týsdagur 27. mai 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 99 - 27. mai 2003
Nr. 99 - 27. mai 2003
17
- Vit halda, at sem-
ingsstovurin hevur
roynst ógvuliga illa,
og vit halda eisini, at
Karsten Hansen
skuldi latið vera við
at blanda seg upp í
samráðingarnar, sum
hann hevur gjørt alla
tíðina, sigur Karla
Einarsson, forkvinna
í arbeiðarafelagnum
Hæddini
VERKFALL
Vilmund Jacobsen
Tað er einki, sum bendir á,
at arbeiðarafeløgini í verk-
falli ikki standa saman um
síni lønarkrøv, nú verkfallið
skjótt hevur vart í tríggjar
vikur.
Hetta
vísti
fjølmenti
fundurin, sum var í ítróttar-
høllini á Hálsi leygardagin,
har eini 700-800 arbeiðarar,
sum eru í verkfalli, møttu
til
fundar
at
umrøða
støðuna.
- Fundurin vísti greitt, at
fólk taka ikki undir við tí,
sum okkum higartil hevur
staðið í boði, tí tey halda
hetta vera ov lítið í mun til
teir lønarbatar, sum onnur
hava fingið.
Karla Einarsson, for-
kvinna í arbeiðarafelagnum
Hæddini, sigur, at eingin
”slingur er í valsinum”
millum limirnar, og tí held-
ur verkfallið fram, til ein
veruligur lønarbati er á
borðinum.
Eingin uratkvøða
Hon sigur, at fundurin leyg-
ardagin vísti greitt, at lim-
irnir í arbeiðarafeløgunum
als ikki taka undir við teirri
uratkvøðu, sum semings-
menninir hava borið uppá
mál, tí henda skipan er
gomul og órættvís.
- Øll, sum vóru á fundin-
um, vóru ímóti, at semings-
uppskotið verður sent út til
uratkvøðu.
Karla sigur, at uratkvøða
er ongantíð brúkt í hennara
tíð sum forkvinna, og hon
heldur ikki, at henda skipan
kann brúkast.
- Øll, sum ikki hava høvi
ella nýta høvi at atkvøða
við eina slíka atkvøðu-
greiðslu, verða tald við sum
ja-sigarar, og tað haldi eg
vera burtur við. Tað eru
ikki øll, sum fara á val, og
tað eru heldur ikki øll, sum
eru heima og hava høvi at
atkvøða.
Hon heldur tí, at ein slík
skipan als ikki kann brúk-
ast, tí hon gevur ikki røttu
myndina.
- Haraftrat kemur, at
landið fer at liggja nógv
longri í sáttmálaloysi, um
málið fer út til uratkvøðu.
Brævposturin er ikki bein-
leiðis raktur av verkfallin-
um, men har brøv og frakt
verða send saman, er skjótt,
at posturin verður tarnaður.
Útberingin av posti gongur
heldur ikki sína vanligu
gongd sum er, tí allir bil-
arnir hjá Postverkinum
hava ikki olju.
Tað eru semingsmenninir,
ið hava tosað um uratkvøðu,
men sambært Karlu, skal
ein slík atkvøðugreiðsla fara
fram í semju við arbeiðara-
feløgini.
- Og vit taka als ikki
undir við at koyra semings-
uppskotið út til uratkvøðu,
leggur hon dent á.
Forkvinnan í Hæddini
undrast eisini yvir, at sem-
ingsmenninir
yvirhøvur
tosa um uratkvøðu, tí eitt
slíkt stig hevði lagt landið
lamið í langar tíðir, og hes-
um hava arbeiðarafeløgini
ongan áhuga í.
- Vit vilja hava ein
líkinda sáttmála undir land,
sum vit kunnu vera nøgd
við. Tá ið hesin er komin
uppá pláss, fara vit aftur til
arbeiðis.
Alivinnan bløðir
Karla Einarsson harmast
um, at verkfallið skuldi
gerast so drúgt, men hon
dugir ikki at síggja, at tað
kann vera øðrvísi, tá ið ar-
beiðarafeløgini, sum hon
tekur til, bæði hava ar-
beiðsgevararnar, semings-
stovnin og politikararnar
ímóti sær.
- Vit halda, at semings-
stovurin hevur roynst ógvu-
liga illa, og vit halda eisini,
at Karsten Hansen, lands-
stýrismaður í fíggjarmál-
um, skuldi latið vera við at
blandað seg upp í samráð-
ingarnar, sum hann hevur
gjørt alla tíðina, sigur hon.
Forkvinnan í Hæddini
harmast serliga um støðuna
í alivinnuni, sum er rakt av
ILA, og her hugsar hon ikki
minst um alingina á Skála-
fjørðinum og á Gøtuvík.
- Tað hevur verið eitt
ógvuliga stórt trýst frá ali-
vinnuni, nú støðan er, sum
hon er, men vit hava givið
nøkur
undantaksloyvir,
sum kunnu byrgja uppfyri
tí ringasta, sigur Karla
Einarsson at enda.
