týsdagur 27. mai 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ 6]
[ 7]
Í útibarnagarðinum
Fjallafípuni úti í Grøv
í Klaksvík er tað
rutsjibanin, sum er
tann stóri vinnarin á
norðoyastevnu. –
Rutsjibanin er nógv
tað stuttligasta. Man
fer bara niðan gjøg-
num trappur, gongur
yvir, og so rutsjar
man niður, sigur seks
ára gamli Símun, sum
fleiri ferðir fyrr hevur
verið á norðoya-
stevnu
Í STEVNUHÝRI
Ingrid Bjarnastein
Norðoyastevnan
stendur
fyri durum, og í útibarna-
garðinum í Grøv eru tey
sera spent til at sleppa á
stevnu. Tað, sum vísir seg
at vera afturvendandi í prát-
inum hjá teimum, er rutsji-
banin, sum er nógv tað
stuttligasta.
– Á norðoyastevnu plagi
eg at spæla. Eg fari í tivoli,
og har plagi eg at fiska í
fiskibrunninum. Rutsjiban-
in er stuttligast. Man fer
bara niðan ígjøgnum trapp-
urnar, gongur yvir, og so
rutsjar man niður, sigur
seks ára gamli Símun, sum
er ein av teimum, sum
gongur í Fjallafípuni.
Við borðið sita nøkur
børn. Tey eru øll um seks
ára aldur, og tað sæst á
gólvinum, at í dag hava tey
klipt og límað í langar ban-
ar.
Maria er sjey ár.
– Eg veit ikki, hvat eg
plagi at gera, sigur Maria,
men tá vit spyrja eitt sindur,
kemur
meira
burturúr
henni.
– Fiska í fiskidammin-
um. Eg plagi eisini at fara
til kappróður, og í rutsji-
banan.
Føroysk klæði
Onkur eigur føroysk klæði
av teimum, sum vit práta
við.
– Eg eigi bara føroyska
húgvu, men eg haldi, at hon
er for lítil, sigur Símun.
Irena er seks ár, og hon
eigur føroysk klæðir.
– Á norðoyastevnu fari
eg í føroysk klæðir. Systk-
ini hjá mær, sum eita Julia
og Regin, tey eiga ongi før-
oysk klæðir, sigur Irena.
– Eg plagi ikki at hyggja
eftir fótbólti, og heldur ikki
eftir kappróðri. Men eg
haldi við Manchester og
KÍ, sigur Símun, sum
heldur, at hoppiborgin er
onki stuttlig.
Men sleppa tit at vera
longur uppi tá tað er norð-
oyastevna?
– Ja, eg sleppi at vera
longur uppi. Okkurt um ein
hálvan tíma, haldi eg, for-
telur Símum væl nøgdur.
Hann er tann mest práting-
arsami. Diddurnar rundan-
um borðið eru eitt sindur
smædnar.
Vit fara so innar í
Nýggjustovu. Har eru børn-
ini eitt sindur yngri, og tey
sita og hyggja eftir tekni-
filmi. Veðrið er eitt sindur
illfýsið í dag. Nógv regn,
og tey hava verið úti allan
fyrrapartin, so meginpart-
urin av teimum hevur fing-
ið karm, so nú er tað ordi-
liga deiligt, at sita inni og
hvíla seg eina løtu.
– Eg havi ongantíð verið
á norðoyastevnu fyrr, so tað
er ordiliga spennandi, sigur
Karsten, sum er fýra ár.
Gudny er eisini fýra ár.
– Eg plagi at vera í før-
oyskum klæðum á norðoya-
stevnu. Eg eigi ongi før-
oysk klæðir, men Rósa,
sum er systkinabarnið hjá
mær eigur, so eg plagi at
læna tey frá henni. Vit
plaga at fara í tivoli, og
síggja rakettir bresta í
luftini, fortelur Gudny væl
nøgd.
– Eg ætli mær eisini á
norðoyastevnu. Eg havi
eisini verið fyrr. Eg ætli
mær at spæla, og í tivoli og
eisini til kappróður, sigur
Andrias, sum yppir øksl, tá
vit spyrja um hann ætlar
sær at hyggja eftir KÍ.
