Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mai 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 99 - 27. mai 2003 25 24 Nr. 99 - 27. mai 2003 ta ferðina var Jens Martin so bjargingarmaðurin.. Veikar verjur Tí gjørdist tað bert til eitt stig til hvønn partin, og hóast møguleikarnar at avgera at enda, so mundu gestirnir ikki vera serliga ónøgdir um hetta. Og á pappírinum er tað so av- gjørt ikki nakað vánaligt úrslit, tí tað kann ikki rokn- ast við, at tað verða serliga nógv lið, sum fáa nakað við sær úr Runavíkini. Umframt einsamalla stigið, so munnu tey í HB eisini frøast um, at Martin Christiansen loksins var at síggja á liðnum. Ein skaði í lærkrikanum hevur hildið honum úti higartil í ár, men tá hann kom á vøllin eftir steðgin var hann avgjørt viðvirkandi til at økja um tryggleikan í verjupartinum á liðnum. Hinvegin er einki at ivast í, at liðið enn hevur nógv at arbeiða við í verjupartin- um. Soleiðis sum runavík- ingar fyri steðgin áhaldandi sendu bóltar inn um verj- una, líktist HB liðið til tíðir einum kamikaze-álopi, og tað kann ikki roknast við, at Bárður Johannesen hvørja ferð skal hava ein eins góðan dag, sum hann hevði hesaferð. Hjá NSÍ er somuleiðis greitt, at har er nógv at ar- beiða við í verjupartinum. Fram eftir vøllinum var lítið at fílast á, tó at leikarar helst skula hava nakað av skotvenjing komandi vik- una, men falta verjan var ikki altíð eins trygg. Eins og hjá HB er tað serliga tær skjótingar, sum eru so týdningarmiklar fyri eina fýra-mans verju, sum resta í, og tí verða alt ov ofta støður, har verjan verður spæld tunn. Enn er tó langt eftir á mál, og hjá báðum pørtum er hetta nakað, sum arbeið- ast kann við. Fyri fyrst kann í øllum førum stað- festast, at ársins fyrsti topp- dystur var ein av teimum heilt góðu, og verður hetta leisturin framyvir, so er einki at ivast í, at bæði NSÍ og HB fara at halda seg nóg so ovarliga, tá kappingar- árið nærkast endanum. Dysturin í tølum NSÍ-HB 2-2 (1-1) 0-1: Karsten From, 3 1-1: Sonni L. Petersen, 35 2-1: Helgi L. Petersen, 57 2-2: Rúni Nolsøe, 55 Dómari: Niklas á Líðar- enda: Royndi at leggja eina greiða linju alt fyri eitt, men hevði til tíðir ilt við at halda hesi. Ikki minst, tá leikligar frustratiónir komu til sjóndar í reinari hevni- søku á vøllinum. NSÍ: Jens Martin Knudsen – Brynjolvur Nielsen, Óli Hansen, MEssias PArreira, Sjúrður Jacobsen – Jústin- us R. Hansen, Ian Høj- gaard, Rúni Rasmussen – Sonni L. PEtersen, Helgi L. Petersen, Jónstein Petersen Gul kort: Ian Højgaard, Rúni Rasmussen HB: Bárður Johannesen – Hallur Danielsen, Bergleof Sólsker, Símun Eliasen, Janus M. Joensen – Rókur F. Jespersen, Rúni Nolsøe, Nicu Dogaru, Rógvi Jacob- sen – Karsten From, An- drew av Fløtum Gul kort: Janus M. Joen- sen, Hallur Danielsen, Símun Eliasen Runavíkingar munnu verða teir, sum iðra seg mest um dystin sunnudagin, men í roynd og veru var tað HB, sum var um at stjala sigurin senastu løtuna FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Ársins fyrsti toppdystur var í Runavík sunnudagin, tá HB var á vitjan. Umframt at hetta vóru tvey lið, sum høvdu