týsdagur 27. mai 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ 24]
[ 25]
Eyðgunn Samuelsen
Tað er tað vanliga, sum eg
geri á norðoyastevnu.
Kappróður, fótbóltur og
midnáttarsamkoman.
Hvussu verður við gestum
ella ikki, veit eg ikki
rættiliga. Vit plaga at vitja
fólk sjálvi. Og tað vísir seg
altíð at vera tey somu sum
man vitjar. Tað er vorðið
siður nú ígjøgnum árini.
Hvat fert tú at gera á norðoyastevnu?
Annfinn Kallsberg
Eg havi ongar fastar siðir á
norðoyastevnu. Nakrar
svipptúrar inn til Klaks-
víkar plagar man at gera
viðhvørt, men tað er onki
fast. Tú hittir nógv fólk á
norðoyastevnu, men so-
leiðis er tað við øllum
stevnunum. Tað er altíð
galdandi. Tú stendur og
prátar við fólk og kemur
ikki úr stað. Og tá ein er
løgmaður og øll kenna ein,
so eru tað nógv, sum koma
og geva seg til kennar. Tað
haldi eg er sera hugnaligt,
og tað dámar mær sera
væl.
Malena Josephsen
Eg vænti, at mín norð-
oyastevna verður hildin á
Svangaskarði í ár.
Kvinnulandsliðið skal
hava venjingarlegu tá, so
fríggjakvøldið og allur
leygardagurin verður har.
Eg veit ikki, um vit hava
frí sunnudagin, og um so
er, so verður tað bara at
hyggja eftir fótbólti. Men
eg leggi ikki so nógv í,
um eg ikki sleppi á norð-
oyastevnu. Hon plagar
ikki at siga mær so nógv,
tað er tað sama hvørt ár.
Adelborg Linklett
Eg veit satt at siga ikki,
hvat eg fari at gera á
norðoyastevnu. Hon fer í
øllum førum at verða
øðrvísi enn hon plagar.
Eg havi seinastu 25 árini
verið við í norðoya-
stevnuteitinum, og tí
verið upptikin av teimum.
Men eg eri ikki við í ár.
Vit plaga at hyggja eftir
kappróðrinum
heimanifrá. Man sær so
væl frá okkum av, men
viðhvørt fara vit eisini
oman í fjøruna at hyggja.
Um líkindini vera góð, so
fari eg á midnáttarsam-
komuna. Nú eri eg eitt
sindur fríari í ár, og havi
tíð til eitt sindur meira.
Viðhvørt plaga vit at
hava fleiri gestir, og í ár
verður helst eisini
soleiðis. Sonur okkara,
sum býr í Danmark,
verður her á norðoya-
stevnu, og helst eisini
tann mittasti sonurin, so
her verður uttan iva fult
hús.
Hans Eiler Hammer
Eg plagi at hyggja eftir
fótbólti og kappróðri á
norðoyastevnu. Eisini fari
eg til tað, sum er av
andaligum tiltøkum. Eg
skal sjálvur hava eina
ungdómsgudstænastu
fríggjakvøldið, og annars
plagi eg at fara til opið hús
í KFUM/K. Eisini ein túr í
býin við familjuni í tivoli,
og so plaga vit eisini niðan
í Skálan til eydnuhjól. Eg
plagi at hyggja inn á
gólvið hjá familju og
kenningum. Men tað er
verri enn so ikki altíð øll,
sum eru heima á
norðoyastevnu.
Fróði Løkságarð
Tað er ikki tað stóra, sum
eg geri á norðoyastevnu.
Tað einasta, sum veruliga
hevur nakað við norðoya-
stevnuna at gera er kapp-
róðurin og midnáttarsam-
koman. So plagi eg eisini
at fara til fótbóltdyst.
Kanska eg eisini skal
arbeiða eitt lítið sindur, um
útvarpið skal senda frá
stevnuni. Tað verður bara
so stille og roligt hjá mær.
Lítið verður vitjað av fólki,
tað er mest fríluft, men tað
avhongur so alt av veðrin-
um.
Rannvá Joensen
Á norðoyastevnu fari eg til
kappróður um veðrið er til
vildar. Midnáttarsamkomu
og so eisini á onkra
listaframsýning, um tað
verður. Siðurin er so eisini
at vitja fólk. Tað eru altíð
nøkur føst tú vitjar ár eftir
ár. Norðoyastevnuteitið
plagi eg eisini at fara til.
Vit búgva mitt í býnum, so
her er altíð nógv fólk inni
á gólvinum, og tað er sera
hugnaligt. Børnini hjá
okkum eru so stór nú, at
tey klára seg sjálvi við
teimum tiltøkunum, sum
tey vija til, men tey verða
annars upptikin í teimum
ymsu ítróttarfeløgunum,
skrúgongum og so
framvegis.
C
M
Y
K
25
24