týsdagur 27. mai 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ 4]
[ 5]
Hóast tað so við og
við er komið eitt slag
av inflatión í stevnu-
dystir, so stendur
norðoyastevnudyst-
urin framvegis sum
nakað serligt hjá
klaksvíkingum. Eisini
hóast úrslitini mang-
an hava verið misjøvn
STEVNUDYSTUR
Jákup Mørk
Tað verður B68, sum fær
heiðurin av at vitja á Norð-
oyastevnu í ár. Ein dystur,
ið sum so mangt annað
telist millum ítróttarhend-
ingarnar á norðoyastevnu.
Nú verða tað so ikki
ítróttarligu útlitini fyri hes-
um dystinum, sum skulu
viðgerast her. Tað verður
helst gjørt væl og virðliga
bæði undan og eftir dystin-
um.
Nógv at siga
Hinvegin er altíð stuttligt at
taka afturí, hvønn týdning
stevnudysturin hevur fyri
norðoyastevnuna. Stevnu-
dystirnir eru við árunum
vorðnir somikið nógvir, at
teir ikki altíð standa líka
høgt í metum, og eitt nú
góvu
havnarfeløgini
at
kalla avkall upp á sínar
dystir, tá tey heldur kundu
fáa pening fyri at lata
steypafinaluna
verða
á
ólavsøku. Ein dystur, har
als eingin vissa er fyri, at
havnarfeløgini eiga umboð
yvirhøvur.
Soleiðis verður tó neyvan
í Klaksvík. Fyrst og fremst
tí norðoyastevnudysturin
seinnu árini eisini er partur
av fótbóltslandskappingini,
men so sanniliga eisini, tí
hesin dysturin hevur nakað
at gera við samleikan hjá
Klaksvíkini og norðoya-
stevnuni.
- Fyri stevnuna er so
einki at ivast í, at dysturin
hevur nógv at siga. Líka
mikið hvør mótstøðan er,
so eru altíð nógv fólk til
dystin. Kanska fleiri klaks-
víkingar enn vanligt, um-
framt at tað eisini plagar at
vera heilt fitt av vitjandi
fólki og hyggja.
Tað sigur Jan Gardar,
sum er formaður í NFÍ,
Norðoyar
frítíðar-
og
ítróttarráð, og sum soleiðis
eisini hevur stóran leiklut í
tilrættisleggjanini av stevn-
uni.
- Ikki minst er hetta ein
góður fíggjarligur biti hjá
KÍ, sum eigur áskoðara-
inntøkurnar til dystin, men
týdningurin
fyri
sjálva
stevnuna er ikki at fara
skeivur av. Hetta er ein
fastur táttur, og so leingi
nøkur norðoyastevnu verð-
ur, verður stevnudysturin
eisini á skránni, heldur Jan
Gardar.
Og
so
leggur
hann
afturat, tað at klaksvíkingar
ganga so høgt uppí fótbólt,
eisini ger, at hesin dysturin
aloftast hevur stóran týdn-
ing fyri stevnuhýrin sum
heild.
- Tað hevur jú ofta víst
seg, at úrslitini hjá KÍ í hes-
um dystunum hava verið
rættiliga misjøvn, og tað er
avgjørt nakað, sum endur-
speglast stevnukvøldini. Eg
rokni ikki við, at tað er nak-
að annað stað, har fótbólt-
urin hevur so stóran týdn-
ing, sum í Klaksvík, tí vil
KÍ altíð vera samrøðu-
evnið, tá dystir hava verið,
heldur hann.
Trýstið órógvar
So tað er einki at ivast í, at
tað liggur ein stór ábyrgd á
KÍ-leikarunum, tá teir fara
inn á vøllin. Spurningurin
er so, hvussu teir megna at
liva upp til hesa ábyrgdina,
og í øllum førum hevur tað
verið ógvuliga misjavnt,
hvussu hetta hevur roynst
seinnu árini.
Um tað er trýst ella órógv
frá stevnuni ella kanska
okkurt heilt triðja, sum ger
seg galdandi, er ilt at vita,
men í øllum førum hevur
talan fleiri ferðir verið um
vónbrot. Og onkun tíð um
nøkur heilt stór av slagnum.
