Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mai 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 99 - 27. mai 2003 15 SEV rindar løn eftir gamla sáttmálanum Klæmint Weihe, stjóri í SEV, endurtekur fráboðanina um, at maskinmeistararnir hjá SEV fáa løn eftir gamla sáttmálanum, nú útgjaldingarnar nærkast SÁTTMÁLATRÆTA Stefan í Skorini Nú nærkast dagurin, tá maskinmeistararnir hjá SEV skulu fáa løn. Bíðað verður í spenningi eftir hes- um degi, tí SEV hevur fleiri ferðir boðað frá, at maskin- meistararnir fáa løn út- goldna eftir tí gamla sátt- málanum. Maskinmeistarafelagið hevur svarað aftur, at tað undir ongum umstøðum góðtekur at fara aftur til gamla sáttmálan. Spenn- andi verður tí at síggja, hvat stig Maskinmeistarafelagið fer at taka, tá lønirnar eina- ferð eru útgoldnar. SEV og Maskinmeistara- felagið komu ásamt um ein sáttmála, sum hevur verið galdandi síðan 1. mars. Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum Karsten Han- sen góðkendi tó ikki sátt- málan og mælti pørtunum at fara undir nýggjar sam- ráðingar. Hetta vil Maskin- meistarafelagið ikki hoyra talan um. Einki annað val – Vit fara at flyta lønirnar eftir tí gamla sáttmálanum. Vit hava ongan annan møguleika, tá sáttmálin ikki verður góðkendur í fíggjarmálaráðnum, sigur Klæmint Weihe, stjóri í SEV. Mánadagin seinnapartin skuldu SEV og Maskin- meistarafelagið hava ófor- melt prát um støðuna. Fríggjadagin høvdu SEV og Fíggjarmálaráðið fund um støðuna, men einki nýtt kom fram á tí fundinum. Formaðurin í Maskin- meistarafelagnum, Jógvan Nybo, hevur áður nevnt møguleikan at leggja ar- beiðið niður. Tað hevði havt við sær, at landið verður myrkalagt, tí motorarnir koyra ikki mannleysir. Felagið bað um váttan frá SEV um, at felagsskapurin fór at halda seg til nýggja undirskrivaða sáttmálan, men hesum sýtir SEV fyri. Hann sigur tó, at SEV fyrst av øllum fær at vita, hvat felagið fer at gera, tá lønirnar verða goldnar eftir gamla sáttmálanum. Bjarga Norðsjónum: Burturkast á havinum hóttir fuglalívið Hollendingurin Jan Andries van Franeker er í Føroyum í hesum døgum og kannar innihaldið í magan- um á havhesti. Trup- ulleikin er, at fuglurin etur nógv av tí plast- ikkburturkasti, sum verður tveitt í havið av skipum og bátum FUGLALÍV Stefan í Skorini Londini kring Norðsjógvin eru farin undir eina felags verkætlan at kanna dálking av plastikkburturkasti, og hvussu hon ávirkar náttúru og djóralív. Verkætlanin nevnist Save the North Sea, og í hesum sambandi er hollendingurin Jan Andries van Franeker komin til Før- oyar at kanna innihaldið í maganum á havhesti, hóast Føroyar liggja uttanfyri tað økið, sum verður kannað. Jan Andries er við í ein- um kanningarliði, sum kannar havhestin í øllum londunum við Norðsjógvin. Hann hevur gjørt umfat- andi kanningar av innihald- inum í maganum hjá hav- hesti í Hollandi, og úrslitini eru skakandi. – Úrslitini hjá okkum vísa, at ein stórur partur av stovninum hevur stórar mongdir av plastikkburtur- kasti í maganum, sigur Jan Andries van Franeker. Orsøkin til hetta er, at skip og bátar tveita nógv plastikkburturkast í havið. Havhesturin heldur, at hetta er føði og