Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mai 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ 2] [ 3] Norðoyarstevnan boðar frá sumrinum. Alt nælir, fugla- lívið er í hæddini og myrkrið hevur so at siga einki vald. Tað syrgir ljósið fyri. Fremmandu ferðafólkini vitja, og um fýra vikur fara tey, sum í hesum døgum sita og sveitta yvir bókunum, at síggjast við eyðkendu húgvunum og í lívsjáttandi lagnum, sum altíð hevur verið, er og vónandi fer at vera vørumerkið hjá ung- dómimum, sum hava fingið prógv, og sum hava fleiri møguleikar, enn nakar annar nakrantíð hevur havt. Klaksvíkin er barok. Sól- kongarnir eru nógvir. Hús- ini kappast í stødd, dygd og útgerð. Høgur er livifót- urin, vælabýur er. Soleiðis tekur Magnus Dam Jacob- sen, sáli, til í bókini "Í Grønlandi við Kongshavn", sum hann gav út í 1976. Undir titlinum stendur í klombrum (heilsan frá einum proletari). Í einum øðrum broti í somu bók sigur Magnus: Vinnulívsbygd er Klaksvíkin burturav. Tá samanum kemur, skuldi Klaksvíkin itið Havnin. Tí havn er allastaðni, hon veksur inn í bygdina. Ímyndi eg mær Klaksvíkina, síggi eg fyri mær fjøll, molar, pierar, havnaløg, trolarar, útróð- rarbátar, fiskahús, pakkhús, truckar, lastvogn- ar, handlar, verksmiðjur. Her yðjar og gresjar, livir og andar av verðsligheit og arbeiði. Nógv vatn er runnið í ánna, síðani Magnus gjørdi sær hesa meting umborð á Kongshavn í Grønlandi. Men sannleikin í hesum er ikki minni nú, enn hann var, tá ið Magnus sat og grundaði umborð á Kongs- havn í 1965, og tá ið hann gjørdi bókina lidna fyri einari stórari fjórðings øld síðani. Ikki minst kreppan í níti árunum vísti, hvussu stór uppdriftin í fólkinum í Klaksvík er. Útróðrarmenn tóku seg saman og keyptu bátarnar aftur, sum vóru farnir av knóranum. Skip- arar og fiskimenn fóru í samráðingar við fíggingar- stovnarnar og megnaðu at varðveita flotan og harvið arbeiðsplássini í býnum, og fakfeløgini fóru í sam- gongu við sparikassan og aðrar góðar kreftir, so tað bar til at endurreisa ar- beiðsplássini í fiskivinnuni á landi. Hetta var gull vert fyri Klaksvíkina og Føroy- ar, og hetta tænti fólkinum, sum býr í Klaksvík, til miklan sóma. Framburðurin seinastu tíggju árini hevur verið stórur í Føroyum og ikki minst í Klaksvík. Nú standa aftur stórar avbjóðingar fyri framman. Eisini í Klaksvík, sum kanska verður partur av meginlandinum, tá ið Norðoyastevnan fer at verða hildin um trý ella fýra ár. Norðoyastevnuskráin boð- ar frá, at í breiðasta týdningini av hugtakinum mentan íður tað við lívi í Klaksvík. Næsta vikuskifti verður gerandishamurin smoygdur av, og á áhugaverdum framsýningum og á gøtum og strætum – vónandi í góðum veðri – fara klaksvíkingar og norðoyingar at fegnast um summarið, samstundis sum teir ásanna orðini hjá Bernardi Brim, at í Norð- oya prúðastu bygd er nør- andi gróður. Klaksvíking- urin, sum er granni á Norðasta horni, kvøður í sínum sangi um heim- bygdina soleiðis, sum iva- leyst mangir klaksvíkingar – burturi og heima í Klaksvík – kunnu taka undir við: Ferðast ein víða ei kámast í sinni sóljuskrýtt Eiðið á summarsins ong. Borðoyarvíksbrimið fríkst stendur í minni, Kjølurin nørdi um fuglanna song. Klaksvíkar býur, komandi tíðir fylgi tær byrurin árini mong. Góða Norðoyastevnu