Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mai 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 99 - 27. mai 2003 Nr. 99 - 27. mai 2003 7 Antin skal hann prógva sínar ákærur ímóti fakfeløgunum, ella skal hann taka orðini í seg aftur, sigur formaðurin í Starvsmanna- felagnum SKULDSETINGAR Áki Bertholdsen – Hatta eru so grovar ákærur, at hatta skal ikki ganga. Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafel- agnum vil nú hava eitt greitt svar frá Jan Morten- sen á Føroya Arbeiðsgev- arafelag. Í samrøðu við Sosialin leygardagin, fanst Jan Mor- tensen at føroyskum fakfel- øgum fyri at trívast best í anarki, tað er lógloysi ella skilaloysi. Hann segði at øll donsk fakfeløg hava niðurfelt í sínar lógir, at tað eru lim- irnir sjálvir, sum atkvøða um eitt semingsuppskot. – Tað er tí at tey ásanna, hvussu álvarsligt tað er at kasta eitt samfelag í verk- fall og har verða ongi tiltøk sett í verk, fyrrenn ein slík frumatkvøðugreiðsla hevur vrakað eitt semingsupp- skot. – Men slíkt høvuðbrýggj hava fakfeløgini í Føroyum ikki, tí tey trívast best í anarki, ella skilaloysi, segði Jan Mortensen. Hesi orðini eru fallin for- manninum í Starvsmanna- felagnum so illa fyri bróst- ið, at hann ætlar sær víðari við málinum. – Hetta eru so álvarsligar ákærur ímóti fakfeløgun- um, at tað, sum Jan Mor- tensen sigur, skal ikki sleppa at standa einsamalt, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Hann sigur stutt og greitt at hann góðtekur ikki slíkar útsøgnir. – Antin skal Jan Morten- sen prógva tað, hann sigur, ella skal hann taka orðini í seg aftur. Jan skal ansa sær Gunnleivur Dalsgarð sigur, at Jan Mortensen er ein av teimum, sum stendur á odda fyri nógvum samráð- ingum á føroyska arbeiðs- marknaðinum. – At skuldseta føroysku fakfeløgini fyri anarki er ikki hissini. At fakfeløg seta tiltøk í verk í sáttmála- loysi, hava tey fulla heimild til og tað hevur onki sum helst við anarki at gera. – Tí kann hendan útsøgnin hjá Jan Mortensen als ikki góðtókast og síðsta orðið er ikki sagt í hesum máli. – Hetta eru ótrúliga álvarsligar ákærur. Og eg haldi, at Jan Mortensen skal ansa sær at spæla so hart út ímóti fakfeløgunum, tí hetta eru ógvuliga álvar- samar ákærur frá einum samráðingarleiðara, sum førir nógvar samráðingar á arbeiðsmarknaðinum. Og hann heldur ikki at hetta er fremjandi fyri sam- ráðingarnar. Gunnleivur Dalsgarð sig- ur Jan Mortensen má út- greinað hvat hann hugsar um. – Hann kann ikki skera øll fakfeløgini yvir ein kamb. Hann má nevna ítøkilig dømi um, hvat hann hugsar um. – Møguliga eru orðini søgd í sinnisrørslu í eini spentari støðu, men hetta var at fara ov langt. Gunnleivur Dalsgarð vil ikki siga beint nú, hvat hendir, kann Jan Mortensen ikki taka orðini í seg aftur, ella vil hann ikki taka orðini í seg aftur. – Tað vil tíðin vísa, hvat hendir, sigur Gunnleivur Dalsgarð. – Spurningurin er um tað er nøkur loysn at senda semings- uppskotið til frum- atkvøðugreiðslu og semingsmaðurin skilir væl støðuna hjá fakfeløgunum VERKFALL Áki Bertholdsen Enn eru semingsmenniniri kki til reiðar at gevast við semingsroyndunum. Tað vóru teir í hvussu so er ikki á beint fyri evsta- mark hjá Sosialinum á miðdegi í gjár. Høgni Høgnesen segði tá, at teir framvegis um- hugsaðu støðuna, men at støða ikki varð tikin. Støða var heldur ikki tik- in til um semingsuppskotið skuldi sendast til frumat- kvøðugreiðslu. Hann