týsdagur 27. mai 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ 8]
[ 9]
Løgreglan í Klaksvík
fær eyka manning til
norðoyastevnu og
arbeitt verður døgnið
runt. Ráðið frá løg-
regluni til fólk er, at
tey skulu hugna sær,
men skikka sær væl, tí
tað er ongin grund til,
at løgreglan noyðist
at leggja uppí, sjálvt
um fólk skulu hava
tað stuttligt
Í STEVNUHÝRI
Ingrid Bjarnastein
Uppgávan hjá løgregluni á
norðoyastevnu er halda skil
í. Til norðoyastevnu fær
løgreglan í Klaksvík eyka
manning norð til at hjálpa
sær, so orka verður til at
hava vakt døgnið runt.
– Vit royna at fáa alt at
ganga stilt og friðarliga fyri
seg á norðoyastevnu, sigur
Hans Djurhuus, sýslumað-
ur í norðoyggjum.
Tað er so ymiskt, hvussu
nógv er at gera hjá løgregl-
uni á stevnunum. Alt eftir,
hvussu fólkið skikkar sær.
– Fólkini, sum eru í bý-
num gera av, hvat løgreglan
hevur at gera. Um veðrið er
gott, so eru sjálvandi meira
fólk í býnum.
Væl mannaðir
Til eitt vanligt vikuskifti
eru tríggir mans á vakt frá
klokkan 19 á kvøldið til 3 á
morgni. Á norðoyastevnu
verða tað eini seks til sjey
mans á vakt alt døgnið.
– Vit eru væl mannaðir á
norðoyastevnu. Fólk eru til
arbeiðis alt døgnið, og vit
byrja longu fríggjadag, og
koyrt verður heilt inntil
mánamorgun
einaferð,
greiðir Hans frá.
Tríggir mans koma eisini
til hjálpar á norðoyastevnu,
tí annars hevði tað ikki
verið møguligt at koyra alt
døgnið.
Tað arbeiða níggju løg-
reglumenn á politistøðini í
Klaksvík, og harafturat eru
tríggir
eykamenn.
Teir
menninir hava onnur yrki,
men hjálpa løgregluni um
kvøldið.
– Á norðoyastevnu býta
vit vaktirnar sundur so-
leiðis, at politistarnir í
Klaksvík eisini kunnu fáa
frí. Vit royna at gera tað
soleiðis, at helvtin hevur frí
leygardag, og hin helvtin
hevur frí sunnudag, sigur
sýslumaðurin.
Løgreglan metir ikki, at
tað verður meira herverk í
býnum sjálvt um tað er
stevna. Men nógv full fólk,
sum ikki klára seg sjálvi
koma í brummuna at sova.
– Tað er ymiskt, hvussu
nógv eru her og gista á
norðoyastevnu. Nøkur ár
eru fá og nøkur ár eru nógv.
Tvær brummur eru til
yvirnáttandi gestir, og um
løgreglan ikki veit, hvar
onkur fullur hoyrir heima,
verður viðkomandi settur í
brummuna at sova rúsin av
sær.
– Eg vil ikki siga, at tað
er stríggið á norðoyastevnu.
Ein venur seg við tað. Tað
er ein partur av arbeiðnum
hjá okkum at arbeiða um
náttina. Eg haldi ikki, at
norðoyastevnan er tann
strævnasta tíðin á árinum.
Alt er bara so konsentrerað
uppá eitt vikuskifti á árin-
um.
Løgreglan koyrir og
gongur runt alla norðoya-
stevnuna, og heldur eyguni
við fólki. Til kappróður og
fótbóltsdystir er løgreglan
eisini til staðar, um okkurt
skuldi verið á vási.
Men sjálvt um løgreglan
er lógarinnar langi armur,
so merkir tað ikki, at fólk
ikki skulu hava tað stuttligt.
Ráðini til fólk eru einføld:
– Fólk skulu hugna sær
og skikka sær væl. Tað
kann ikki vera meiningin,
at sjálvt um man hugnar
sær, so skal løgreglan uppí
at hjálpa. Hetta man vera
gjøgnumgangandi fyri allar
stevnurnar. Endamálið við
eini stevnu kann ikki vera,
at tú endar í brummuni fyri
at sova rúsin av sær, sigur
Hans Djurhuus, sýslumað-
ur í norðoyggjum at enda.
Hugnið tykkum og skikkið tykkum væl
– Eg vil ikki siga, at tað er
stríggið á norðoyastevnu. Ein
venur seg við tað. Tað er ein
partur av arbeiðnum hjá
okkum at arbeiða um
náttina. Eg haldi ikki, at
norðoyastevnan er tann
strævnasta tíðin á árinum.
Alt er bara so konsentrerað
uppá eitt vikuskifti á
árinum, sigur Hans
Djurhuus, sýslumaður í
norðoyggjum
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
9
8