Prestur og kirkjutænarar. Manningin á Barsskor og tit sum koyrdu. Ein serlig tøkk til bygdarfólkið á Tørllanesi og kallsoyingar annars. Hjartans tøkk øll somul Marita, Eyðun, Jóngerð og Steinvør Norðoyastevna verður ikki blokerað Arbeiðarafeløgini í Klaksvík hava reist spurningin um at fáa undantaksloyvi til norðoyastevnu millum øll arbeiðarafeløgini í verkfalli LØGREGLUTÍÐINDI Ingrid Bjarnastein Um vikuskiftið hevur onk- ur havt til fragd at gera seg inn á bátar og bilar niðri á Kongabrúnni í Havn. Talan er um brotnar rútar, sum vórðu meldaðir til løgregl- una sunnudagin. Politiið veit ikki enn, hvør hevur framt herverkini. Tó verður væl latið at vikuskiftinum. Bæði í Havn, Klaksvík og í Suð- uroy hevur verið friðarligt. Politiið hevur ikki havt nógv at gera, og fólk hava skikkað sær stak væl. Herverk niðri á Kongabrúnni Um vikuskiftið hevði onkur gjørt seg inn á bátar á Kongabrúnni í Havn Mynd: Eirikur Lindenskov Í sambandi við norð- oyastevnuna, sum verður um vikuskift- ið, hevur Sosialurin gjørt eitt stórt serblað við tilfari rundanum stevnuna SERBLAÐ Ingrid Bjarnastein Norðoyastevnan er í hond- um, og í hesum sambandi hevur Sosialurin gjørt eitt stórt serblað. Serblaðið, sum telur 36 síður, hevur tilfar rundan um stevnuna, og sjálvandi er norðoya- stevnuskráin eisini við. Vit hava millum annað tosað við børnini í úti- barnagarðinum Fjallafíp- uni, Aleksander Djordjevic, vitjað nýggja matstovu á Viðareiði og sjálvandi er eisini kappróðrar og fót- bóltstilfar við í blaðnum. Harafturat er nógv annað spennandi tilfar. Sosialurin, við eyka norðoyastevnublaðnum, verður borin út í hvørt hús í Norðoyggjum. Stórt norðoya- stevnublað í morgin Sosialurin gev- ur í morgin út stórt norðoya- stevnublað Bilarnir fingu eisini sítt. Gerningsmaðurin hevur havt til fragd at bróta til vinstru og høgru um vikuskiftið Mynd: Eirikur Lindenskov C M Y K 3 2