týsdagur 27. mai 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 99 - 27. mai 2003
Nr. 99 - 27. mai 2003
13
Johan Dahl
Løgtingsmaður
Landsstýrið sum sat frá
1994 til 98 legði stóran
dent á og gjørdi eitt stórt
arbeiði, at fáa handilssátt-
málar í lag við Eystur-
evropeisku londini. Hetta
var gjørt, tí at landsstýrið
metti, at hesi lond seinni
fóru at gerast partur av ES,
og at tað tí var sera týdn-
ingarmikið at gera handils-
sáttmálar við hesi lond,
áðrenn tað hendi.
Hetta vildi stillað Før-
oyar í eina betri støðu bæði
mótvegis londunum sjálv-
um, og eisini seinni mót-
vegis ES.
Fríhandilssáttmáli varð
undirskrivaður við Estland,
og sáttmálin við Pólland
var eisini komin væl ávegis
til undirskrivingar og havi
eg skilt, at hesin kom upp á
pláss seinasta valskeið eftir
at
sambandssamgongan
hevði gjørt neyðuga heima-
arbeiði, so klárt var stórt
hjá næstu samgongu at
avgreiða málið.
Eisini bleiv tá kunnað
um at samráðingar við
onnur lond vóru í gongd.
Eftir valið í 1998 sá tað
út til, at henda gongdin fór
at halda fram.
Í frágreiðing løgmans um
uttanlandsmál í 1999 varð
sagt, at samráðingar um
handilssáttmálar vóru í
gongd ella um at fara í
gongd við Lettland, Litava,
Rumenia, Bulgaria, PLO,
Kroatia, Turkaland, Russ-
land, Kanada, Kili, Brasilia,
Meksiko og Marokko.
Tann 15. juni 1999 varð
eitt upprit um fríhandils-
sáttmálar millum »Føroyar
og heimsins lond« sent
uttanlandsnevndini.
Har
mælir løgmaður til at
Føroyar fara undir sam-
ráðingar við londini, ið eftir
eru at gera sáttmála við í
Evropa umframt Kanada,
Avstralia, Nýsæland, Suð-
urafrika, Meksiko, Kili og
Brasilia. Harumframt verð-
ur mælt til, at onnur lond
enn tey umrøddu verða
tikin við so hvørt sum
fyrisitingarliga orkan røkk-
ur til og treytað av at lond-
ini svara fráboðanini um at
gera fríhandilssáttmála játt-
andi.
Kundi verið sera áhuga-
vert at fingið at vita hvussu
langt allar hesar avtalu-
samráðingar er komnar og
nær væntast kann tær verða
effektueraðar??
Í løgmansrøðuni 2000
varð sagt, at samráðingar-
nar við Russland og Lett-
land um sínámillum frí-
handilssáttmálar vóru um
at vera loknar. Sagt varð
eisini: "sáttmálin við Russ-
land verður væntandi ein
fullkomin
fríhandilssátt-
máli við ongum avmark-
ingum fyri vøruhandil."
Í løgmansrøðuni í 2001
varð sagt: "Í heyst verður
sáttmáli
undirskrivaður
millum Føroyar og Russ-
land um handilsligt og
búskaparligt samstarv. Tá
hesin sáttmáli er komin í
gildi, verða samráðingarnar
um ein veruligan fríhand-
ilssáttmála millum londini
tiknar upp aftur".
Hvat ið blivið er av øll-
um hinum samráðingunum,
sum vóru í gongd ella um at
fara í gongd í 1999, varð
einki nevnt um í løgmans-
røðuni 2001, - hvar gekk
tað galið ??
Seint á sumri 2001
hoyrdist í føroysku fjøl-
miðlunum, at russar vóru
komnir til Føroya at undir-
skriva sáttmálan, og at
Føroyar sostatt vórðu fyrsta
landið í heiminum, sum
gjørdi fríhandilssáttmála
við Russland. Seinni hoyrd-
ist tó, at russisku umboðini
vóru farin avstað aftur,
uttan at sáttmálin var undir-
skrivaður.