etur tað. – Tað er sera vanligt, at manningin umborð á skip- um tveitir burturkast av ymsum slag í havið. Eisini frálandavinnan sleppir sær eisini av við burturkast á hendan hátt. Trupulleikin er bert tann, at tað endar á strondini, og fuglar eta tað, sigur hann. Stórur skaði Burturkastið kostar vinnu- lívinum milliónir av krón- um hvørt ár, men tað, sum er meira álvarsamt, er árin- ið tað hevur á fugla- og djóralív. Kanningarnar av havhesti í Hollandi vísa, at 96 pros- ent av fuglunum hava plas- tikklutir í maganum. Í mið- al hevur hvør fuglur 22 pettir av plastikki onku- staðni í sodningarlagnum. Hetta svarar til 0,24 gramm av plastikki fyri hvønn havhest. So illa stendur tó ikki til í Føroyum. Jan Andries hev- ur kannað havhest í Føroy- um, og kanningarnar vísa, at føroyskur havhestur hev- ur munandi minni av plast- ikki í maganum. Nøgdin svarar til ein fimting av tí, sum havhestur í Hollandi hevur. Verkætlanin (Save the North Sea) hevur til enda- máls at minka um nøgdina á plastikki í Norðsjónum. Hetta hevur sjálvandi stóra ávirkan á lív og heilsu hjá fuglinum. Fyri tað fyrsta kunnu plastikklutir- nir blokera sodningarlagið hjá fuglinum. Í øðrum lagi kennir hann ikki svongd á sama hátt sum áður, tí plastikki liggur í maganum og gevur honum eina kenslu av at vera mettur. Hetta hevur við sær, at fuglurin ikki er eins væl fyri kropsliga, sum hann kundi verið, og deyðilig- heitin økist eisini nakað. Hóttir ikki stovnin Jan Andries van Franeker sigur, at hendan dálkingin ikki beinleiðis hóttir stovn- in, men um havhesturin verður fyri einum stórum hóttafalli, kann hetta hava álvarsom árin. – Um dálkingin heldur fram á sama hátt sum nú, kann tað hava álvarsamar fylgjur, sigur Jan Andries. Samanumtikið kann sig- ast, at dálkingin har suðri í Norðsjónum er munandi verri enn norðanfyri, tí at skipaferðslan er størri í hesum økinum. Verkætlanin verður fíggj- að av ES, sum letur av granskingarpengunum hjá felagsskapinum til at kanna árinið av plastikkburtur- kasti. Stjórin í SEV, Klæmint Weihe, boðar enn einaferð frá, at maskinmeistararnir hjá felagsskapinum fáa løn eftir tí gamla sáttmálanum. Nakað, sum Maskinmeist- arafelagið ikki vil góðtaka. Maskinmeistararnir fáa løn seinni í hesi vikuni Nógv plastikk verður tveitt í havið, og havhesturin fær sær tað til matna. So nógv plastikk hevði eitt menniskja havt í maganum, um nøgdirnar og kropsvektin á havhesti og menniskjum verða samanbornar lutfalsliga MYND: Jens Kr. Vang Havhestur etur nógv plastikk, sum verður tveitt í havið av skipum og bátum, og tað ávirkar lív og heilsuna hjá fuglinum. Havhesturin í Føroyum er munandi betri fyri enn í teimum evropeisku strandalondunum MYND: Jens Kr. Vang 15 14 Nr. 99 - 27. mai 2003 Jóannes Eidesgaard Sum vera man, so tynnist alt soð í hesum verkfals- døgum, men tað átti tó ikki at forða Høgni Hoydal at ført seg meira mergjað og sakliga fram, enn hann gjørdi í hasi greinini, har hann boðaði frá, hvussu errin hann var av brøgdunum hjá Tjóðveldisflokkinum og Karsteni Hansen á arbeiðsmarknaðar- politiska økinum. Lat meg taka nøkur brot burturúr hesi greinini hjá honum, sum viðvíkja mær sjálvum: - royndin hjá Jóannesi Eidesgaard at spæla verkafólkavinur..... - royndin at sláa parta- politiskt platt upp á nakað so álvarsligt sum eitt verklfall ..... - Jóannes Eidesgaard tosar aftur ósatt um hækkaðar útreiðslur hjá tí almenna...... Taka vit hetta seinasta fyrst, so viðgongur Høgni Hoy- dal, sum eisini rætt er, at útreiðslurnar eru munandi øktar seinastu fimm árini, tá hann kemur við einum longum lestri um, hvat pengarnir eru farnir til. Annars kunnu øll síggja hesi tølini við at kaga í almennu roknskapartølini ella fíggjarlógirnar. Alt liggur frammi á heima- síðuni bæði hjá Løgting- inum og Fíggjarmála- ráðnum. Har var einki ósatt, harra Høgni Hoydal, tølini tala. Og tølini um nógv dýrkaðu umsitingina eru tíverri eisini røtt. Men tit sita við matkina og hava valt tað soleiðis, tað er tykkara val. So var tað hetta, at eg skal hava roynt at sligið politiskt platt upp á støðuna á arbeiðsmarknaðinum. Eg nevndi í míni grein nøkur viðurskifti, sum eg haldi Tjóðveldisflokkurin og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur taklað klossut, og er hetta prógv um vánaligt politiskt handalag. Og eg kann tí gott endurtaka tað einaferð aftrat: 1. Fyri tað fyrsta, at Karsten Hansen ikki longu sama dagin ella longu dagin eftir, at sáttmálin var gjørdur millum SEV og Maskinmeistarafelagið, skrivliga og alment boðaði frá, at hann ikki góðkendi hann. 2. Fyri tað næsta, at Karst- en Hansen, tá fakfeløg- ini hava spælt út við samráðingarupplegginu m og hava greitt frá, at júst sáttmálin millum SEV og Maskinmeist- arafelagið var grundar- lagið, tá kemur hann sum ketta upp í høvda- trog og sigur, at henda sáttmálan fór hann ikki at góðtaka. Tá hevði sáttmálin verið virkin í næstan seks vikur og brúktur sum grundarlag fyri í minsta lagi einari útgjalding. Ein ósemja á privata arbeiðsmarkn- aðinum nærkaðist eftir hetta við risafetum. 3. Fyri tað triðja, at sama kvøld, sum tíðindini bórust um, at semings- mennnir fóru at kalla partarnir innaftur til samráðingar, tá kemur Karsten Hansen í út- varpið og sigur, at verða atlit tikin til fíggjarligu útlitini í landinum, so skuldi eingin króna gevast í lønarhækking til feløgini í verkfalli. Ikki eiti á stuðli at geva arbeiðsgevarunum - og eitt ótrúliga vánaligt tíðspunkt at velja sær . 4. Fyri tað fjórða, at Karst- en Hansen og Fíggjar- málaráðið eru beinleið- is orsøkin til fastlæstu støðuna hjá maskin- meistarunum og Fiski- v e i ð i e f t i r l i t i n u m . Maskinmeistarafelagið hevur síðan 2001 ferð eftir ferð biðið Fíggjar- málararáðið um at fáa eftirlønarviðurskiftini endaliga upp á pláss, eftir at maskinmeistar- arnir á vaktarskipunum gjørdist tænastumenn. Man ønti teimum ikki aftur og enn minni boð- aði teimum til fundar. Hóast tænastumanna- skipanin júst byggir á álit millum partarnar, so niðurgjørdi Fíggjar- málaráðið hetta felag so nógv, at teir at enda kollektivt søgdu seg úr starvi. Restina av søg- uni kenna vit øll, men orsøkin liggur úti í glashúsunum á Argjum. 