Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mai 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 99 - 27. mai 2003 Nýggj hondbóltsnevnd Við nevndarvali sum einasta mál á skránni, setti HSF á øðrum sinni aðalfundin um vikuskiftið HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tá Hondbóltssambandið fyri tveimum vikum síðani helt aðalfund, varð hesin slitin, uttan at øll mál vóru avgreidd. Orsøkin til hetta var, at tað ikki hevði verið gjørligt at manna nevndina hjá sersambandinum, og tá mest sum allir nevndarlimir- nir høvdu boðað frá, at teir ikki orkaðu meira, so mátti nýggjur aðalfundur ásetast. Heilt uttan vón var tað tó ikki, at hetta varð gjørt. Greiðar ábendingar vóru um, at nakri persónar vóru, sum kundu fáa í nýggju nevndina, og leygardagin varð tíbetur eisini staðfest, at so var. Rógvi Nielsen úr Havn var partur av fráfarandi nevndini, og hóast tað ikki var ætlan hansara, so tók hann við afturvalið eitt skeið afturat um vikuskiftið. Afturat honum eru so komnir ein strandingur og tveir vestmenningar. Strand- ingurin er Evind Jacobsen, og teir báðir vestmenning- arnir eru Áki Johansen og Niels Tnomas Petersen. Við nevndarvalinum verður bert avgjørt, hvussu nevndin verður mannað. Nevndin skipar seg sjálva, og væntandi verður hetta gjørt í næstum. Í øllum førum er greitt, at tað helst verður beinan veg- in, at nýggja nevndin skal til arbeiðis. Tað hevur leingi verið ein óavkláraður spurningur, hvussu fram- tíðin hjá føroyskum lands- liðshondbólti skal síggja út. Hóast tað ikki hevur verið sagt alt ov hart, so tykist tað nú greitt, at hetta var nakað, sum fráfarandi nevndin av givnum orsøkum vildi sleppa undan at taka støðu til, og í øllum førum gevur tað nýggju nevndini møgu- leika at seta sínu egnu leið úr í kortið. Tað skal tó ganga skjótt fyri, sum skilst. Longu triðja juni er seinasta freist fyri tilmeldan til komandi HM- undankappingina í mans- hondbólti, og til ta tíð skal spurningurin um mans- landsliðið í øllum førum vera avgreiddur. Enn er støða so ikki tikin um hini landsliðini, bæði fíggjar- og skipanarliga eru hetta spurningar, sum eru nær tengdir at hvørjum øðrum. Tað kann í hesum sam- bandi eisini leggjast afturat, at landsliðsvenjarin, Lars Nedergaard, nýtti leygar- dagin til at greiða frá, hvussu hann ímyndar sær menningina av føroyskum hondbólti komandi árini. Ein sokallað visión 2010 varð løgd fyri aðalfundin, og partar av hesi verða so eisini millum evnini, sum nýggja nevndin skal taka støðu til komandi tíðina. Favorittarnir úr B36 hava ilt við at fáa skikk á úrtøkuna, og hóast tað leikliga hevur gingið hampu- ligt hjá Skála og FS Vágum, so eru hesi liðini framvegis sør 2. UMFAR SAMANUM Jóannes Hansen Størsta kvøkkin í vikuskiftinum fingu meistarakandidatarnir í B36. Í Gundadali høvdu teir vitjan av EB/Streymi, sum við fleiri fyrrverandi B36 spælarum á liðnum feldi heimaliðið. EB/Streymur vann 3–1, og stóri maðurin hjá gestunum var Magni á Lakjuni, sum seinatsu árini hevur spælt við B36. Avrikið