týsdagur 27. mai 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 99 - 27. mai 2003
Nr. 99 - 27. mai 2003
11
Norðuratlantsbryggjan hevur havt opið hús fyri
sínum komandi samstarvspørtum í Danmark og
fyri føroysku pressuni, soleiðis sum greitt er frá á
øðrum stað í blaðnum. Hóast sjálvt húsið enn
stendur í hálvum gekki, er greitt, at verkætlanin
Norðuratlantsbryggjan er eitt sera spennandi og
hugfloygt tiltak. Eldsálin í hesi verkætlan er
Vígdis Finnbogadóttir, fyrrverandi forseti Ís-
lands. Leygardagin varð greitt frá tiltakinum, nú
hetta mentanarliga flaggskip Útnorðurs fer av
bakkastokki um eitt hálvt ár. Í hesum sambandi
helt Vígdis Finnbogadóttir mergjaða røðu fyri
innbodnum á Den Grønlandske Handelsplads í
vikuskiftinum, har eisini Sosialurin var til steðar.
Í stuttum kann sigast, at verkætlanin gongur út
uppá at skipa eitt mentanarligt samstarv millum
Ísland, Grønland, Føroyar og Danmark úti á
gomlu grønlendsku bryggjuni í Keypmannahavn.
Talan er eitt kombinerað umboðsstovuhús og eitt
mentanarhús. Húsið sjálvt er eitt umleið 250 ára
gamalt pakkhús hjá Kgl. Grønlendska handlinum,
ið stendur á sunnara armi í havnini í Keypmanna-
havn stutt frá nýggju operahúsunum. Húsið sjálvt
er ein gáva frá danska statinum og hevur
verkætlanin annars fingið stuðul frá Grunni A.P.
Møllers.
Sum nevnt fevnir Bryggjan um nógv ymiskt
virksemi. Her verða íslendsku, grønlendsku og
føroysku sendistovurnar, ferðavinna, norður-
atlantisk matstova og mentanarligt virksemi.
Bryggjan gevur góðar møguleikar at sýna
Norðurlondum og Europa, hvat Útnorður hevur at
bjóða umheiminum. Bryggjan skal ikki koma í
staðin fyri Føroyahúsið, ið hevur annað men ikki
minni týðandi virksemi. Hon er eitt supplement
og hevur nógvar aðrar uppgávur, sum eru vendar
móti umheiminum. Man kann eisini siga, at
Bryggjan verður eitt týðandi portur hjá umheim-
inum í Útnorður.
Bryggjan verður sostatt ikki bert eitt mentanar-
hús, men ein gluggi hjá Útnorði á europeiska
meginlandinum. Hetta gevur føroyskum vinnu-
lívi, ferðavinnu og mentanarlívi góðar møguleik-
ar at marknaðarføra seg í Norðurlondum og í
Europa. Hetta er ein sera stór avbjóðing til
føroyskt mentanar- og vinnulív. Vit ivast ikki í, at
føroysku samstarvspartarnir fara at megna hesa
avbjóðing og at teir fara troyta teir møguleikar,
sum Bryggjan hevur at bjóða. Men hetta verður
eitt tungt tak at fáa at mæla runt, men har viljin og
evnini eru, má tað eisini fara at bera til.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Spennandi verkætlan
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Heðin Ziska Davidsen
Hatta havi eg hoyrt fólk
siga, og tað er kanska ikki
so undarligt, at tey ikki
vita, hvat eitt spælistað er
fyri nakað. Hvussu skulu
tey vita tað? Her er jú einki.
Vit, tónleikarar og tónleika-
áhugað, hava sóknast eftir
einum
sovornum,
og
kanska skuldi man roynt at
greitt frá, júst hvat tað er
man sóknast eftir. Hetta er
mín fatan av, hvat eitt
spælistað er ella kann vera.
Man kann seta eitt spæli-
stað upp í móti einum kon-
sertsali og upp í móti eini
café/bar, har tónleikur eis-
ini javnan verur framførd-
ur.
Seta vit fyrst upp í móti
eini café/bar, so er tað
soðleiðis á slíkum støðum,
at man drekkur ein kop av
kaffi ella eina øl, og hevur
so tónleikin afturvið. Liv-
andi ella ikki. Á einum
spælistað er tað hinvegin.
Man lurtar eftir tónleiki
(helst livandi) og drekkur
ein kop av kaffi ella eina øl
afturvið. Har er jú ikki
tónleikur allatíðina, og tá er
tað sum ein vanlig café,
men tá tónleikurin er, tá er
tað tónleikurin sum er.