13. november 2001 svar-
aði
Anfinn
Kallsberg
einum fyrispurningi í Ting-
inum frá Edmundi Joensen
um hesi viðurskifti. Í
svarinum segði Anfinn
millum annað: "Ein so-
kallaður MFN sáttmáli við
Russland, ið fer at skapa
munandi frægari útflutn-
ingssømdir fyri Føroyar,
verður eftir ætlan undir-
ritaður tíðliga í vetur...."
Í løgmansrøðuni í 2002
varð sagt: "Samráðingarnar
við
Russland
um
frí-
handilssáttmála hava verið
langar og truplar. Enn er ov
tíðiliga at siga nakað við
vissu um nær komið verður
á mál, men landsstýrið
heldur fram við, at fáa sátt-
mála í lag við Russland."
Hetta sigur ikki sørt um,
hvussu menn hava fyri-
gykla vinnuni gyltar ætl-
anir og møguleikar sum
skulu avtakað allar hand-
ilsforðingar okkara við
útheimin, tó uttan at nakað
av týdningi er avklára enn.
Vónandi verður tó nu
henda avtalan við Russland
undirskrivað av russum ein
av nærmastu døgunum, tí
her
liggur
ein
stórur
marknaður bæði fyri laks,
síl og uppisjóarfisk og
uttan ivað onnur fiskasløg
við, sum vit kunnu leverað.
Tað er ongin ivið um at
tað er sera umráðandi at fáa
so góðar avtalur sum yvir-
høvur gjørligt til vinnuna,
so
útflutningur
okkara
hevur best møguligu treytir
á marknaðunum.
Vónandi er hetta eitt av
aðalmálunum hjá løgmanni
og uttanlandsdeildini á løg-
mansskrivstovuni, at fáa
tær avtalur sum er okkara
hjartamál uppá pláss ong-
antíð ov skjótt.
Tað hevði verið uppá sítt
pláss
at
løgmansskriv-
stovan greiddi okkum frá
hvussu langt er komið
áleiðis í hesum arbeiðinum
við "Fríhandilssáttmálum
við Heimsins lond" , - so
vit vistu hvar vit stóðu i
hesum málið.
Hvar blivu fríhandilsavtalurnar av?
Lovaður fríhandilsavtalurnar millmur Føroyar og heimsins lond – hvar blivu tær av?
MARKNAÐARRÁK
Seinasta vika gjørdist, eins og
vikan frammanundan, ein
sera positiv vika fyri láns-
brøv. Longu í byrjanini av
vikuni tóku lánsbrøv dik á
seg, eftir at amerikanski
fíggjarmálaráðharrin
John
Snow hevði givið ábendingar
um, at politiska stevnumiðið
um at varðveita ein sterkan
dollar nú hevur minni týdn-
ing. Beinanvegin styrknaði
evran mótvegis dollaranum.
Evran er styrknað nógv sein-
astu dagarnar og er um at
gerast eitt haft um beinið á tí
frammanundan veika evrop-
iska búskapinum. Ein sterk
evra minkar um kappingar-
førið hjá evropiskum virkjum
og hervið møguleikunum fyri
einari framgongd. Avleiðing-
in gjørdist, at evropisk láns-
brøv, og sostatt eisini donsk,
hækkaðu munandi mánadag-
in, og hækkingin helt áfram
so at siga alla vikuna.
Hóast lánsbrøv hava havt
eina sera góða viku, hevur
hetta sum heild ikki havt
negativ árin á partabrøv. Í
høvuðsheitinum hava láns- og
partabrøv seinastu vikuna
sostatt aftur sveiggjað ótengd
hvør at øðrum. Meðan láns-
brøv hava eyguni meira eftir
gjaldoyragongdini og vant-
andi prísvøkstri, hava parta-
brøvini meira eyguni eftir
bjartari búskaparligum útlit-
um seinni í ár, sum fara at
stimbra inntøkurnar.
Fríggjadagin setti danski
tjóðbankin sokallaðu repo-
rentuna niður við 0,05%-
stigum. Hetta hevði so at siga
onga ávirkan á marknaðin,
men fleiri rentuniðursetingar
eru í væntu. Komandi dagar-
nar verður tað væntandi fram-
vegis gongdin í leiðandi
gjaldoyrunum, sum kemur at
hava høvuðsávirkanina á
lánsbrævamarknaðirnar. Eis-
ini hóttanin um framhaldandi
yvirgang kann ávirka. Av hesi
orsøk meta vit, at rákið við
fallandi rentum kann halda
áfram. Verður hugt nakað
longur frameftir, er avgerandi
spurningurin, um ávaringar-
nar um vantandi prísvøkstur í
USA verða staðfestar.