og úrslitið hjá EB/Streymi í Gundadali ber við sær spurningin, um tað nú er møguleiki fyri, at eitt heilt annað lið, enn tey, sum higartil hava vunnið FM, skal verða sigursharri í landskappingini. Um EB/- Streymur verður millum gullfavorittarnar, so verður tað annað snitt yvir síðsta umfarinum, enn tað framm- anundan hevur verið spátt um. Í síðsta umfarinum skal EB/Streymur á útivølli spæla ímóti Skála! HB og NSÍ hava verið roknað millum gullfavoritt- arnar. Tað eiga tey eisini at verða eftir góðu reklamuna, sum hesi liðini sunnudagin gjørdu fyri sær sjálvum og fótbóltsspælinum sum heild. Hjá NSÍ man tað ikki kennast nóg gott ikki at vinna á heimavølli, men sammett við í fjør er talan um framgongd, tí tá taptu teir minniliga heimadystin ímóti HB. Tá ið HB áður hevur verið upp á tað besta, og teir í 2. hálvleiki hava reist seg, so hevur tað ofta eydn- ast hjá teimum fram ímóti dystarenda at fingið sigurs- málið. Tað kundu teir havt fingið hesa ferð, men tað miseydnaðist, og tað kann vera ábending um, at HB – sammett við seg sjálvt – ikki enn er á toppinum. Skipanirnar Ein spurningur undan øðr- um umfari var, um KÍ fór at megna at reisa seg eftir avhølvingina næstsíðsta sunnudag ímóti B36. 2–2 á heimavølli ímóti VB boðar frá, at tað gekst klaksvík- ingum væl betri, enn tað gjørdi ímóti B36. Men tað boðar eisini frá, at tað gongur rætta vegin hjá VB. Vágbingar hava verið óhepnir ikki at vinna enn. At teir fara at gera tað ofta er eingin ivi um. At tað hevur gingið væl í yngru deildunum sæst so spakuliga aftur á VB mann- ingini. Hesa ferð vóru Jákup Olsen og Kári í Lágabø millum teir fyrstu ellivu, og Eyðstein í Lága- bø kom inn í 2. hálvleiki. Útlendingarnir eru fingnir henda vegin fyri at vera millum stuðlarnar. Tí eigur tað at koma sera illa við í Vági, at teir eru so ódrúgv- ir. Í fyrsta umfarinum varð ein av fremmandu monnun- um hjá VB rikin av vøllin- um, og í næsta umfarinum vórðu tveir útvístir. Í fjør fekk VB í átjan dystum trý reyð kort. Tað hava teir í ár rokkið, nú tvey umfør eru farin. Tá ið B36 smurdi KÍ av næstsíðsta sunnudag, stóð- ust flestu málini av, at B36 gjørdi sær dælt av, at KÍ verjan lá so frammarlaga og royndi at seta rangstøðu- fellu. VB megnaði onkra ferðina at fáa nyttu burturúr hesum, men vágbingar hava ikki so hvassar álops- spælarar, sum B36 hevur í Jákupi á Borg og John Pet- ersen. Men tað hava onnur feløg. Eitt nú EB/Streymur, sum KÍ fer at vitja hósdag- in. Fyri snildar spælarar sum Sorin Anghel og Magna á Lakjuni er tað reint guff at spæla ímóti so flatari verju, sum er so fok- userað upp á rangstøðuna, sum KÍ var tað ímóti VB. Hjá KÍ riggar tað illa at fáa dýpd í, og so eigur tað at kosta nógv. Serliga tá ið fleiri av verjuspælarunum ikki teljast millum teir skjótastu. EB/Streymur megnaði at halda ímóti KÍ vandamiklu B36 skjúttun- um burtur frá málinum hjá Gunnari á Steig. Tí er upplagt hjá klaksvíkingum, at teir spyrja seg fyri hjá onkrum av nógvu fyrrver- andi KÍ spælarunum í B36, hvørji vápnini hjá