sigur, at tað er ein møguleiki, sum semings- menninir hava og tí hevði hann nevnt møguleikan fyri feløgunum, uttan at nøkur sum helst avgerð varð tikin. Á miðdegi í gjár ivaðist hann framvegis um upp- skotið verður sent til frum- atkvøðu og hann veit ikki, um nakað endamál er í tí. Hann hevur lagt sær í geyma mótstøðuna, sum arbeiðarafeløgini hava. Og eftir at hava kannað, hvussu atkvøðugreiðalsan fer fram, ásannar hann, at hann skilir mótstøðuna hjá ar- beiðarafeløgunum. Hann veit heldur ikki, hvussu langa tíð, ein slík atkvøðugreiðsla hevði tik- ið, ella um tað yvirhøvur letur seg gera, nú verkfall er og postflutningurin eis- ini er óregluligur. – Tekur ein slík atkvøðu- greiðsla tvær, tríggjar vik- ur, er tað ein spurningur um tað er nakað endamál í tí. Støðan er tann, at verk- fallið stendur við ímeðan ein slík atkvøðugreiðsla fer fram, tí semingsmaðurin kann ikki áleggja feløgun- um í verkfalli at taka ar- beiðið upp ímeðan. Spurningurin er, hvat semingsmenninir so fara at gera. Hann ásannar, at partarn- ir eru so langt frá hvørjum øðrum, at tað er trupult at finna semju. Á miðdegi í gjár var hann kortini ikki til reiðar at geva skarvin yvir. – Tað kann ikki útihýsast, at vit gera eina roynd aftur- at, segði hann. Tað er ikki formað- urin í Starvsmanna- felagnum sum avgerð, hvat eg sigi og geri, sigur Jan Mortensen SKULDSETINGAR Áki Bertholdsen – Tað verður ikki Gunnleiv- ur Dalsgarð, sum ger av, hvat eg sigi og geri. Jan Mortensen á Føroya Arbeiðsgevarafelag ger ikki stórvegis viðmerkingar til kravið frá formanninum í Starvsmannafelagnum í greinini omanfyri. Men hann sigur, at um tað, sum fer fram, skal kall- ast anarki, ella okkurt ann- að, veit hann ikki – Men vit vita, at fútin hevur staðfest, at onkrar blokadur hjá fakfeløgunum eru ólógligar. – Men sambært fakfeløg- unum, er Løgtingið og ser- liga samgongan, ímóti teimum, Karsten Hansen, landsstýrismaður somu- leiðis, løgreglan og fútin er beinleiðis í parti við ar- beiðsgevarununum og sem- ingsmennninir eru ógegn- igir. – Sostatt er galið við øll- um myndugleikum, sum eru settir at handfara hesi viðurskifti. Og tað kann eisini stað- festast á heimasíðuni hjá Føroya Arbeiðarafelag, at nevndarlimir í Arbeiðsgev- arafelagnum verða meiri og minni beinleiðis hóttir uppá teirra livibreyð, tí har verð- ur sagt, at limirnir í fakfel- øgum eiga at umhugsa, hvaðani teir keypa sínar vørur og har verður nevnd- in í arbeiðsgevarafelagnum og tað, sum teir takast við, beinleiðis nevnt. Krevur at Jan Mortensen tekur ákærurnar í seg aftur Tað er ikki Gunnleivur Dalsgarð sum avgerð tað Enn eru semingsmenninir ikki til reiðar at gevast – Tá ið Jan Mortensen skuldsetir føroysku fakfeløgini fyri at trívast best í anarki, er hann farin ov langt, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmanafelagnum Jan Mortensen vil ikki lata Gunnleiv Dalsgsrð geva sær harraboð um, hvat hann skal gera ella ikki Hetta heldur Føroya Arbeiðarafelag um heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum. - Mánadagin kom hetta aftur til sjóndar í greinum á heimasíðu teirra, heldur FA, sum eisini leggur dent á, at tað er ikki forkvinnan í FA, men fimm samd arbeiðarafeløg, sum eru í verkfalli. At løgtingið kemur uppí væntar Føroya Ar- beiðarafelag ikki, tí tinglimir og sam- gongan hava gingið á odda viðvíkjandi lønarhækkingum VERKFALL Dagfinn Olsen Arbeiðarafeløgini í