Seinasti roknskapurin av
týdningi, ið er almannakunn-
gjørdur, er tann hjá ameri-
kanska virkinum Hewlett
Packard, ið staðfesti tí sum
heild positivu gongdina, vit
hava sæð seinastu vikurnar.
Partabrøv hava staðið seg
sera væl í seinastuni og tí
kann hugsast at íleggjarar
fara at staðfesta vinning.
Partabrøv standa kortini stinn
í løtuni, og útlit eru fyri, at
hesi fara at liggja hægri við
ársenda enn nú.
Gjaldoyru positivt árin á lánsbrøv
Vika 22, 2003
www.kaupthing.fo
Fuglafjarðar sangkór
fær vitjan av Mid-
nattskören úr Lund í
hesi vikuni
KÓR
Frits Johannesen
Fjør vár var Fuglafjarðar
sangkór á konsertferð í
Norður-jyllandi, Svøríki og
Keypmannahavn.
Kórið
vitjaði í Lund og var gestur
hja Midnattskören í hesum
býi. Kórleiðari er Gösta
Petersen, sum er ein sera
fjøllbroyttur kórleiðari - er
góður harmonikuspælari,
og hetta ljóðførið nýtir
hann nógv, tá ið hann leiðir
kórið.
Kórið
syngur
svenskan kórsang, fjøl-
broyttan fólkatónleik úr
ymsum
heraðshornum,
men hevur eisini kirkju- og
norðurlendskan kórtónleik
við á skránni. Gösta Peter-
sen er eisini tónaskald, og
fara vit eisini at hoyra løg,
sum hann sjálvur hevur
skrivað.
Midnattskören kemur
týsdagin 27. mai og fer av-
stað aftur mánadagin 1.
juni.
Mikukvøldið 28. mai kl.
20:00 hevur kórið konsert í
Eiðis kirkju.
Hósdagin 29. mai kl.
16:00 - Kristihimmals-
ferðardagur, skuldi kórið
hava konsert í Norður-
landahúsinum, men vegna
verkfallið, verður konsertin
flutt í annað høli í Havnini
og verður lýst um hetta í
Útvarpinum og bløðunum.
Fríggjadagin 30. mai kl.
20:00 fara Midnattskören
og Fuglafjarðar sangkór at
hava konsert í Mentanar-
húsinum í Fuglafirði.
Leygardagin 31. mai kl.
19:00 hevur kórið konsert í
Kristjanskirkjuni í Klaks-
vík.
Forvitnislig
kórvitjan
Magni Laksáfoss
Streymnes
Annita
á
Fríðriksmørk
hevur nakrar viðmerkingar
til viðtalu mína við Sosialin
tann 16. mai.
Eg vil nýta høvið til at
ynskja Annitu vælkomna
aftur av barnburðarfarloyvi.
Í míni viðtalu við Sosial-
in vórðu tveir spurningar
viðgjørdir:
Annað er kjakið um løn-
arspurningin - tvs.: Hví eru
lønarkrøvini so stór? Vil
ein skattalætti minka um
lønarkrøvini? Hevur fíggj-
arpolitikkurin ávirkan á
lønarkrøvini?
Hitt evnið var um bú-
skaparútlitini komandi ár-
ini og hvørjir trupuleikar
kunnu standast av eini
møguligari niðurgongd í
búskapinum.
Eg vil ikki nýta hesa
greinina til at svara Annitu
aftur, tí eg meti at hon
hevur skilt boðskapin í við-
taluni. Eg vil heldur nýta
plássið í greinini til at fara
eitt sindur longur við nøkr-
um av hugleiðingunum.
Gamlar teoriir
Spurningurin
um
hvat
ávirkar lønargongdina og
hvussu lønin verður ásett,
hevur verið viðgjørd av
búskaparfrøðingum í mong
ár. Tískil eru eisini mangar
teoriir um hetta evnið. Í
viðtaluni gav eg eina mynd
av, hvussu flestu búskap-
arfrøðingar og lærubøkur í
dag síggja veruleikan.