Eitt nú tá fyrsti dysturin á
nýggja graslíkinum varð
taptur móti LÍF (við Kurt
Mørkøre
og
Oddbjørn
Joensen á liðnum) við ikki
minni enn 4-1 í 1998. Ella
ta ferðina í 1989, tá HB fór
avstað við 7-1 sigri, ella tá
EB/Streymur fyri tveimum
árum síðani vann sín fyrsta
landskappingarsigur
tað
árið við einum knúsandi 4-
0 sigri. Tøl, sum snøgt sagt
geva klaksvikingum marru-
dreymar, og sum í stóran
mun eru viðvirkandi til at
halda lív í søguni um, at KÍ
altíð hevur tað strævið á
norðoystevnudystinum.
Ikki bara ímóti
Tað er tó ikki altíð, at
úrslitini eru so nógv ímóti,
sum tey vóru hesi oman-
fyristandandi árini. Eitt nú
endaði stevnudysturin í fjør
við sigri til KÍ, tá EB/
Streymur
aftur
vitjaði.
Hesa ferð fóru gestirnir tó
heimaftur við ongum, eftir
at KÍ hevði vunnið dystin
3-1. Tó eftir at hava verið
aftan fyri í steðginum.
Í ár er so túrurin komin til
B68, og so er spurningurin,
hvussu tað fer at tørna út.
Tað er í øllum førum heilt
víst, at heimamenninir fara
at spenna bogan høgt í
royndunum at vinna dystin.
Spurningurin
er
bara,
hvussu hart hann verður
spentur, og hetta merkir, at
strongurin slitnar, ella um
skotið verður beint í sentr-
um. Klaksvíkingar vóna í
øllum førum tað seinna,
men tað tað hevur bara víst
seg, at vónir og veruleiki
ikki altíð er í samsvar við
hvørt annað, tá fótbóltur er
á skránni á norðoyastevnu.
Vónirnar eru altíð stórar
Tað er ikki altíð, at tað gongur so øgiliga illa. Eitt nú eydnaðist tað hjá KÍ at vinna steypið, tá EB/Streymur í fjør varð sent heim
við einum 3-1 tapi
– Eg havi nú búð her í
umleið tvey ár, og
mær dámar sera væl.
Hetta má vera para-
dís, tí tað er so
óstressandi. Fólkini
eru blíð, og eg dugi
væl at síggja meg
sjálvan sum búgvandi
her í framtíðini, sigur
Alexander Djordjevic,
sum spælir við 1.
deild hjá KÍ. Hann og
unnusta hansara,
Joan, skulu giftast í
summar
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
– Faroes is paradise for
brain and everything, sigur
Djordjevic, tá hann verður
spurdur um, hvussu hann
trívist her. Hann flutti til
Føroyar at búgva fyri um-
leið tveimum árum síðani
at spæla fótbólt við KÍ.
Hann heldur, at umhvørvið
er ótrúliga sunt fyri sálina.
– Tað fyrsta eg hugsaði
var, at hetta má vera per-
fekt, tí her eru so mong
fjøll og hav allastaðni rund-
anum. Og lívið er ikki so
stressandi her, sum tað er í
Jugoslavia. Tú skalt altíð
renna til okkurt har, og her
ber tað til at taka tað róligt,
tá ein er liðugur at arbeiða
og venja. Hetta er bara gott,
sigur Djordjevic, sum tosar
enskt, men skilir nakað av
føroyskum, um tað ikki
verður tosað ov skjótt við
hann. Sjálvur tosar hann
sum sagt enskt, men fleiri
føroysk orð hoyrast inní-
millum tey ensku, og tað
ger hansara talumáta ser-
stakan. Hann sigur, at hann
ofta verður spurdur, um
hann ikki kann tosa før-
oyskt, og hann royndi ta
einu tíðina, men tað bleiv
flent so mikið nógv at hon-
um, at hann hálsaði um-
aftur til enskt beinanvegin,
og við sannførdari rødd
sigur hann, at honum tørvar
tíð til at kunna seta seg inn
í málið og koma at skilja
tað fullkomuliga. Tosa tað,
veit hann ikki, um hann
nakrantíð fer at gera. Hann
saknar ein skúla ella okkurt
líknandi, sum hann kundi
farið til fyri at lært seg tað
føroyska málið.
Hann sigur, at tað var
hart í fyrstuni, men tað
gekk bara heilt stutt tíð, so
byrjaði hann at trívast væl.
Tað var Tomislav Sivic,
sum setti seg í samband við
hann og segði honum um
Føroyar.
