týsdagur 27. mai 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 99 - 27. mai 2003
21
Talvið hesa vikuna
GM Radjabov,T (2644) — GM Dizdarevic,E (2491)
Bosnia GM Sarajevo (6), 24.05.2003
1.d4 d5 2.c4 c6 3.Ric3 Rif6 4.e3 e6 5.Rif3 Ribd7 6.Fc2
Bd6 7.g4! (Kasparov leikti hendan leik móti
talvforritinum Deep Junior í februar, og vann eitt gott
talv) 7...Rixg4 (Deep Junior valdi tá dxc4. Hvat er betri,
er ringt at siga. Svartur kemur í øllum førum at standa
nakað kroystur um hann ikki tekur ímóti finnuni) 8.Rg1
Rih6 (Aðrir møguleikar vóru Rixh2, h5 ella Ff6) 9.Bd2
[9.Rxg7?? Ff6! sum setur á riddaran og rók í senn]
9...Rif8 10.e4 dxe4 11.Rixe4 Rif5 12.Rixd6+ Fxd6
13.0—0—0 Rig6 14.h4 (Radjabov er í hesum talvi í
sonnum offuranda. Blakar alt frameftir, fyri at náa kongin.
Rættiliga kompromileys telving!) 14...Rige7 15.Bd3 f6
16.h5 Kf7 17.Rg4 b5 18.Bf4 Fb4 19.Rdg1 bxc4 20.Bxc4
Rg8 21.a3 Fb6 22.Rih4! (Svarta støðan heldur ikki ímóti
aktiva trýstihátti Radjabovs) 22...Rid5 23.Rixf5 exf5
24.R4g3 a5 25.Rb3 Fa7 (Í hesum førinum átti svartur at
tikið d-finnuna, sum eisini vardi riddaran og d5 puntin
betri) 26.Bxd5+ cxd5 27.Fc6! Fa6 28.Fxd5+ (Ivasamt.
Fc7+ hevði verið skjótari) 28...Be6? (Besta boðið var
Fe6) 29.Rb7+ Ke8 30.Re1 Rc8+ 31.Kd2 Rc6
Støðan eftir 31...Rc6
32.Fd7+ Bispurin er bundin og mát verður í næsta leiki.
Flott álopstalv av undurbarninum úr Azerbadjan. 1—0
Nú sjey umfør eru
leikt í sterku kapping-
ini í Sarajevo, tykist
tað sum um eingin
kann steðga Ivan
Sokolov. Tvey umfør
skulu telvast aftrat
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
34 ára gamli Ivan Sokolov,
sum nú umboðar Holland,
kennur seg ivaleyst væl til
rættis í heimbýi sínum
Sarajevo í Bosnia-Herzego-
vina. Hann er styrkismettur
fjórðhægstur
aftanfyri
Alexei
Shirov,
Rustam
Kasimdzhanov og Evgeny
Bareev, men hevur lagt teir
væl aftur um seg, nú tvey
umfør resta í.
Oddamaður frá
byrjan av
Sokolov, sum í árunum
1992-97 fleiri ferðir vitjaði
Føroyar, og serliga Havnar
Telvingarfelag, legði út
sum ein stormur og hevði
2,5 stig eftir trimum um-
førum, og var tá saman við
16 ára gamla Radjabov á
odda. Hesir báðir hittust í
fimta umfari í einum
sonnum oddabraki. Soko-
lov hevði hvíta fólkið, og
varð eitt skifti í miðspæl-
inum trýstur av unglingin-
um. Rutinan og sjálvandi
eisini styrkur avgjørdi helst
talvið, tá Sokolov seint inni
í miðspælinum fekk lump-
að Radjabov við einari
taktiskari finessu.
Í triða umfari hitti Soko-
lov ratingfavorittin Shirov
við svarta fólkinum. Ein
tung uppgáva, og hóast at
Shirov telvaði sína eyð-
kendu
kompromileysu
álopstelving, stóð Sokolov
stinnur, og hevði, tá eldurin
hevði lagt seg, enntá eina
meirfinnu í endatalvinum.
Ógjørligt var tó at vinna
endatalvið, og javnleikur
bleiv úrslitið. Eitt gott úrslit
hóast alt hjá fryntliga
talvvini okkara.
Ein eins avbjóðandi upp-
gáva hevði oddamaðurin í
sjeynda umfari, tá hann
førdi svarta fólkið ímóti
Bareev. Eitt skifti hevði
Bareev helst vinnandi fyri-
mun, men tað er ikki uttan
orsøk, at Sokolov er kendur
fyri at stríðast manniliga
við tolsemi til síðsta leik.