Tað er eitt sindur ringt at
tosa, tí øll vilja fortelja, og
tí rópa øll ísenn. Men nú
kemur millummálin á borð-
ið. Poppkorn fáa tey í dag,
men fyrst fara vit út at taka
eina mynd. Børnini renna
úr stovuni og uttar í gong-
ina at lata seg í. Onkur má
fara í vátan jakka, tí tað
regnaði so illa fyrr í morg-
un. Myndin er skjótt fingin
til vega, og vit takka fyri
okkum.
Rutsjibanin hittar
Børnini í útibarnagarðinum Fjallafípan í Klaksvík gleða seg til norðoyastevnu. Serliga dámar teimum rutsjibanan
Norðoyastevna var
fyri fyrstu ferð í 1936,
og síðani tá er hon
nógv broytt. Sum
samfelagið er broytt,
er norðoyastevnan
eisini broytt við tíð-
ini. - Samferðslu-
kervið var ikki útbygt
á sama hátt, sum tað
er nú. Fyrr komu fólk
á norðoyastevnu og
gistu her. Nú ber tað
til at koma bara til
eitt serligt tiltak, og
so fara heimaftur,
greiðir Jógvan Ravns-
fjall, leiðari á Norð-
oya Fornminnasavni
frá í samrøðu
Í STEVNUHÝRI
Ingrid Bjarnastein
Síðani Norðoyastevnan var
á fyrsta sinni í 1936 , hevur
Jógvan Ravnsfjall, leiðari á
Norðoya Fornminnasavni
verið til tær seinastu 29.
-
Norðoyastevnan
er
nógv broytt síðani tað
fyrstu. Samfelagið er eisini
broytt, og stevnan er broytt
við samfelagnum. Sam-
ferðslukervið var ikki so
væl útbygt, sum tað er í
dag. Fyrr komu fólk á norð-
oyastevnu, og gistu, men nú
samferðslan er so góð, so
nú ber til at koma til eitt til-
tak, og so fara heimaftur,
sigur Jógvan Ravnsfjall.
Fyrr var norðoyastevnan
ein ítróttar- og mentanar-
stevna, og tað vóru nógv
eldri fólk, sum komu at
halda norðoyastevnu, og
tað var ein norðoyastevnu-
nevnd, sum legði stevnuna
til rættis. Nú eru nógv fleiri
ung fólk, og tað er NFÍ,
Norðoya Frítíðar og Ítrótt-
arráð, sum stendur aftan
fyri stevnuna, samskipar
hana og ger endaligu
stevnuskránna.
Pengastevna
Tá norðoyastevnan fyrstu
ferð varð hildin, var hon
onnur stevnan í røðini.
Áðrenn var bara jóansøkan,
sum varð hildin sum stevna
í Føroyum, um vit ikki
rokna ólavsøkuna uppí.
- Ólavsøka, sum kristin
høgtíð, hevur verið síðani
einaferð í miðøldin. Jóan-
søkan kom so í 1924. Aft-
aná norðoyastevnan kom í
1936, komu hinar størru
stevnurnar aftaná, Vága-
stevnan, seinni Vestan-
stevnan, Skálafjarðastevn-
an, Varmakeldustevnan og
so víðari. Í dag er tað
næstan hvør stór bygd, sum
hevur sína stevnu, og tí er
norðoyastevnan bara ein av
øllum hinum stevnunum,
greiðir Jógvan frá.
Tá stevnurnar vóru hildn-
ar fyrr, so vóru ikki nógv
onnur tiltøk kring landið.
Nú er okkurt tiltak í teim-
um stóru bygdunum og bý-
unum so at siga hvørt viku-
skiftið.
- Á norðoyastevnu vóru
so nógv tiltøk, sum annars
kundu verið hildin ígjøg-
num alt árið savnað á sjálv-
ari stevnuni. Norðoyastevn-
an er vorðin til ein sið, og
um ongin norðoyastevna
hevði verið í ár, so hevði
tað verið heilt undarligt,
heldur fornminnaleiðarin.
Norðoyastevna var fyrr
bara leygardag og sunnu-
dag. Nú er skráin vaksin
nógv á øllum stevnunum,
og tað sæst eisini aftur í
norðoyastevnuskránni.
Skráin byrjar ofta mikudag,
og er ikki liðug fyrr enn
týsdag ella mikudag aftaná
sjálva stevnuna.
- Um skráin verður ov
long, so missir stevnan sín
týdning, so eg vænti ikki, at
skráirnar fara at leingjast
meira við tíðini.
