týsdagur 27. mai 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ 12]
[ 13]
Hóast manningar-
talið í ár ikki er so
stórt, sum tað hevur
verið tey bæði undan-
farnu árini, so heldur
formaðurin, at tað
gongur rætta vegin
hjá Klaksvíkar
Róðrafelag
KLAKSVÍKAR
RÓÐRARFELAG
Jóannes Hansen
Klaksvíkingar luttaka í FM
kappingini í ár við fýra
kappróðrarmanningum.
5–mannafarið Fípan Fagra
er mannað við bæði gentum
og dreingjum, og 6–manna-
farið Páll Fangi er mannað-
ur við kvinnum og monn-
um. Sammett við í fjør er
manningartalið
lægri
í
Klaksvík í ár. Umframt
omanfyri nevndu manning-
arnar
luttóku
í
fjør
5–mannafarið Tekla við
gentumanning og nýggi
Klaksvíkingurin, sum so at
siga var flaggskipið hjá
Klaksvíkar
Róðrarfelag.
Higartil í ár hevur 10-
mannafarið staðið í neyst-
inum, og heldur ikki Nevið
Reyða, sum róðrarfelagið í
Klaksvík fekk í 2001, tá ið
8–mannafarið vann FM
kappingina, er flotað.
Men hóast manningartal-
ið er lægri, og hóast hvørki
8-mannafarið
ella
10-
mannafarið eru við í FM
kappingini, so heldur for-
maðurin í Klaksvíkar Róð-
rarfelag ikki, at tað kann
tosast um afturgongd í fe-
lagnum. Hann vísir í tí
sambandinum eisini á, at
teir hava sera tætt samstarv
við sundamenn, sum við
sínum nýggja báti venja á
Vánni í Klaksvík, hava
bátin í neystinum hjá
Klaksvíkar Róðrarfelag og
sum í summar fara at
ferðast til FM róðrarnar
saman við manningunum í
Klaksvík.
– Klaksvíkingar hava
altíð luttikið í kappróðri – í
hvussu so er við einum og
tveimum manningum. Men
tað eru ikki so mong ár síð-
ani, at tað varð farið undir
at føra miðvísan politikk í
kappróðrarfelagnum, um
tað ber til at siga tað so-
leiðis. Málini eru millum
annað at luttaka við fleiri
manningum, at manning-
arnar skulu hava góðar
bátar, og at umstøðurnar í
felagnum yvirhøvur skulu
vera góðar. Seinastu trý
árini hevur tað gingið skjótt
og gott, og hóast luttøkan
ikki er so góð í ár, sum hon
hevur verið, so halda vit
ikki, at framtíðin hjá felag-
num sær døpur út.
Kristian Eli Zachariasen
er á øðrum ári formaður í
Klaksvíkar
Róðrarfelag.
Saman við honum eru í
nevndini
Fróði
Waag,
Martin
Venned,
Solby
Eliasen og Uni Oknadal. Í
fjør var Kristian Eli einasti
nevndarlimurin, sum ikki
róði. Nú eru tað tveir
nevndarlimir, sum hjálpa til
í bátunum. Uni Oknadal rør
við Páll Fanga, og Solby
Eliasen er róðursmaður á
Páll Fanga.
Tað skal vera pláss fyri
avspáking
Men er tað ikki á luttøku-
talinum og úrslitunum, at
tað skal síggjast, hvussu
væl eitt kappróðrarfelag er
fyri?
– Sjálvandi er stórt lut-
tøkutal og góð úrslit mill-
um týdningarmiklastu mál-
ini hjá felagnum. Men vit
hava ásannað, at hetta kem-
ur ikki alt eftir einum ári.