Hesin góði eginleiki gav
honum loksins ein góðan
javnleik djúpt inni í enda-
talvinum.
Støðan eftir 7. umfar
Sokolov (2677)
5,5
Kasimdzhanov (2680) 4,5
Movsesian (2659)
4,5
Radjabov (2644)
4,5
Shirov (2735)
4,0
Bareev (2734)
4,0
Kurajica (2551)
3,5
Kozul (2601)
2,5
Damljanovic (2587)
1,0
Dizdarevic (2491)
1,0
Óvæntað er, at Shirov og
Bareev ikki eru í absolutta
toppinum. Bareev tapti tvey
tey fyrstu umførini, og
talan er tí um eitt gott
comeback hjá honum, sum
tó ikki verður nóg mikið til
at vinna kappingina. Shirov
hevur leikt heili seks javn-
leikir, og bert vunnið eitt
talv. Ikki hansara vanligi
stílur, men kortini hava talv
hansara verið áhugaverd og
drúgvir javnleikir.
Sokolov hittur Movse-
sian og Kasimdzhanov í
seinastu umførunum. Tvær
toppuppgerðir, sum Soko-
lov helst verður mettur sum
favorittur at vinna vegna
hansara góðu úrslit higartil
og status sum oddamaður í
33rd Bosnia Tournament.
Vælleikandi Sokolov
Ivan Sokolov, sum nú umboðar Føroyar, hevur lagt seg trygt á
odda í sterku altjóða kappingini í Sarajevo
21
Nr. 99 • týsdagur • 27. mai 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Umframt B68
miðverjan hevur
Henrik Larsen valt at
síggja burtur frá
Heðini á Lakjuni og
Helga L. Petersen,
meðan Johan B.
Hansen, Ingi Højsted,
Atli Danielsen og
Jónhard Frederiks-
berg eru í hitanum
LANDSLIÐIÐ
Jóannes Hansen
Henrik Larsen var á Skála
leygardagin fyri við egnum
eygum at staðfesta, um
Hans Fróði Hansen er mest
upplagda valið til mið-
verjuplássið, sum stendur
tómt ímóti Íslandi, nú Óli
Johannesen
og
Pól
Thorsteinsson eru leik-
bannaðir.
Dómurin yvir avrikið hjá
Hans Fróða Hansen kom í
gjár, tá ið Henrik Larsen
boðaði frá, hvørjar spælarar
hann vil hava við til Íslands
annan mikudag. Hans Fróði
Hansen er ikki millum teir
tjúgu, sum hava fingið boð.
Sunnudagin var Henrik
Larsen í Vágum og eyg-
leiddi Súna Olsen. Ungi
maðurin í GÍ gjørdi góða
reklamu fyri sær sjálvum,
hann spældi allar 90 min-
uttirnar, hann skoraði ann-
að GÍ málið við frísparks-
perlu, og harvið negldi
hann rimmar fast, at hann
er tøkur í Íslandi annan
leygardag.
Sjálvandi verður tað ikki
fyrrenn sjálvan dystardagin
greitt, hvønn spælara Jón
Rói Jacobsen skal hava
undir liðini á sær í miðverj-
uni. Men úttøkan bendir á,
at valið fer at standa mill-
um Johan B. Hansen og
Jóhannis Joensen.
Jóhannis Joensen varð
sendur til hús eftir fyrra
dystin ímóti Kasakstan. Tá
varð sagt, at hetta ikki
skuldi skiljast sum upp-
søgn, men heldur tí venjar-
in vildi viga onkran annan í
seinna dystinum, og nú er
Jóhannis aftur í hitanum.
Johan B.Hansen spælir í
Horsens
í
næstbestu
donsku deildini. Hann fekk
ikki landsliðsboð undan
dystunum ímóti Kasakstan,
men nú vil venjarin hava
danskaran við føroysku for-
eldrunum ímillum teir átj-
an, sum liðið ímóti Íslandi
skal veljast ímillum.
Pól Thorsteinsson og Óli
Johannesen verða sjálv-
skrivaðir ímóti Týsklandi.
Tá sleppa tveir av teimum,
sum fáa boð ímóti Íslandi,
ikki at sita á beinkinum,
men skulu heldur út millum
áskoðararnar at sita.