fullan posa eftir fyrsta umfarið, so var talan eisini um bestu liðini frá kappingarárinum í fjør, so í so máta átti dysturin at borga fyri nøkrum av tí besta, sum føroyskur fót- bóltur hevur at bjóða. Bárður og Sonni Og áskoðararnir fóru sum so heldur ikki snýttir av vøllinum. Kanska var størsti parturin av heima- áskoðarunum vónsvikin um, at tað ikki eydnaðist liðnum at fáa øll stigini, men undirhaldið var í øll- um førum á eini góðari leið. Bæði hvat spenningi og intensiteti viðvíkti, men so sanniliga eisini í spæl- góðsku, tá hugsað verður um, at vit enn eru sera tíð- liga í kappingarárinum. Tað var annars HB, sum fekk betru byrjanina. Bert tríggir minuttir vóru leiktir, tá Andrew á Fløtum legði bóltin inn um fløtu NSÍ- verjuna, og so var Karsten From farin. Skjótur sum hann er, rann hann seg leys- an av NSÍ-verjuni, og tó at Jens Martin hálvbjargaði, so fekk hann ikki steðgað bóltinum heilt, og tá Óli Hansen var komin rennandi aftur við, fekk hann ikki gjørt annað enn at senda bóltin upp undir nettakið, tá hann skuldi sparka burtur. Hetta var vorðið sum kjaftfiskur at fáa hjá NSÍ, men á vøllinum tóktist hetta als ikki at nerva. Um nakað, so var hetta start- skotið til eitt laaaangt trýst á HB-verjuna, sum als ikki tóktist serliga sannførandi hendan dagin. Fyrstu ávaringina fingu teir, tá Jústinus Hansen gjørdist leysur mest sum beint eftir lieðslumálið, men hann rakti bóltin full- komuliga skeivt, soleiðis at hann bert stiklaði inn til Bárð Johannesen. Men í aðrar mátar hevði Bárður úr at gera. Ferð eftir ferð varð HB-miðvøllurin snøgt sagt runnin um koll, og bæði í borðunum og mitt fyri tóktust havnarmenninir eingi vápn at hava ímóti heimaliðnum, sum alla tíðina megnaði at spæla tunt. Og skal metast eftir møguleikunum, so var einki forgjørt í, um runa- víkingarnir høvdu havt eina trivaliga leiðslu at fara til hálvleiks uppá. Ikki minst Sonni L. Petersen mundi hava eina ringa mánanátt, um hann skuldi hugsað um allar teir møguleikar, sum hann hevði at javna fyri NSÍ. Einir tríggir- fýra av slagnum mugu metast sum reinir stjórar, men Bárður stóð ein framúr dyst í málinum, og í einum tveim- um øðrum førum var HB- málverjin væl úti sum eyka sweepari, soleiðis at bóltur- in kundi ruddast, áðrenn mótstøðumenn gjørdust leysir. Orkan gekk undan Tað kundi næstan ikki halda, og tað gjørdi tað so heldur ikki. Tíggju minuttir fyri hálvleik fekk NSÍ loksins løn fyri stríðið, og tað var eisini Sonni, sum sendi bóltin inn. Hesa ferð kundi hann tó valla gera annað, tí eftir at Bárður hevði hálvbjargað skot- royndini frá einum leysum Jústinus skuldi bólturin bert hava seinasta skumpið inn um strikuna, fyri at javnvág skuldi vera í. NSÍ hevði eisini møgu- leika at leggja seg á odda fyri steðgin, men ein liggj- andi Bárður Johannesen hevði goymt sær bestu bjargingina til hetta høvið, tá hann liggjandi megnaði at toyggja armin upp, tá Sonni skuldi lyfta bóltin upp málverjan. Og fyrstu løtuna av seinna hálvleiki tóktist gongdin úr fyrra bara at halda fram. Aftur hesa ferð var tað tó HB, sum gav fyrstu ávaringina, men úr fimm metrum sendi Karst- en From