Eitt búskaparfrøðiligt /
teoretiskt kjak um lønar-
vøkstur o.l. er neyðugt, tí
vit í Føroyum í dag hava
nógvar gamlar teoriir hang-
andi, sum als ikki verða
nýttar aðrastaðni longur.
T.d. var í 1974 ein heims-
kend (heimskend millum
búskaparfrøðingar) sam-
røða inni á eini matstovu í
Washington, har Art Laffer
teknaði eina mynd niður á
ein serviett. Henda myndin
er seinni kend sum Laffer-
kurvan. Ronald Reagan
nýtti Laffer-kurvina til at
føra skattapolitikk eftir í
80’unum. Í stuttum gongur
henda teoriin út uppá, at
um vit lækka skattin vil
hetta geva fólki hug at
arbeiða meiri og skapa økt
virksemi, sum harvið vil
økja skattainntøkurnar.
Reaganomics - sum bú-
skaparpolitikkurin
hjá
Ronald Reagan varð kall-
aður - mundi kollsiglt
amerikanska búskapin, tí
hallið á almenna kassanum
gjørdist so stórt, og tí USA
umbroyttist frá at vera eitt
land við stórari nettoogn
uttanlands gjørdist eitt land
við stórari nettoskuld til út-
lond. Seinni hava nógvar
útrokningar víst - m.a.
útrokningar hjá Alan S.
Blinder - at Laffer-kurvan
als ikki hevur tað skapið
sum búskaparfrøðingarnir
aftanfyri
Reaganomics
trúði at hon hevði. Tískil er
tað fáur búskaparfrøðingur,
sum vil nýta argumentir frá
Laffer-kurvini í dag.
Hóast hetta, so er henda
teoriin tann sama sum
Fólkaflokkurin ber fram
ferð eftir ferð, nevniliga at
skattalætti førir til øktar
skattainntøkur.
Veruleikin er tann beint
øvugti, nevniliga at skatta-
lættar, í flest øllum førum,
geva minni pening í skatta-
inntøkum.
Lønarvøkstur og
skattalætti
Á sama hátt sum Laffer-
kurvan hevur verið við-
gjørd nágreiniliga av bú-
skaparfrøðingum, er spurn-
ingurin um samanhangin
millum skattalætta og løn-
arvøkstur eisini nágreini-
liga viðgjørdur.
Nógvar
teoriir
hava
ígjøgnum tíðirnar verið
frammi um, at ein skatta-
lætti førir til lægri lønar-
krøv. Í dag meina flestu bú-
skaparfrøðingar, at møgu-
liga (møguliga merkir, at
tað ikki kann avvísast) vil
ein skattalætti minka um
lønarkrøvini uppá stutt sikt.
Uppá langt sikt er semja
um, at býtið av inntøku-
skapanini í búskapinum
millum løn og restinntøku
er konstant. (Restinntøkan
er tað sum virkið hevur
eftir aftaná rakstur - tvs. til
íløgur og avlop). Vanliga
verður sagt at býtið millum
løn og restinntøku er 1/3 til
restinntøku og 2/3 til løn.
Vit kenna eisini hetta
aftur í gerandisdegnum -
t.d. argumentið sum ar-
beiðarafeløgini plaga at
koma við: "Vit vilja hava
okkara part av vøkstrin-
um!" ella at "vit vilja hava
okkara part av køkuni!".
Hetta er kravið um teir tveir
triðingarnar av inntøkuni í
búskapinum.
Konstanta býtið merkir
sostatt, at ein skattalætti
onga ávirkan vil hava á
lønarkrøvini í samráðing-
unum uppá langt sikt.
Ikki lægri lønarkrøv
Vit kunnu øll vera samd
um, at ein skattalætti og ein
lønarvøkstur vilja geva
somu disponiblu inntøkur
(eftir skatt) fyri hvønn
einstakan av okkum. Har-
við skuldi vit trúð, at vit
vóru líkaglað um vit fingu
skattalætta ella um lønin
fór upp.