Nógv teir flestu av teimum,
sum í fjør mannaðu nýggja
Klaksvíkingin, hava gjørt
av at halda frí frá kapp-
róðrinum í ár. Onkur tekst
við at byggja, onkur er farin
at ferðast, og onkur annar
vil ikki vera so bundin í
summar, sum hann hevur
verið fýra tey undanfarnu
sumrini frá tíðliga á vár-
inum og til á ólavsøku. Tað
er væl skiljandi. At onkrir
og onkrar leggja eitt ár
burturúr ber til í øðrum
feløgum, uttan at tað sæst
aftur í luttøkuni. Eitt nú í
Havnar Róðrarfelag, í Vest-
manna og í Kappróðrarfe-
lagnum NSÍ eru traditión-
irnar langar og stórar, so tey
altíð hava nógv mikið at
taka av. Vit rokna við, at
fleiri av teimum, sum hava
róð, men sum ikki eru við í
ár, fara at luttaka aftur
næsta ár, og harvið fer so
líðandi at bera til at økja
um manningartalið hjá
okkum.
Men er tað ikki harmu-
ligt, at nýggi Klaksvíking-
urin skal standa í neysti-
num?
– Vit høvdu fegin vilja
havt, at 10-mannafarið var
við í kappingini, og okkum
hevði dámt best, um bæði
10-mannafarið
og
8-
mannafarið vóru við í
fremstu røð. Men tað bar
ikki til í ár. Tá ið arbeitt
varð við at manna bátarnar
í vetur, vísti tað seg, at tað
bar ikki til at fara longri
upp enn at manna Páll
Fanga. Tá ið manningarnar
høvdu vant eina tíð, vísti
áhugin seg at vera størri, so
tað hevði kanska borið til at
manna Nevið Reyða heldur
enn Páll Fanga, men nú er
tað, sum tað er. Vit vóna og
rokna við, at Klaksvíking-
urin fer at koma afturíaftur,
sigur Kristian Eli Zacharia-
sen.
Venjingin
Umborð á Fípuni Føgru eru
báðar manningarnar nýggj-
ar og harvið púra óroyndar.
Umborð á Páll Fanga eru
onkrar kvinnur, sum róðu
við bátinum í fjør, og so
fleiri, sum róðu við Fípuni
Føgru í fjør. Fleiri teirra,
sum hava verið við undan-
farnu árini, eru nú farnar av
landinum í lestrarørindum.
Á mannfólkasíðuni er Páll
Fanga manningin saman-
sett av onkrum, sum róðu
við 10–mannafarinum í
fjør, onkur var við Páll
Fanga, onkur annar við
Fíuni Føgru og onkur
roynir seg fyri fyrstu ferð.
Bátarnir vórðu flotaðir
eina ferð í mars, og mann-
ingarnar hava vant støðugt
á sjónum síðani fyrst í
apríl. Men teir láta einki
serligt at líkindunum.
– Í vár viðraði tað verri á
Vánni, enn tað gjørdi
undanfarnu árini. Tað hevur
havt við sær, at bátarnir
leingi fyri tað mesta vandu
innarlaga á Vánni. Sum mai
mánaði er liðin, eru líkind-
ini batnaði, og so hevur
borið betri til at roynt
túsund og fimtan hundrað
metra málini, sigur Kristian
Eli Zachariasen. Ætlanir-
nar, sum teir nýta at venja
eftir í Klakvík, eru tær
somu, sum teir brúktu í fjør,
og sum teir brúktu í fyrra-
árið, tá ið felagið vann trý
FM heiti og harvið rakk
besta úrslitinum í kapp-
róðri, sum klaksvíkingar
nakrantíð hava vunnið.
Í fjør hevði Martin Venn-
ed høvuðsábyrgdina av
øllum venjingunum. Í ár
hava tey ikki nakran høv-
uðsvenjara. Tey, sum hava
verið við í fleiri ár, hava
eyguni við teimum yngru.
Sigfríður Venned, Solby
Eliasen og Kristian Eli
Zachariasen eru millum
teirra, sum hava lagt teim-
um yngru lag á.
Hava tit stóra nyttu av
rógvimaskinunum?
