týsdagur 27. mai 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 99 - 27. mai 2003
Nr. 99 - 27. mai 2003
5
Í besta veðri hildu
vestmenningar báta-
stevnu leygardagin.
Nógvir bátar luttóku,
og heilt nógv fólk var
í dansi um kvøldið.
Alt gekk upp á stás,
siga fyrireikararnir
BÁTASTEVNA
Orð: Edvard Joensen
Myndir: Jens Kristian Vang
Vestmanna:
Úr øllum landinum at kalla
stevndu bátarnir til Vest-
manna leygardagin. Hend-
an stevnan er onnur í røð-
ini, og í ár vóru gott hálvt-
hundrað bátar fleiri enn í
fjør.
Teir komu serliga sunn-
aneftir, sigur ein av fyri-
reikarunum, Birgir Waag
Høgnesen. Flestir úr Havn,
men eisini úr Suðuroy, úr
Skálavík og Skopun vóru
fleiri. Onkur var úr Eystur-
oynni, men ikki nógvir úr
Vágum.
Sagt verður úr Vágum, at
har hava fólk helst hildið
seg aftur orsakað av fiska-
sjúku, sum er í Vestmanna,
men ikki í Vágum.
Birgir Waag Høgnesen
sigur, at bátarnir hildu seg
burtur frá alibrúkunum í
Vestmanna júst við tí í huga
ikki at spreiða sjúkuna.
Tað vóru 187 bátar skrá-
settir í Vestmanna hendan
dagin, sigur hann. Og í
dansi leygarkvøldið vóru
umleið 900 fólk, sum tó
ikki øll høvdu verið við til
stevnuna um dagin kortini.
Stevnan
byrjaði
fyri
Fútakletti á Vágalandinum,
har flestu bátarnir hittust.
Har lá gamli postbáturin
Ólasvur klárur at sigla
gomlu rutuna einaferð enn.
Tá hildi varð, at allir
bátarnir vóru komnir, legði
Ólavur á Sundið við øllum
fylginum afturút. Á halan-
um lá vaktar- og bjarging-
arskipið
Tjaldrið,
sum
skuldi vera til at taka, um
okkurt skuldi verið áfatt.
Tá fylgið var komið inn
um streym á Vestmanna,
legðist til. Tað vóru kapp-
róðrarbátar
og
gomlu
grindabátarnir úr Vági, sum
kominir vóru norður um
Fjørðin við Jóhonnu, ið nú
komu uppí og róðu seinasta
teinin inn a Vestmanna.
Fyrireikararnir
høvdu
skipað so fyri, at tey, sum
við vóru, fingu ein bita í
matarhøllini á Fiskavirking
í Vestmanna. Umleið 650
fólk nýttu hendan møgu-
leikan, sigur Birgir Waag
Høgnesen.
Einki óvanligt hendi, og
alt gekk upp á tað besta,
hóast nógv fólk var savnað
á havnarlagnum allan dagin
og um náttina.
Tó so. Siga fyrireikarar-
nir frá samarittunum hjá
Reyða Krossi Føroya, sum
vanliga eru við til slík stór
tiltøk, so fóru tvey fólk nið-
ur í millum bátin og bryggj-
una, men eingin skaði
hendi, og tey vórðu beina-
veg fingin uppaftur.
Væleydnað bátastevna í Vestmanna
Hugurin leitaði til
grindarakstur, tá alt fylgið
fór inn um Stíggin
Sjálvandi flotaðu tey lokalu eisini ein slíkan dag
Øll familjan var á útferð
hendan dagin
Allir bátarnir vórðu uppskrivaðir, tá teir løgdu at landi
Næstan 200 bátar síggjast aftur við bryggjuna
Kirkjubøur býarpartur í Havn
Ìbúgvarnir í Kirkju-
bøar kommunu søgdu
greitt ja til samanlegg-
ing við Tórshavnar
kommunu
SAMANLEGGING
Orð:Heri á Rógvi
Myndir: Jens Kristian Vang
Leygardagin tóku fólk í
Kirkjubøar kommunu støðu
til, um tey vildu gerast part-
ur av Tórshavnar kommunu.