Sjálvt um hetta er logiskt
fyri hvønn einstakan av
okkum, so er hetta ikki
veruleikin um vit hyggja
eftir øllum búskapinum.
Ein ekspansivur fíggjar-
politikkur, sum ein skatta-
lætti er, ber við sær at saml-
aði eftirspurningurin í sam-
felagnum økist, at virk-
semið av hesum fer upp, at
lønarstøðið tessvegna aft-
aná gerst hægri enn tað
annars vildi verið, og at eitt
møguligt gjaldsjavnayvir-
skot minkar ella eitt møgu-
ligt gjaldsjavnahall veksur.
Økta virksemið hevur við
sær vaksandi skattskyldug-
ar inntøkur frá økta inn-
lendska eftirspurninginum,
men ikki nokk til at fíggja
skattalættan.
Tvs. at tá skatturin lækk-
ar vil tann ekspansiva
effektin viðføra at virk-
semið gerst størri - og tískil
gerst kravið um 2/3 av
inntøkuni eisini størri.
Við øðrum orðum: Ein
skattalætti førir ikki til
lægri lønarkrøv, men tvørt-
urímóti til hægri lønarkrøv.
Føroyskur
fíggjarpolitikkur
Í Føroyum hava vit avmark-
aða nøgd av stýringsam-
boðum til búskapin. T.d.
kunnu vit ikki føra valuta-
politikk ella peningapoli-
tikk. Onnur stýringsamboð
eru eisini burtur.
Tískil hevur fíggjarpoli-
tikkurin so stóran týdning
fyri okkum sum stýrings-
amboð og tískil mugu vit
duga væl at umsita fíggjar-
politikkin.
Í Føroyum hava vit sein-
astu 30 árini altíð ført ein
konjunkturviðgangandi
fíggjarpolitikk. Hetta vil
siga, at vit brúka úr kass-
anum tá tíðirnar eru góðar,
og halda aftur tá tíðirnar
gerast verri.
Hetta svarar til, at Jósef í
Egyptalandi
brúkti
alt
kornið í teimum sjey góðu
árunum og kravdi meiri
korn frá fólkinum í ringu
árunum, hóast tey onki
korn áttu. Hetta er einki
minni enn ein katastrofa!!!
Hesin fíggjarpolitikkur
hevur eisini verið førdur
seinastu fimm árini.
Seinastu
fimm
árini
hevur landskassin økt sínar
rakstrarútreiðslur úr góðum
tvær til góðar tríggjar
milliardir. Hetta er ein
ekspansivur
fíggjarpoli-
tikkur sum vil nakað - í
allar bestu tíðum - gulltíð-
um.
Fyrsta treytin fyri at
kunna seta gongd í bú-
skapin í ringum tíðum er, at
tú hevur eitt avlop í góðum
tíðum. Hetta avlopið er
minkað niður í null í ár.
Hvat kunnu vit nú gera um
tíðirnar gerast verri???
Vit mugu duga betur at
umsita fíggjarpolitikkin í
Føroyum. Tað nyttar ikki at
vit ferð eftir ferð skulu
renna okkum føst vegna
vánaligari stýring.
Høvuðsendamálið
við
fíggjarpolitikkinum
skal
vera, at tryggja eina javna
búskapargongd. Hetta má
og skal vera fremsta málið
við fíggjarpolitikkinum.
Fíggjarpolitikkur og
lønarvøkstur
Í viðtaluni í Sosialinum var
eg inni á, at fíggjarpoli-
tikkurin hjá samgonguni
hevur høvuðsábyrgdina av
at lønarkrøvini eru so stór.
Einki er at ivast í, at tað
er sera stóra trýstið á bú-
skapinum, sum hevur ført
til stór lønarkrøv. Trýstið
stavar frá øktum fiska-
prísum, øktari fiskanøgd og
fíggjarpolitikkinum.
Vit
kunnu neyvan geva fiska-
prísi og fiskanøgd skyldina
fyri yvirupphitingini - vit
eiga heldur at vera takksom
fyri at okkum eru givin
nøkur góð fiskiár. Einasti
veruligi syndari í hesum er
fíggjarpolitikkurin, tí hann
skal jú lagast eftir gongdini
í restini av búskapinum so
at vit fáa eina javna gongd.
