týsdagur 27. mai 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ 18]
[ 19]
Í sambandi við at tað
er ár teirra brekaðu,
verða nógv ymisk og
spennandi tiltøk á
norðoyastevnu, har
tey sum bera brek
fara saman við teim-
um, sum ikki bera
brek at seta dám á
stevnuna
Í STEVNUHÝRI
Solby A. Eliasen
MBF hevur verið í Klaks-
vík fram til norðoyastevnu
og havt fundir við mentun-
arnevnd
býráðsins
og
onnur við um møgulig
tiltøk á norðoyastevnu.
Ætlanin er at broyta set-
anina av stevnuni, soleiðis
at tað verður meira tónleik-
ur at hoyra. Emma´s blues
band fer at syngja og spæla
til sjálvan setanina og eisini
verða aðrir kendir bólkar á
skránni. Ætlanin er so eis-
ini, at Emma´s blues band
skal spæla saman við hin-
um bólkunum til setanina
av norðoyastevnu.
Fyrireikararnir
hava
somuleiðis tosað um at lata
Emma´s blues band spæla
til
dans
ein
part
av
fríggjakvøldinum.
Framsýning er eisini á
skránni á norðoyastevnu.
Tað eru tey vardu verkstøð-
ini í Klaksvík, Havn og
Runavík saman við teimum
ymsu limafeløgunum í
MBF, sum standa fyri
henni. Talan er um eina
listaframsýning, har tekn-
ingar og annað, sum starvs-
fólkið á verkstøðunum hev-
ur gjørt. Harafturat fara
limir úr teimum ymsu
limafeløgnum
at
hava
ymisk tól við, sum gera tað
møguligt hjá einum at seta
seg inn í støðuna hjá
teimum. Til dømis fer
deyvafelagið
at
vísa,
hvussu tað er at hava
tinitus.
Somuleiðis fara røðurnar
sum verða hildnar til mid-
náttarsamkomuna og fólka-
fundin at verða hildnar av
fólki, sum vara av teimum
brekaðu.
Jórun Høgnesen, for-
kvinna í mentunarnevndini
í Klaksvíkar býráð, heldur
tað vera sera týdningar-
mikið, at ár teirra brekaðu
kemur at seta sín dám á
norðoyastevnu, og hon
vónar, at tað fer somuleiðis
at seta dám á hinar summ-
arstevnurnar í ár.
– Norðoyastevna er eitt
gott høvi til at varpa ljós á
ár teirra brekaðu, sigur
Jórun Høgnesen.
Ár teirra
brekaðu
setur dám á
At tað er ár teirra brekaðu,
fer rættuliga at seta sín dám
á norðoyastevnuna í ár
Formaðurin heldur,
at teir í Norðdepli/
Hvannasundi nú eru
við fyri at læra, og
harvið roknar hann
ikki við, at nýggja
6–mannafarið fer at
avrika tað í ár, sum
Norðingurin gjørdi
miðskeiðis í 60 unum
NORÐDEPLI/
HVANNASUND
Jóannes Hansen
Tað liggur í navninum, at
Norðoyastevnan er fyri
norðoyingar og ikki bara
klaksvíkingar. Tí er ikki
annað enn nátúrligt at lodda
dýpið fyri at vita, hvussu
landið liggur norðuri í
Sundi, sum tað verður
nevnt í Norðoyggjum. Har
flotaðu tey flaggdagin
nýggja
6–mannafarið,
Sundabátin, sum Sámal
Hansen hevur smíðað.
Saman við Árnafirði
gjørdu teir í Hvannasundi
og Norðdepli rættuliga um
seg í kappróðri miðskeiðis í
seksti árunum. Sundamenn
høvdu
10–mannafarið
Norðingin, sum vann FM
kappingina í 1965 og 1966,
og
árnfirðingar
høvdu
8–mannafarið Árnfirðing,
sum vann FM í 1966, 1967
og í 1968. Hetta var undir
gomlu skipanini, tá ið FM
varð avgjørt í einum róðri
aftaná ólavsøku.
– Vit eiga framvegis
10–mannafarið, og vit hava
hoyrt um avrikini, sum
vórðu framd við honum.
Vit í nevndini eru so mikið
ungir, at vit av góðum
grundum
ikki
minnast
hetta, men tað hevur verið
óført.
Hetta sigur Niels í Buð,
sum er formaður í endur-
reista kappróðrarfelagnum.
Saman við honum í nevnd-
ini eru Sigmar Sørensen,
Vilhelm Hansen, Jákup
Justesen, Brian Nýggja-
garð, Símun Pætur Olsen
og Martin Simonsen.
Sundabáturin er mannað-
ur við monnum, men ikki
við kvinnum. Við hesum og
nevndarsamansetingini
í
huga kann staðfestast, at
kvinnurnar eru ikki uppi í
kappróðrinum norðuri í
Sundi:
– Vit royndu at fáa
kvinnumanning til nýggja
bátin, men tað miseydnað-
ist. Men tað verður vónandi
betri eitt annað ár.
Vóna tit at røkka langt í
ár?
– Vit eru við fyri at læra,
sum tað plagar at verða
tikið til. Tveir av teimum,
sum rógva við, vóru í fjør
við til at manna Fípuna
Føgru í Klaksvík. Hinir
hava ongantíð róð áður.
Men tað verður dúgliga
vant, og so fáa vit at síggja.