og gott summar ynskja vit á Sosialinum við hesum serliga Norðoyastevnublað- num. Jan Müller, blaðstjóri Útgevari: Sosialurin Argjavegur 26 Postsmoga 76 FO-110 Tórshavn Tlf: 341800 og 341820 Fax: 341801 Teldupostur: post@sosialurin.fo Blaðstjórn og lýsingar: Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Blaðfólk: Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Myndir: Jens Kr. Vang jensk@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo foto@sosialurin.fo Umbróting: Hestprent Forsíðumynd: Børn úr Útibarnagarðin- um Fjallafípan í Klaks- vík. Endurgeving av tilfari úr hesum blaði er bert loyvd, um greitt verður skilað til kelduna Norðoyastevnu blaðið 2003 Her er menning og nørandi gróður Umframt tað vinnu- liga framfýsni er Klaksvík á serstakan hátt kend fram um aðrar fyri at vera ítróttarbýurin við tí sterka samanhaldin- um, sum hevur fostrað mangar av Føroya fremstu um- boðum á tí økinum. – Hjartaliga vælkomin á Norðoyastevnu! Nú stundar til Norðoya- stevnu – ársins fyrsta FM- stevna í kappróðri og tann fyrsta stóra summarstevn- an. Við hesum er greitt, at ítróttarkappingarnar, sum hoyra summarhálvuni til, eru antin byrjaðar fyri stuttum ella eru um at byrja nú. Tí er hóskandi við hetta høvið at nema eitt sindur við tann ítróttarliga partin av samfelag okkara, við støði í lokalsamfelagnum her. Ítróttarúrmælingarnir, sum Klaksvík hevur fostr- að, eru ikki fáir, og í fleiri ítróttargreinum hava lokalu feløgini ein glæsiliga søgu, sum ger tað til nakað serstakt hjá ungdóminum at verða við á teirra fremstu liðum, sum støðugt eru í fremstu røð í heimligu kappingunum. Eisini tá tað snýr seg um altjóða kappingar, hava feløg og einstaklingar hið- ani verið slóðbrótandi fyri restina av landinum og eru tað framhaldandi. Tað finnast fleiri dømi um vinnarar, sum eru komnir úr vánaligum um- støðum, men sum kortini við teirra vilja og evnum gjørdust úrmælingar. Hóast hetta, so er eingin ivi um, at tað í dag hevur stóran týdning fyri trivn- aðin og fyri menningina av ítróttinum at hava góðar umstøður. Við at skapa góðar karm- ar kann kommunan, sum tann lokali myndugleikin, stuðla undir menningina av verandi virksemi umframt at skapa fortreytir fyri møguligum nýggjum grein- um. Allar avbjóðingar krevja sínar fyrireikingar, tað veri seg í ítrótti ella í øðrum høpi. Jú betur, tú ert fyri- reikaður, tess betri eru út- litini fyri einum góðum úrsliti Klaksvík stendur fyri eini veldigari avbjóðing og broytingartíð, nú Norðoya- tunnilin verður veruleiki í 2006. Í hesum, eins og í ítróttini, er lívsneyðugt at vera vakin og gera tað, sum stendur í okkara makt at verða tilreiðar, so vit ikki vakna við kaldan dreym, tá tunnilin letur upp Her, sum í øllum øðrum í okkara lokalsamfelag, er neyðugt at standa saman, skulu vit ikki missa meir fyri minni. Á Norðoyastevnu er Klaksvík ein savningarmið- depil, har eldri og yngri hitta hvønn annan, og fleiri, sum ikki hava hitst í mong ár, hava so mangt at skifta orð um. Vit eru ómetaliga glað fyri at fáa vitjanir og vóna, at tit kenna tykkum væl okkara millum. Hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar, vælkomin á Norðoyastevnu 2003. Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri: Klaksvík – ein ítróttar- depil burturav C M Y K 3 2