5. Sum tað fimta kundi eg nevnt greinina hjá for- manninum í Unga Tjóð- veldinum. Eg spurdi, um hetta var nýggja arbeiðsmarknaðarpoliti ska linjan hjá flokk- inum. Men tað svarið hava vit kanska fingið við lovsonginum frá formanninum henda dagin í bløðunum. Vist er tað gott, at ein floks- formaður er errin av poli- tikkinum hjá flokkinum. Men í hesum førinum prógvar tað so bara tað, at Høgni Hoydal heldur, at henda manngongdin og hesin atburður hjá Tjóð- veldisflokkinum og Karst- eni Hansen er í lagi. Vit liva í einum fríum landi, so tað má hann gjarna halda, men eg og mong við mær halda so, at hetta er bæði klossut og prógv um eitt stak vána- ligt politiskt handalag - og um tað var ætlað ella ei, so eisini ein uppíblanding. VIÐMERKINGAR Heri Mohr "….. Verkfallið um alt landið fer nú so við og við at visa sín álvara - og óhugna: Matvøruhandlarnir eru so gott sum tømdir, olja og annað brennievni er ikki at uppdríva, skúlar, barna- garðar og vøggustovur lata aftur. Eingin reingerð og eingin varmi. Eg eri bangin fyri, at hetta verður eitt drúgt verkfall, tí einki frættist um tingingar mill- um partarnar og semings- menninar. - Tey, ið eiga bát og jørð, eru kanska frægast fyri, og teirra millum teljast vit. T.d. fáast ikki epli í nøkrum handli, men okkara frukt var so góð í fjør, at tað stendur ikki á. Vit hava nóg mikið av eplum til einaferð í heyst, tá ið nýggj frukt er komin undir lon. Pætur hugdi eftir okkara seteplum, og hann segði, at tey høvdu tað gott. Hann lovaði at hjálpa okkum at seta eplini niður í opin- ekruna inni í Dølum. Ja, Jógvan, eg skal heilsa tær frá Pæturi, hann støkk inni á gólvið seinasta leygarkvøld, og hann bað meg sum sagt siga tær, at okkara setepli liggja í myrkri við sterkum nálum búgvin til at koma undir mold. Honum vant var hann prátingarsamur, og so líðandi gjørdist prátið okkara millum til einarøðu um mangt og hvat: - Mal- an, nú vit tosa um setepli, kann eg siga tær, at Sjúrður Skaale, -óivað tann sami, sum fyri nøkrum vikum síðan alment krøkti orð í mín munn, orð, sum eg ongantíð havi sagt ella skrivað,- skrivar nú, at 30% av okkum føroyingum kunnu sammetast við ein eplasekk, sum framburðs- sinnað dragsa aftan á sær. Men slík skriving (og tala) er sum tøð til eplasekkin, ið Sjúrður knógvar undir. Og at enda gerst sekkurin so stórur og tungur, at tey "framburðssinnaðu" fáa slysni, og í ovur- sinni leggja tey hann frá sær. Tað er óivað satt, tað hann skrivar um eplasekkin, men eplum líkt, so verða tey sett niður og geva góða frukt. Og lov og tøkk fyri tað. Hatta vóru so eplini, verri er tó statt við um- sitingini av landinum. Sjúrður vil vera við, at syndarliga er gingið av skriðuni hjá teimum "fram- burðssinnaðu". Snøgt sagt eingin glotti framman fyri stavn. Har grør ikki um gangandi fót; ósemja og kegl sum í orrustuni í Klandursskoti. Illgresi av versta slag má skrikkjast upp við rót: nepotisma, korruptión, vina- og kenn- ingapolitikkur, og hann kundi fyri tað tikið lygnina við, tí hon er sjálvt gróð- rarlendið, har slíkt ókrút ger um seg og køvir tann góða gróðurin. Men hetta liggur so langt frá okkara rótfestu gomlu mentan, at fólk við vanligum viti og skili als ikki fata, hvussu føroyingar "við felags lagnu og felags blóði" koma í slíkar myrkursins blindgøtur. Og kortini! Ein uggi er tað, at