EB/- Streymi eru! B68 venjarin hevði und- an grannauppgerðini á Skála tikið avleiðingarnar av, at flata verjan ikki rigg- aði nóg væl. B68 verjan kundi havt riggða betri, enn hon gjørdi leygardagin. Men spentu støðurnar stóð- ust meiri av persónligum mistøkum, heldur enn av, at skjótu menninir í fremstu røð hjá Skála runnu seg leysar innanfyri B68 verjuna. Trýstið økist GÍ og Skála hava spælt tríggjar dystir. Gøtumenn eru fremstir, og Skála er aftast. GÍ hevur higartil saknað fleiri lyklaspælarar, og sunnudagin vóru teir fyri tað mesta bara tíggju. Tí bera avrikini og úrtøkan higartil boð um, at tað skal roknast við gøtumonnum. Hvørja ferð Skála fer av vøllinum uttan at hava fing- ið stig og uttan at hava skorað, økist trýstið á teim- um. Tað ger tað eisini á FS Vágum, sum hesa ferð ikki megnaði at fáa stig burturúr á heimavølli, hóast teir størsta partin av tíðini vóru yvirmannaðir. Hjá bæði Skála og FS Vágum verður talan um stórar bitar hósdagin, tá ið triðja umfarið verður á skránni. Skála skal í Gundadali spæla ímóti HB, og FS Vágar skal til Vágs. Í morgin venda vit aftur til 2. deild og undanumrøðu av triðja umfarinum. Verkfall- ið avmarkar framvegis síðutalið, og tætta skráin hevur við sær, at umstøður- nar til undanumrøður og eftirviðgerðir ikki eru tær, sum tær annars hava verið, tíverri. Sundalagið setur dágsskránna HB og NSÍ hava verið rokn- að millum gullfavorittarnar. Tað eiga tey eisini at verða eftir góðu reklamuna, sum hesi liðini sunnudagin gjørdu fyri sær sjálvum og fótbólts- spælinum sum heild C M Y K 22 Nr. 99 - 27. mai 2003 23 KÍ–VB 2–2 (1–1): VB misti á stokkinum Lítið sannførandi verjuparturin hjá klaksvíkingum var um reppið at kosta øll stigini, men teir bjargaðu sær við brossparki í evstu løtu KÍ–VB Jóannes Hansen Ivaleyst høvdu vágbingar frammanundan viljað selt uppgerðina í Klaksvík fyri eitt stig. Men nú kendu teir seg snýttar fyri sigurin, og tað lótu teir ganga út yvir seg sjálvar og triðja um- farið. Tá ið tað restaðu fimm minuttir, vóru vágbingar framvegis ellivu á vøllin- um, og teir komu framum 2–1. Men tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, vóru bara níggju VB spæl- arar á vøllinum. Dómarin hevði lagt fimm minuttir afturat vanligu leiktíðini. Í eykatíðini javnaði KÍ til 2–2, og dómarin sendi tveir á gestandi liðnum undir brúsu. Spælandi venjarin, Pre- drag Zivkovic, og Slobodan Madzar fingu báðir í yvir- tíðini gula kortið tvær ferð- ir stungið í næsarnar. Í báð- um førunum var tað fyrst fyri at mótmæla, at dómar- in hevði bríkslað fyri brots- sparki til KÍ. Eftir at KÍ liðformaðurin, Allan Joen- sen, úr ellivu metrum hevði skorað (tað var um reppið, at Bjarni Johansen bjarg- aði) fekk spælandi venjarin eitt gult kort afturat fyri at sparka bóltin burtur, og í næstsíðsta minuttinum fekk Slobodan Madzar gult fyri vandamikið spæl. Vágbingar kendu seg burturdømdar. Teir vildu ikki hoyra talan um, at KÍ átti brotsspark, tá ið Símun Joensen var farin um koll í brotsteiginum. Teir vildu vera við, at