Ein konsertsalur er ein
pallur við rekkjum av stól-
um framman fyri. Fólkini
koma inn, keypa bilett,
heingja frakkar og jakkar í
garderobuna og seta seg á
sín stól, og hyggja beint
fram á pallin. Á einum
spælistað eru borð og stólar
sett upp. Man kann hava
rekkjur av stólum fremst
ella ikki. Tað veldst um
tónleikin. Fólkini koma
inn, keypa bilett, um tað
verður
kravt,
heingja
frakkar og jakkar upp, um
tey tíma, keypa sær eina øl
ella okkurt annað, seta seg
við eitt borð og njóta. Ella
ikki og fara.
Man kann siga, at spæli-
staðið liggur ímillum café-
ina og konsertsalin. Man
kemur fyri tónleikin - og
samveruna.
Sigast skal eisini, at einki
stað avloysir hitt. Tørvur er
á caféum, spælistøðum og
konsertsalum. Trupulleikin
er tann, at her er einki
spælistað, og av teirri or-
søk, hava vit tónleikarar
ført spælistað-rolluna yvir
á caféir, og tað er ikki
rímuligt. Har eru eisini
fólk, sum koma at drekka
kaffi og slíkt í frið og náð-
um, og so koma vit buldr-
andi. Men tað er tað
nærmasta vit hava til eitt
spælistað, og vit hava eisini
ein ávísan spælitørv, ið skal
nøktast.
Jákup Sverri F. Kass
sjálvstýrismaður
Tað føroyska samfelagið er
broytt ómetaliga nógv, síð-
ani løgtingsvallógin frá
1978 kom í gildi. Millum
annað hava kommunusam-
anleggingar ført við sær, at
fólk skulu velja bý- ella
bygdaráðslim í einum øki
og løgtingslim í einum
øðrum. Tað kann ikki verða
rætt. Ynskja vit eitt dynam-
iskt og framkomið sam-
felag, so noyðast vit at
broyta lóginar soleiðis, at
tær passa til tíðina.
Tað virkar, sum um at
lokalpolitikarar vilja berj-
ast av øllum alvi til tess at
tryggja sær, at valskipanin
ikki skal broytast. Tað sigur
seg sjálvt - teir hava nakað
at missa.
Spurningurin
er,
um
Føroyar og føroyingar ikki
hava meira at vinna, um
samfelagið
fær
lands-
politikarar,
sum
síggja
longuri
enn
til
næsta
bøgarð. Tað er somuleiðis
einki, sum forðar fyri, at
suðuroyingar, sandingar,
vágamenn, norðurstreym-
oyingar, eysturoyingar og
norðoyingar hava júst líka
góðar
møguleikar
at
markera seg og gera seg
galdandi landspolitiskt sum
suðurstreymoyingar.
Løgtingsvallógin leggur
upp til, at tað skullu verða
lokal mál, og ikki lands-
politisk mál, sum skullu
stýra skránni. Eitt nú tá ið
fíggjalógin skal viðgerast á
tingi, so eru tað smámálini,
sum upptaka talutíðina hjá
flestu tingfólkunum. Størri
samfelagslig mál, so sum
sosial, vinnulívs og fíggj-
armál, langtíðarætlanir o.a.
fáa ikki nærum so nógva tíð
sum t.d. kajkantar og
Strandferðslan. Tað eru
lokalpolitikarirnir í lands-
politikki, sum seta skránna!
Føroyar - Eitt valdømi
Er tað veruligur landspoli-
tikkur og landspolitikarar
ein ynskir, so er ein broyt-
ing av valskipanini neyðug.
Broytingin skuldi í fyrsta
umfarið fevnt um at niður-
lagt tey sjey valdømini,
soleiðis at man fekk eitt
valdømi, sum fevndi um
allar Føroyar og allar før-
oyingar. Fingu vit eitt val-
dømi, so stóðu allir løg-
tingslimir til svars fyri
øllum føroyingum.
Eitt valdømi vildi somu-
leiðis gjørt tað møguligt at
framt langtíðar ætlanir,
sum fevndu um alt landi, og
ikki bert lappaloysnir.
Grønland er í dag eitt
valdømi. Landið er nógvar
ferðir størri enn Føroyar,
men fólkatalið er næstan
tað sama. Veruleikin er
tann, at broytingin av val-
skipanini í Grønlandi ikki
hevur ført við sær, at út-
jarðarin er avtoftaður, men
nærmast tvørtur ímóti. Til
tess at verða afturvald
ferðast grønlendsku val-
evnini nú landi runt til tess
at tekkjast veljarunum.
