Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mai 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ 22] [ 23] Tey, ið ynskja at koma eitt sindur burturfrá á norðoyastevnu, kunnu fara sær ein túr til Viðareiðis at njóta ein bita á nýggju matstovuni hjá Elisabeth Nybo. Á hugnaligu matstov- uni, sum liggur miðskeiðis í bygdini, kanst tú eta teg propp- mettan og maturin, ið Elisabeth borðreiðir við, smakkar serstakliga væl MATSTOVA Rúna Sivertsen Viðareiði: Vit hava funnið okkum sess uttanfyri hugnaligu matstovuna hjá Elisabeth Nybo. Í góðveðr- inum henda dagin njóta vit ein kaffimunn, heita súr- eplatertu og rákrem aftur- við Tað er summar og sól. Tjøldrini láta, fuglarnir syngja, og smálombini spæla kát á bønum. Látur og ljóð frá børnum, sum spæla, hoyrist sláa aftur millum húsana. Við kaffikoppinum í hondini og anganum av náttúru í nøsini, tykist kapprenningin við tíðina við eitt so óverulig. Hevur tú tørv á einari friðarligari løtu burtur úr gerandisdegum, er matstov- an hjá Elisabeth eitt gott stað at sita í friði og náum og njóta ein góðan bita úr frálíka køkinum hjá henni. Matur og list Elisabeth Nybo er útbúgvin kokkur. Hon stóð í læru á Korinthkro, nær Fåborg á Fjóni. Hon er ættað sunnan úr Vági. Sum ung genta kom hon norður til Viðareiðis at arbeiða hjá pápabeiggjan- um, sum eisini er kokkur. Á Viðareiði legði hon hjartað eftir, og nøkur ár seinni giftist hon og búsetti seg her. Á páskum gjørdist dreymurin hjá henni til veruleika, tí langa fríggja- dag kundi hon lata upp matstovu í niðaru hædd á sethúsum sínum. Elisabeth fær borðreitt fyri 32 gestum á 8 borðum. - Eisini ber til at bíleggja hølið til smærri veitslur, sum til dømis konfirma- tión, barnadóp ella føð- ingardag, sigur hon. Matarskráin er fjølbroytt, og eingin fer svangur aftur frá Elisabeth. Eisini ber til at njóta eitt glas av víni afturvið matinum. - Tað hevur gingið ser- stakliga væl, síðani eg læt upp. Fólk eru komin alla- staðni frá, bæði føroyingar og útlendingar, sigur hon. Veggirnir á matstovuni eru prýddir við verkum av lokalum listamonnum. Hesi eru til sølu, so til ber at ogna sær eitt listaverk heimaftur við. Seinni ætlar hon at fáa fleiri listafólk at stilla út hjá sær. Opið alt árið Elisabeth hevur góðar vónir, nú matstovan hevur havt opið ein góðan mánað. - Longu nú havi eg fingið bílegginar til nakað út á summarið, so eg havi góðar vónir um, at matstovan fer at bera seg, sigur Elisabeth at enda í samrøðuni við Sosialin. At eitt matstað er komið aftrat á Viðareiði, skuldi verið gott fyri ferðavinn- una, tí nógv ferðafólk leita sær til Viðareiðis at síggja vøkru og stórslignu náttúr- una har. Matstovan hjá Elisabeth fer at hava opið alt árið. Nýggj matstova á Viðareiði Í hugnaligu matstovuni hjá Elisabeth á Viðareiði er pláss fyri 32 gestum. Matstovan hevur verið væl vitjað, síðani hon læt upp fyri góðum mánaða síðan Mynd: Jens K. Vang Henda dagin, Sosialurin var á vitjan á matstovuni hjá Elisabeth, var veðrið so gott, at til bar at sita uttanfyri. Og hvat kann vera betur fyri sálina, enn at sita millum smálomb, fuglasong og barnalátur og njóta ein góðan kaffimunn Mynd: Jens K Vang Fyri góðum tíggju árum síðani keypti Hans Eli Hansen gamla fiskifarið Dragan frá leirvíking- um. Tað var við dreyminum um eitt skúlaskip, at Hans Eli fór í holt við hesa ætlan, og nú tíggju ár seinni er Dragin so gott sum siglingar- klárur DRAGIN Solby A. Eliasen Hans Eli Hansen er ein fegin og errin maður í dag. Tíggju ára sjálvboðið ar- beiði hjá honum og fleiri øðrum er um at verða lið- ugt. Dragin er siglingar- klárur, alt timburarbeiði, rygnings og seglarbeiði er liðugt, og beint nú fáast teir við at montera ta tøkniligu útgerðina og trygdarútgerð- ina. Men enn mangla tey endaligu loyvini, áðrenn skipið kann fara at sigla við fólki og nýtast til skúlaskip. – Vit vóna, at endaligu loyvini verða í lagi, so at vit kunnu nýta Dragan til útferðir og annað í summar, sigur Hans Eli Hansen, men hann ásannar, at tað kann taka