Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mai 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 99 - 27. mai 2003 Nr. 99 - 27. mai 2003 9 Hósvíkingar hugsa umaftur Meira enn helvtin av teimum, sum hava valrætt í Hósvíkar Kommunu, hava nú skrivað undir áheitan á bygdarráðið um at taka málið um kommunusamanlegg- ing uppaftur KOMMUNU- SAMANLEGGING Edvard Joensen Summir hósvíkingar hava hugsað seg um av nýggjum og eftir øllum at døma broytt støðu síðan fólkaat- kvøðuna um kommunu- samanlegging, ið var her- fyri. Nú eru meira enn helvtin av teimum, sum hava valrætt í kommununi, sannførd um, at tey eiga at arbeiða fyri eini saman- legging við Sunda Kommunu. Ein teirra, sum hevur staðið fyri undirskriftainn- savnanini í Hósvík, er Sign- heðin Davidsen. Hann vátt- ar fyri Sosialinum, at tey hava fingið so mikið nógv- ar undiskriftir, at tað er meira enn helvtin av teim- um, sum valrætt hava. Listin við undirskriftun- um verður nú latin bygdar- ráðnum við áheitan um, at bygdarráðið tekur málið uppaftur og umhugsar av nýggjum at fara upp í Sunda Kommunu. – Hesi fólkini munnu hava ásannað, at tað ber ikki til at liggja soleiðis einsamøll millum tvær so stórar kommunur, sigur Signheðin Davidsen. Tað meti eg sum høvuðsorskina til, at summi fólk nú hava broytt hugsan. Hann sigur, at tað hevur einki við fólkaatkvøðuna í Kirkjubøar Kommunu og úrslitið har at gera, at hós- víkingar nú hava broytt støðu. Undir skriftirnar í Hósvík vóru komnar inn, áðrenn úrlsitið úr Kirkjubø og Velbastað var kent, sigur hann. Jógvan Mørkøre, borgar- stjóri í Hósvík, vil ikki gera nakrar viðmerkingar til málið. – Einki er komið til bygdarráðið enn, sigur hann, og tí fái eg einki sagt. Men bygdarráði hevur skyldu at viðgera øll mál, sum verða send tí, og um ein slík áheitan kemur, verður hon eisini viðgjørd. Tað er bygdarráðið, sum einsamalt hevur avgerðar- rættin yvir, um farið verður upp í Sunda Kommunu ella ikki. Tað sigur Kommunu- lógin. Fólkaatkvøðurnar, sum nú hava verið um hesi mál, eru bara vegleiðandi. Men bygdarráðið hevur strangt tikið als ikki skyldu at rætta seg eftir teimum. Ella sum Jógvan Mørk- øre, borgarstjóri í Hósvíka Kommunu, tekur til: – Tað kundi fyri tað verið Gallup, sum gjørdi eina slíka kanning. Hon hevur sama løgfrøðiliga virði. Í Hósvík heita nú meira enn helvtin av teimum borgar- um, sum hava valrætt, á bygdarráðið um at taka mál- ið um kommunusamanlegg- ingina uppaftur Løgmaður fylgir væl við gongdini VERKFALL Jan Muller - Vit fylgja við gongdini men eg fari avgjørt ikki at gera nakrar viðmerkingar til sjálvar samráðingarnar ella semingsuppskotini, sum hava verið sigur An- finn Kallsberg, løgmaður. Nú Vinnulívið hevur víst á, at tað standa stór samfel- agsvirði uppá spæl spurdu vit løgmann, um hann tá ikki at leggja seg út í málið, áðrenn verkfallið fær álv- arsligar avleiðingar? - So leingi partarnir á arbeiðsmarknaðinum sam- ráðast, so er tað har málið skal verða avgjørt. Men í tí løtu teir kasta frá sær, tí ómøguligt er at finna eina loysn, so er tað ein nýggj støða. Hinvegin - um stór samfelagsvirði standa uppá spæl at fara fyri skeyti, so er eisini ein nýggj støða. - Men eru møguleikarnir fyri eini semju eftir tvey semingsumfør ikki út- tømdir? - Nei, tað haldi eg ikki Vit hoyrdu jú semings- menninar siga, at teir hildu onkrar møguleikar vera eft- ir. Og soleingi teir halda tað, so eru møguleikarnir ikki úttømdir. - Men standa stór samfel- agsvirði at fara fyri skeyti sum støðan er í løtuni? (samrøðan við løgmann varð gjørd seinnpartin fríggjadagin, blaðm.) - Tað veldst um, hvussu tú roknar samfelagsvirði. Um eingi virði skulu fara fyri skeyti eitt nú í fram- leiðslu, so eru vit í eini aðr- ari