Klaksvíkingar hava verið
ógvuliga hjálpsamir. Bátur-
in hevur síðstu vikurnar
staðið í neystinum hjá teim-
um, og vit hava vant á
Vánni í Klaksvík nú undan
Norðoyastevnuni. Vit fara
eisini at ferðast saman við
teimum, so vit kunnu ikki
siga annað, enn at sam-
starvið er gott við grann-ar-
nar, sigur Niels í Buð, for-
maður
í
Norðdepils-
Hvannasunds Róðrarfelag.
Teir, sum manna nýggja
Sundabátin, eru Martin
Simonsen, sum stýrir, og
Tordur Sigurðsson, John
Mortensen,
Christian
Guttesen, Rúni í Frammi-
stovu, Jógvan Jóhan Loren-
zen og Gunnar Andreassen.
Tá ið báturin fyrstu ferð
varð flotaður, var hátíðar-
hald. 5–mannafarið Ritan,
sum felagið luttók við síðsti
í seksti árunum og onkuntíð
fyrst í sjeyti árunum, varð
flotað, og Pól Jóhannesen,
trúboðari, segði nøkur orð.
Hann takkaði vegna róð-
rarfelagið fyri góða fíggj-
arliga stuðulin, og so fingu
róðrarfelagið og bátsmann-
ingin at vita, hvat tað varð
roknað við av teimum:
– Tit eru fyrimyndir hjá
bygdunum her í Trong-
anum, og vit vóna, at tit
verða góðar fyrimyndir.
Síðani farið varð
undir FM kappróður
hevur Klaksvíking-
urin ongantíð
vunnið FM, og í
heimasjógvi hevur
10–mannafarið bara
vunnið eina ferð
vunnið í 40 ár
KAPPRÓÐRARHAGTØL
Jóannes Hansen
Norðoyastevnurnar, tá ið
klaksvíkingar hava verið
so gestablíðir, at teir hava
latið fremmandu kapp-
rógvararnar fara við øllum
silvurinum, hava verið
nógv fleiri, enn stevnurnar,
tá ið klaksvíkingar hava
vunnið.
Í 2001 vunnu tríggjar
manningar hjá Klaksvíkar
Róðrarfelag FM, og tað
árið vunnu allar hesar
manningarnar á norðoya-
stevnu. Talan var um Fíp-
una Føgru við gentum,
Páll Fanga við kvinnum og
um Nevið Reyða.
Í fjør bjóðaðu klaksvík-
ingar seg fram við nýggj-
um 10–mannafari. Eftir
glæsiligu
úrslitini
við
8–mannafarinum árið fyri,
kundi tað tykjast sum um,
at
dreymurin
um,
at
10–mannafarið
skuldi
vinna á norðoyastevnu og
rættuliga vera við í FM
kappingini, sum Klaksvík-
ingur
ongantíð
hevur
vunnið, skuldi gerast veru-
leiki, men tað eydnaðist
ikki. Kappingin frá Havn-
arbátinum, Eysturoyingin-
um og Vestmenninginum
var eirindarleys, og Klaks-
víkingurin endaði á fjóðra
plássi, sjálvt um teir í fleiri
av teimum seks FM róðr-
unum kendu fjarstøðuna
fram til fremsta plássið at
vera lítla.
2003 er fjørutinda árið,
at tað verður kappast um
FM í róðri. Frá 1964 og til
og við 1972 varð skipað
fyri serligari kapping um
FM, eftir at stevnuróðrar-
nir høvdu verið. Síðani
1973 hevur skipnin við
stigum verið galdandi. Tað
vil við øðrum orðum siga,
at 2003 er 40. árið, at tað
ber til at vinna FM í kapp-
róðri, og at tað í ár eru 30
ár síðani, at tað varð farið
undir FM kappingar í tí
líki, sum tær nú eru kend-
ar.
Higartil hava klaksvík-
ingar vunnið tólv FM heiti
– fimm undir gomlu skip-
anini og sjey undir gald-
andi skipan. Fípan Fagra
við dreingjamanning vann
FM í 1964, og genturnar á
Fípuni vunnu í 1965,
1966, 1967 og í 1969.
Genturnar vunnu aftur í
2001. Kvinnurnar umborð
á Páll Fanga hava vunnið í
1986, 1987, 1989, 1990 og
í 2001, og Nevið Reyða
vann í 2001.
Síðani
1970
hevur
10–mannafarið í Klaksvík
ongan FM róður vunnið.
Tað árið vann Klaksvík-
ingur tríggjar róðrar – á
norðoyastevnu, á jóansøku
og á vestanstevnu. Teir,
sum mannaðu spildur-
nýggja bátin á norðoya-
stevnu hetta árið, og harvið
eru teir einastu, sum hava
vunnið í heimasjógvi í
Klaksvík, síðani tað varð
farið undir FM kappingar,
vóru hesir: Martin Jacob-
sen – Einar Thomassen,
Kjartan Thomassen, Karl
Jákup Petersen, Petur Hans
Poulsen, Ólavur Johanne-
sen, John Danielsen, Jákup
Sørensen, Hanus Hansen,
Svenning Eysturdal og
Torleif Sigurðsson, ið var
22 ára gamal aldursforseti
og bátsformaður.
Norðuri í Sundi aftur
á róðrarkortið
Klaksvíkingur eigur bara ein sigur
Manningin á Sundabátinum
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
19
18