Kommunan telir bygdirnar
Velbastað og Kirkjubø.
Dómurin hjá fólkinum
var, at Kirkjubøar kommuna
skal leggja saman við Havn-
ini. 85 atkvøður vóru fyri og
53 ímóti. Hetta merkir
sostatt, at fólk í Kirkjubø og
á Velbastað verða partur av
Tórshavnar kommunu.
Vallluttøkan var 95,8%,
t.e. 138 av 144, sum høvdu
valrætt, vóru á vali.
Kommunuskrivarin,
grannskoðarin og eitt um-
boð fyri bygdarráðið taldu
atkvøðurnar upp søguliga
dagin á Velbastað. Og fólk
fyldu væl við, og tey vistu
úrslitið, áðrenn hetta al-
ment varð kunngjørt.
Og lagið var gott, eftir at
úrslitið gjørdist greitt. Fitt
av lokalum kreftum vóru
savnaði í skúlanum á Vel-
bastað, sum hevði verið
valstaður leygardagin.
- Hetta er tað besta upp á
longri sikt og upp á styttri
sikt, segði ein maður og
hini rundanum vóru samd
við honum.
Tað eru íløgurnar, sum
standa fyri framman, sum
serliga gera, at fólk hava
hesa hugsan.
Tosað varð dúgligt, um
tey, sum høvdu atkvøtt nei.
Men nú kundi alt vera tað
sama, tí fólkið hevði talað,
og úrslitið var greitt.
Fólkið fegnaðist um úr-
slitið, sum var sum tey
vildu hava tað. Onkir hugs-
aði, hvussu tað fór at vera
at vaka upp sum havnafólk
týsdagin.
Deiligt
- Hetta var gott.
Bæði borgarstjórin og
varaborgarstjórin í Kirkjubø
frøddust óført leygarkvøld-
ið, tá úrslitið var greitt.
Serliga
borgarstjórin
Annfinn Brekkstein lýsti
sum ein sól, eftir at úrslitið
gjørdist. Hann hevur verið
fremsti talsmaður.
- Eg eri sera væl nøgdur.
Fólkið hevur víst stóran
áhuga og valt at fara fram-
eftir heldur enn aftureftir,
sigur Annfinn Brekkstein.
Eisini Eyðfinnur í Búðini
var væl nøgdur.
- Hetta er tað rætta at
gera. Hetta ger einki við
okkara samleika. Vit eru
tey somu, hóast vit eru
partur
av
Tórshavnar
kommunu, segði hann.
Tær báðir søgdu, at eitt
sindur av trýsti hevði verið
seinastu tíðina, og fólk
høvdu verið ósamd.
- Men nú er alt gloymt,
og vit hyggja frameftir,
sigur Annfinn Brekkstein.
Sáttmálin
undirskrivast
Ein sáttmáli er gjørdur
millum Kirkjubøar komm-
unu og Tórshavnar komm-
unu saman við einum fylg-
iskjalið, sum ásetur hvussu
samanleggingin skal fara
fram. Fylgiskjalið er sam-
bært borgarstjóranum í
Havn málsetningarnir, men
tað er ikki juridiskt bind-
andi sum sáttmálin, men
kortini moralskt bindandi,
og tað er ætlanin at fylgja
hesum, leggur Jan Christi-
ansen eina við.
Sáttmálin varð undir-
skrivaður, eftir at blaðið var
farið til prentingar. Àðrenn
undirskriftirnar vórðu settar
á sáttmálan, so hevði bygd-
arráðið tikið endaliga støðu
á fundi fyrr um dagin.
Borgarstjórin í Havn
verður umboð hjá Tórs-
havnar kommunu til bygd-
arráðsfundir í Kirkjubøar
kommuna, og Kirkjubøar
kommuna fær umboð í allar
nevndirnrar hjá býráðnum í
Havn. Felags fyri øll hesi
er, at tey hava talurætt, men
ikki atkvøðurætt.
Formelt hava kommunur-
nar hvør sína fíggjarætlan
komandi ár, men tað verður
arbeitt sum um, at tær eru
saman í einari kommunu,
har pengarnir verða játtaðir í
Havn til barnagarð á Velba-
stað. Endiliga samanlegg-
ingin merkist fyrst við
kommunuvalið á heysti
2004, og endiliga saman-
leggingin verður 1. januar
2005.