KÍ spælarin hevði rent seg inn í mót- støðumann og so var dottin. Men dómarin hevði aðra útlegging. Sambært honum skuldi klaksvíkingurin vera rendur um koll og hildin niðri. Tí hevði hann dømt gilta møguleikan til heima- liðið. Taptu og vunnu Tá ið dómarin hevði bríksl- að fyri síðstu ferð, kendist tað, sum um vágbingar høvdu tapt tvey stig, og at KÍ hevði vunnið eitt. Og tað var einki at siga til, at vágbingar iðraðu seg um, at teir ikki høvdu øll stigini suður aftur við. Fram ímóti dystarenda skoraðu teir til 2–1, tá ið rangstøðufellan hjá KÍ kiksaði í høgra verjuborði, og Birgir Jørg- ensen, sum var púra leysur, kundi seta innaru síðuna á flata innleggið. Gestirnir høvdu framm- anundan 2–1 málinum havt stórar møguleikar at skora mál, og ein av hesum møguleikunum var risastór- ur. Heimaliðið royndi ofta – fyri tað mesta var tað strongt og verri enn so altíð skilagott – at seta rang- støðufelluna. Mortan úr Hørg lyfti bóltin framum KÍ verjuna í høgra borði hjá VB, hann setti sjálvur ferð á, og meðan hann hevði kós ímóti baklinjuni og fimm metrar úr málinum, vóru tríggir! liðfelagar hjá hon- um púra leysir undir málin- um. Men avleveringin úr høgru fall so mikið seint, at Harley Bertholdsen megn- aði at renna upp á tvørs og beina innlegginum út til horna. At KÍ so ofta og alt annað enn sannførandi royndi at seta rangstøðufelluna langt frammi á vøllinum, setti stór krøv til linjuverjarnar. Teir skuldu taka støðu til, hvør spælarin hevði bein- leiðis ávirkan á spælið og ikki. Í 1. hálvleiki tóktust vágbingar onkra ferðina at vera burturdømdir, tá ið álopsspælarin vendi sær frá bóltinum, meðan aftari maðurin elti bóltin. KÍ slapp við skrekkinum, men tað var alt annað enn sann- førandi verjuspæl, sum heimaliðið vísti. Á lítlum øki At KÍ so ofta hevði verju- spælararnar so frammar- laga, hevði við sær, at spæl- ið ikki so sjáldan gekk fyri seg á lutfalsliga lítlum øki. Tað hevði aftur við sær, at tað vóru nógvir nærdystir, og at tað var torført at temja og finna leysar viðspælarar. Tað var torført hjá dómar- anum, men hann kom væl frá uppgávuni. Talan var ongantíð um vakurt og hugflogsríkt fót- bóltsspæl. Skeivu sending- arnar og høgu og longu sendingarnar vóru ov nógv- ar. Men tað var støðugt tætt, intensivt og harvið spennandi. Birgir Jørgensen setti hol á, tá ið eitt lítil korter var farið. Innleggið úr vinstru var ikki heilt neyvt, men veteranurin megnaði tíggju metrar úr málinum at toyggja seg afturav og við høvdinum at senda dygst inn við handara stólpanum. KÍ javnaði í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat fyrra umfarinum. Atli Danielsen stakk fram til Eyðun Klakstein í høgru, og hesin sendi av baklinjuni og flatt framvið øllum og til handara stólpan, har Hjal- grím Elttør stýrdi bóltinum í málið. Hóast VB fram ímóti dyst- arenda hevði størru møgu- leikarnir at vinna, so var KÍ álopsliga væl við fyrrapartin av 2. hálvleiki. Eina ferð fekk KÍ bóltin í málið, men tað varð kolldømt orsaka av rangstøðu, og eina ferð smekkaði