støðu. Tí tá vil eitthvørt tiltak av tí slag koma undir ta kategoriuna. Við virðing fyri verkfalsrætti, so vilja tað altíð vera framleiðslu- virði, sum fara fyri skeyti í einum arbeiðssteðgi. Bara tú steðgar ein tíma fara virði fyri skeyti. Men tað er væl ein partur av tí rætti, sum fakfeløgini hava at niðurleggja arbeiði. Tað er ein partur av tí demokrat- isku skipani at nokta at fara til arbeiðis. Løgmaður sigur víðari, at tað eru sum so ikki sam- felagsvirði sum fara fyri skeyti men meira tap uppá at skapa samfelagsvirði. Og tað er ein annar spurningur. Og hann leggur aftrat: - Men eitt tílíkkt verkfall er sera negativt fyri samfel- agið alt, bæði á ein og ann- an hátt, og tí eigur man at koma burtur úr tí sum skjótast og fáa frið á ar- beiðsmarknaðinum, soleið- is at vit eisini kunnu skapa tey neyðugu virðini fram- eftir. Tað má vera semings- stovnurin, sum finnur eina loysn nú. Stovnurin hevur enn ikki boðað landsstýrin- um frá, at hann vil kasta frá sær, tí einki er at gera. Úttalilsi hjá fíggjar- málaráðharra Hvat sigur løgmaður til út- tililsini og handfaringina hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálinum av støðuni á arbeiðsmarknaðinum – nú fleiri geva honum part av skyldini fyri tí fastlæstu støðuni? - Tað frátekur so ikki nøkrum pørtum, uttan mun til hvussu man handlar í einum máli, at hava ábyrgd- ina av at hava skipað viður- skifti á tí privata arbeiðs- marknaðinum. Løgmaður heldur tað tí vera fullkomi- liga skeivt at blanda tingini saman sum tá tað verður havt at fíggjarmálaráðharr- anum fyri ikki at vilja góð- taka sáttmála millum SEV og Maskinmeistarafelagið. Tað er eitt heilt annað mál. Uppá fyrispurning hvat hann sigur til orð fíggjar- málaráðharrans í Útvarpin- um um, at tað í veruleikan- um als ikki er pláss fyri nakrari lønarhækking yvir- høvur sigur løgmaður, at ein landsstýrismaður má kunna úttala seg um búskaparligu viðurskiftini í løtuni, við fallandi fiskaprísum og ringu støðuni í alivinnuni, rækjuvinnuni og øðrum vinnum uttan at verða lagdur undir at leggja seg út í samräðingarnar á privata arbeiðsmarknaðinum. - Men er tað ikki óhepp- ið av fíggjarmálaráðharran- um mitt undir samráðing- unum á privata arbeiðs- marknaðinum at siga, at tað í veruleikanum ikki er ráð til nakra lønarhækking yv- irhøvur? - Vit skulu lata vera við at blanda okkum uppí tað, sum fer fram á privata arbeiðsmarknaðinum: - Men hevur ein av tínum landsstýrismonnum ikki júst gjørt tað við slíkum úttalilsum. - Tað skal eg ikki siga, men um generell úttalilsi um búskap skal tulkast sum at leggja seg út í samráð- ingarnar, ja so kann man als ikki siga nakað. Tað er nøk- ur ting, sum hanga saman. Kappingarførið - Tað, sum ræður um, er at varðveita okkara kapping- arføri. Tað er ein veldugur trupulleiki fyri okkara út- flutning, um alt verður dýrari, tí tá kanst tú ikki senda rokningina víðari til tað almenna men til keyp- aran, og tað verður í kapp- ing við gongdina í øðrum londum. Ein stór lønar- hækking kann hava við sær, at tað verða vinnur í dag, sum loysa seg, ið ikki koma at loysa seg, orsakað av at rokningin til brúkaran, verður tað hægri. Tað, sum ræður um hjá okkum er at varðveita kappingarførið fyri at skapa arbeiði til allar hendur í hesum landinum. Tað skulu vit ansa væl eftir. Tí er tað ikki ein spurning- ur um bruttoløn men um nettoløn ella rættari tað, sum liggur eftir hjá tí ein- staka. Tað skal man verja væl um. Og har má vera eitt sam- spæl millum partarnar á ar- beiðsmarknaðinum og tað almenna. Uppá fyrispurning hví løgmaður koyrdi starvs- fólkamál frá sær og til fíggjarmálaráðharran sigur Anfinn Kallsberg, at hetta er úrslit av eini langari pro- sess og eisini ynski hjá Starvsmannafelagnum, at