Fitt av fólki var komið saman í skúlanum fyri at fylgja
uppteljingini av fólkaatkvøðuni. Hesi søgdu at kalla øll ja. Tey,
sum valdu nei, vóru ikki í skúlanum
Kommunuskrivarin, grannskoðarin og eitt umboð fyri bygdarráðið taldu atkvøðurnar upp søguliga dagin á Velbastað
Borgarstjórin Annfinn Brekkstein hevur verið fremsti
fortalarin fyri samanlegging. Tað lætnaði eisini hjá honum, tá
úrslitið gjørdist greitt
-Vit mugu ikki tosa
um hetta sum keyp
og søla. Hetta er ein
púra natúrlig gongd,
sum gagnar øllum
pørtum, sigur Jan
Christiansen,
borgarstjóri í Havn
SAMANLEGGING
Heri á Rógvi
Bygdarráðið í Kirkjubø og
býráðið í Havn vóru bæði
púra samd um at taka undir
við einari samanlegging
millum
Tórshavn
og
Kirkjubø.
- Hetta er ein púra natúrlig
gongd. Geografiskt er hetta
upplagt, soleiðis at alt Suð-
urstreymoy er savnað í eina
kommunu. Samstundis er
hetta eisini upplagt, tá hugt
verður eftir, hvørjar upp-
gávur kommunurnar fáa í
framtíðini, sigur Jan Christi-
ansen, borgarstjóri í Havn.
Tosað hevur verið um, at
hetta minnir um ein handil,
har Tórshavn fær lendi fyri
ein barnagarð. Men borgar-
stjórin vísir hesum prátin-
um aftur.
- Vit mugu ikki tosa um
hetta sum keyp og søla.
Hetta er ein púra natúrlig
gongd, sum gagnar øllum
pørtum.
Men fólk í Kirkjubøar
kommuna fáa ein nýggjan
barnagarð innan leingi.
- Vit hava sett okkum
sum mál at nøkta barnaans-
ingartørvin í hesum val-
skeiðinum, og hetta skal
eisini galda fyri Velbastað
og Kirkjubø, sigur Jan
Christiansen.
Ein
barnagarður
og
vøggustova til umleið 60
børn skal byggjast. Pláss
skal eisini vera fyri einari
rørsluhøll, sum samstundis
kann fara bygdarhús. Og
Jan Christiansen sigur, at
hetta eru bygdir og ikki bý-
lingar.
Eisini skulu aðrar íløgur
gerast í Kirkjubøar komm-
unu í næstum. Umstøðurnar
skulu vera líka fyri øll í
Tórshavnar kommunu, sigur
Jan Christiansen, og hetta er
sjálvsagt eisini galdandi
vestanfyri, sigur hann. Hetta
merkir millum annað, at
munandi
ábøtur
verða
gjørdur við vatnveitingarnar
í Kirkjubø og á Velbastað.
Fíggjarliga heldur Jan
Christiansen ikki, at Tórs-
havnar kommuna stendur
verri í tí orsakað av saman-
leggingini.
- Kirkjubøar kommuna er
ikki illa fyri. Hon skyldar
minni enn eina álíkning og
hevur góðar skattgjaldarar,
sigur Jan Christiansen.
- Ein triðingur av borgar-
unum eru børn, og hetta
skapar
ein
tørv,
sum
Kirkjubøar kommuna ikki
kann loysa við verandi
íløgukarmi og umstøðum
at taka lán, men har kunnu
vit koma inn, tí vit hava
møguleikar at gera íløgur,
sigur Jan Christiansen.
Íløguloftið hjá Tórshavnar
kommunu hækkar tilsvar-
andi við umleið 900.000 kr.
eftir samanleggingina
Púra natúrligt
Jan Christiansen og Annfinn Brekkstein mugu helst deilast um
heitið sum høvdingur í Kirkjubøar kommuna. Borgarstjórin í
Havn var eisini á Velbastað leygarkvøldið.
Mynd: Heri á Rógvi
C
M
Y
K
5
4