týsdagur 27. mai 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ 15]
– Fyrr plagdi eg at
gleða meg til tiltøkini
á kvøldi og náttarlívið
á norðoyastevnu og
øðrum stevnum, men
í dag eru tað meira
tiltøkini um dagin,
sum eg fari til saman
við konu og børnum,
sigur Sigmundur
Brestisson
Í STEVNUHÝRI
Solby A. Eliasen
Inni í køkinum situr tvey
ára gamla Sólvá og etur
fransbreyð. Hóast hon er
prikkut um alt andlitið og
allan kroppin av skald-
koppum, so er lagið gott,
og hon tykist ikki at
ørkymlast av, at ókunnugt
fólk er komið á gátt. Fimm
ára gamla Turið og trý ára
gamla Tóra spæla í gongini,
meðan Tórálvur, sum ein-
ans er knappan mánaða
gamal liggur á sofuni og
ger vart við, at tað nú aftur
er tíð at fáa at eta.
Sigmundur er blíður og
býður sess, meðan hann
tekur lítla Tórálv upp og
setur seg við honum.
Sigmundur er ein maður,
sum í sínum ungu døgum
var kendur millum síni vin-
fólk og onnur at altíð vera
við uppá býtúrar. Hann
plagdi at gleða seg til norð-
oyastevnu og ólavssøku fyri
møguleikan at sleppa at
hugna sær um kvøldið og
ballast saman við vinum.
Men tað broyttist alt næstan
yvir eina nátt, tá Sigmund-
ur bleiv frelstur sum 22 ára
gamal. Tað broytti alt hans-
ara lív, og harvið eisini
gleðina við summarstevn-
unum herheima.
– Tað er ongin ivi um, at
norðoyastevna er hæddar-
punktið á sumrinum her, og
tað er eitt gott høvi til at
hitta vinir og kenningar.
Men tað er sjálvandi ymiskt
sum fólk velja at halda
stevnuna, heldur Sigmund-
ur.
Hann og konan, Elisa-
beth, plaga at fara trillitúr
við børnunum í tivoli. At
hyggja eftir kappróðri og at
ganga til onkur onnur til-
tøk. Sjálvur heldur hann, at
tað meira eru tey dagligu
tiltøkini, sum hann fer til í
dag í mun til, tá hann var
yngri.
– Tað eru so nógv ymiskt
tiltøk á norðoyastevnu, at
ein kann ikki fara til øll, tí
so verður tað alt ov nógv
hjá børnunum. Tey skulu
sjálvandi merkja, at tað er
nakað serligt á skránni,
men tað má ikki blíva ov
stressandi, sigur hann.
Tosar við fólk
Sigmundur heldur somu-
leiðis, at stevnur, tá nógv
fólk savnast, er eitt gott
høvi til at práta við fólk.
Hann hevur ofta upplivað,
at tað koma sokallað neyð-
ardýr til hansara og av sín-
um eintingum byrja at práta
um eitt betri lív.
Tað er ikki soleiðis, at
hann steðgar fólki á gøtuni
fyri at prædika fyri teimum.
Hann kennir mong fólk,
sum serliga kenna hann
aftur av navni og hansara
fortíð, og tá er tað ofta, at
hann hittir gamlar kenning-
ar, sum fegnir vilja práta
við hann.
– Tá tey so fáa eyga á,
hvussu gott mítt lív er í
dag, so er tað ofta, at tey
sjálvi tosa um, hvussu nógv
betur teirra lív kundi verð-
ið, greiðir Sigmundur frá.
Hann samanber tað við
barnið í móðurlívinum. Um
ein hevði kunnað samskift
við tað og greitt tí frá,
hvussu heimurin og lívið
uttanfyri móðurlívið er, so
hevði tað valla skilt tað. Tí
tað má upplivast.
– Soleiðis er tað eisini
við at verða frelstur og liva
í kristinlívinum. Meðan
man er í hinum og bara
ferðast í tí ringrásini, so ber
ikki til at fáa eyga á tað
góða. Tað má eisini uppliv-
ast.
Men Sigmundur leggur
samstundis dent á, at hann í
dag hevur samband við
sínar vinir frá fyrr av.
Tað var líka í fyrstuni, at
hann helt seg langt burtur
frá øllum tí, sum hann
hevði ferðast í, men vinar-
bondini vórðu knýtt á ung-
um árum og vóru sostatt
nóg sterk til at halda, hóast
áhugamálini blivu so ym-
isk. Men tað er eisini long
tíð gingin, og teir eru eisini
broyttir.
– Teir eru jú teir flestu
blivnir familjumenn í dag
og hava eisin onnur áhuga-
mál í dag, so vit hava sam-
bandi enn.
Sigmundur sigur, at hann
var ikki alkolholikari tá,
men hann samanber tað
kortini. Hann sigur, at líka
sum ein alkoholikari má
skifta umhvørvi fyri at
koma víðari í sínum nýggja
og edrúuliga lívi, soleiðis
mátti hann eisini síggja í
eyguni, at ein ikki kann
hava eitt bein í hvørjari
legu og tískil velja. Men tað
var ikki so torført, tí hann
sigur, at tá áhugamálini
gjørdust so ymiskt, so fóru
teir í hvør sína ætt mest
sum av sær sjálvum.
Onnur læra
Sigmundur roynir at greiða
frá sínum lívi og tí, honum
hevur verið fyri í vón um,
at tað kanska kann hjálpa
onkrum øðrum. Hann spyr,
hví ein unglingi skal fara
ígjøgnum tílíkt, um tað
kann fyribyrgjast, tí sjálvur
hevur hann mong minni um
eina tíð, hann ikki er so
errin av.
– Sárini lekjast, men eftir
stendur eitt arr, sum eg havi
fyri lívið. Sjálvandi skal ein
ikki ganga runt og hótta
fólk við Satan og Helviti,
men ein kann vísa teimum
á eina rættari leið, tí tá alt
kemur til alt, so hava øll
menniskju brúk fyri Jesusi.
Bara gjøgnum hann sleppa
vit inn í Himmalin, sigur
Sigmundur Brestisson, sum
kennir nógv onnur, sum eru
og hava verið í líknandi
støðu sum hann.
Hetta hevur verið ein sera
hugnalig og áhugaverd
samrøða, og hon kundi
helst hildið fram eina góða
løtu afturat, men nú er tíðin
við at ganga undan, og
Sigmundur skal sjálvur til
arbeiðis. Hann arbeiðir sum
sjálvstøðugur timburmað-
ur. Hann er skipari, men
hevur valt at vera heima - í
øllum førum - meðan børn-
ini eru so smá.
Sigmundur Brestisson gleðir seg til norðoyastevnu, tá fer hann at hugna sær saman við konuni, Elisabeth, og teimum fýra børnunum, Turið, Tóru, Sólvá og Tórálvi. Nakað, sum hann als ikki
hugsaði um í sínum yngru døgum
Mynd: Jens Kr. Vang
Hæddarpunktið á sumrinum
15
[ 14]
C
M
Y
K
14