Hetta hevur skapt eina
størri eindarkenslu ímillum
býgd og bý - høvuðsstað og
útjarðara.
Var Føroyar eitt valdømi,
so hevði valstríðið eisini
verið merkt av, at politik-
arar frá øllum landinum
gjørdu sum mest burturúr
at seta seg inn í viðurskifti,
sum komu øllum føroy-
ingum við. Valevnini høvdu
ikki havt ráð til at lati vera.
Alt Føroyar hevði verið eitt
møguligt heimabeitið hjá tí
framfysna valevninum.
Frá Føroya Landstýri og
sitandi løgmanni er ongin
bati at hóma - teir vilja ikki
at taka spurningin, um at
skipað Føroyar sum eitt
valdømi, upp á tingi. Und-
irritaði hevði ein fyri-
spurning um hetta mál á
tingi í 1999, men løgmaður
hevði ikki somu áskoðan.
Tí er at vóna at spurning-
urin verður tikin uppaftur,
soleiðis at hann kann gerast
ein partur at politiska og
samfelagsliga
tjakinum
fram til næsta løgtingsval.
Spælistað? Hvat er tað?
Lokalpolitikarir í landspolitikki
Marjus Dam
løgtingsmaður
Fyri stuttari tíð síðani,
hevði samgongan ráð at
stjala eina millión krónur
dagliga frá føroyinginum
við at skerja ríkisveiting-
ina.
Nú hoyra vit so Karstin
Hansen siga alment, at
"samfelagið hevur ikki
ráð" - at gjalda lønhækk-
ing.
Men hví skal lønin
upp? Tí loysingarsam-
gongan krevur alt ov
høgar skattir og avgjøld.
Vegna loysingina. Sum
so aftur útholar realløn-
ina hjá fólki.
Ja, skattirnir eru so
høgir, at vandi er fyri at
kappingarføri rýkur. Og
hesum
hevur
sitandi
samgonga alla ábyrgdina
av.
Sannleikin er, at vit í
Føroyum enn hava eitt
kreppu
háskattatrýst,
hóast kreppan ikki er
longur. Vandi er tó fyri,
sum vanligt, at vit fáa
eina nýggja kreppu, eftir
at Tjóðveldið hevur stýrt
saman við Fólkaflokkin-
um í nøkur ár!
Ein kann spyrja hví
samfelagið ikki hevur
ráð. Og vit kunnu spyrja,
um vit høvdu ráð til at
samgongan uttan nakra
konsekvensútgreining
kutaði 1/3 av ríkisveit-
ingini. Tí tað høvdu vit
ikki ráð til, eftir meting
hjá Sambandsflokkinum.
Og ikki ein einasta út-
rokning fyriliggur, ella
var fyriløgd Løgtingin-
um, hóast nógvar spurn-
ingar um hesi viður-
skiftir. Hægsta mál K
Hansens og øðrum loys-
ingarvandalum eru at
stjala enn meiri frá sam-
felagnum, og so senda
rokningina fyri hetta sum
hægri skatt og lægri løn
til føroyingar.
Og nú eru so ikki "ráð"
at gjalda eina lønarhækk-
ing, so at kompensatión
fæst fyri økt avgjøld í
sitandi samgonga er or-
søkin til. T.d.
• eitt økt SVF avgjald, ið
núsitandi
samgonga
álegði hvørjum húski
(1000 kr áðrenn skatt).
• mótrokning fyri, at
arbeiðsgevarar skulu
gjalda tveir teir fyrstu
sjúkradagarnar (einar 6
milliónir krónur).
• Timalønt húskir í fáa
børn, verða stolin fyri
10-12 milliónir krónur,
tí útrokningarhátturin
er broyttur og bein-
leiðis rættaður ímóti
teimum tímaløntu.
• At tíggjutals milliónir
kr av útreiðslum eru
fluttar til kommunur-
nar.
• Soleiðis kann ein halda
fram. Núsitandi sam-
gonga hevur framt ein
beinleiðis skaðiligan
lands og arbeiðara-
politikk. Við at hava
góð ráð at blaka pening
av landinum, og síðan
senda rokningina til ar-
beiðandi fólk, pension-
istar o.o.
• Samlaða skattatrýstið
er eitt av teimum
hægstu í heiminum.
Tað eigur at lækkast.
Fólkaflokkurin megnar
ikki at fremja hendan
setning saman við Tjóð-
veldinum. Og loysingin
hevur bert øktar skattir
og verri liviumstøður at
bjóða føroyingum. So
einkult er tað.