beint uppum, og so stóð tað aftur NSÍ á tí mesta. Og eftir 12 minutt- um høvdu teir eisini lagt seg á odda. Upphalvið til málið var hesaferð eitt fríspark úr vinstru. Sjúrður Jacobsen sendi høgt innfyri, og har var Helgi L. Petersen hægstur, og í einum bleyt- um boga stútaði hann bóltin yvir í handara síðunet. Og so var rómur á heima- monnunum. Teri høvdu nú í knappan tíma verið so væl og virðiliga omaná, og einki var at ivast í, at teir um hetta mundið áttu sig- urin uppibornan. Men helst høvdu mongu misnýttu møguleikarnir kostað ov nógv. Í øllum før- um skilt soleiðis, at liðið hevði nýtt ófatuliga stóra orku til at venda dystinum, og spakuliga kom HB alt meira fyri seg. Runavíkingar áttu tó eisini møguleikar at avgera, men eftir at ein púra leysur Jónstein hevði sent við síð- una av, tók HB fullkomu- liga yvir. Snøgt sagt, so orkaðu runavíkingarnir ikki meira at halda høgu leikferðini. Eftiransingarnar á miðjuni dragnaðu, og tí fingu teir als ikki lagt sama trýstið á, og so kundu bóltspælarar- nir hjá HB av álvara fara ígongd. Og við eitt lítið sindur av hepni, so kundu gestirnir væl vunnið dystin. Tað gjørdist tó bert til tað eina málið, tá Rúni Nolsøe sera hegnisliga sendi upp undir nettakið, eftir at Rógvi hevði longt langan bólt frá Martin Christiansen, men seinstu løtuna stóð nógv á. Ikki minst tá alt NSÍ tað einu ferðina bakkaði und- an, meðan Karsten From dróg av miðjum vølli, men Við tríggju monnum í trimum fjórðingum av dystinum vóru for- treytirnar hjá GÍ alt annað enn góðar, men teir høvdu tó gott tak á, og í evstu løtu fingu teir eisini lønina FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Tað er einki at siga til, um vágamenn vóru vónbrotnir eftir dystin móti GÍ sunnu- dagin. Í mun til seinnu árini í bestu deildini, so eru vón- irnar hjá FS nakað væl hægri settar undan inni- verandi kappingarári, og eftir tap fyri HB í fyrsta dystinum, var tað tí av stórum týdningi, at okkurt munagott fekst burturúr hesaferð. Skerdir gestir Talan var sjálvandi um truplan dyst, tí GÍ er um nakað liðið í føroyskum fótbólti seinastu tíggju árini ella so, men vágamenn kunnu bara staðfesta, at teir høvdu allar møguleikar sunnudagin. Longu miðskeiðis í fyrra hálvleiki varð Áslakur R. Petersen nevnliga rikin av vølli, eftir at dómarin metti hann hava gjørt seg inn á Silva. Hetta hendi annars í frísparksstøðu til GÍ, og tað var einki at siga til, um gøtumenn ilskaðust inn á dómin. Súni Olsen hevði nevnliga skotið, tá dómarin bríkslaði fyri brotinum hjá Áslaki, og tó at bólturin helt beina leið yvir í handara málhorn, so var einki at gera. Frísparkið skuldi takast umaftur. Og tað varð tað so eisini. Súni skeyt einaferð afturat, og bólturin varð sendur nett sama stað. Yvir um múrin og yvir í handara málhorn, og um nakað so longur upp í tríkantin hesaferð. Eitt framúr dømi um framúr góða sparkiteknikk- in hjá gøtumanninum, men tá hann løtu seinni fekk nýggjan møguleika, bar einki til. Í tvídysti í brots- teiginum hevði Vladimir Osipovs hildið dekan ov fast í Krzystof Popczynski, og so slapp Súni at royna seg úr ellivu metrum. Hann sendi