Heðin á Lakjuni spældi
við í fyrra dystinum ímóti
Kasakstan, og tá skoraði
hann fyri fyrstu ferð á
landsliðnum. Hann var ikki
í hópinum undan seinna
dystinum, og nú er hann
aftur settur uttanfyri. Tað er
Helgi L. Petersen eisini, og
pláss er heldur ikki fyri
Símuni Samuelsen úr GÍ.
Nýggja ættarliðið
Í tjúgu manna hópinum eru
fleiri spælarar, sum undan-
farnu árini hava verið á
yngru landsliðunum, og
sum ikki áður hava roynt
seg í undankappingardyst-
um. Her verður hugsað um
Inga Højsted úr Arsenal,
Atla Danielsen, úr KÍ, Jann
Inga Petersen úr B68 og
Jónhard Frederiksberg av
Skála, sum fyrstu ferð nak-
rantíð var í landsliðshitan-
um, tá ið liðið var á venj-
ingarlegu í Spania í vetur.
Merkisvert er tað eisini,
at landsliðsvenjarin hevur
valt framvegis at halda
Christian Høgna Jacobsen í
hitanum, sjálvt um hann í
vár hevur spælt ógvuliga
lítið á besta liðnum hjá
Vejle.
Teir tjúgu, sum hava
fingið landsliðsboð, eru
hesir: Jákup Mikkelsen,
Molde, og Jens Martin
Knudsen, NSÍ, eru málverj-
ar. Hinir eru Fróði Benja-
minsen og Jann Ingi Peter-
sen úr B68, Jóhannis Joen-
sen, FS Vágar, Julian
Johnsson, Jákup á Borg og
John Petersen, B36, Súni
Olsen, GÍ, Atli Danielsen
og Hjalgrím Elttør, KÍ,
Jónhard
Frederiksberg,
Skála, Rógvi Jacobsen og
Andrew av Fløtum, HB,
Ingi
Højsted,
Arsenal,
Christian Høgni Jacobsen,
Vejle, Jón Rói Jacobsen,
Brøndby og Johan Byrial
Hansen, Horsens. Og so
eru tað Óli Johannesen,
Hvidovre, og Pól Thors-
teinsson, B36, sum ikki
eru tøkir í fyrra dystinum.
Úttøkan vísir, at lands-
liðsspælararnir eru úr so at
siga øllum landinum. Øll
feløgini í bestu deildini eru
umboðað uttan VB og
EB/Strreymur. Úttøkan vís-
ir eisini, at útisetarnir eru
nógv færri, enn teir onkun-
tíð hava verið. Teir eru
Jákup Mikkelsen, Jón Rói
Jacobsen, Christian Høgni
Jacobsen, Johan B. Hansen
og Ingi Højsted og í seinna
dystinum
eisini
Óli
Johannesen.
Landsliðið fer til Reykja-
víkar mikudagin í næstu
viku, og tað verður flogið
heim aftur beinanvegin
leygarkvøldið, eftir at dyst-
urin á Laugardalsvøllinum
verður av.
Hans Fróði vrakaður
til stóru avbjóðingarnar
Íslendski hópurin móti Føroyum
Íslendski landsliðsvenjarin, Ásgeir Sigursson hevur tikið hesar 18 leikarar út til
landsdystin móti Føroyum
Navn
Felag
dystir/mál
Birkir Kristinsson
ÍBV
73/0
Árni Gatur Árason
Rosenborg BK
27/0
Rúnar Kristinsson
Sporting Lokeren
98/3
Guðni Bergsson
Bolton Wanderers
78/1
Arnar Grétarsson
Sportin Lokeren
59/2
Hermann Hreiðarsson
Charlton Athletic
47/2
Helgi Sigurðsson
Lyn
45/9
Þórður Guðjónsson
Vfl Bochum
44/11
Lárus Orri Sigurðsson
West Bromwich Albions
39/2
Brynjar Bjørn Gunnarsson
Stoke City
36/3
Arnar Gunnlaugsson
KR
32/3
Tryggvi Guðmundsson
Stabæk
30/8
Arnar Þór Viðarsson
Sporting Lokeren
24/0
Eiður Smári Guðjohnsen
Chelsea
22/7
Marel Baldvinsson
Sporting Lokeren
11/0
Ívar Ingimarsson
Wolverhampton Wanderers
11/0
Jóhannis Karl Guðjónsson
Aston Villa
11/1
Indriði Sigurðsson
Lillestrøm
8/0
Hans Fróði Hansen stóð ikki royndina um vikuskiftið, og er
hann tí ikki við í føroyska landsliðshópinum til teir báðar
komandi dystirnar
C
M
Y
K
20