- Stevnurnar eru eisini
vorðnar til pengastevnur
burturav, har tað snýr seg
nógv meira um at forvinna
pening enn mentan, sum
tað var fyrr. Tá tú uppdagar
hetta, so sær tú beinanveg-
in, at tú fært ikki tað burtur-
úr, sum tú ætlaði. Tað kann
blíva til ov nógv av eini
pengastevnu, og foreldur
uppdaga tað beinanvegin,
tá tey skulu brúka fleiri 100
krónur til børnini. Tað bilar
onki, um tey sum skipa fyri
ansa eftir hesi felluni við
pengunum, sigur Jógvan
Ravnsfjall.
Sosialan týdning
Stevnuarnar hava, sum vera
man, eisini ógvuliga stóran
sosialan týdning. Ítróttin
hevur nógv tiltøk, og á
skránni er altíð kappróður,
fótbóltur, og nú seinnu árini
renning og súkkling.
- Fyri nøkrum ártíggjum
síðani var tað soleiðis, at tá
ungdómurin kom á stevnu,
so gistu tey hjá vinum,
kenningum ella familju.
Gingið varð til tiltøk, og
síðani endaði man kanska í
einum dansi ella okkurt
líknandi, og fór síðani heim
dagin
eftir.
Hetta
var
kanska einasta ferðin á
árinum, sum man sá familj-
una, greiðir Jógvan frá,
sum leggur afturat, at nú
samferðslan er betri, so
kemur tað meira enn so
fyri, at fólk als ikki síggja
familjuna á norðoyastevnu.
Norðoyastevnan
hevur
nógv at siga fyri norðoy-
ingar.
- Tað er nakað man
roknar við. Tú sært nógvar
norðoyingar á norðoya-
stevnu, eisini teir á útoyggj.
Á ein hátt er hetta ein
stoltleiki. Hetta er okkara
stevna.
Norðoyingar
fyrireika
seg eisini til stevnuna. Ikki
bara ítróttarfeløg, og tey,
sum skulu skipa fyri til-
tøkum, men eisini øll onn-
ur. Kommunan ruddar í
býnum, og pyntar, og eisini
heima verður ruddað og
vaskað og gjørt klárt at taka
ímóti gestum.
- Vanlig fólk fyrireika seg
eisini til norðoyastevnuna.
Syrgt verður fyri at eiga
mat inni, um onkur kemur á
gátt, tí gestum kann ein
altíð rokna við.
- Stevnurnar hava stóran
týdning fyri tað sosiala í
samfelagnum. Tær skapa
nakað, og fólk rokna við
teimum. Ólavsøkan fer
altíð at vera tann størsta, og
hon er eisini meira enn bara
ein stevna. Tað hevði
ongantíð borið til at flutt
ólavsøkuna til Klaksvíkar,
og tað er heldur ongin
grund til tess. Í 1924, varð
hon hildin somu dagar sum
ólavsøkan varð hildin í
havn. Tað gekk als ikki, tí
fólk fóru heldur á ólavsøku
í Havn enn vóru verðandi
eftir í Suðuroy til ólavsøku-
haldið, ið varð hildið har
tað árið.
Tá vit spyrja um norð-
oyastevnan framvegis verð-
ur á skránni um 10-20 ár,
sigur ein avgjørdur forn-
minnaleiðari ja.
- Eg haldi bara, at tær
størru stevnurnar fara at
missa sín týdning við tíðini.
Við bygdastevnunum verða
tað alt ov nógvar stevnur,
og tey somu fólkini kunnu
ikki ganga til allar. Tað ber
als ikki til.
- Tað sum hevur størstan
týdning er at vera saman
við øðrum til stevnurnar, og
tað er tað sum dregur. Alt
hitt er bonus. Sjálvandi fer
man eisini til tiltøk, men
lyklaorðið er at vera saman
við øðrum, sigur Jógvan
Ravnsfjall, leiðari á Norð-
oya
Fornminnasavni
at
enda.
Norðoyastevna:
Okkara stevna
- Tað sum hevur størstan týdning er at vera saman við øðrum til stevnurnar, og tað er tað sum dregur. Alt hitt er bonus. Sjálvandi fer man eisini til tiltøk, men
lyklaorðið er at vera saman við øðrum, sigur Jógvan Ravnsfjall, leiðari á Norðoya Fornminnasavni
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
7
6