Vit hava arbeiðsgevararnar, semingsstovnin og
politikararnar ímóti okkum
- Uratkvøða er ongantíð brúkt í mínari tíð sum forkvinna, og eg haldi avgjørt ikki, at henda skipan kann brúkast. Øll, sum ikki hava høvi ella nýta høvi at atkvøða við eina slíka atkvøðugreiðslu,
verða tald við sum ja-sigarar, og tað haldi eg vera burtur við. Tað eru ikki øll, sum fara á val, og tað eru heldur ikki øll, sum eru heima og hava høvi at atkvøða, sigur Karla Einarsson, forkvinna í
arbeiðarafelagnum Hæddini
Fyri fyrstu ferð hevur
Ísrael viðurkent, at
palestinar hava rætt
til at fáa sítt egna ríki
ÍSRAEL
Árni Joensen
Tað stóð nógv á fleiri av
teimum ísraelsku ráðharr-
unum, tá teir sunnudagin
góðkendu
tað
seinasta
friðaruppskotið, sum ST,
ES, USA og Russland hava
gjørt.
Ein liður í uppskotinum
sigur, at palestinar skulu
fáa sítt egna ríki í 2005.
Fleiri ísraelskir ráðharrar
hava í seinastuni sagt, at
teir kundu ikki taka undir
við uppskotinum, og so
seint sum seinasta fríggja-
dag segði ein av teimum
týdningarmestu ráðharrun-
um, Shaul Mofaz, verju-
málaráðharri, at friðarupp-
skotið er beinleiðis vanda-
mikið fyri Ísrael.
Men
sunnudagin
at-
kvøddi hann fyri uppskot-
inum. Tað hendi, eftir at
Ariel Sharon, forsætisráð-
harri, hevði boðsent øllum
ráðharrunum hjá Likud-
flokkinum á ein serligan
fund, har hann gjørdi greitt,
at stjórnin hevði einki í at
velja enn at góðtaka upp-
skotið. Tað hevði Sharon
fingið at vita úr Washing-
ton.
Tá atkvøtt varð, tóku tólv
ráðharrar undir við friðar-
uppskotinum, meðan sjey
atkvøddu
ímóti,
teirra
millum tríggir úr Likud-
flokkinum hjá Sharon. Fýra
ráðharrar atkvøddu blankt,
teirra millum Benjamin
Netanyahu, fíggjarmálaráð-
harri.
Kortini er tað greitt, at
hvørki Sharon ella hinir
ráðharrarnir góðtaka friðar-
uppskotið, soleiðis sum tað
er orðað í løtuni. Samtyktin
í stjórnini merkir í veru-
leikanum bert, at Ísrael
góðtekur uppskotið sum
grundarlag fyri komandi
samráðingum. Men eftir
stendur tann søguliga sam-
tyktin, har Ísrael fyri fyrstu
ferð formliga viðurkennir,
at palestinararnir hava rætt
til sítt egna ríki.
UTTAN ÚR HEIMI
Kríggið í Irak er lið-
ugt, men nú vendir
amerikanski forsetin
sær ímóti Iran
YVIRGANGUR
Árni Joensen
Amerikanarar vilja vera
við, at limir í yvirgangsfe-
lagsskapinum
al-Qaeda,
sum halda til í Iran, høvdu
samband við bumbuat-
sóknina í Riyadh tann 12.
mai, tá 34 fólk, teirra
millum átta amerikanarar,
doyðu.
Tað hevur gjørt, at ameri-
kanska stjórnin hevur kvett
alt samband við Iran, men
prestastýrið í Teheran av-
sannar, at tað stuðlar al-
Qaeda. Hetta rínir ikki við
stjórnina hjá George W.
Bush,
forseta,
sum
sambært
blaðnum
Washington Post tykist
vera
farin
undir
ein
politikk, sum skal fáa
iranska stýrið at rilla.
Bush hevur kravt, at
iransku myndugleikarnir
fara í hernað ímóti al-
Qaeda, og iranski uttan-
ríkisráðharrin,
Kamal
Kharazi, segði sunnudagin,
at al-Qaeda er ein vanda-
mikil felagsskapur, og at
Iran er til reiðar at stríðast
ímóti honum. Men hetta er
ikki nóg mikið hjá ameri-
kansku stjórnini, og í gjár
høvdu ráðgevararnir hjá
forsetanum fund um, hvat
gerast skal við Iran.
Amerikansku hernaðar-
átøkini í Afghanistan og
Irak verða søgd at hava
skelkað iranska presta-
stýrið, sum neyvan er ser-
liga hugað at fáa somu
viðferð sum Taliban og
Saddam Hussein. Ameri-
kanararnir tosa ikki um
nakað tílíkt átak ímóti Iran,
men
Washington
Post
skrivar, at einum nýtist ikki
at hava tað stóra hugflogið
fyri at ímynda sær, hvat
kann henda einaferð seinni.
Seinastu
tíðina
hava
a m e r i k a n s k i r
embætismenn
næstan
dagliga
verið
í
fjøl-
miðlunum við atfinningum
at Iran, sum verður lagt
undir at taka undir við yvir-
gangi og at fjala limir í al-
Qaeda.
Søgulig avgerð í Ísrael
Nú peikar
Bush á Iran
Ariel Sharon, forsætisráðharri og stjórn hansara hava nú
viðurkent, at palestinska fólkið hevur rætt til sítt egna ríki
C
M
Y
K
17
16