Landið lamskotið:
Aðruhvørja løtu er
landið lamskotið av verk-
føllum, ið eru neyðug til
tess at tryggja arbeiðandi
fólki her á landi nøku-
lunda
livikor.
Men
ábyrgdina fyri, at landi í
tíð og ótíð er lamskotið
av verkføllum eigur bert
sitandi samgonga, ið
meira hugsar um at yvir-
taka og senda enn størri
rokningar til føroyingar,
heldur enn at hava sum
høvuðsuppgávu at bøta
um livikor føroyinga.
Sambandsflokkurin
hevur til endamáls at
bøta um livikor og við-
urskiftir føroyinga - og tí
vilja vit onki hava við
loysingina at gera.
Okkara
politikkur
hevði tryggja betri og
stabil viðurskiftir bæði
hjá arbeiðandi fólki og
vinnu. Við lægri skatta-
trýsti. Tí samfelagið hev-
ur tað bert gott um bæði
vinna og fólk hava tað
gott. Okkara politikkur
hevði avgjørt givið eitt
betri grundarlag hjá bæði
arbeiðandi føroyingum
og vinnu. Og helst hevði
ikki verið neyðugt at
streika so ofta - tí tað var
óneyðugt
fyri
báðar
partar.
Loysing oyðileggur -
Samband styrkir og gev-
ur nøgdsemi.
VIÐMERKINGAR
Samgongan lam-
skotið Føroyar
Yvirlýsing
Fundarluttakararnir taka fult undir við fakfeløgunum í
verkfalli teirra, og teimum lønarkrøvum, sum feløgini
hava sett fram.
Samstundis átala fundarluttakararnir harðliga, at
semingsstovnurin, saman við arbeiðsgevarafeløgunum,
royna at hótta við at senda semingsuppskotið til urat-
kvøðugreiðslu, hóast semingsmenninir eru vitandi um,
at leiðslurnar í fakfeløgunum hava fulla heimild at taka
støðu til semingsuppskotið vegna limirnar í feløgunum.
Fakfeløgini átala harliga, at Arbeiðgevarafelagið
leggur seg út í innanhýsis viðurskifti hjá Arbeiðara-
feløgunum. Vit spyrja tí, hvar okkara demokrati er tá
Arbeiðsgevarafelagið saman við semingsstovninum skal
avgerða um eitt semingsuppskot skal til uratkvøðu ella
ikki - hvat hava vit tá fakfeløgini til !
Fundurin staðfestir, at einki fordømi er um, at
semingsmaður hevur avgjørt, at semingsuppskot skal
sendast út til uratkvøðugreiðslu, um ikki bæði
arbeiðsgevarasíðan og løntakarasíðan hava tikið undir
við hesum, og tí er hóttanin frá verandi semingsmanni
ein greið ábending um, at tað eru áhugamálini hjá
arbeiðsgevara-síðuni hann røkir, nú hann setir fram
slíkar hóttanir.
Fundurin vísir á, at sambært semingslógini kann eitt
semingsuppskot, sum sent er út til uratkvøðugreiðslu,
verða kroyst niður yvir løntakararnar, hóast meirilutin
av teimum sum atkvøtt hava, er ímóti uppskotinum, og
tí skilja vit væl, at arbeiðsgevarasíðan trýstir á
semingsstovnin fyri at fáa uppskotið sent út til slíka
atkvøðugreiðslu.
Fundarluttakararnir eru samdir um, at fakfeløgini ikki
eiga at medvirka til, at lønarviðurskiftini hjá limunum
verður avgjørt á ein so ódemokratiskan hátt, sum
uratkvøðugreiðslan er.
Tórshavn, 24. mai 2003
Arbeiðarafeløgini í verkfalli
TÍÐINDASKRIV
Maskinmeistarafelagið
Í fjølmiðlunum í gjár upp-
lýsti leiðarin á Fiskiveiði-
eftirlitinum, at øll viður-
skifti vóru komin í rættlag,
áðrenn maskinmeistararnir
søgdu seg úr starvi tann 28.
februar og at hann ikki
skilti, hvat ósemjan snúði
seg um.
Tað uppskot til sáttmála,
ið Maskinmeistarafelagið
hevur mett at kunna vera
nøktandi, er komið við
telduposti frá Fíggjarmála-
ráðnum tann 26. apríl t. v. s.
slakar 2 mánaðir eftir, at
maskinmeistararnir høvdu
sagt seg úr starvi.
Vit mugu sostatt tíverri
staðfesta, at leiðarin á
Fiskiveiðieftirlitinum ber
beinleiðis ósannindir til
fjølmiðlarnar.