verk- falli viðgera mánakvøldið 26. maj á felagsfundi, hvørt verkfallstiltøkini skulu herðast. Eisini leggja feløgini dent á, at tá tað alt meira í fjølmiðlum verður gjørt til, at tað er Ingeborg Vinther, sum er í verkfalli og fær »heiðurin« av tí, ið stendst av hesum, so er hetta ikki sannleikin. - Tað eru fimm samd ar- beiðarafeløg, sum eru í verkfali, vísa arbeiðarafel- øgini á. Løgtingið neyvan uppí - Arbeiðsgevararnir nýta skitin vápn. Ósannindi og nógv av tí, sum kemur fram er so skitið og rotið og sera langt úti, sigur Ingeborg Vinther. - Tað síðsta er at síggja á heimasíðuni hjá Vinnuhús- inum í dag, mánadag, har arbeiðsgevarar vísa til oddagrein í Dimmalætting og siga, at Ingeborg Vinther vil hava Løgtingið uppí at lóggeva um nýggjan sátt- mála. »Hon biður um so stóran lúsing, so hon kann halda øðini í kóki nóg leingi til, at hon ikki fær misálit frá limunum á kom- andi aðalfundi«, verður endurgivið úr oddagrein úr Dimmalætting, sigur Inge- borg Vinther, sum blankt avvísur hesum tíðindum. - Eg helt Dimmalætting vera óheftan fjølmiðil, men við slíkari skriving er blað- ið góð hjálp hjá arbeiðsgev- arunum, sigur Ingeborg, sum vísur á tað, hon segði á limafundinum á Nabb leygardagin. - Har vísti eg á, at løg- tingslimir neyvan koma sær at leggja uppí og eg tók hetta dømi: Í 1999 var ein tingmannaløn umleið 15.700 krónur. So samtyktu teir sær tænastumannaløn, uml. 25.400 krónur, um- framt skattafrítt ískoyti, til frímerkir og annað, segðist. Eisini fáa teir skattafrítt kostískoyti, frá 26.000 til 99.000 árliga, alt eftir hvar ein býr í landinum. Haraft- urat er tænastumanna- pensjón, sum er væl hægri, en tað ein vanligur pensjón- istur fær og tað er skatt- gjaldarin, sum rindar. Hesir tinglimir koma sær neyvan at lóggeva 2.75 um tíam til arbeiðaran, umframt eitt prosent í pensjón. So er eingin moralur á Føroya Løgtingi, sigur Ingeborg Vinther, sum minnir á, at tað stórt sæð er sama sam- gonga sum situr í dag, sum sat tá. - So tá arbeiðsgevarar og Dimmalætting vísa til, at Føroya Arbeiðarafelag ella Ingeborg Vinther vil hava løgtingið uppí, so er hetta ikki sannleikin, vísur Inge- borg Vinther á. Arbeiðsgevarar vilja rinda lønarhækking - Annað á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum mánadagin er, at teir vísa á, at bert 5,8 % av limunum vrakaðu ur- atkvøðuna á limafundinum leygardagin. At 700-800 limir møta á fundi má sig- ast at vera sera, sera gott og dyggur stuðul. Jan Morten- sen í Vinnuhúsinum hevur kanska gloymt, at tann ið tigur, hann samtykkjur, og eg haldi eisini at vit vita betur hvat okkara limur halda, enn Vinnuhúsið, sig- ur Ingeborg Vinther, sum vísir á, at samtyktin á lima- fundinum um at havna urat- kvøðu var einælt. Góða mamma tað var ikki eg - Hvør hevur kroyst arbeið- arafeløgini út í eitt verk- fall? Tað er Føroya Ar- beiðsgevarafelag við síni stívrendu støðu og teir unna ikki verkafólki eina rímu- liga tímaløn, sgur Ingeborg Vinther. - Øll vita, at fleiri av lim- unum hjá FAG hava úttalað seg um, at teir heldur hava ráð at gjalda timalønina, enn at virkini standa still. Ein teirra sigst enntá vera nevndarlimurin í FAG, Bergur Poulsen, sigur Inge- borg Vinther. - Jan Mortensen í Vinnu- húsinum hevur helst gloymt, at teir eru partur av verkfallinum og hava høvuðsábyrgdina. Nú spæla teir góðir dreingir og geva øðrum skuldina. So gera smádreingir, sum plaga at siga »góða mamma