týsdagur 27. mai 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ 10]
[ 11]
heldur fram við at steðga
teimum, hvørja ferð okkurt
er, sum eigur at verða gjørt
betur, og hvørja ferð hoyr-
ast prutl við varrunum frá
spælarunum, sum við hes-
um gera vart við, at steðg-
urin ikki eigur at vera langt
burtur. Og tað er hann
heldur ikki. Ulf tekur alt
stykkið ígjøgnum einaferð,
og so er steðgur.
Øll reisast, nógv av teim-
um reyð í andlitunum av tí
nógva hitanum og móð av
einum hørðum fyrra hálv-
leiki. Tey ungu sessast í
sofunum og fartelefonirnar
verða tiknar fram beinan-
vegin. Fleiri fáa sær ein
kaffimunn og fara út í
gongina ella útum at fáa
sær eina sigarett. Lagið er
gott á monnum uttanfyri og
prátið gongur lívliga um
tað farna vikuskifti og upp-
gávurnar hjá hornorkestrin-
um, sum liggja fyri framm-
an.
Klaksvíkar Hornorkestur
er fastur táttur á Norðoya-
stevnu. Orkestrið spælir
vanliga til setanina av
stevnuni fríggjadag, til
steypahandanina
eftir
kappróðurin
og
midnáttarsamkomuna
leygardag,
til
skrúð-
gonguna og fólkafundin
sunnudag
og
til
fótbóltsdystin
í
fyrstu
deild. Nógvar uppgávur,
sum tey tó so trúliga møta
upp
til
á
hvørji
Norðoyastevnu. Hetta ger,
at orkestrið má hava nøkur
løg liggjandi, sum altíð eru
til reiðar at spæla. So
plagar okkurt serligt at vera
á
skránni
til
midnáttarsamkomuna, har
orkestrið plagar at hava
eina lítla framførslu upp á
einar tjúgu minuttir. Ofta
verður okkurt lagið frá
Musikkstevnuni spælt tá
eisini.
Steðgurin gongur skjótt,
so tá sigarettin er roykt, og
kaffikoppurin
tømdur,
verður rópt og floytað úr
venjingarhølinum sum tek-
in um, at nú er tíð at byrja
aftur. Fólk sessast aftur, og
nevndin kunnar allar spæl-
ararnar um ferðaætlan og
onnur
viðurskifti
við-
víkjandi Musikkstevnuni,
sum liggur fyri framman í
Runavík Dýra Biðidag.
Tá kunningin er av, verða
ljóðførini tikin uppaftur og
fyri framman liggur enn ein
strævin venjingartími. Vit
takka fyri okkum og tón-
arnir frá vakra lagnum Cri-
mond fylgja okkum út og
eitt fitt petti burturfrá
brandstøðini.
Nú stendur summar-
ið rættiliga fyri dur-
um, og hóast veðrið í
mai mánaði ikki
hevur verið av tí
besta, so boða um
ikki annað summar-
stevnurnar frá tí. Og
til stevnur hava horn-
orkestrini kring land-
ið altíð nóg mikið at
gera. Vit hava vitjað
Klaksvíkar Horn-
orkestur undir venj-
ing
REPORTASJA
Orð: Solby A. Eliasen
Myndir: Jens Kr. Vang
Horntónarnir hoyrast lang-
an veg. Meðan vit ganga
móti venjingarhølunum hjá
Klaksvíkar hornorkestri í
brandstøðini hoyrast tónar-
nir betur og betur. Ein
hugsar við sær sjálvum, at
tað man ikki vera lukkuligt
at standa í millum allar
blásararnar inni í hølunum,
tí tað hoyrist so væl út. Tað
er líka við, at ein umhugsar
bara at verða standandi
uttanfyri og lurta. Men tað
ber jú ikki til.
Tubbaksroykur og angur-
in av kaffi taka ímóti okk-
um, tá vit lata dyrnar upp.
Fyrst kemur ein inn í eitt
rúm, har tað standa sofur og
borð, eitt borð við dupultari
kaffimaskinu á og longri
inni í einum størri høli sita
blásararnir. Teir spæla eitt
stykki, sum kallast English
Folk Songs. Tað ljóðar av-
bera væl, men dirigenturin
Ulf Nordlund er ikki heilt
nøgdur. Ferð eftir ferð
steðgar hann spælarunum
og minnir teir á at halda
tempo, at spæla hart og
spakuligt alt eftir, nær tað
verður kravt av teimum.
Hvørja ferð Ulf steðgar,
so hoyrist onkur blása einar
tveir tríggjar tónar afturat,
nakað sum irreterar fleiri,
so tað verður húsjað nógv –
so nógv, at tað næstan hoyr-
ist betur enn røddin á diri-
gentinum, sum situr á ein-
um stóli, meðan hann diri-
gerar. Ulf tosar um tempo,
hann sigur við spælararnar,
at teir ikki mugu koyra
tempoið niður. Og so drívur
hann á tey aftur. Tannáring-
ar sum gomul, ung sum til-
komin sita øll fult konsen-
trerað og spæla upp á teirra
ljóðføri, meðan tey lesa
nótarnar og av og á hyggja
upp á dirigentin fyri at vita,
um tey megna at fylgja
honum. Av og á sum tón-
leikurin líður kemur eitt róp
frá Ulf, sum er óskilligt fyri
okkum, men knipsið við
fingrunum sigur, at enn
einaferð er tempoið á veg
niður. Suff og puff hoyrist
frá spælarunum, men hóast
tað so ivast tey ikki í, at tað
er rætt, sum Ulf sigur, tí tey
merkja tað væl. Onkur fær
skuldina fyri at draga
tempoið niður, og tá tað er
rættað, so koyra tey á aftur.
Tá komið er til endan av
stykkinum, vil Ulf hava
endan tiknan í gjøgnum
aftur, tí hann heldur ikki, at
teir tungu dreingirnir viga
nóg nógv í endanum. Tað
vil siga, at bass-trombone,
barythone og euphonium,
sum hava tann allarseinasta
tónan í stykkinum, ikki
blása hann nóg hart og reint
út. So tey taka seks tær
seinastu taktirnar í gjøg-
num aftur, og hesuferð
eydnast tað til fulnar. Sein-
asti tónin kennist langt inn í
kroppin, og eitt vælnøgt JA
kemur frá Ulf.
Steðgur takk!
Síðani er tíð at taka eitt
annað stykki fram. Tað er
eitt kent stykki, sum eitur
Spanish Gipsy Dance. So
skjótt sum tey byrja at
spæla, merkir ein, at hetta
eisini er eitt lag, sum fellur
væl í oyruni á fólki. Uttan
at ein er greiður yvir tað,
byrjar ein at fylgja við
taktini. Men nú byrja spæl-
ararnir at troyttast. Tað er
strævið hjá teimum at sita
soleiðis og spæla tað sama
umaftur og umaftur. Ulf
Várblástur frá hornorkestrinum
C
M
Y
K
11
10