– Tá ið bátarnir vórðu
flotaðir høvdu rógvararnir
longu
leingi
róð
við
maskinunum. Tað er sjálv-
andi ein stórur fyrimunur,
men tað hevur ikki við sær,
at tað ikki er neyðugt at
venja eins nógv á sjónum, tí
tað verður vant nógv í
feløgunum, sum taka kapp-
róðurin í álvara. Vit vóna,
at rógvimaskinurnar eisini
eru við til at ala fleiri ung-
fólk at felagnum. Umframt
at royna seg við maskinun-
um hava vit í vetur givið
teimum ungu høvi at nýta
góðu umstøðurnar í neyst-
inum til annað ítriv og
hugna. Eitt nú hava tey í
vikuskiftinum havt møgu-
leika at taka teldurnar við
heimanífrá og at spæla og
kappast í felags hølunum.
Harvið vóna vit, at felags
andin verður styrktur, og
tað átti eisini at verið við til
at lagt lunnar undir góða
framtíð, sigur Kristian Eli
Zachariasen, formaður í
Klaksvíkar Róðrarfelag.
Grundarlagið skal gerast breiðari
Kristian Eli Zachariasen,
formaður í Klaksvíkar
Róðrarfelag
Mynd: Jens Kr. Vang
– Vit skulu fyrireika
okkum til, at Norð-
oyastevnan verður
tvífalt so stór, tá ið
undirsjóvartunnilin
kemur. Kommunan,
fyriskiparar og
vinnulívið skulu gera
eina kreativa alliansu
fyri at betra og økja
um Norðoyastevnuna
komandi árini, sigur
Rani Nolsøe, tónleik-
ari og politikari
MENNING
Eyðun Klakstein
Norðoyastevnan líkist sær
sjálvari. Nógv tiltøk eru
afturvendandi,
ítrótturin
spælir ein týðandi leiklut ár
eftir ár, og fólkalívið er
umfatandi.
Størsta óvissan tykist
vera um, hvussu veðrið fer
at skikka sær, og so er tað
onkur ár komið fyri, at
verkfall á privata arbeiðs-
marknaðinum hevur órógv-
að fyrireikingarnar.
Rani Nolsøe, sum er
tónleikari og politikari,
heldur, at fasta sambandið
um Leirvíksfjørð fer at
skapa nýggjar møguleikar
fyri stóru stevnuni í Norð-
oyggjum.
– Vit skulu fyrireika okk-
um til, at Norðoyastevnan
verður tvífalt so stór, tá ið
undirsjóvartunnilin kemur.
Møguleikarnir at ferðast til
og frá Klaksvík verða nógv
betur, og tað fer at hava við
sær, at vit fara at fáa nógv
fleiri vitjandi, heldur hann.
– NFÍ ger eitt stórt og
gott arbeiðið fyri at fáa
Norðoyastevnuna upp at
koyra, og uttan NFÍ var
eingin stevna. Men vit eiga
øll í okkara lagi at koma
við konstruktivum kritikki,
so at vit støðugt betra og
menna stevnuna.
– Tað verður ikki minst
neyðugt, nú vit fara at fáa
fast samband um Leirvíks-
fjørð. Vit skulu gera eina
kreativa alliansu millum
kommununa, fyriskiparar
og vinnulívið, so at vit fáa
eina so stóra og góða
stevnu, at fólk verða noydd
at leita sær til Klaksvíkar.
Vit skulu hava eina kultur-
tunnil um Leirvíksfjørð,
sigur Rani Nolsøe.
Longdist heim
Tónleikarin, sum er best
kendur úr bólkinum Frænd-
um, men sum seinastu árini
eisini hevur gjørt vart við
seg sum lokalpolitkkari í
Klaksvík, hevur upplivað
Norðoyastevnuna gjøgnum
fleiri ártíggjund.
– Eg havi sera nógv góð
minni frá Norðoyastevnu
bæði sum barn og ungur.
Norðoyastevnan hevur havt
nógv at siga fyri meg, og tá
ið eg havi verið burtur á
Norðoyastevnu, hava tank-
arnir leitað heim, og eg eri
farin at leingjast, sigur Rani
Nolsøe.
– Hóast eg var uttanlands
í fleiri ár, so havi eg verið á
nógvum Norðoyastevnum.