flatt og uttarliga til høgru, men Jákup Joensen í vágamálinum hevði tó sæð rætt, og so varð tann roynd- in av ongum. Hóast yvirtalið, so megn- aðu teir á heimaliðnum sjáldan at seta seg veruliga á dystin fyri steðgin. Teir høvdu bóltin nógv, men tað knípti við at skapa nakrar veruliga málmøguleikar burturúr, og ístaðin vóru tað heldur gestirnir, sum vóru teir vandamiklaru. Ikki minst ta´Kryzystof í fleiri førum megnaði at binda alla vágaverjuna, fyri síðani at fáa viðleikarar við, tá hesir høvdu flutt seg niðan, men mál komu tó eingi. Ikki fyrr enn í sein- asta minuttinum undan steðginum, og tá var heima- liðið, sum skoraði. Horna- spark varð sent innfyri, og har var tað lítli Silva, sum var hægstur, og kundi stýra bóltinum inn í tóma málið, meðan pólverski málverjin var farin dekan ov skeivt út eftir bóltinum. Í evstu løtu Sum skilst, so var talan ikki um tað stóra poleraða fót- bóltsspælið eftir steðgin. Við tíggju monnum løgdu gøtuemnn áherslu á verju- partin, fyri síðani at nýta Krzystof sum kontrastøð, og um ikki annað, so tarnaði hetta heimaliðnum. Vágamenn megnaðu nevn- liga als ikki at seta seg ígjøgnum, og alt bendi tí á eitt gerabýti, har liðini skuldu hava eitt stig í part. Men Bartal Elianse vildi tað øðrvísi. Málsókni verjuspælarin hevði í 92. minutti sníkt seg framvið í eini deyðbóltsstøðu. Í fyrstu atløgu spurdist einki burturúr, men tá bólturin so varð sendur innaftur, hevði eingin vágamaður givið sær far um Bartal. Púra leysur kundi hann fyrst temja, áðrenn bólturin varð hólv- aður inn í meskarnar, og vóru stigini vís. Tíðin var alt ov lítil, til at vágamenn kundu gera eitt seinasta sprell, og við sigrinum kundu gøtumenn fyri fyrst leggja seg einsamallar á oddasessin í deildini, har teir tó hava leikt ein dyst fleiri enn hini liðini. Vágamenn hinvegin eru enn stigaleysir. Tað í sjálv- um sær er eingin vanlukka, tá mótstøðuliðini higartil hava verið HB og GÍ, men tað skerst ikki burtur, at tað kann vera tungt at lyfta seg sálarliga. Fleiri tekin um frustratiónir vóru longu at síggja sunnudagin, og fyrsta fortreytin til betra úrslit er helst, at hesar fyrst og fremst verða umsettar til øði við bóltinum, heldur enn uttan. Dysturin í tølum FS Vágar-GÍ 1-2 (1-1) 0-1: Súni Olsen (br.) 1-1: Silva 1-2: Bartal EliasenDómari: Dagfinn Olsen FSV: Jákup Joensen – Sjúrður Ellefsen, Jóhannis Joensen, Vladimir Osipovs, Albert Ari Thomassen – Bjarni Prior, Jens Erik Rasmussen, Rói Árting, Silva – Kim Poulsen, Clayton Soares GÍ: Jacek Przybylski– Bartal Eliasen, Leivur Hansen, Anton Skoradal – Hans Pauli Petersen, Símun Luis Jacobsen, Súni Olsen, Aslakur R. Petersen , Bárð- ur á Lakjuni – Símun Sam- uelsen, Krzystof Popczynski FS Vágar-GÍ 1-2 (1-1): Skerdir skurar sigraðu Hóast ein mann í yvirtalið í trimum fjórðingum av dystinum sunnudagin, so megnaðu vágamenn ongan tíð av álvara at leggja trýst á GÍ HB-NSÍ 2-2 (1-1): Undirhald við Løkin KArsten From og Ian Højgaard høvdu báðir sentralar leiklutir sunnudagin, og onkun tíð var talan eisini um beinleiðis hornatøkur teirra millum Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 24