hálvskaddi Ove Nysted, sum varð settur inn í álopið fyri at leggja trýst á, úr seytjan metrum og eitt sindur úr høgru og í hand- aru stólparótina. Men tað bleiv eitt stig í part. Aftaná er einki at ivast í, at vágbingar iðra seg um, at tveir spælarar hjá teim- um syrgdu fyri, at tað ikki verður besta liðið, sum hósdagin fer at taka ímóti FS Vágum á Eiðinum. Klaksvíkingar mugu styrkja um verjupartin, um teir skulu hugsa um nakað sum helst, tá ið teir hós- dagin fara til Eiðis. KÍ–VB 2–2 (1–1) 0–1: Birgir Jørgensen 13. 1–1: Hjalgrím Elttør 45. 1–2: Birgir Jørgensen 85. 2–2: Allan Joensen br 90. Dómari: Petur Skarðenni KÍ: Kartin Joensen – Har- ley Bertholdsen (Arnold Joensen, 82.), Jan Andrea- sen, Sámal Eyðfinn Akurs- mørk, Fríðin Ziskason – Atli Danielsen, Allan Joen- sen, Símun Joensen, Hjal- grím Elttør – Erling Fles (Ove Nysted, 66.), Eyðun Klakstein (Jón Jacobsen, 76.) Gult kort: Jan Andreasen VB: Bjarni Johansen – Mortan úr Hørg, Jákup Olsen (Eyðstein í Lágabø, 63.) Eyun Jacobsen, Kári í Lágabø – Palli Augustinus- sen, Slobodan Madzar, Milan Kuljic, Dan Djur- huus – Birgir Jørgensen, Predrag Zivkovic Gult kort: Birgir Jørgen- sen, Dan Djurhuus Reytt kort: Predrag Ziv- kovic (tvey gul), Slobodan Madzar (tvey gul) Nýggi venjarin letur eisini Jákup Mikkel- sen sita á beinkinum NOREG Jóannes Hansen Í fyrstu royndini eftir venjaraskiftið eydnaðist tað Molde at fáa fulla úrtøku. Teir vunnu á heimavølli 2–1 ímóti botnliðnum Tromsø. Molde var framm- anfyri 2–0 í hálvleikinum. Eftir steðgin skoraði Trom- sø upp á brotsspark. Eddie Gustafsson var í Molde málinum, og Jákup Mikkel- sen var á beinkinum. Rosenborg hevur fult stigatal eftir sjey tey fyrstu umførini. Tað er besta byrj- anin, sum nakað felag hev- ur fingið, síðani norska kappingin fyrstu ferð varð løgd upp á tann mátan, sum hon er tað. Sunnudagin vann Rosenborg 3–2 í Ski- en. Odd gjørdi sjálvmál, tá ið tað restaði ein lítil løta, og teir misnýttu brotsspark í síðstu sekundunum. Sogndal varðveitti næst- fremsta plássið við 1–1 á heimavølli ímóti Aalesund. Vejle hevur givið skarvin yvir, og Christian Høgni Jacobsen sleppur ikki upp í part DANMARK 1. DEILD Jóannes Hansen Óli Johannesen hevur síðstu dagarnar gjørt sítt fyri, at Hvidovre eisini eftir summarsteðgin skal vera í næstbestu donsku deildini. Hóskvøldið skoraði hann tvey mál, tá ið Hvidovre vann, og sunnudagin var hann á heimavølli partur av nullloysn ímóti B93. Hvidovre er eitt stig om- anfyri strikuna, og B1913, B1909 og HIK eru niðan- fyri. Christian Høgni Jacob- sen er ikki partur av Vejle liðnum í løtuni. Vejle hevur annars púra mist luftina, síðani teir mistu møguleik- an at flyta upp. Hóskvøldið taptu teir 6–1 ímóti Hors- ens, og sunnudagin taptu teir 3–2 ímóti Fredericia, sum fekk sigursmálið í síðstu sekundunum. Ulrik Balling skoraði til 1–0 fyriVejle. Frem hevði ætlað at av- greitt uppflytingina á heimavølli sunnudagin, men tað kiksaði hesa ferð, tí HFK Sønderjylland vann 2–1. Molde trý stig Óli framvegis í vanda 23