Eg royndi at passa mær tað
soleiðis, at eg kundi verða
heima, tá ið Norðoyastevn-
an var. Og so havi eisini
havt onkrar serligar stevn-
ur. Tann mest sermerkta var
í 2001, tá ið eg hevði vitjan
av einari av mínum hetjum
– Kasparov. Tað var huga-
ligt at hava hann á vitjan
heima hjá mær á Norðoya-
stevnu.
– Eg minnist, at hann tók
til, at hetta mátti vera ein
sunnur býur, tí her var so
nógvur ungdómur, men so
mátti eg greiða honum frá,
at tað var eitt serligt viku-
skiftið.
Mentan og vinna
Rani Nolsøe heldur, at
stevnan hevur ómetaligan
týdning fyri Klaksvík.
– Norðoyastevnan er
størsta tiltakið av sínum
slagi, sum vit hava í Norð-
oyggjum. Nógv fólk eru við
í fyrireikingunum, og á
stevnuni eru nógv góð
upplivilsi at fáa. Stevnan er
eisini handilslig, hon gevur
ítróttarfeløgum og øðrum
møguleikan at savna peng-
ar, og tað hevur eisini týdn-
ing. Í einum haldbarum
mentanarpolitikki er eisini
eitt fíggjarligt aspekt. Vit
mugu koma burtur frá
gamla hugburðinum um, at
mentan er ókeypis og frí-
tíðarítriv.
– Mentan kann geva
okkara lokaløkið sera nógv.
Mentafólk
hava
nakrar
týðandi dygdir – kreativi-
tet,
broytingarvilja
og
dynamikk – sum hevur
stóran týdning fyri alt
samfelagið. Eisini vinnu-
lívið eigur at síggja virðið í
hesum, sigur Rani Nolsøe.
Eggja fyriskiparum
Norðoyastevnan er fyrsta
stevnan á árinum, og tað
ger, at veðrið kann spæla
vertum og gestum eitt puss.
– Norðoyastevnan er
løgd so tíðliga á sumrinum
frá gamlari tíð, tí tá vóru
fiskimenn heima. Á tann
hátt er hon ein søgulig
stevna, og tí kunnu vit nú
bara ynskja okkum, at hon
lá seinni á árinum. Kanska
áttu vit at tikið stig til at
havt eina mentanarstevnu
seinni
á
summrinum,
kanska aftaná ólavsøku,
heldur Rani Nolsøe.
– Mentanin fær bara
størri týdning fyri menn-
ingina av einum øki, og tí
eiga vit at síggja møguleik-
arnar í henni. Vinnan og
mentanin
mugu
spæla
saman, so at fólk og fyri-
tøkur fáa hug at seta seg
niður í Klaksvík.
Rani Nolsøe heldur, at
kommunalu myndugleik-
arnir skulu spæla ein meira
virknan leiklut, tá ið tað
snýr seg um at skipa fyri og
taka stig til mentarlig tiltøk.
– Vit eiga at eggja teim-
um, sum hava hug og dirvi
til at skipa fyri tiltøkum, tí
tað er gull vert fyri lokal-
samfelagið. Eitt dømi er
Jólaskipið, sum fær 2-
3.000 fólk at savnast beint
undan jólum. Eitt annað er
dømið er sjálvandi Norð-
oyastevnan, sum vit alla
tíðina eiga at betra og
menna.
– Positiv upplivilsi hava
nógv at siga fyri gerandis-
dagin hjá okkum, og Norð-
oyastevnan skapar grundar-
lag fyri nógvum upplivils-
um. Vit liva nú í einum
upplivingarsamfelag, har
mentanarlig tiltøk sum
Norðoyastevnan fáa ein alt
størri týdning, sigur Rani
Nolsøe.
Norðoyastevnan fer
at vaksa nógv
– Vit eiga at eggja teimum, sum hava hug og dirvi til at skipa fyri tiltøkum, tí tað er gull vert fyri lokalsamfelagið, sigur Rani Nolsøe
Mynd: Eyðun Klakstein
C
M
Y
K
13
12