tað var ikki eg, men hini hava skuldina«, sigur Ingeborg Vinther, sum vísur á, at arbeiðsgevarar ikki smæð- ast við at bróta verkfallið við at føra vøru til landið við Norrøunu og øðrum skipum og bátum. Leygardagin skipaðu arbeiðarafeløgini í verkfalli fyri lima- fundi í høllini á Nabb í Havn. Fundurin var ein álitisváttan til nevndirnar í feløg- unum og limirnir vildu als ikki hoyra talan um uratkvøð- una, sum semings- menn hava skotið upp VERKFALL Dagfinn Olsen Á fundinum á Nabb leygar- dagin, har eini 700 - 800 limir í arbeiðarafeløgunum í verkfalli møttu upp, var avgjørt, at uratkvøða er ikki nøkur gongd leið fyri at fáa enda á verkfallinum. Fundurin samtykti ein- mælt eina yvirlýsing (sí aðrastaðni í blaðnum) og var annars ein dygg álitis- váttan til nevndirnar í fel- øgunum um at halda fram við góðum treysti og ikki steðga á nú. - Fundurin var sera positivur og gav nevndun- um fulla undirtøku og heimild at halda fram og herða verkfallið, um neyð- ugt og eisini geva ella taka aftur undantøk, sigur Inge- borg Vinther, Føroya Ar- beiðarafelag. Ongin uratkvøða Nógvir av teimum 700-800 limunum tóku orðið og sum heild var dygg undirtøka við teimum tiltøkum, sum arbeiðarafeløgini hava sett í verk undir verkfallinum. Tá spurningurin um uratkvøðu kom upp á tal, var semja í høllini um, at slík atkvøða er eingin gongd leið fyri at fáa enda á verkfallinum. Fundurin havnaði einmælt uppskot- inum um uratkvøðu, sum semingsmenninir eru komnir við. Eisini millum nevndar- limir í feløgunum eru fólk ímóti ur-atkvøðuni, sum verður hildin at vera sera ódemokratisk: - Fakfeløgini hava áður víst á, at føroysku reglurnar um uratkvøðu er ódemo- kratiskar og ótíðarhósk- andi. Í Føroyum er eitt sem- ingsuppskot, sum sent verður út til ur-atkvøðu- greiðslu samtykt, um t.d. 25 % av løntakarunum lut- taka í atkvøðugreiðsluni og 100 % atkvøða ímóti. Um t.d. 45 % av løntak- arunum luttaka í uratkvøðugreiðsluni, so er uppskotið samtykt sjálvt um 66% atkvøða ímóti. Hetta er tí ein skipan, sum er bæði ódemokratisk og ótíðar-hóskandi. Í grannalondum okkara, t.d. í Danmark er skipanin øðrvísi, tí har valdar van- ligur atkvøðumeiriluti, tó soleiðis at um minni enn 40 % av løntakarunum luttaka í uratkvøðugreiðsluni, so er er uppskotið samtykt um ikki minst 25 % av teimum sum hava atkvøðurætt hava atkvøtt ímóti. Tað er vælskiljandi, at arbeiðsgevarasíðan er so altrá eftir at fáa semings- stovnin at senda semings- uppskotið til uratkvøðu, men tað er óskiljandi, at semingsmenninir so mikið sum hugsa um at brúka eina so avoldaða og ódemokrat- iska skipan, og tí er tað ikki at undrast á, at fakfeløgini vísa sína missnøgd, siga fakfeløgini í verkfalli. Arbeiðsgevarar nýta sera skitin vápn Limafundurin havnaði uratkvøðu og gav nevndum fullan stuðul Ingeborg Vinther vísur aftur, at Føroya Arbeiðarafelag ætlar at fáa løgtingið at leggja uppí verk- fallið, sum Vinnuhúsið endurgevur úr oddagrein í Dimmalætting. Løgtingið hevur gingið á odda í lønarhækkingum og leggur neyvan uppí, tí so er eingin moralur á Føroya Løgtingi, sigur Inge- borg Vinther, sum anars vísir á, at tað eru fimm samd arbeiðarafeløg, sum eru í verkfalli, og ikki forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag, sum fjølmiðlar ofta tykjast gera tað til Eini 700-800 limir møttu, tá arbeiðarafeløgini í verkfalli høvdu fund á Nabb leygardagin (mynd: Álvur Haraldsen) C M Y K 7 6