Rætting til úttalilsir hjá leiðaranum á
Fiskiveiðieftirlitinum
Fakfeløgini hava áður víst
á, at føroysku reglurnar um
uratkvøðu er ódemokrat-
iskar og ótíðarhóskandi.
Í Føroyum er eitt sem-
ingsuppskot,
sum
sent
verður út til ur-atkvøðu-
greiðslu samtykt, um t.d.
25 % av løntakarunum lut-
taka í atkvøðugreiðsluni og
100 % atkvøða ímóti.
Um t.d. 45 % av løntak-
arunum luttaka í urat-
kvøðugreiðsluni,
so
er
uppskotið samtykt sjálvt
um 66% atkvøða ímóti.
Hetta er tí ein skipan,
sum er bæði ódemokratisk
og ótíðar-hóskandi.
Í grannalondum okkara,
t.d. í Danmark er skipanin
øðrvísi, tí har valdar van-
ligur atkvøðumeiriluti, tó
soleiðis at um minni enn 40
% av løntakarunum luttaka
í uratkvøðugreiðsluni, so er
er uppskotið samtykt um
ikki minst 25 % av teimum
sum hava atkvøðurætt hava
atkvøtt ímóti.
Tað er vælskiljandi, at ar-
beiðsgevarasíðan er so altrá
eftir at fáa semingsstovnin
at senda semingsuppskotið
til uratkvøðu, men tað er
óskiljandi, at semings-
menninir so mikið sum
hugsa um at brúka eina so
avoldaða og ódemokratiska
skipan, og tí er tað ikki at
undrast á, at fakfeløgini
vísa sína missnøgd.
Arbeiðarafeløgini í
verkfalli
Reglurnar um uratkvøðu í Føroyum eru
avoldaðar og ódemokratiskar
John William Joensen
formaður í Norðoya
Sambandsfelag
Tíverri kundi eg ikki lut-
taka á almenna fundinum í
býráðshøllini í seinastu
viku, men eg havi havt sera
stóran áhuga fyri viður-
skiftunum hjá Ítróttini í
Klaksvík.
Eg havi alla virðing fyri
at býráði vil hoyra sjónar-
mið hjá borgarunum, men
tað er ein sannroynd, at hesi
sjónarmið eru longu væl-
kend í býráðnum, og tí er
trupult at fáa eygað á seri-
øsitetin aftan fyri borgara-
fundirnar.
Formaðurin í Mentunar-
nevndini, Jórun Høgnesen,
sigur í Sosialinum, at feløg-
ini sjálvi eiga at taka stig til
at fáa til vega betri um-
støður: "Tað er ikki neyð-
ugt at kommunan fíggjar alt
einsamøll; tað hevur hon
ikki orku til."
Tað skal her verða skorið
út í papp at feløgini hava
ikki størri fíggjarliga orku
enn til raksturin, og at
flestu ítróttarfeløg í býnum
eru húsvill.
Eisini hava aðrir lokal
politikarar melda út, at teir
fara ikki at ganga við til, at
brúka meira pening til
ítróttina.
Formaðurin í mentunnar-
nevndini hevur eisini gjørt
greitt, at tann peningurin,
sum hon umsitur, skullu
brúkast til fólkaskúlan.
Tá politiski viljin ikki er
til staðar at brúka fleiri
pengar til mentan og ítrótt,
so kann tað bert uppfatast
sum ein roynd hjá býráð-
num at skapa tað fatan at
naka hendir á økinum.
Mín
áheitan
til
trí-
mannabólkin, ið arbeiðir
við "ítrótti, mentan og frí-
tíð" skal tí vera, at tey fyrst
finna út av hvussu stórur
tann politiski viljin er at
gera íløgur í økið og hvat
hetta merkir í krónum og
oyrum.
Verðuleikin í løtuni er
tann, at vit hava einki ment-
unnarhús, og at karmarnir
hjá ítróttini ikki eru betr-
aðir síðani fimleikarhøll-
irnar og svimjuhøllin bleiv
bygd í fyrru hálvu av 70-
unum.
Stuttsagt, eigur orðaskifti
ikki at snúgva seg um hvat
lokalir felagskapir ynskja,
tí tey ynskini kenna øll.
Enn styttri sagt: "Ikki
meiri snakk, men meiri
pening og politiskan vilja!"
Ikki meira snakk, men peningur
Tað er altið positivt at tosað verður um trivnað, men í løtuni er trupuleikin vantandi politiskur
vilji
C
M
Y
K
11
10