Henda samgongan hevur
ført ein óforsvarligan fíggj-
arpolitikk, við tað at al-
mennu útreiðslurnar eru
øktar
ófatiliga
nógv
seinastu fimm árini. Lítið
og onki er lagt inn á
goymslu og vøksturin í al-
mennu útreiðslunum hevur
ført til yvirupphiting av
búskapinum.
Lønarvøkstur er tekin um
eitt trýst sum hevur verið á
búskapinum í eina tíð - t.d.
sum nú av førda fíggjar-
politikkinum.
Einki er at ivast í, at førdi
fíggjarpolitikkurin hevur
høvuðsábyrgdina
av
at
lønarkrøvini eru sum tey
eru.
Útlitini komandi árini
Eftir sjey góð ár koma sjey
ring ár. Soleiðis var í
Egyptalandi og soleiðis
sigur søgan okkum at
gongdin plagar at vera í
Føroyum. Smá lond eru
serliga viðbrekin fyri bú-
skaparligum
sveiggjum.
Hetta setur Føroyar í ser-
støðu, tá Føroyar verða
sammettar við størri lond.
Ein stórur partur av saml-
aða eftirspurninginum hjá
einum lítlum landi er
undirgivin ávirkanum, sum
vit hava lítið og einki tam-
arhald á.
Eitt lítið land sum Før-
oyar eigur av hesi orsøk at
hava eina upphædd tøka at
standa ímóti við. Henda
upphædd skuldi verið á leið
eitt árs BTÚ - í dag er hetta
uml. 10 mia. kr.
B ú s k a p a r f r ø ð i n g a r
kunnu líka illa sum onnur
spáa um framtíðina, tí hon
er nært tengd at fiskanøgd
og fiskaprísi og gongdina í
hesum kenna nógv onnur
betur til enn búskaparfrøð-
ingarnir.
Tó kunnu vit siga nakað
um hvussu væl ymisku
sektorarnir eru fyri at taka
ímóti einum møguligum
bakkasti. Tað var hetta eg
royndi at gera í viðtaluni í
Sosialinum.
Vit kunnu fyri vissu siga,
at landskassin ikki er væl
fyri at taka móti einum
bakkasti. Onki avlop er á
fíggjarlógini, skuldin er
stór og uppsparingin lítil.
Avleiðing fyri
Landskassan
Mín meting er tískil, at fyri
at landskassin skal klára
seg komandi árini, mugu
uppgávur flytast yvir á
kommunurnar (uttan at fult
endurgjald verður latið
kommununum) og sam-
stundis má peningur nýtast
av uppsparingini í Lands-
bankanum og møguliga má
skatturin
hækkast
ella
einhvør lántøka má fremj-
ast - uttanlandalán ella
innanlandalán.
Um vit skulu meta um
hvussu skjótt tøki pen-
ingurin í Landsbankanum
er tømdur, kunnu vit rokna
soleiðis:
Í bankanum standa 2,4
milliardir.
Av hesum eru 1,5 milli-
ardir bundnar (lógarásett
innistandandi í Landsbank-
anum)
Eftir eru 900 milliónir
tøkar.
Í ár mugu vit brúka 150
milliónir til avdráttir og
aðrar 150 milliónir gerast
bundnar við tað at lógar-
ásetta kravið økist frá 1,5 til
1,65 milliardir.
Hervið
minkar
tøki
peningurin við umleið 300
milliónum longu við árslok
í ár.
Eftir eru nú umleið 600
milliónir.
Um
gongdin
heldur
áfram við somu ferð er
ongin tøkur peningur um
tvey ár.
Tá má skatturin hækkast
ella lán takast.
Hetta verður ikki sagt tí
at eg ynski at skatturin skal
hækka. Ei heldur ynski eg
at landskassin má út at lána
pening. Hetta er bert ein
avleiðing av tí førda fíggj-
arpolitikkinum. Um vit ikki
duga at seta pening til síðis
í góðum tíðum, er avleið-
ingin tann sum er skitserað
omanfyri.
Gamlar teoriir og fíggjarpolitikkur
C
M
Y
K
13
12