– Eg hugsaði beinanveg-
in, at eg mátti síggja hetta
staðið við einans 5.000
íbúgvum, har øll kenna
hvønnannan, sigur Djordje-
vic. Hann og Sivic kendust
frammanundan frá fótbólti í
Beograd í Jugoslavia. Sivic
spældi ta einu tíðina við
Reyðu
Stjørnu,
meðan
Djordjevic spældi í hinum
stórfelagnum í Beograd,
Partizan.
Sostatt flutti Djordjevic
frá professionellum fótbólti
í Jugoslavia til amatør-fót-
bólt í Føroyum. Hann fekk
arbeið
hjá
Klaksvíkar
kommunu, og hann byrjaði
at falla til. Tá kappingarárið
var liðugt, fór hann aftur til
Jugoslavia, men hann sigur,
at hann vildi bara aftur til
Føroyar. So hann var bara í
Jugoslavia í stutta tíð og
kom so aftur hendanvegin.
Kríggj er ørskapur
Djordjevic sigur, at tað er
ikki so stórur munur á
londunum báðum, tá tað
kemur til at øll kenna
hvønnannan og tosa um
hvønnannan. Tí hóast Beo-
grad er ein stórbýur við 4-5
milliónum íbúgvum, so
sigur Djordjevic, at úti í
økjunum kennast øll væl og
vita alt um hvønnannan.
Men hann trívist væl í Før-
oyum, og í juli skulu hann
og unnusta hansara, Joan,
giftast.
– Tað verður fyrstu ferð,
at eg fari í kirkju, sigur
hann og á andlitsbráðnum
hómast okkurt, sum kann
kallast spenningur.
Tað eru nógv ymisk
fólkasløg í gamla Jugo-
slavia. Landið, sum í dag er
býtt upp í nógv smærri lond
eftir eitt drúgt og ræðuligt
borgarakríggj. Har eru eis-
ini fleiri ymiskir trúarrættn-
ingar. Katolikkar, ortodoks-
ar, muslimar og so fram-
vegis.
– War was stupid, sigur
Djordjevic við eitt sindur
av beisksemi í røddini.
Hann greiðir frá, at tað
hevur ikki gjørt nakran
mun fyri flestu jugoslavar,
at tað gamla Jugoslavia nú
er burtur, og at landið er
býtt upp. Hann tekur seg
sjálvan sum dømi. Mamma
hansara er kroati og kato-
likkur, og pápi hansara er
serbi og ortodoksur. Hetta
hevði millum annað við
sær, at hann vaks upp við
tveimum
jólaaftan
og
nýggjársaftan um árið. Tí
ortodoksar halda jól 1.
januar og nýggjár 13. jan-
uar.
– Hvat eri eg so? Eg eri
jugoslavi, hóast landið í
dag er burtur, sigur hann
sannførdur á málinum.
Hann heldur fram, at tað er
sera torført at greiða frá
krígnum.
– Kríggj er ørskapur.
Fólk verða púra ør av tí, og
tað hendi so nógv, sum í
dag er púra óskiljandi, sig-
ur Djordjevic, sum tó ikki
sjálvur tók lut í krígnum.
Hann gjørdi sína hernaðar-
skildu tann tíð tað var, og
tað var tað hjá honum.
Hann hevur spælt fótbólt á
hægsta støði, síðani hann
var 17 ára gamal, og eisini
hevur hann verið aðrastaðni
og spælt. Til dømis í Suður-
Korea og í Avstralia.
Um
framtíðina
sigur
Djordjevic, at hann heldur,
at hann hevur nøkur ár eftir
í sær sum fótbóltsleikari.
Hann veit ikki at siga við
vissu, hvat hann fer at gera,
tá tíðin er komin til at gev-
ast. Hann kundið hugsað
sær at verðið venjari, men
tað er ikki at vita framman-
undan, um tað fer at
eydnast honum.
Hann sigur í øllum før-
um, at hann kundi hugsað
sær at verið verandi í Før-
oyum, men tað verður nak-
að, sum hann og komandi
kona hansara endaliga fara
at gera av.
Alexander Djordjevic trívist væl í Føroyum. Hann heldur, at landið er paradís fyri heilan hjá fólki, tí her ikki er so stressandi. Hann heldur, at fólk í Føroyum duga væl at gera sær stundir til at
slappa av
Mynd: Jens K. Vang
Føroyar eru paradís fyri heilan
C
M
Y
K
5
4