teir bara vilja hava ein mót- part hjá tí almenna, nevni- liga fíggjarmálaráðið at samráðast við um lønir og starvsfólkavirðuskifti. - Tað var eisini eftir gjølliga umhugsan, at eg gjørdi hetta. Tað var ikki fyri at sleppa mær av við økið men fyri, at fakfeløg- ini ikki skulu hava tað at skylda uppá, og tí at hetta var eitt so framstandandi ynski. Anfinnur Kallsberg, løgmaður vil ikki leggja seg út í verkfallið sum støðan er nú NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 27. mai. Lucianus, deyður umleið ár 200. Saman við fleiri øðrum tikin av døgum um Svartahavsleiðina. Kristian Osvald Viderø føddur hendan dagin í 1906. Jógvan Elias Thomassen givin á Landssjúkra- húsinum Fríggjadagin 23. mai var móttøka á Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, í sambandi við at Jógvan Elias Thomassen fór frá sum leiðari á Tænastu- deildini eftir at hava starvast 36 ár á stovninum. Jógvan Elias er føddur og uppvaksin í Sandavági, sonur Jacobu, f. Petersen, og Zacharias Thomsen. Sum ungur fór hann til Danmarkar, har hann fekk sær handilsútbúgving og arbeiddi á einum grann- skoðaravirki. Heim aftur komin í 1961 arbeiddi hann sum bókhaldari hjá byggifyritøkuni Danberg & Joensen til 1967, tá hann fekk starv á Landssjúkra- húsinum. Hann byrjaði sum assistentur á lønar- deildini og seinni sum yvirassistentur á hesi deild. Jógvan Elias var í fleiri ár varaumjónarmaður á Landssjúkrahúsinum og í tíðarskeiðum sum virkandi sjúkrahússtjóri. Eftir sein- astu bygnaðarbroytingarnar í sjúkrahúsleiðsluni hevur hann, síðan 1. februar 1997, verið leiðari á Tæn- astudeildini á Landssjúkra- húsinum. Jógvan Elias giftist í 1961 við Sonju, f. Petersen, eisini úr Sanda- vági, tey hava búð í Havn síðan 1961 og eiga synirnar Zacharias og Hans. Fimm ættarlið Her eru fimm ættarlið, fremst f.v. Katrina Streymoy 88 ár, olduromma, (situr undir barninum) búsitandi í Vestmanna. Ættað úr húsunum á Rætt í Kollafirði, dóttir Jóhannes og Jóhannu Djurhuus í Kollafirði. Sæbjørg Dam 61 ár, langomma, búsitandi í Esbjerg, dóttir Katrinu og Emil Streymoy í Vestmanna. Aftast h.m. Katrin Hammer 41 ár, omma, búsitandi á Rætt í Kollafirði, dóttir Sæbjørg Dam í Esbjerg. Aftast v.m. Amy Hammer 25 ár, mamma, dóttir Katrin og Erland Hammer í Kollafirði. Herit Johannesen 2 ár (situr undir oldurommuni), búsitandi á Rætt í Kollafirði, dóttir Amy Hammer og Finn Hera Johannesen í Kollafirði. Herit fyllir 2 ár í dag 27. mai. Í gjár komu umleið 20 motorsúkklistar við Norrønu at luttaka á "North Atlantic Motorcycle Rally" í Føroyum. Luttakarar- nir koma úr Dan- mark og Svøríki. Tað er Ove Ritter í Havn sum samskipar til- takið MOTORSÚKKLUR Magnus Gunnarsson Felags fyri allar motor- súkklurnar er, at tær eru av merkinum Harley David- son. Umframt at teir koma koyra kring landið, verður eitt serligt tiltak á Føroya Barnaheimi í Pedda við Steinsgøtu í Havn hósdag- in, Kristi himmalsferðar- dag. Vanligt er at Harley Davidson felagsskapir gera nakað fyri børn. Her hjá okkum savnar felags- skapurin pening til Føroya Barnaheim í Havn. Pen- ingurin er oyramerktur til eina ferð fyri børnini á Før- oya Barnaheimi í summar. Í hesum sambandi verður opið hús á Føroya Barna- heimi Kristi Himmalferð- ardag, 29. mai, har motor- súkklistarnir úr Danmark og Svøríki eisini vera við. Donsku og svensku gest- irnir hava leikur við til børnini og ein peningagáva verður handað. Børnini sleppa eisini ein túr á baksetrinum á Harley Davidson motorsúkkl-un- um. Tað er Ove Ritter í Havn sum samskipar til- takið, hann er eisini Harley Davidson umboð í Før- oyum. Motorsúkklistarnir fara avstað aftur við Norrønu fríggjadagin 30. mai. Vitja Føroya Barnaheim við Harley Davidson C M Y K 9 8