í lívgev- andi morgunroða gerast hesar gøtur gráir og deyðir skuggar. Albert Camus, sum skrivaði upprit í 25 ár, - tey vórðu funnin eftir hansara deyða í 1960 - skrivaði í august 1937, tá national- isman - erkapestin, fyri at halda meg til terminologina hjá Stefan Zweig - leikaði ørt í Europa: "Hvørja ferð eg hoyri eina politiska røðu ella lesi teir, ið ráða fyri borgum, so ógvist eg við í áravís ikki at hava hoyrt so mikið sum eitt ella annað menniskja- ligt orð. Altíð tey somu orð- ini, tær somu lygnirnar. At fólk lata sær slíkt lynda, og at fólksins ónøgd ikki hev- ur avhølvað nikkidukkur- nar, haldi eg prógvar, at menniskjuni halda, at teirra stjórnir hava lítlan ella ongan týdning, og at tey spæla - ja, tað er mín áskoðan - við ein stóran part av lívinum og sostatt við teirra sokallaða vitalu (lívsneyðugu) interessur". Annars havi eg ikki lisið Camus, ið var plágaður av tuberklum, nobelprísvinn- ari og doyði í ferðsluvan- lukku. Men nú skalt tú hoyra, Malan. Okkara yrkjari Jóanes Nielsen, ið hevur so lættan og skemtingarsaman penn, hevur roknað út, hvussu nógv páskahátíðin kostar tí tímalønta í mistum krónum og oyrum - jólahátíðini kemur hann kanska við seinni - og tann fastlønti hevur ongan pen- ingamiss av okkara kristnu siðvenjing. Men hvussu við sunnudegnum, hesum sjeynda degi, sum Jóanes vil vera við, at Føroyar ikki blivu skaptar á, teir eru hóast alt 52 um árið. Átti hann ikki at gjørt eina peningaliga sunnudags- kalkulu? Og nú, Malan, rosinan í pylsuendanum: Jóanes vónar, at føroysku fakfe- løgini fara at geva út eitt leksikon a la Den Store Danske Encyklopædi. Tað fer at kostar nakrar milli- ónir, sigur hann, men tær koma inn aftur, heldur hann. Danska Encyklo- pædiin í 20 bindum varð gjørd og skrivað av 450 vísindamonnum, 3.500 spesialistum og 50 starvs- fólkum í umleið 7 ár, og hon kostaði ótaldar milli- ónir. Hvussu milliónirnar hjá Jóanesi kunnu koma inn aftur við einum upplagi, skulu vit siga, upp á 15.000, er ikki lætt at rokna út. Nei, tú, har er yrkjarin flogin í so høgt, og jørð- forbindilsið er dragnað. Ella kanska avdúkar yrkj- arin her á ein besnissaðan hátt, hvat peningurin, hann fekk at skriva fyri frá tí almenna, skal nýtast til. Men annars eru míni ráð: På det jævne! På det jævne! Ikke i det himmelblå, - Jóanes. Livst so spyrst. Í gjár legði lítil grind beinini suðuri í Húsavík. "Á, tann vælsignaða grind", segði Ketil. Var so heppin at bjarga mær eitt kók niðri á brúnni, men tit skulu fáa kókið frá mær, eg havi nóg mikið frá í fjør bæði saltað og fryst. Áðrenn Pætur fór um midnátt, spurdi hann, hon- um vant, í tí hann reisti seg, um eg kundi gita sær eina gátu: Í Føroyum er tað bara eitt stað, har barometrið fer uppeftir ella niðureftir, alla aðrastaðni gongur baro- metrið upp ella tað fellur. Hvar er tað? - So fór hann, uttan at geva mær stundir at svara. Ein løgin snigil. Men eitt er vist: hann hugsar meira um tey, ið standa honum nær, enn um seg sjálvan. Góði Jógvan, sum eg skrivaði fyrst í brævinum, so gleða vit okkum, og børnini telja dagarnar." Kærar heilsur frá okkum 5 Kona tín Tann erpni floksformaðurin BROT ÚR BRÆVI (V) C M Y K 14