sína tíð við at fáa øll viðurskiftini í rættlag. Tí krøvini til bátin er sera strong, tí hann skal nýtast bæði sum skúlaskip og til ferðafólk. Men tað hevur tikið langa tíð at koma so langt. Tá Hans Eli keypti Dragan var hann í sera ringum standi. Ætlanin var at hann skuldi søkkjast. Men Hans Eli, sum er fólkaskúlalærari, og millum annað hevur sjó- manslæru sum lærugrein, hevur longi havt ein dreym um, at næmingarnir kundu hava eitt skip, sum teir kundu læra seg við. – Sært tú, hálvvaksnir dreingir velja sær sjómans- læru, tá teir koma í fram- haldsdeildina, og teir eru sera spentir upp á hesa lærugreinina, sum kann fara at verða júst tað, sum teir ganga og droyma um. Men so er tað eitt satt vón- brot fyri teir, at tað ongin munur er á undirvísingini. At lærarin bara situr niðri og undirvísir júst sum í øðr- um lærugreinum, greiðir Hans Eli frá. Og hann leggur afturat, at ætlanin er ikki, at tað bert skal koma fólkaskúlanæmingum í Føroyum tilgóðar. Hann sigur, at báturin er vælegn- aður til sjómansskúlarnar at nýta eisini. Tað er ikki tað einasta, sum endamálið við Dragan- um er. Hans Eli greiðir frá, at ongin eigur Dragan í dag. Tað er ein grunnur, har ein nevnd er sett við fimm fólkum at taka sær av Draganum. Og endamáls- orðingin sigur, at umframt skúlaskip og útferðarskip, so skal Dragin verða við til at skapa áhuga millum manna fyri sigling. – Eg vóni bara, at Dragin fer at verða til mikla gleði fyri øll, sum koma at nýta hann, sigur Hans Eli. Um Dragin fer at sigla í summar, so fer hann fyrst at verða nýttur til útferðir, áðrenn skúlarnir byrja aftur í august. Síðani fara næm- ingarnir at sleppa umborð at hava sjómanslæru. Hann verður lagdur í vetrarlegu um Mikkjalmessutíð, men kortini fer hann at verða nýttur, meðan hann liggur bundin. – Har er skúlastova um- borð, so tað ber væl til at gera ymiskt øðrvísi, hóast báturin ikki siglir, sigur Hans Eli, sum er avbera spentur, nú so væl er áleiðis hjá teimum. Ongin skuld Tað sum er serstakt við verkætlanini er, at nú hon er liðug er ongin skuld. Stuðulsgrunnurin ella stuðlafelagið Dragin hevur allatíðina arbeitt miðvíst hesi árini fyri at skaffa pening til verkætlanina. Og teir hava onga pengar lænt alla hesa tíðina. – Arbeiðið er sloppið at taka sína tíð, og vit hava fingið nógvan og góðan stuðul, sigur Hans Eli fegin. Hans Eli veit ikki at siga júst, hvussu nógv henda verkætlanin hevur kostað, tí tær endaligu útrokningar- nar eru ikki gjørdar enn. Men hann sigur, at hann hugdi ein dagin eftir, hvussu stóran part av kostnaðinum teir sjálvir hava verið við til at útveg- að. – Vit hava útvegað um- leið tveir triðingar av kostn- aðinum. Restin er stuðul, sumt sum vit sjálvir hava søkt um, og annað, sum vit hava fingið sum gávu, sigur hann og takksemi lýsir úr honum, meðan hann tosar um, hvussu allur stuðulin hevur gjørt tað so nógv hugaligari at arbeiða øll hesi árini. – Einstaklingar, fyritøk- ur, feløg, handlar, ja eg kann blíva við. Vit hava møtt vælvild allanvegin, og tað hevur verið stuttligt at gera hetta arbeiði, tí tað er eyðsæð, at tað er trupult at fáa fólk at arbeiða frítt í dag, og tí er stuðulin so týdningarmikil, sigur Hans Eli. Um viðlíkahald og annað í framtíðini sigur Hans Eli, at teir hava hugsað um at lata næmingar taka sær av einum parti av tí. – Viðlíkahald er ein part- ur av fakinum, og tað kunnu næmingar so eisini fáa nakað av royndum í umborð á Draganum, sigur hann. Hans Eli vónar, at Dragin fer at verða til gleði fyri øll. Hann veit sum sagt ikki at siga fyri vissu, nær hann fer at sigla, men hann vónar, at tað verður í summar. Dragin siglir kanska í summar Fyri tíggju árum síðani vóru menn tilreiðar at søkkja Dragan. Í summar vænta menn at hann fer at sigla við ferðafólki og síðani fer at virka sum skúlaskip Mynd: Jens Kr. Vang Hans Eli Hansen er ein av teimum, sum hevur arbeitt upp á Dragan seinastu tíggju árini. Hann er sera spentur til báturin fer at sigla Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 23 22